leygardagur 2. august 1997síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
500 vágbin
tíðindablaðið SESAR
gar koma
í Gundadal í morgin
Jens Martin Knudsen er leikbannaður, men i GÍ halda teir seg hava góðan
avloysara. Teir halda ikki, at tað er nakar trupulleiki at seta seg upp til
steypafinaluna, eftir at teir hava verið í Glasgow og spælt fyri 42 túsund
áskoðarum
uli var VB í Gundadali
g vann sær pláss í finaluni
id
ni tvey hundrað
viðhaldsfólk norður við sær
g tað er nógv, sum bendir
á. at talið verður meiri enn
tað tvífaldað og kanska tað
trífaldað av hesum, tá VB í
1 kemur í Gundadal
har teir fyri fyrstu ferð skulu
yna seg í finaluni um løg
% nið
115510 VE
At áhugin í Vági er stórur
VB, Milan Milosovic, fing
3 nógvar ábendingar um
hesar seinastu fimm vikurn
u ør
i in ter
ØvOu tel
tid tikið seg upp, og síð
eg kom aftur til Våg
si samfelagnum tad er
1 um. VB eigur eisini
viðhaldsfólk í høvuds
bingar búgva og arbeiða. Tí
rokni eg við, at vit fara at
síggja og hoyra uppaftur
meiri til viðhaldsfólkini,
enn vit gjørdu, tá vit spældu
seinnu semifinaluna, og tað
er einki dulsmál, at tað
stimbrar og stuðlar okkum
Bara venjarin hevur
verið í steypafinalu
Vágbingar hava ongantíð
áður verið í finaluni um løg
manssteypið. Í 1974 vunnu
teir kappingina um ísafjarð
arsúluna, men tá høvdu teir
flestu av teimum, sum nú
manna VB liðið, ikki sæð
dagsins ljós
Einasti VB spælarin, sum
áður hevur verið í einari
steypafinalu, er spælandi
venjarin. Hann var yrkis
Tyskalandi frå
1991 og fram til 1994. Tá
var Tyskaland vorðið eitt
land, men í 1991 varð síðsta
steypafinalan spæld i ti
sum hevði verið Eystur
tyskaland. Milan Milosovic
sum nú er 34 ára gamal, var
á liðnum hjá Eisenhútten-
spælari
stadt, og teir taptu 1-0 ímóu
Hansa Rostock
Tad var eitt stórt vær
brot, og tá tú hevur tapt
steypafinaluna eina ferð, so
vilt tú fegin vinna, tá næsta
hevið kemur
Men heldur tú, at tit hava
nakran møguleika ímóti GÍ,
sum hevur so nógvar roynd
UW
Vit hava spælt eina ferð
ímóti GÍ í ár. Tað var í
landskappingini her suðuri
Talan var um javna upp-
gerð, og úrslitið var 0-0
Teir høvdu meiri upplagdar
målmøguleikar, men eg
haldi, at vit eru betri nú, enn
vit vófu tá
Tad er rætt, at okkara
spælarar hava ikki somu
royndirnar í finalum og av-
gerðandi dystum um FM
heitið, sum teir hjá GI hava,
men eg haldi ikki, at tað
skal leggjast ov nógv í hag-
tølini. Vit hava nógvar spæl
arar, sum eru í góðum fót
bóltsaldri. Teir hava spælt
nógv, og nú hava teir fyrsta
meguleikan at vinna, og
sjálvandi fara teir at leggja
alla orku í
VB spælararnir fara har
suðuri frå seinnapartin í
dag. Í kveld fara teir at hvíla
seg á Hotel Føroyum, og tå
teir í morgin koma í Gunda
dal eru allir spælararnir tøk
ir. Birgir Jørgensen vandi
ikki fyrrapartin í vikuni, ti
hann hevði trupulleikar við
fótliðunum, men hann skul-
di venja aftur í gjárkveldið
VB var í Gundadali ólav-
søkudag, tá teir taptu 3-1
ímóti HB
- Eg var væl nøgdur við
avrikið fyrstu 25 minuttirn-
ar, men so var tað sum um
teir ikki megnaðu at savna
seg meiri um uppgávuna,
sum tei innast inni vístu
ikki var so spennandi, sum
avbjóðingin í morgin verð-
ur, greiðir venjarin frá
Sunnvard skal
verja gøtumålid
Tað er so mangan staðfest,
at GÍ hevur nógv og trúgv
viðhaldsfólk. Viðhaldsfólk
ini eru spent, og tey koma í
Gundadal í morgin. Um enn
tað ikki er gerandiskostur,
so er tað so ofta, at GÍ fer
av bygdini at spæla týdn
ingarmiklar dystir, at tey har
norðuri hava vant seg við
tað. Og spælararnir fyrireik
a seg ikki ødrvisi til finaluna
í morgin, enn teir gera til
aðrar uppgávur
Vit halda, at tað er ógv
uliga spennandi at spæla
Nr, 144 — 2. AUGUST 1997
Eyðun og hinir VB spælararnir hava nógv viðhaldsfólk
við sær til Havnar í morgin
finaluna, og vit eru upp
settir. Eingin ivi skal vera
um, at vit fara at:leggja alt í
fyri longu nú at tryggja okk
um pláss í Europa Cup
komandi ár, sigur Símun
Petur Justinussen, liðfor-
maðurin, sum í morgin fer
at spæla triðju finaluna um
logmanssteypið
Hjá GÍ er eingin maður
skaddur, men teir hava verið
noyddir at finna annan mál-
verja fyri Jens Martin
Knudsen. Landsliðsmál
verjin er leikbannaður, tí
hann hevur fingið trý gul
kort í steypakappingini
Sunnvard Joensen skal ver)
a málið hjá GI. Hann er van
liga málverji í 3. deild, og
hann hevur royndir frá U-
16 og U-18 landsliðunum
Vit sakna sjálvandi Jens
Martin Knudsen, men vit
hava stórt álit á Sunnvardi,
sigur Símun Petur Justinus
sen. jh
Gert Langgaard .
skal spæla við NSI
Fleiri feløg hava fingið nýggjar spælarar í summarsteðginum. FS Vágar
heldur seg vera væl betri fyri nú, enn teir vóru fyri summarfrítíðina
Seinnapartin í dag verða
tríggir landskappingardystir
spældir í 1. deild hjá monn-
um. Felggini hava seinastu
vikurnar vant og fyrireika
seg. fleiri spælarar hava nýt
summarsteðgin at skifta fel-
ag í, og onkrir eru komnir
heim á klettarnar, sum hava
verið í útlegd. Summir eru
komnir heim fyri at vera,
meðan aðrir verða ódrúgv-
ari.
NSI fleiri ;
Í Runavík tekur NSI ímóti
HB. Fyrri dysturin millum
hesi bæði liðini endaði 2-2,
og hann varð sagdur at vera
stak undirhaldandi.
Gert Langgaard hevur í
mong å verið álopsálitið
hjá LÍF, men nú skal hann
spæla við NSÍ. Hann hevur
vant í Runavík hesa vikuna,
og hann verður við í dag,
men tað er ikki víst, at hann
verður við frá fyrsta bríksli.
Gøtumadurin Rúni Joen-
sen var undan summar-
steðginum málverji hjá LÍF,
men nú hevur hann skift fel-
ag. Hann skal spæla við
NSÍ, har hann fer at kappast
við Trygva Olsen um mál-
verjuplássið á besta liðnum
Í dag verður tað Trygvi Ol-
sen, sum fer at verja málið
Hvussu tað verður komandi
umførini fæst at vita, tá
Rúni Joensen hevur vant
meiri. Rúni Joensen er ikki
heilt ókendur í NSI. Hann
vardi málið á næstbesta
liðnum í 1994.
Uni L. Hansen var eisini
við NSI í 1994. Hann hevur
verið uttanlanda, men hann
hevur vant nógv síðani hann
kom aftur á klettarnar, og
hann verður í hópinum í
dag. Tað verður Oddfríður
Gaardbo eisini. Veteranurin
og fyrrverandi liðformaður-
in vandi einki fyri summar-
frítíðina, men nú hevur
hann gjørt nógv við tað.
Abraham Hansen og Súni
Fríði Johannesen eru farnir
úr Runavík, og Arnfinnur
Langgaard verður ikki við
hetta vikuskiftið, tí hann er
staddur uttanlands í summ-
arfri. John Jakobsen er iva-
samur. Hann fekk ein lítlan
skaða í Glavsøkudystinum
Sama fólkið
Tað hevur ljóðað, at HB
skuldi fáa nógv fólk eftir
summarfrítíðina, men í gjár
skiltu vit, at liðið, sum fer
til Runavíkar, fer at líkjast
sær sjálvum. Rói Arting er
ikki komin til Føroya, Allan
Mørkøre er leikbannaður,
og Hans Fróði Hansen verð-
ur neyvan millum teir fyrstu
ellivu.
Fyri HB er tað stórur
smeitur, at toppskorarin í
føroyskum fótbólu, Uni
Arge, er skaddur. Hann hev-
ur ikki vant í summar, og
lyskuskaðin plágar fram-
vegis. Andreas F. Hansen er
eisini ivasamur.
Betri í Vágum
Felags liðið í Vágum er illa
statt, men teir hava ikki mist
alla vón um at sleppa av
aftasta plássinum:
— Vit hava vant síðani 21
juli. Onkrir spælarar hava
verið burtur, og onkrir spæl-
arar eru framvegis burturi,
men uppmøtingin til venj-
ingarnar hevur verið nógv
betri, enn hon var, og tað er
hugaligt, at onkrir spælarar
eru komnir afturat, sigur
Piotr Krakowski. Hann var
væl nøgdur við avrikið, tå
hansara menn síðsta leyg-
ardag vunnu 2-1 í venjing-
ardysti á Sandi.
Albert Ari Thomassen og
beiggi hansara, Robert
Thomassen, eru millum
teirra, sum eru komnir aft-
urat. Valbjørn Ole-Jacobsen
og Jóhan á Mýrini eru burt-
urstaddir, og Alvur Samuel-
sen skal verja målid. Aki
Jacobsen og Hedin Joensen
eru komnir av flatlondum,
og teir eru báðir bidnir at
meta í dag.
Hjá B68 er Johan Nielsen
nýggjur venjari. Súni Fríði
Johannesen er nýggjur í á-
lopinum. Hann kom aftur úr
útlandinum í gjár. Hans
Hansen er nýggjur í hóp-
inum. Eyðfinn Olsen hevur
vant nógv, men hann hevur
havt trupulleikar við knæn
um í vikuni, og tað er iva-
samt, um hann spælir í dag
Allan Joensen er skaddur,
og eingin ivi er um, at Kjart
an Nesá fer at verja málið
Ábraham Hansen er staddur
uttanlanda, og enn hevur
hann ikki verið og vant við
B68
Ib verður saknaður
Sandoyingar fara norður til
Fuglafirðar seinnapartin, og
tað er púra greitt, at teir
sakna nógv Ib Mohr Olsen
Sterki verjuspælarin, sum
øll árini hevur verið fsatur
fúsur í bestu deildini, er far-
in av landinum, og hann
verður ikki við aftur í ár.
Tað er kanska minni saknur
í pólverjanum Jazek, sum er
farin til hú. Hann var skadd-
ur mesta partin av fyrru
helvt.
Eli Hentze gleðist um, at
Páll á Reynatúgvu er komin
úr Danmark, og hann stað-
festir eisini, at spælararnir
hava víst góðan hugburð og
hava gjørt nógv við tað, nú
teir hava fyrireika seg, men
hann ásannar samstundis, at
tað er lítið fólk at taka av.
Rúni Í Soylu er farin av
landinum aftur, og Jógvan
Jón Petersen er heldur ikki
heima.
Í Fuglafirði eru teir væl
nøgdir við årtøkuna úr ferð-
ini til Danmarkar:
Tad hevur verið gott lag
og heg ferð í venjingini, síð
ani vit komu aftur Olavsøku-
aftan, siga teir
Allir spælararnir, sum
hava borið liðnum fyrra-
partin av kappingarárinum,
eru framvegis við. Einasta
ivamålid er Torstein Joen-
sen, sum fekk ein løst í knæ-
ið fyrr í vikuni og ikki hevur
vant, men teir rokna við og
vóna, at hann verður klárur
í dag. Bæði Magni á Lakj-
uni og Símun Eliasen eru
farnir av aftur landinum
Sandoyingar halda ikki,
at ein einstakur dystur er alt
avgerðandi fyri framhald-
andi tilveruna í bestu deild-
ini, men teir ásanna, at tað
er stutt niður á botn:
— Men so skulu vit eisini
minnast til, at tað er bara
eitt stig ímillum okkum og
plássið omanfyri niðurflyt-
ingarstrikuna. Tá hetta
vikuskiftid er farið afturum,
so verður tað onkur annar
dystur, sum verður alt av-
gerðandi bæði í toppinum
og í botninum. Soleiðis er
tað við fótbóltinum. Tað
gerst ikki annað enn at geva
alt hverja ferð, so fæst at
síggja, hvussu nógv stig eru
í posanum, tá tað verður
gjørt upp fyrst í oktobur,
staðfestir Eli Hentze. jh
TR
LE
=