Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juli 1997síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 141 — 26. JULI 1997 tíðindablaðið 23 MÁLTEIGURIN Hol gívrinar Í søgnini verður fortalt um ein mann, sum fer niður í Givrinar Í vestan fyri Sandsbygd at finna gívrina. Hann finnur hana har hon stendur gomul og blind og n gull á eiman kvørn inni hjá henr stu itt lítið bar pælir við eitt gullkelvi Maðurin stjelur gullið. og áðrenn hann fer. tekur hann gullkelvið frá barninum »og slær tað í heysin, so tað fór sárt at gráta Sum vit sí sr hetta eitt ævintýr um málið í Førovun Tann gamla givurin er Føroya fólk, sum trútt sum trellið passar sitt arbeiði og melur orðagull at geva tí komandi ættarliðinum at bera víðari. Men so kemur Tann Ondi Lærarin og rænir gullið og áðrenn hann fer, slær hann barnið í høvdid við barnsins egna leikutoyi, kelvinum, te. málinum. Tann Óndi Lærarin gevur barninum lágan karakter, tí barnið ikki tosar sum hann Í málbroytingini serliga tey seinastu 40 árini er genitivvendingin eitt tað sjónskasta og meinasta demið Eitt og hvert system hevur gott av at hava fastar reglur og fá undantøk. Tað hevur ligið heilt fast í féroyskari grammatikk. at tá ið vit binda tvey navnorð saman við at:seta annað í hvørsfall, so stendur tað hvørsfallsbenda frammanfyri: Føroya fólk. Føroya mål, Kingos sálmar, Nólsoyar Páll. Havnar skansi, Runsivals strid, Sverris hola, Føroya Fiskimannafelag, Eiðis Bóltfelag. guds orð, harrans ólukka osfr Men hendan syllin í føroyskan mállæru skuldi skrykkjast leys So seint sum í 1952 kundi eitt nýtt felag eita Føroya Fróðskapar felag. Men eftir 1957 hava vit fingið Útvarp Føroya, Tuberklastød Føroya, Leikarafelag Føroya, Hagstovu Føroya, Toll- og skatt stovu Føroya, Lóg Ohms, heidursløn Nobels, Fróðskaparsetur Føroya osfr Í Diplomatarium Færoense skrivar dr. Jakobsen i 1907: >Í Magnusar kongs rættarbåt« (s. XLI). Í Seyðabrævinum (1298) stendur á fyrstu síð »af almugans halfu« og »hinna bæztra manna rade<. Móti endaum (kap. 11) síggja vit bæði »guds sakir« og „sakir fodur vars«. Her verða altso báðir formarnir brúktir. Í 1404 finna vit »Husaviks gods<, »Magnus(ar) innsigli«. Í 1479 finna vit »konungs hirdman«. Eisini ognarfornavn pluss navnorð (vart innsigli, hans erfingar) er tað vanliga í fornbrøvunum Vit kunnu hyggja at ødrum dokumentum: Í Songbók Føroya Fólks (1983) finna vit í nr. 2: Guds hjálp, féroyings disk. Í nr. 3 havsins grund, landsins væna lag, lívsins beisku kor, Ægis víða vað. Í nr. 4: á våssins fríska degi, lívsins letur burtursvinna Í blaðnum Feringatíðindi nr. 1, 1. árg. (1890) finna vit á fyrstu síðu. Føringafelags endamál, í Føringafelags skriftum Í sálmabókini frá 1967 detta vit niður á nr. 165: fedranna kirkja í Føroya tjóð, Føroya land, Guðs ásjón, Guðs náð, manna ætt, biskupa byggj, brúðgómsins heiti, deyðans stund, manna gerð, skipsmanna mikla her, einkjanna meingi, vár vón og vårt virki, sítt fólk, hans herstevnudegi, hans borg Skaðin verður ikki minni av, at ein triði syntaktiskur møguleiki verður vavdur uppí. Tað er, tá ið eitt navnorð stendur sum appositión til kjarnuorðið: Skipafelagid Føroyar, Felagið Tórs- havn, Løsjan Vakhús osfr. Sum ein logisk fylgja av genum vendingini eru fólk blivin Csikkur her. Tað kemur meir enn so fyri, at fólk síga: Skipafelagid Føroya og Reyði Krossur Føroyar Ein annar skaði, sum stendst av genetivvendingini, er tann semantiski (semantikk = týdningslæra). Tá ið vit siga Føroya Arbeidarafelag, so er tað seinna orðið kjarnuorðið og tað fyrra attributturin. Intonatiénin leggur tað rytmiska hevuðstrýstið á ARB, og tað semantiska innihaldið er, at hetta er arbeiðarafelagið í Føroyum. Men síga vit Arbeiðarafelag Føroya, so flytist hevuðs trýstið aftur til FØR, og tað semantiska innihaldið nærkast tí tydninginum, at verðin er full av arbeidarafeløgum, men hetta er so Føroya — upp á sama máta sum fólk síga Marjun okkara, tå ið fleiri Marjunar eru í bygdini. Upp á hendan mátan skaðar tann útlendski formurin (hann er íslendskur/týskur/latín) eisini ta høvudsregluna í føroyskum, at vit seta ognarfornavnið aftan fyri skyldskaparorðið: sonur okkara, mostir mín, dóttir teirra Ein onnur fylgja av genitivvendingini er, at navnið kann spilla Tey gomlu nøvnini við tí føroyska sniðinum (Føroya Fiski mannafelag, Føroya Sparikassi, Føroya Løgting, Føroya Blað- mannafelag, Føroya Lærarafelag. Føroya Landsstyri osfr.) fella væl og ljóða håbærsliga. Men Landsbanki Føroya, Fiskamark- nadur Føroya, Postverk Føroya, Seydahundafelag Føroya, Rit høvundafelag Føroya, Billiarddeild Kaggans — hver kann hava álit á sovorðnum stovnum? Tað er nakað ullint við einari fyritøku, sum roynir pynta seg vid at venda navninum øvut. So tann, sum hereftir vil geva einum nýggjum felag eitt fint og ålitisvekjandi navn, hann skal velja tann føroyska formin. Demi: P/f Føroya Olja og Natúrgass (FONG). At eita »Felag grindamanna« er líka so smart sum ólavsskugesturin, sum fer í býin skeivt upp á beinið og reyðhúgvan tvørturum, Tann gamla gívurin fær hjálp frá einari yngri og sterkari granna- konu, sum er solidarisk og roynir at ganga tann freka tjóvin Hetta eydnast tíverri ikki, men hon hevur halan av rossinum hjá honum, og sjálvur fer hann eftir høvdinum framav. Søgnin endar við, at hin gamla framvegis stendur í tí djúpa hellinum og melur gull á málsins kvørn n RÆTTING Í Málteiginum tann 19. juli var tann setifeilurin íkomin, at 'skriva skuldi vera skylt við skifta". Tað skal ikki vera skriva, men skiva. Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin Tysdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30—-16.30 Felagið Føroyar-Kuba Í summar er einans opið fast hvønn mikudag kl. 16-18 í fealgshelinum í Kongagøtu 11. Tórshavn. Tó ber til at ringja 13016 faxa á 13824 Føroyahusid i Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 I8 Kunningartlf. 31 23 15 86. sum sigur frá øllum tiltøk um Kaffistovan er opin frá kl. 14-19 hvønn dag uttan leygardag. Mánadag kl. 17 19 er Dagur og Vika o.a Týsdag kl. 17.30 er degurði Føroysk blød liggja frammi Døgurdamatur, føgur bond, bøkur og ullvørur eru m.a. at fáa á kaffistovuni Rådgevingin: Tlf. 31 2399 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag. týsdag og hós dag kl. 11.30-15.30. Miku dag kl. 14-18 MFS, Tif /fax 33250210 Opid mikudag og friggja dag kl. 16-18 Oyggjaskeggi, 31232310 Nærvarp Okkara, tit 31228401 Skúlin, 53681757 tif /fax Feroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Opið er mikukvøld kl. 19 ?2. fríggjadag frá kl. 17— 19 og leygarkveld frá kl. 22 03. Onnur tiltøk verða lýst í felagsblaðnum Faroyingafelagið í Arhus Vestergade 48 D, 8000 Arhus ( Aarstova, húsið er mánad.-hósd. kl. 16-18 Fríggjakveldið kl. 21-03 atgongumerkið fyrir ikki limir 10 kr Føroyskur skúli „fyri børn leygardag, líka víkur, frá kl 11 Før. dansur er 2 friggjakvøld Sertiltók: Hoyrið telefon svararan á tlf. 86-180604 opið hvert Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk vid til knyti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28 í Oslo Norsk-Færøysk Lag skip ar fyri ultakinum Felagið hevur tif. +47 22 67 48 29 KROSSORÐAGÁTA Loysnin frá seinastu viku Loysunarorðið: Endaleysar seriur ml ——it£: — ——— , * *f 2 | k MÍA m € € ÞE R er n | AlklA 4 N * N A þ k 4 N { k i k i Kk Í N * i RA w H k É k!ó Cc i MM A R ” N & + þ + * 4 6 LIAM VR 4 VÍIGIR P f á F » 0 i | | , Í al | MM AM | R J G “ t ] | < ? K 3 k Ý á K 4 + ] |€ t KIA R vin ZlolT 25) eð, Í rr ; - LI | VE Pik MjE- N < € R Hvenn leygardag er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu inn- sendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bókadeild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hverja tå best kundi hugsað tær) Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar- orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blaðnum næsta leygardagin Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tóis- havn — og viðmerkið »Krossordagåta nr. ...< á bjálvan Heilsanir Vælafturkomin úr Athen. Nú eru tit nakað brún og pen. Olivur, tú fylti jú 40 ár. Verður aftur ein lagkøka klár? Tillukku! DANNY TRANSPORT — tá okkurt skal koyrast ella goymast Tlf. 19192 Vinnari: Petur Skeel Skarðsá 475 Funningur Loysunar- orðið Navn Bústaður Bygd/býur OT Lesið føroyskt — hugsið føroyskt! DODO UU 0... " VV Frá BÓKADEILD FOROYA LÆRARAFELAGS: Ljósini slókna Segur úr Port Janua Bíblian í orðum og myndum Indiánararnir. Segan um upprunafólkið í Norðuramerika Frá Á Mangt er millum himmal og jerð FØROYA. SKULABOKAGRUNNI: Samfelagsfrødi 1. Tú og samfelagið Heimssega Í Segan um hini Lív og gróður Orðaskyn. Mín fyrsta orðabók SN Bøkur og annað tilfar — bæði innan og uttan skúlagátt.