hósdagur 31. juli 1997síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
æ Landssjúkrahúsið
100 Tórshavn
Sjúkrasystir
1. assistentur,
intensiv/coronardeild, B.8.
á cardiologisku/intensivu deild B.8. verð-
ur starv sum 1. assistentur leyst til setan
skjótast gjørligt.
Um deildina:
Deildin hevur 18 seingjarpláss til cardiol-
ogiskar sjúklingar og til sjúklingar, sum
hava tørv á intensivari observatión, við-
gerð og røkt
Á deildini er arbeiðsbyrðan ógvuliga skift-
andi, av tí at teir flestu sjúklingar verða
innlagdir akutt
Talan er um eitt spennandi arbeiðspláss
við góðum meguleikum fyri fakligari
menning. Á deildini starvast bæði eldri
og yngri vælmotiveraði starvsfólk, eisini
fer fram sjúkrasystraútbúgving
Á deildini eru 2 1. assistentstorv
1. assistentarnir mynda saman við deild-
arsjúkrasystrini roktarleiðsluna, sum um-
fatar ábyrgd av sjukrarøktini á deildini,
leiðsluna av roktarstarvsfólkunum og út-
búgvingina av starvsfólkunum og sjúkra-
systralesandi.
Krov til umsokjaran:
Sjukrasystrautbugving. Umsøkjari, sum
harumframt hevur ella ætlar sær at fara
undir víðari útbúgving á Danmarks Syge-
plejerskehøjskole e.l. útbúgving, hevur
fyrimun.
Hollar kliniskar royndir og fakligan áhuga
innan okið.
Góðan kunnleika til sjúkrasystraútbúgv-
ingina.
Áhuga og royndir fyri fakligari- og starvs-
fólkamenning á deildini.
Góð samstarvsevni og eina positiva livs-
áskoðan, sum sæst í, at viðkomandi sær
meguleikar og avbjóðingar heldur enn
avmarkingar.
Royndir og hug til leiðslu við einum leið-
arastíli, sum er opin og við høgum infor-
matiónsniveaui.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála
ímillum Sjúkrasystrafelag Føroya og Før-
oya Landsstyri.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Ásu Róin, deildarsjúkrasystir tlf.
13540 lokal 108 ella sjukrarøktarleidsl-
una lokal 127.
Skrivlig umsókn verður at senda til um-
sjónarmannin, Landssjúkrahúsið, 100
Tórshavn.
Umsóknarfreist 29. august 1997.
tíðindablaðið S0S2.7
Olavsøkan 1997
Nr. 142 — 31. JULI 1997
yrdarvedur
og glopraregn
„Tað må regna, sum tað vil - nú fara vit oman á Vaglið at syngja!“ segði
landsstýrismaðurin. Einki heldur føroyingum inni ólavsókunátt, tå ið tey
syngja felagssang á Vaglinum. Ein heldur vátur endi á hesi ólavsókuni - men
drekka tey ungu verri í dag enn fyrr? Tað halda summi, men tey flestu halda
tað ikki
Olavsøkukørid sang beint áðrenn tingið varð sett
Heri EYSTURLÍÐ
Vit eru føroyingar, serstøk
tjóð. Ein våt tjóð - í øllum
førum uttan. Tá ið veðrið
er, sum tað var Olavsøku-
kveld. Petur Skeel fekk rætt
til seinast. Men tá kundi tað
eisini gera tað sama, tí ólav-
sekan var um at vera av, og
flestøll skuldu kortini til ar-
beiðis dagin efur
Ótrúligt, sum veðrið hev
ur nógv at siga fyri steyn-
una. Dagaruar fyri Glavsøku
valdaði sinnisstemningur, ið
líktist landasorg, tí Petur
Skeel hevði hótt við grimd-
arregni hesar dagarnar. Og
so vita vit øll, hvussu keð-
ilig tjóðarhátðiðin verður
Tað er eyðsýnt, at føroying-
ar gleða seg til ólavsgku.
Men ólavsgkuaftan reis
úr havi, og veðrið var av tí
allarfagrasta. Uti á Skans-
anum gingu vit í Havnar
Hornorkestri sum mein-
fýsnir smådreingir og
gníggjaðu hendurnar. Ha ha
ha! Petur Skeel fekk íkki
rætt!!
Petur fekk rætt
Seinnaparturin Glavsøku-
aftan var ein vælsignað lýta,
og veðrið helt sær líka til
Olavsøkukvøld. Tá tók Petur
Skell revansju so tað mun-
aði, og øll, ið áður høvdu
hildið hann fyri spott, fingu
bæði syndastraff og karm.
Havnin, sum løtuna fyri
hevði líkst sær sjålvari, so-
leiðis sum Havnin altíð sær
út á ólavseku, líktist bråd-
liga einum spekilsisbýi - og
visti tú ikki betur, trúði tú,
at hetta var eitt heilt vanligt,
køvisligt sunnukvøld seint
á heysti. Ikki ein „skeel“ var
úti, sum Jóan Hendrik tók
til, meðan vit báðir tustu
ímillum ælini úti á Reyni
Bert okkurt hendinga regn-
skjól var at síggja. Summir
føroyingar er treiskir, og Ól-
avsøkan er bara einaferð um
árið. So má regn vera regn
Men sum ein landsstýris-
maðurin tók til uppi á Par-
nassinum, tá ið tað nærk-
aðist midnátt: tað kann
regna so galið, tað vil - nú
fara vit at syngja! Flestøll
niðri á Vaglinum hildu tað
sama: sangløtan er friðhalg-
að, tað er einki sum eitur -
tað er bara at lata seg í. Sum
fráleið, varð avtaglað í regn-
skjólum, fólk stóðu í olju-
dansi og við lummalykt og
sungu av hjarta.
Eg skal ikki pástanda, at
vit føroyingar eru einasta
fólkaslag í verðini, sum
hevði gjørt hetta - men tað
man vera fáastaðni í verð-
ini, at tú fært savnað so
nógv fólk til felagssang í
sovorðnum veðri. Tað sigur
seg sjålvt, at føroyingar
rædast ikki regn.
Våtur endi
Gamalt var at siga, at ein
vát ólavsska er vát bæði
innan og uttan. Tíbetur fór
at regna so seint, at ikki
mundi bila stórvegis
Føroyingurin er vátur - ið
hvussu er uttan. Men innan?
Eru vit verri enn onnur
fólkasleg í so máta? Veit
ikki. Fyri einum útiseta at
síggja gongur í øllum førum
rætta vegin. Føroyingar
drekka meira „siviliserað“
í dag enn fyri bert fáum ár-
um síðani. Mong síga, at
hetta hendi, tá ið tann býar-
myndin hvarv, sum kallaðist
hvítir kassar. Kann vera
Men gevið ongantíð Kond
ittarínum skeinkiloyvi! So
fer tann sjarman. Og hevði
Havnin so verið Havnin?
„soleiðis var ikki fyrr“
Mong eru tey - merkiliga
mong - sum elska at gremja
seg um, hvussu ónosslig ól-
avsøkan er vorðin - og hesi
somu fólk mestsum válka
sær í, hvussu illa tey ungu
drekka í dag. Fyrr var alt so
nógv hampiligari, fáa vit
ferð eftir ferð at vita.
Hesi fólk munnu minnast
ótrúliga stutt. Sjálvur minn-
ist eg, hvussu vit børn í
sjeytiårunum máttu klúgva
upp um avdotnar menn,
sum lógu sleddir her og har
ímillum cowboyhattar,
sombreros og papprósur,
beint sum ólavsskan var
sett. Longu tá hevði stórur
partur av fjøldini týðiligar
trupulleikar at fóta sær
Gamalt var eisini at
drekka kapp á ólavssku
Tann. ið lå avdottin áðrenn
kappróðurin, hevði vunnið
Og tískil kappaðust menn
um at detta av longu fyrra-
partin ólavsskuaftan. Klár
aði tú hetta megnarbragd
vart tú „raskur“. Rættur
maður. „Skrappirr“
sat heima
Klokkan tíggju á kveldi
máttu øll fólk við smáum
børnum sleppa sær til hús,
vildu tey børnunum væl, ti
tå var ikki verandi úti fyri
glímagongum og ødrum
getuófriði. Tey s.n. hampa-
fólkini sást tú ikki stórvegis
til á ólavssku. Tey hættaðu
sær væl ikki út fyri dyr
Heldur ikki høvdu tey tað
nógva at fara út til. Tað
hendi jú einki á ólavsskuni
fyrr
Ei undur í, at teir gomlu
drukku seg etandi á ólav-
søku. Teir munnu hava kett
seg.
Og hatta er bara so langt
aftur, sum eg sjálvur minn-
ist. Hvussu var so uppaftur
fyrr?
Nógv verri, vilja mong
vera við.
Onkur, ið minnist ólav
søkuna í fimtiårunum, plag-
ar at taka til, at hon var meir
ella minni ein samanhang-
andi gøtubardagi líka frá
Essaba og niðan til Ullveru-