fríggjadagur 15. august 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 153 — 15. AUGUST 1997
tíðindablaðið SOGN
9
B36 sýndi meistaraspæl og
Sivic fann veikleikan
Fótbóltur: B36 sýndi meistaraspæl
ímóti fýra faldu meistarunum, og nú
talar alt fyri, at árstalsfelagið fer at
vinna fyrsta FM heitið í 35 ár
1. deild menn:
B36-GÍ 5-2 (4-1)
TORSHAVN: — GÍ hevur
eitt gott lið, men eg havi
staðfest, at teir hava ávísar
veikleikar, og nú er tað mín
uppgáva at fáa mínar menn
at gera tað, eg veit, at teir
eiga at megna og at fáa
nyttu burturúr veiku liðun-
um hjá GÍ.
Nakað soleiðis tók B36
venjarin, Tomislav Sivic, til,
tå vit tosadu vid hann i mik-
udagsblaðnum
Og eftir lokið stríð og
rimmar B36 sigurin ímóti
fýra falda meistaraliðnum
úr Gøtu, ið varð so avhølv
að, sum teir ikki hava verið,
síðani teir taptu 6-0 í Klaks
vík 5. juli 1992, kunnu vit
staðfesta, at tað eydnaðist
B36 venjaranum bæði at fáa
nyttu burturúr ti, sum hans
ara spælara eiga at megna
og at gera sær dælt av eyð
sýndum veikleikum hjá GÍ
Lykladysturin í hesum
kappingarárinum livdi upp
til tað, sum roknast kann
við. Tað var nógv ferð á
allir løgdu dent á at spæla í
staðin fyri at sparka, og so
ítróttar .
sosialurin
Målini
økti tað um undirhaldið, at
sjey mál vórðu skorað, og
at tað vóru nógvar spentar
stødur frammanfyri báðum
málunum
Tá 34 minuttir vóru farn-
ir, var B36 á odda 4-0, men
alíkavæl var nervin til stað-
ar langt út í 2. hálvleik. GÍ
minkaði um munin eftir 39
og 59 minuttir, og eina løtu
afturat hekk spenningurin í
alt meiri mjørkafyltu luft-
ini. Tí um gøtumenn høvdu
minkað um munin til 4-3,
so hevði tað aftur verið púra
opið
GI spenti bogan høgt tað
mesta av 2. hálvleiki, og tað
hevði nógvar spentar stødur
við sær, bæði frammanfyri
málinum hjá Egini Høgne
sen og í hinum endanum,
har verjan var tunn framm-
anfyri Jens Martin Knuds-
en, tí Símun Petur Justinus
sen oftast var langt frammi
Og so var tað, at John
Petersen eftir verjukloss lyf-
ti upp um Jens Martin
Knudsen. Tå visti klokkan
49 minuttir, og rimmar sig
urin hjá B36 var staðfestur,
og áskoðararnir fóru til hús
við størri áliti á, enn tey
10 mín., 1-0: Oli Johannesen strýkur ígjøgnum í opnu síð-
uni, John Petersen metir fata í við fremra stólpan
og snittar í handara málhorn.
F
| sl
smekkar í netið
529
KR
komu í Gundadal við, at í
ár verður tað, at B36 fer at
vinna fyrsta meistaraheitið
síðani 1962
GÍ veikleikin
Gøtumenn taptu fyri aðru
ferð í landskappingini ímóti
B36, og hesa ferðina var tað
bæði í málum og avriki
nógv rudduligari, enn tað
var í Getu í fyrsta leikum-
farinum.
GÍ vinnur neyvan FM
heitið fyri fimtu ferð á rað,
men teir hava framvegis
nógvar góðar spælarar, teir
eru í góðari venjingarstødu,
og teir hava eitt tað besta
liðið í Føroyum. Men ímóti
B36 varð enn eina ferð stað-
fest, at GÍ hevur veldugar
trupulleikar í álopsspælin-
um, og tá teir royndu at loy-
sa hesar trupulleikarnar
og tað dugdi B36 at sekta.
Magni og Henning Jarn-
skor fingu nógv styttri
teymar, enn teir fingu í
steypafinaluni. Tummas Eli
Hansen og Dánial P. Johan-
sen høvdu teir báðar lands-
liðsmenninar í stuttum tjóð-
ri, og teir fingu ongantíð
loyvi til at avrika tað, teir
gjørdu næstseinasta sunnu-
dag
I eini roynd at styrkja um
ålopspartin vard Øssur Han-
sen fluttur longri fram, so-
leiðis at hann var meiri
framrættaður miðvallari í
vinstru, heldur enn at vera
vongverji. Hetta bar ikki
nógv størri ålopstyngd við
sær, men tað gjørdi verju-
partin veikari, og tað dugdu
B36 menninir at sekta.
Tá Rangers var á Svanga-
skarði spældi GÍ umleið á
sama hátt, og tá komu fleiri
av málunum í 1. hálvleiki
eftir uppspæl í tunnu vinstru
verjusíðuni hjá GÍ. Tað
mundi Sivic hava sæð. Oli
Johannesen var settur út á
høgra vongverjan, hann var
álopssinnaður, og tað var
eftir uppspæl í hesum borð-
inum, at øll fýra málini
komu, sum B36 skoraði í
24 minuttir í 1. hálvleiki.
Ps: sjálvum er tað ein
dygd at megna at gera nýtsl-
u av veikleikunum hjá mót-
stødumonnunum, men tað
var ikki bara tí, at B36 vann
Teir stóðu eisini fyri einum
fínum avriki.
Hevuðsmunurin á liðun-
um var, at John Petersen var
í B36 álopinum. Um hann
varð settur í álopið hjá gom-
lu lidfeløgunum hjá sær, so
hevði eingin munur verið.
John Petersen spældi frá-
gera væl. Hann er skjótur,
sterkur og hevur góðan bólt-
førleika, og nú hepnast alt
frammanfyri málinum so
nógv betur, enn tað gjørdi
fyrrapartin av kappingarár-
inum.
Jens Kristian Hansen var
á vinstra vor = ver 2. og hann
stóð seg væl ie:: 58 minutt-
irnar, hann var inn.. Vit hava
nevnt Óla Johannesen,
Tummas Eli Hansen og
Dånial P. Johansen, og vit
kundu hildid å og nevnt all-
ar hinar. Julian Johnsson
var ikki so eydsyndur, sum
hann oftast er, men tad er
tekin um breidd á liðnum,
»tå tað ikki bílar, at ein av
høvudsstudlunum ikki er so
sterkur, sum hann plagar
at vera (hervið er ikki sagt,
hjá GI
Hevuðsmunurin
á liðunum var,
at John Peter-
sen var í B36
álopinum.
Hann er skjót-
ur, sterkur og
hevur góðan
bóltferleika, og
nú hepnast alt
frammanfyri
málinum so
nógv betur, enn
tað gjørdi
fyrrapartin av
kappingarárin-
um. Mynd:
Alvur Harald-
sen
at Julian spældi illa)
Getufólk eru so ofta farin
sigurssæl úr Gundadali
Hesa ferð eydnaðist tað ikk-
i. B36 viðhaldsfólkini hava
so ofta verið vónbrotin, tá
tey roknaðu við tí stóra.
Hesa ferð gekk uppá stás,
og nú bendir alt á, at tað fer
at enda væl. Tað vóru nógv
B36 viðhaldsfólk í Gunda-
dali, men ikki so nógv, sum
roknast kundi við. Men nú
munnu tey, sum higartil
hava stúrt fyri, at tað alíka-
væl fer at kiksa, vera sann-
ford um, at eingin orsøk er
at stúra.
Sammett við undanfarin
ár er B36 hamskift, og tað
ger, at alt bendir á, at teir
fara at vinna FM heitið.
Gera teir ikki tað, so verður
tað tí teir fara uppfrá, áðr-
enn FM heitið er vunnið.
Men venjarin og stóra kapp-
ingin um plássini á liðnum
fara at syrgja fyri, at allir
halda beinini á jørdini í
smáar tveir mánar afturat!
jh