Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juli 1997síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

|| Nr. 141 — 26. JULI 1997 tíðindablaðið 5057 15 Beint undan Olavsøku, ella í morgin, fyllir Petur í Mou- ritsarstovu í Oyndarfirði 85 ár. Petur er sjálvsagt ein vælkendur maður í bygdini og hann er eisini kendur millum tey flestu, sum hava við Oyndarfjørd at gera Petur er føddur í 1912 Hetta árið er seinni vorðið serliga kent, av tí at stóra ferðamannaskipið Titanic gekk burtur. Petur lá í móð urlivi, tá hendan herviliga vanlukkan hendi 14. apríl Tó seinni, sum smádrong ur, hoyrdi hann søguna og hann minnist hana enn, skuldi tå spurt hann. Fleiri stórhendingar fóru fram sama dag. sum Petur varð borin í heim. Fyrsta diesel- rikna skip í heiminum, >Se- landia< hjá OK fór av bakkastokki á Burmeister & Wein skipasmiðjuni í Keyp- mannahavn. Jomfrúferðin til Indiu gjørdist heimskend Zeppelin, greivi, lendi vid luftskipinum Hansa i Keyp mannahavn og Frederik kongur 8. doyði knappliga undir eini vitjan í Hamburg Petur hevur sostatt livað alla tíðina meðan Kristian 10 sat við krúnuni, somuleiðis meðan Fríðrikur 9. var kongur og sjálvsagt eisini meðan Margretha hevur sit- ið. Petur var ikki meira enn tvey ára gamal, tá fyrri heimsbardagi brast á. Hann var ikki meira enn byrjaður at stetla millum trongu tún- ini í Oyndarfirði, tá euro- pearar drupu frá hond niðri á fastlandinum. Føroyingar merktu eisini væl til kríggið Smáligt var við verum, oyndfirðingar fóru aftur at velta korn og myllur vóru bygdar. Småligt var í handl- unum og alt var skamtað, sjálvt sukrið. Um tað var tí, at Petur altíð hevur hildið linjuna, veit eg ikki, men hann hevur ikki havt eitt gramm ov nógv hesi 85 ár- ini. Tá kríggið endaði í 1918 var Petur ein fittur seks ára gamal smá-drongur og frá hesum árinum og fram til í dag minnist hann ein stóran part av tí honum hevur verið fyri. Hann búði einsamallur nani millum systrarnar í Mouritsarstovu Tå Petur var smådrongur, vóru Føroyar framvegis eitt umt í Danmark. Politiska nedvitið í føroyingum var vaknað í seinnu helvt av seinastu øld, men enn var ert talan um tveir flokkar, samband og sjálvstýri. Sambandið heldur Petur ítið um, og tá javnaðar- flokkurin varð stovnaður um tað mundið, tá Petur raðkaði í vaksnamanna- skógvarnar, var hann bein- anvegin fúsur sum stuðul. Hann hevur stuðlað javnað- irhugsjónini síðan. Petur wevur ongantíð verið ein vingliskøtur á nøkrum øk;j- am. Í politiskum orðadrátti 'heimbygdini er Petur veld- ugur. Tað sigst, at ameri- kanski forsetin J. F. Kenne- dy kundi siga góð 300 orð um minuttin, tá hann rættu- liga var í essinum. Eg trúgvi kki, at Petur stendur aftan- fyri, tá hann títtar av tí ring- sta. Hann kann vera ótrú- liga tittur, og stendur fast, so finnur hansara kviki heili ógvuliga skjótt ein útveg. Ein fittur knassi fyllir 85 ár Um frávik verður gjørt frå evninum, hevur ikki so nógv at siga. Eg sigi bara, Gud náði løgtingid, hevði hann funnið uppá at stillað upp í politikki. Tað vildi hann ikki, hansara leið lá aðrar vegir Petursa hugur lá til sjógv- in, ella nógvir aðrir møgu- leikar vóru ikki miðskeiðis í tjúgunum, tá Petur var fermdur. Petur var ættaður úr einum vanligum fiski mannaheimi, har tað sum kom úr sjónum var álitið. Oyndfirðingar eru forrestin rættuliga ognarleysir hvat jørð viðvíkur. Bert fýra merkur av 60alsjørd liggja til bygdina og bóndurnir hava í øldir verið í kongsins tænastu. Fyri tað hava teir ongantíð verið kúgaðir. Alt umhvervið, har Petur vaks upp, hevði við sjógvin at gera á ein ella annan hátt So at siga alt prát niðri í Túni millum smámenninar og kongsins tænarar snúði seg um fisk, um mið, um tekin í sól og mána, um lúnskar planetir, um vánalig fiskiár, um feigdardagar, um veiðudagar, um andróður og tær serligu løturnar, tá teir róðu heim aftur í logn við fullum rúmum av blankum og glitrandi smáfiski. Prátið snúði seg um løturnar, har teir, hóast eyðmýktir av náttúrunnar megi, vunnu upp á land, dýggjvátir og saltir, men sum sigursharrar Prátið snúði seg eisini um tá Várharra, og hann var í ødrum hverjum orði, oysti av síni yvirflóð og gav term- um góð líkindi og nógvan fisk. Fyri uttanfyri stand- andi kann prátið um fisk og sjógv kennast keðiligt og einkisigandi. Men ert tú uppvaksin millum hesar út- róðrarmenn, so skilir tú nógv betur mergin í prátin- um. Teir tosa um sjálva ur- driftina í menniskjanum. Um breyð, um mat, um mettuna, sum ruddar slóð fyri at annað kann trívast, mentan, gleim og gudsótt- an. At vera útróðrarmaður er at vera eitt reystmenni í sær sjálvum. Uttan mun til um hann veiðir lítið ella nógv. At bjóða tí fongríka og mangan lúnska havinum av í einum lítlum báti er bragd í sær sjálvum. Í mín- um eygum eru útróðrar- menn, allir sum ein, hetjur. Teir minna um Nansen, Amundsen, Scott, Columb- us, Magnus Heinason, Nólsoyar Páll og Ova, í minni formati, sjálvsagt. Petur gjørdist útróðrar- maður. Hann fór til skips og tá hann var heima um vetur- in róði hann út. Hann tók við har sum pápin, abbarnir og langabbarnir sleptu. Tað fall honum heilt náttúrligt, hann hevði fingið hendan lívsveg við móðurmjólkini. Fyrst róði hann út saman við ødrum. Ég veit ikki rættuliga hverjum báti. Har vóru fleiri í bygdini. Har var Garðibáturin. Hann hoyrdi til á Grundlendi, ein í Stóru- stovu. Smut var eisini i bygdini. Hann var uppkall- aður eftir einum kendum generáli í Boarakrígnum, sum endaði fyrst í hesi øldini. Eitt heiðurligt navn Við Bróðursminni hjá Stovumonnunum var hann eisini. Seinni við Vága- kletti. Hann kendi til tíðina áðrenn stamparnir gjørdust vanligir, tá teir egndu upp í trog. Mangan rotna gággu og vánaliga reiðskap. Hann kendi til tíðina við motor- bátunum, sum lógu á Sand- grynnuni. Meðan hann hjálpti bygdarmanninum og merkismanninum Petur Klein, sála, at pumpa mot- orbátin >Skort<, droymdi hann um einaferð at eiga eitt slíkt far. Hetta var í tíðini, tá hegnismaðurin Gantlikok úr Vági var eitt av álitunum í Oyndarfirði undir várróðr- inumí tjúgunum. Tað untist honum eisini á gamalsaldr- inum keypa motorin »Sæv- arenni<. Men áðrenn læt hann smíða vakra tíggju- mannafarið >Vón<. Eitt ediligt far við einum sterk- um Sabb motori, sum kom til bygdina, tá eg var smá- drongur. Petur ankraði sína skútu eitt sindur norðan fyri keiina úti á Sandgrynnuni. Kristjan Sofus úr Fuglafirði gjørdi álitisarbeiðið at leggja teymin. Tá so brim- dagarnir komu, gingu vit allir smádreingirnir eitt sindur óttafullir um bátarnar á Sandgrynnuni. Har lógu teir allir og hálaðu í for- toyningarnar, sum treisk heimalomb. > Vágaklettur<, >Nósi<, >Vón<, »Guttabåt- ur< og >Laksurin<. Onk- untíð sleit onkur, men varð bjargaður í evstu letu, áðrenn hann smildraðist norðuri í Reyðurð ella norðuri í Fiskagjógv. Petur spardi seg ikki og tað hevur hann ongantíðg jørt. Tað var eitt lúsa lív at vera útróðrarmaður í Oynd- arfirði áðrenn vegurin og havnin komu. Alt skuldi flytast suður og norður um Boðar. Skuldi tú hugsa um bátin á sandgrynnuni, so mátti tú fyrst draga boyu- bátin. Komin aftur av út- róðri var neyðugt at fara til Fuglafjarðar at avreiða hjá Haraldsen. Oyndfirðingar hildu seg til Haraldsen Aftan á uppiløgur var eisini neyðugt at fara eftir agni: Teir høvdu gott at bera hesi handilsfyritøku. Egningin var eitt heilt kapitul fyri seg í Oyndar- firði. Petur hevði riggað seg til á neystaloftinum í neyst- inum hjá sær inni í Garði Hetta stendur beint innan fyri kirkjuna. Eg kundi ong- antíð torga leiðina inn á neystaloftið, tá sólin var kavað aftan fyri reystu og høgu fjøllini fyri vestan. Tú skuldi oman um kirkjuna, oman á Sjóbrúgv og so niðan aftur gamla kirkju- garðinum í køllmyrkri, áðrenn tú slapp inn á noss- liga neystaloftið. >Gatu- lyktin« rakk ikki inn um kirkjuna. Kirkjugardurin var tjokkfullur av gomlum deyðum oyndfirðingum. Hann var ikki í brúki longur og har spøkti sum ber ólukkan. Fullir kirkjugarðar eru verri enn teir, sum enn eru í brúki. Her liggja tey deyðu bert og bíða eftir dómadegi. Ongin vitjar á grøvina, tey, sum tey kendu, eru longu deyð og ongar blómur verða lagdar á leið- ini. Tey keða seg í einsem- inum og nýta tíðina at gera bangnum fólki ónáðir. Ég hugsaði um øll tey deyðu, sum tey vaksnu høvdu greitt frå. Har lógu ymisk fólk. Tey flestu høvdu gott orð á sær. Teimum var einki at óttas fyri. Summi høvdu verið svøk í livandi lívi, teimum skuldi tú varða teg fyri. Har lógu fólk, sum vóru rom í gandi. Har lógu menn, sum høvdu verið apukattar, meðan teir livdu. Eg hugsaði, at so vóru teir eisini = apukattar innan kirkjugarðsveggin, meðan smáu beinini stýrdu uttan ak Mynd Kalmar um hyljar og steinar á hesi óhugnaligu og lívshættis- ligu ferð. Eg kendi tey forn- isku kring meg, tey nurtu og skryktu í meg, meðan eg líkbleikur og næstan blund- andi gekk hesa væl kendu gøtu. Tað var ein lætti at koma inn til Petur, tann altíð blíða Esmar, sála, og teir, sum annars hjálptu til at egna Egningarskúrarnir vóru nógvir. Í Prestfjósi var An- drias í Tarti, við tí mangan stúrna eygnabráðnum, eina- ráðandi. Hann er júst farin upp um tey níti. Í hvann- garðsneystinum ráddi Elias Karl, sáli, ein av bestu frá- søgumornunum, Føroyar nakrantid hava ått. Eg kann lítið ætlað, hevdi hann verið borin til pennin, í staðin fyri mold og smáfisk. Norðuri á Forum hjá Vágakletti hildu Meinhard og Hanni til, álv- arsamir og skemtandi, so tað var ikki til at halda skil á. Guttamenninir vóru norð- astir, raskir, sterkir, stuttligir og inn í millum eitt sindur tvørir. Prátið var veldugt í hesum egningarskúrum. Vanligt var at útróðrar- menninir hugdu til hvønn annan i egningarskúrunum, tá liðugt var at egna. Kapp- ing var altíð um at vera fyrstur. Tá ein útróðrarmað- ur frá hinum bátunum hugdi inn í egningarskúrin, var hetta tekin um, at teir vóru lidnir at egna. Hann hevði eitt sigursælt bros yvir troytta andlitinum og hóast hann ikki segði tað hart, so lá á varrunum: >Naa, ikki lidnir enn?« Teir tosadu um fisk, seyð, og tá góða lagið var, eisini um konufólk. Prátið var ein blandingur av álvarsemi, tí speirekandi og eitt sindur av argan. Í útróðrarlívinum í Oynd- arfirði er Petur framvegis ein sentralur persónur. Áhugan fyri útróðrinum hevur hann ikki mist enn. Hann sæst á havnarlagnum, tá bátar kom aftur av Norð- havinum. Nú føroyski dansurin er fyri so herðum ágangi, taki eg neyvan munnin ov fullan, tá eg skrivi, at tað man sára Petur, tá foreldur óttast, at føroyskur dansur í skúlanum skal skaða børn- ini. Eg trúgvi heldur ikki, at Petur rættuliga skilir hesa hugsan. Hann er uppvaksin við at børnini lærdu at kveða, so skjótt tey dugdu at ganga. Tey lærdu kvæði í skúlanum eisini. Tá hann vaks til mans var tað hildið at vera ein heiður at duga at skipa eina vísu ella eitt kvæði. Tá menn savnaðust í felagsarbeiði ella í ðrum arbeiði, so var ikki óvanligt at onkur treiv í eitt ørindi Ongantíð var hildið, at før- oyski dansurin var synd og kundi hótta gudstrúnna. Teir hildu ikki, at kristna trúgvin var so veik, at hon kundi hóttast av bragdarsøgum úr fornum tíðum Tá id Petur við eini lítlari kenning, hann hevur ongan- tíð gjørt nógv av tí slagnum, skipar vísuna > Vaagen<, so kann tú eygleiða ein sannan listarmann. Hann livir við í fråsøgnini og tú kennir teg sjálvan vera umborð á skút- uni á hesi ótespiligu ferð til Íslands. Tú kennir brakið í skrokkinum, tá hon setir, tú kennir roykin úr kjølinum, tú kennir ferilin av sjóverki og spýggju og tú hoyrir vindin gartera í rigningin- um. Tú kennir óttan á ann- ars djørvum monnum. Tú verður drigin við í hend- ingarnar. Eitt petti av sið- søgu í eini vísu, framførdar av einum leikmanni, ið hev- ur lært av teimum, ið undan gingu. Tað vilja óvitandi foreldur nokta bernum sínum í dag, av ótta fyri, at barnavinurin fram um allar, seinni fer at nokta teimum atgongd til æviga bústaðin, um tey læra tydningarmesta mentanararv okkara, kvæð- ini, í skúlanum. Slíka hugs- an skilir Petur ikki, slíka hugsan skilji eg heldur ikki Petur giftist ongantíð Hann hevur seinastu mongu árni livað einsamallur í Mouritsarstovu, barnaheim- inum. Nógvar kvinnur kundu lært av hansara rein- føri og húsligheit. Á køks- borðinum liggja altíð tvær lestrabøkur. Onnur er tann hjá Jákup Dahl, próvsti, og hin er tann hjá Mariu Eide Hesar dugir hann uttanat Nýggj lestrabók er komin og hana hevur hann uttan iva eisini ognað sær. Petur lesur altíð lestur sunnudag, uttan mun til um hann er í kirkju eina ferð ella tvær ferðir. Hjá honum er átrún- aðurin ein partur av gerand- isdegnum, eins og kvæðini, fiskur, seyður, vertskapur, 6lavsøka og onnur verðslig tiltøk. Hjartaliga tillukku vid degnum og góða Olavsøku. Singapore 25/7-97 vinarliga, Jústinus