Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Logmanni líkt Oddagrein Olavsøkurøda løgmans var legmanni lík. Hon var argandi og åloypandi. Hon var ikki djuptøkin og vantadi ta breidd, ein ólavsokureða skal hava, um hon skal lýsa stoðuna hjá føroyska samfelagnum í dag og í framtíðini. Rødan staðfesti nógvar batar, og upplýst varð eisini, hvat lands- stýrið ætlar á summum økjum. At kalla stoðuna undan seinasta løgtings- vali fyri kaos vísir vantandi virðing fyri teimum politikkarum, sum skuldu taka upp eftir skrædlið í nitiårunum. Hesir politikk- arar høvdu nóg mikið at halda tørn. so alt ikki rósaði framav. Tá var lætt hjá Sam- bandsflokkinum at sleppa undan at taka nakra ábyrgd. Men tað, at legmaður nú kann vísa á batar, kann hann takka undanfarnu lands- stýrum fyri. Hann upplýsir, at framgongdin er ikki so stór nú, sum hon hevði verið undanfarin ár. Ásannar løgmadur ikki við hesum, at grundarlagið var lagt, tá hann tók við, men at landsstýrið, sum hann stendur á odda fyri, nú hevur slakað? Tað vóru ikki bara bankarnir, sum fóru. Samstundis minkaði fiskiskapurin við heil- um tridingi ella meira. Nú hevur so bragd- að í aftur, og tað hevur bøtt munandi um buskapin, men hvat hevur landsstýrið gjørt fyri at fáa meiri burtur úr økta tilfeinginum av botnfiski og uppsjóvarfiski? Púrt einki, og tað er løgmaður eisini noyddur at stað- festa. Nærum helvt av dýrabara toskinum fer ótilvirkaður av landinum, og einki verður gjørt fyri at virka havsins silvur - sildina, sum er komin aftur - í Føroyum. Skulu vit kunna breyðfoða tað vaksandi fólkatalið, og skulu vit hava veruliga menn- ing í búskapinum, má útflutningsvirðið hækkast munandi, og tað gerst bara við at virka meiri í Føroyum. Men hvussu hesin týdningarmikli spurningur skal loys- ast, hovåi legmaður eingi verulig boð uppá uttan tað, at skip sleppa ikki at selja uttan- lands, um fiskurin ikki hevur verið boðin út í Føroyum. Á hesum stað er áður sagt, at løgmanni Vilhelm Johannesen, lógtingsmaður: Fíggjarnevndarformaðurin fingið kaldar fótur Suni Jacobsen heldur at hansara egna landsstýri hevur ikki tamarhald á al- mennu útreiðslunum. Eisini ber hann ótta fyri privatu nýtsluni og mælir til bundna samansparing. Hví tók sambandsflokkurin so ikki undir við uppskot- inum um at hækka inngjaldið til samhaldsfasta? Seinastu tíðina hevur fíggj arnevndarformaðurin tvær ferðir gjørt vart við seg í fjølmidlunum. Fyrru ferð- ina fanst hann at almennu útreiðslunum og lat koma til sjóndar, at hann ikki var nøgdur við politikkin hjá sínum egna landsstýri, tá talan er um at hava tamar hald á útreiðslunum hjá landskassanum Seinnu ferðina avdúkar figgjarnevndarformadurin, at hann ber ótta fyri at pri- vata nýtslan gerst so stór, at tey góðu úrslitini á handils- javnanum og gjaldsjavnan- um seinastu årini, koma i vanda. Hann mælir tf til, at samgongan skal fremja lóg um bundna samansparing fyri eldri fólk við góðari inntøku, soleiðis at privata nýtslan verður tálmað Lat meg fyrst minna figgjarnevndarformannin á, at samgongan ið varð skip- að aftaná løgtingsvalid í 1966, og sum javnaðar- flokkurin hevði leiðsluna av, framdi lóggávu um bundna samansparing fyri ungfólk. Tann skipanin var soleiðis, at øll ungfólk undir 25 ár, skuldu hava eina ár- liga samansparing, ið svar- aði til ta upphæddina, sum teimum var álíknað at gjalda í landsskatti Javnaðarflokkurin sat í samgongu og hevði leiðsl- una restina ay seksti árunum og øll sjeyti árini. Skipanin við bundnu samansparing- ini fekk frið og var í gildi øll hesi árini. Men aftaná valið í 1980 varð javnaðar- flokkurin tveittur á dyr Sambandsflokkurin tók tá leiðsluna fyri ti sokallada borgarliga alternativinum Og lógin um bundna sam- ansparing fyri ungfólk varð sett úr gildi. Hetta gjørdi sambandsflokkurin saman við hinum borgarligu flokk- unum. Men javnaðarflokk- urin var ímóti Hetta var annars ein frálík skipan. Hon tálmaði eini óneyðugari nýtslu hjá teim- um ungu. Hon var góð fyri handilsjavnan og gjalds- javna og harvid samfelags- gagnlig. Hon var eisini sera gagnlig fyri ungdómin. Tá ungfólk, ið høvdu vunnið pening, fyltu 25 ár, áttu tey eina ávísa uppsparing, sum kom væl við, tá tey skuldu seta føtir undir egið borð Men sambandsflokkurin, fólkaflokkurin og sjálvstýr- isflokkurin syrgdu fyri, at henda skipan varð tikin av døgum. Í seinastu tingsetu legði javnaðarflokkurin eitt upp- skot fram um bundna sam- ansparing. Hetta var upp- skotið um at hækka inn- gjaldið í Arbeiðsmarknað- areftirlønargrunnin (Sam- haldsfasta) år 0,5 uppi 0,75 prosent frå hvørjum parti å arbeiðsmarknaðinum I sjålvum sær er hetta ein bundin samansparing. Men sambandsflokkurin tók ikki undir. Saman við restini av samgonguni syrgdi flokk- urin hjá figgjarnevndarfor manninum fyri at uppskotið fall Varð uppskotið samtykt, hevði tað tálmað privatu nýtsluni, og sostatt verið við til at tryggja framhaldandi avlop á handilsjavnanum og gjaldsjavnanum, og harvið hevði tað virka samfelags- gagnligt. Samstundis heyði tað tryggja teimum gomlu í Føroyum betri kor við ein- um væl hægri útgjaldi úr Arbeidsmarknadareftirløn- argrunninum. Øll vita, at fólkapensiónin í Føroyum er nógv lægri enn í Dan- mark og hinum norðurlond- unum, og at hon ikki verður hækkað, uttan so at ríkis- kassastuðulin verður hækk- aður. Men tá tað snýr seg um Samhaldsfasta ráða vit sjálvir fyri borgum. Góði Suni! Til fyri 13-14 mánaðum síðani var javn- aðarflokkurin í samgongu Har ynsktu vit at tosa um tann nýggja bygnaðin í landsumsitingini við atliti til at halda almennu útreiðsl- urnar á so lágum stødi sum gjørligt. Men okkara ynski varð sópað av borðinum og vit fingu nærsagt durða- fjórðingin frá løgmanni og sambandsflokkinum. Og úr- slitið er nú at landsstýrið hjá Suna Jacobsen hevur mist tamarhaldið á almennu út reiðslunum Í 1976 ruddu vit slóð fyri eini skipan um bundna sam- ansparing fyri ungfólk Fyrstu ferð javnaðarflokk- urin var uttan ávirkan í landsstýrinum, aftaná at hendan skipan hevði virka í eini 15 ár, nýttu tit hevið at avrætta hesa skipan. Aðr- enn tingið fór í summarfrí í ár, rættu vit tykkum eina hjálpandi hond og mæltu til, at samansparingin í Ar- beidsmarknadareftirlønar- grunninum varð økt við 50 prosentum. Men tit tóku ikki ímóti tí útrættu hondini Tvertur ímóti slerdu tit hondina av okkum. Hvat skal javnaðarflokkurin so gera? Nei, spurningurin er ikki, hvat javnaðarflokkurin skal gera, men tað er heldur ein spurningur hvat fíggjar- nevndarformadurin skal gera. Dyggiliga hevur Suni Jacobsen ásannað, at polit- ikkurin hjá javnaðarflokk- inum, bæði fyrr og nú, bæði í samgongu og í andstødu, er tann rætti. Tí er tað ein spurningar hvat fíggjar nevndarformadurin nú skal gera? Skal hann broyta polit- ikkin hjá sambandsflokkin- um og samgonguni? Megn- ar hann tað? Ella skal hann bara ásanna tann veruleik- an, at hann ikki hevur sama politikk, sum sambands flokkurin og restin av sam- gonguni og síðan taka av- leiðingarnar av tí? T.v.s. lata sambandsflokkin og sam- gonguna fara har piparið grør' Klaksvik, 28. juli 1997 Vilhelm Johannesen Lesarabrøv Hví eina mennandi »démusikalska« tonleikakapping? manglaði nakað av tí, sum eyðkennir ein Undirritaði. sum vegna hevurímótiatkappastinnan samreðan vid Teit og Mal Vit eru nógv sum spyrja, hví Norðurlandahúsið hevur tónleikagkið. Tað kennist una úr Mark No Limits í meldadu tit til hesa kapping statsmann. Tað vóru partar av Olavsøku- røduni aftur prógv um. Sosialurin skipað fyri Prix Føroyar kappingini saman við FUT, Útvarpi Føroya og Sjón- varpi Føroya eri eitt sindur troyttur av at lesa og hoyra hvussu nógv Teitur Lassen næstan sum hann er illa við av at hava vunnið og roynur at bera í bøtuflaka yvirfyri teimum sum »taptu«. Tað sum fekk meg til at koma við einari viðmerking er Sosialinum 24. juli 1997 Teitur sigur m.a. í sam røduni >Tað hevur einki við tónlist at gera at vinna eina slíka kapping. Tað er 6musikalskt at kappast- tá ið tað er so ómusikalst at kappast? (Eingin hevur noytt nakran at melda til), og hví siga tit samtíðis >at bólkinum var ikki lív laga Framhald á síðu 13 Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi: Dagny Joensen, a! uppseting og prent: Telefon: 11820 } Jan Múller | Randi Jacobsen Grækaris D. Magnussen Á Sosialurin Telefax. 14720 | Fyritaksstjóri: | Eyðun Klakkstein, Bústaður: Krisjan Dahl | Blaðfólk: Argjavegur 26, Argjum e-mail: Í Lýsingar og sola: i Bertholdsen, Ljósmyndari: Postadr: Postsmoga 76, sosialur & olivant.fo Í Marjun Dalsgaard Eirikur Lindenskov, Jens Kristian Vang 110 Tórshavn ! ea: