Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. august 1997síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 144 — 2. AUGUST 1997 9 KÍ vil sleppa burturúr næstan at vera best B36 kvinnurnar hava møguleika at vinna Dagblaðssteypið til ognar seinna- partin í dag. KÍ kvinnurnar eru troyttar av altíð at vera akkurát ov stuttar B36 og KÍ hava verið í 1. deild øll árini, síðani kvinn- ufótbólturin kom á dags- skránna í Føroyum. Bæði liðini hava verið millum tey bestu á hverjum ári, men meðan B36 kvinnurnar hav- a vunnið nógv, so bíða tær norðuri í Klaksvík framveg- is eftir FM heitinum og finalusigri í steypakapping- ini. Í fjør var KÍ fyri fyrstu ferð í steypafinaluni, men tær taptu ímóti HB. Tær lógu eisini til at vinna FM heitið, men í síðsta umfar- inum taptu tær taptu á Skál- a. Hagtelini hjá B36 eru væl betri. Tær hava vunnið FM heitið tríggjar ferðir — sein- asta ferðin var í fjør — og síðani tað varð farið undir steypakappingina í 1990 hava tær vunnið fýra ferðir. Kappingin um Dagblaðs- steypið er ætlað at taka tíggju år, men um B36 vinn- ur finaluna í dag, so hava tær vunnið steypið til ognar. Eingin kann røkka teimum, tí bæði HB og Skála hava vunnið eina ferð í part Ein farin og tvær komnar , Felags fyri bæði B36 og KÍ kvinnurnar er, at tær hava ikki havt nakran steðg í venjingini í summarfrítíð- ini: — Vit hvíldu í eina viku, tá fyrra helvt av landskapp- ingini var liðug, men síðani hava vit vant hverja viku. Onkrar hava verið burturi og ferðast, men nú eru tær flestu afturkomnar, sigur John Thomsen, sum er venj- ari hjá B36. Jenny Lamhauge, sum hevur verið aftasti verju- skansin fyrr í ár, verður ikki við, men ál larin Jud- ith E. Joensen, sum hevur verið niðri, er heima, og hon verður við. Brynhild Klein hevur róð við Jarnbardi. Nú er róðrarárið liðugt, og FM heitið er komið til heldar, og so ætlar Brynhild at spæla fótbólt aftur. Í gjár var ikki heilt greitt, um hon verður við í dag. Ein farin og tvær komnar afturat — Vit hava ongan steðg havt í venjingini. Onkrar hava verið burtur frá, men nú er allar komnar aftur, burtur- sæð frá Irdi Lydersen, sum er farin av landinum. Hana sakna vit nógv, men sam- stundis gleða vit okkum um, at Birgit Ryan er komin aft- ur, og at hon verður við alla seinnu hálvu. Bára Skaale fer eisini at hjálpa okkum í dag, men hon fer av landin- um aftur í morgin, og hon verður ikki við í landskapp- ingini, sigur Jón Harald Poulsen, sum burtursæð frá í fjør hevur verið venjari hjá Kl í fleiri ár á rað - Meðan onnur vóru á ólavssku vandu vit hvønn dag, og eg haldi meg merkj- a, at øll, sum hava við liðið at gera, ógvuliga fegin vilja koma burturúr vananum, at KÍ altíð skal enda á næst- fremsta ella triðji fremsta plássinum. Uppgávan verð- ur torfør í dag, men vit fara at gera okkara besta. KÍ og B36 spældu fyrr í ár landskappingardyst í Klaksvík, og tá vann KÍ 4- 3. Seinnapartin í dag fáa vit at síggja, um tað verður Sól- gerð Viderg, liðformaðurin hjá B36 og hennara liðfel- agar, sum fara at vinna steypið til ognar, ella um tað fer at eyndast hjá Elsubeth Jónsson, liðformanninum hjá KÍ, og hennara liðfel- øgum at syrgja fyri, at navn- ið á Klaksvíkar Ítróttarfel- agi verður grivið í steypið, áðrenn nakar vinnur tað til ognar. jh Nú skal U-16 visa hvor dugur er í teimum Liðið, sum í morgin fer til Finnlands at taka lut í NM kappingini, hevur fleiri royndir og er betri, enn nakað annað føroyskt unglingalandslid bnakrantíð heyur verið Umborð á flogfarinum, sum lættir úr Vágum í morgin klokkan 11, verða 16 ungir fótbótsspælarar, sum saman við seks ødrum føroyingum skulu til Finnlands at verja føroyska borg í NM kapp- ingini fyri U-16 landslið. Og tað er neyvan nakað at ivast í, at teir, sum í kom- andi viku skuu spæla fýra landsdystir, eru betri fyri til hesa stóru avbjóðingina, enn føroyingar hava verið, tá teir undanfarin ár hava roynt seg í altjóða ung- dómsfótbólti. Tríggir spælarar eru fødd- ir í 1982, og allir hinir eru frá 1981. Tað vil siga, at hetta er síðsta NM kapp- ingin fyri U-16, sum teir kunnu taka lut í. Nógv teir flestu av spæl- arunum vóru við í kapping- ini í fjør, og teir vóu eisini við í altjóða kappingini, sum var í Fraklandi á pásk- um. Stórur biti Higartil hevur tað bara eina ferð eydnast føroyingum ikki at enda á aftasta pláss- inum. Tað var í 1995, tá tei greiddu javnleik ímóti Ís- landi og tískil spældu um fimta plássið. Føroyska lið- ið endaði ta ferðina á sætta plássi. Føroysku unglingarnir fáa seg rættiliga royndar í Finnlandi. Teir koma til Vaasa, sum er vertir fyri kappingini í annaðkveld eftir midnátt. Mánadagin fara teir at venja tvær ferðir, og týsdagin kl. 18.30 verður fyrsti dysturin. Hann verður ímóti Danmark. Mikudagin klokkan 18.30 er Ongland mótsteðulandið. Hósdagin verður eingin dystur, men føroyingarnir ætla sær at venja tvær ferðir. Fríggjadagin klokkan 18.30 standa bláu og gulu svens- kararnir andlit til andlit við okkara menn, og leygar- dagin verður spælt um endaligu plaseringarnar. Tað eru tveir bólkar og fýra lið eru í hverjum bólkinum. Bestu liðini spæla um fyrsta plássið, næstbestu um triðja plássið og so víðari. Føroyska ferðalagið verð- ur aftur í Føroyum annan sunnudag klokkan 16.30. Allir vita hvat skal til Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U-16 landsliðn- um, og hann sigur, at dreingirnir vita allir, hvat tað verður kravt av teimum: — Teir hava verið við í slíkum kappingum áður, teir vita, at føroyska liði verður lagt undir trýst alla tíðina. Vit eiga at tapa stórt ímóti so góðum liðum, men royndirnar siga, at um allir spæla upp til sítt besta, og um allir halda seg til tað, sum er avrátt, so ber tað til at avmarka tapini og kanska fáa ein javnleik. Jógvan Martin Olsen heldur, at royndirnar eiga at gera, at sinniliga yvirskotið hjá hesum dreingjunum verður størri, enn tað áður hevur verið: — Teir hava vant saman, og teir hava vant sjálvir, og eg haldi, at teir eru væl fyri á allan hátt. Nú skulu teir vísa, hvat teir duga, og eg havi tað álit á teimum, at teir liva upp til tað, sum teir eiga at megna. Hava tit nakran møgu- leika ímóti so góðum mót- stødulidum? — Eg rokni vid, at møgu- leikin verdur størstur i fyrst- a dystinum. Tå skulu vit spæla im6ti Danmark, og eg ivist onga løtu í, at dansk- ararnir undirmeta okkum heilt nógv. Talan verður um sama slag stríð, sum tá a- landsliðið spælir, og tað skal sami hugburður og sama stríð til, sum teir vaksnu vísa, tá teir røkka frægastu úrslitunum. Venjarin leggur afturat, at hetta er ein sonn próvtsku- ferð fyri hetta liðið: — Vit skulu spæla í EM undankapping seinni í ár, men nú fáa vit at síggja, hvat hesir dreingirnir duga til. Vit tóku hetta liðið út í fjør. Tá teir fyri einum ári síðani vóru í NM kapping- ini fingu teir nakrar stórar avhølvingar, men tað eiga teir ikki at fáa nú. Vit hava gjørt stóra fløgu í teir, og nú eiga teir at visa, at íløgan hevur verið rétt og gagnilig. Hvat roknar tú við sjálv- ur? — Tað verður torført, men eg haldi, at dreingirnir eru væl fyri. I fyrrakvøldid spældu teir venjingardyst í- móti U-18 landsliðnum, sum ikki er komið so langt í sínum fyrireikingum. Ur- slitið var 1-1, og eg var væl nøgdur við hugburdin og avrikið hjá U-16 dreingj- unum, sigur venjarin. Jógvan Martin Olsen er eisini venjari hjá U-I8 landsliðnum. Teir skulu í tíðarsekiðnum 16. til 24. oktobur taka lut í EM und- ankapping í Týskalandi. jh Dystir og dómarar 1. deild menn - í dag NSÍ-HB: etur Erhard Kjærbo ÍF-B71: Birgir Sondum FS Vágar-B68: Niklas á Líðarenda Steypakappingin - kvinnur Finala í dag kl. 15.00 í Gundadali B36-KÍ: Bergur Magnussen Legmanssteypið Finala í Gundadali sunnudagin kl. 15.00 VB-GI: Kim Ejdesgaard, Tommy Jensen, Christian B Nielsen og Jóhan Carl Dam (4. dómari) Bólturin fer á rull aftur seinnapartin Hetta vikuskiftið verður av álvara farið undir aftur fót- bóltskappingina. Seinna- partin í dag verður finalan í steypakappingini hjá kvinn- um spæld í Gundadali ímill- um B36 og KÍ. Sambært skipanini skal eitt umfar í 1. deild hjá monnum avgreidast seinna- partin í dag, men tveir dystir eru útsettir. Tað eru teir í- millum B36 og GÍ og ímill- um KÍ og VB. VB og GÍ skulu spæla steypafinalu í morgin, og tí eru dystirnir, sum hesi bæði feløgini skul- du verið annar parturin av í dag, fluttir til mikudagin 13. august. Hinir tríggir dystirnir verða avgreiddir sambært skipanina. Teir eru NSÍ-HB, IF-B71 og FS Vågar-B68. Burtursæð frá omanfyri standandi verður eingin fót- bóltur av týdningi um viku- skiftið. Allar hinar vaksna- mannadeildirnar fara undir seinnu leikhálvu um eina viku, meðan unglingarnir og dreingirnir ikki fara at spæla fyrrenn um tvær vik- ur. Hetta kemst av, at U-16 landsliðið fer av landinum sunnudagin. Teir fara til Finnlands, har teir skulu stríðast fyri fødilandid í NM kappingini. Frítíðin gerst alt meiri avmarkað Vit søgdu omanfyri, at nú fer fótbólturin á rull eftir summarfrítíðina. Men tað man vera so sum so við summarfrítíðini hjá teim- um, sum stríðast á hægsta stødinum, sum vit hava í Føroyum. Seinnu semifinalurnar í steypakappingini vóru spældar mikudagin 2. juli, og síðani tá hevur B36 tikið lut í Intertoto Cup, og GÍ og KÍ hava verið við í Eur- opa Cup. Steðgurin hjá hes- um trimum feløgunum hev- ur verið ímillum lítil og eingin. Tað eru fleiri vikur síðani, at hini feløgini fóru at fyri- reika seg. M. a. hava fugl- firðingar verið í Danmark, haðani teir komu aftur ólav- søkuaftan. Og so skulu vit ikki gloyma, at landslidid longu hevur verid i eldinum. Vit umrøddu í blaðnum i fyrra- dagin góða avrikid og harmuliga úrslitið, sum All- an Simonsen og hansara menn fingu í Høfn sunnu- dagin. Avrikið bar boð um, at nógvir spælarar eru væl fyri. Nógv at spæla um Tað er eingin Europa Cup kapping fyri FM vinnara og steypavinnara hjá kvinnun- um, so tær stríðast fram- vegis fyri heiður og æru. Hjá monnunum er nógv at stríðast um. Sjálvandi tel- ur æran nógv, og tað er m.a. spennandi, um GÍ aftur í ár fer at megna at vinna FM og harvið at leggja seg upp á síðuna av metinum, sum KÍ í síni tíð setti, tá teir vunnu fimm meistaraheiti á rað, men nú stendur nógv meiri upp á spæl enn bara heiður og æra. Feløgini stríðast um rætt- in til Europa Cup, har ítrótt- arliga avbjóðingin er stór, og har tað eru nógvir pengar at vinna. Fyrstu atgongumerkini til altjóða luttøku komandi år verða latin í morgin, tå gøt- umenn ella vágbingar vinna rættin til luttøku i Europa Cup fyri steypavinnarar HB fekk rættin at luttaka i europeisku steypakapping- ini f år, tf steypavinnararnir úr Gøtu tóku lut í meistara- kappingini. Avgerðin um rættin til luttøku komandi ár verður tikin, áðrenn HB hevur brúkt sín rætt. Tað fara teir at gera um tvær vikur á útivelli og um fýra vikur á heimavelli. Landsliðið skal aftur í eldin komandi mikukveld, tá teir fara at spæla í Est- landi, og 20. august verður stóra slagið í Kekkia. Ein- asti heimadysturin, sum landsliðið hevur eftir á heimavelli í ár verður ímóti Kekkia 6. septembur. Fótból ingin í 1. deild endar 4. oktobur, meðan allar hinar deidirnar enda 27. septembur. Fót- bóltsárið endar 11. oktobur, tá landsliðið skal spæla á útivelli ímóti Spania Vit fara at fylgja við í fót- bóltskappingini, soleiðis sum Þú hava gjørt higartil. tréttarsosialurin