Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 1997síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin, box 76, 11 Sigurin stóð tíðindablaðið S082u7 0 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun kæolivant.fo HB i boði Fótbóltur: Kypriotiska liðið var at tosa við, og HB hevði møguleikarnar at skjóta fleiri mål, men teir vunnu ikki, tí teir vóru óneyvir í álopspartinum og vórðu sektaðir fyri verjumistak HB fekk mikukveldið fyri fyrstu ferð ein javnleik í Eu- ropa Cup. Talan er um fyrst- a føroyska stigið í europe- isku kappingini í ár, og tað er framvegis møguleiki fyri, at HB sleppur víðari í kapp- ingini. Í aðru viku skulu teir niður á Kypros, og avrikið á Svangaskarði gav ábend- ingar um, at métstødulidid er at tosa við Men samstundis sum vit vegna HB og føroyskan fót- bólt fegnast um, at tað endi- liga eydnaðist at fáa ein ítróttar sosialurin Hagtøl javnleik, so harmast vit um, at tad ikki eydnadist at vinn- a og harvið at styrkja upp- aftur meiri um fyritreytirnar fyri víðari luttøku, áðrenn útidystin, sum verður av- greiddur undir umstødum, sum verða vertunum nógv meiri til fyrimunar. Hitin á Kypros er nógvur, og á- skodarafjøldin kann roknast vid at fara at verda umleid fýra hundrað ferðir størri, enn hon var á Svangaskarði, har 62 fólk rindaðu at- gongugjald fyr at hyggja at HB Apoel Nicosia var á Svang- askarði í fjør, og tå søgdu vit, at talan var ikki um nak að stórlið. Seinni vísti tað seg, at teir stóðu seg hampu liga væl í europeisku kapp- ingini, men aftur miku- kveldið varð staðfest, at hetta liðið avgjørt var at tosa við hjá einum góðum før- oyskum 1. deildarliði. Vit kunnu í hvussu so er ikki rokna við, at ítróttarliga av- bjóðingin verður á hasum stødinum á hvørjum ári HBarnir tóktust vita, at mótstøðuliðið var at tosa við. Havnarmenninir vóru á ongan hátt niðurbundnir av nervum, og teir vóru spæl- stýrandi stórar partar av tíð- ini. Midvøllurin lá tættur í måtstødumonnnum. Allan Mørkøre og Ingi Rasmus- sen vunnu nógvar bóltar, Allan hevði fleiri góðar skotroyndir, sum við eitt sindur stórri neyvleika kun- du havt mál við sær, Rúni Nolsøe legði fleiri góðar sendingar innfyri, og Uni Arge staðfesti, at hann framvegis hevur máltevið. Hann skoraði eitt gott mál, tá hann úr spískum heil- fluktaði innlegg frá Rúna Nolsøe í handara síðunetið, og tað er einki at ivast í, at hevði hann verið so væl fyr- i, sum hann var undan skað- anum, so heyði hann umsett einar tveir aðrar møguleikar til mål. Men tvørrandi venj- ingin og harvið båltførleik- in spældi honum eitt puss, tå hann eftir sjey minuttir fekk serverad år høgru frå Rina Nolsøe, men ikki rakti í royndini at flukta. Tá hann seinni var leysur mitt fyri og 15 metrar úr málinum rakti hann skeivt við uttaru síðuni, og eina ferð í 2. hálvleiki var tað bara ein spuru.ngur um eina neyvari temjing, so hevði hann fing- ið skot á. HB veikleikarnir Apoel Nicosia kom á odda, tá 19 minuttir vóru farnir, Nr. 153 — 15. AUGUST 1997 Ki fekk fult tá teir løgdu harðliga fyri síða 11 HB kundi havt vunnið mikukvøldid, men tað endaði við javnleiki, Harvið hevur føroyskur fótbóltur fingið sítt fyrsta stig í Europa-Cup fótbólti í ár. Mynd: Gundur F. Mikkelsen og málið var úrslit av lítið sannførandi verjuspælinum, sum var størst: veikleikin hjá HB. Talan var um tveir eyð- sýndar veikleikar. Annar var, at miðverjarnir báðir, Hans Fróði Hansen og An- dreas F. Hansen (tóktist darvaður av skaða) lógu ov langt frá sínum momnnum, og hin veikleikin var, at HB, sum ikki hevur brúkt rang- stødufelluna nakað serligt, síðani Jóannes Jakobsen fór úr verjuni, nú royndi at seta rangstødufellu, uttan at teir tóktust hava vant og sam- skipað hetta spælið. Alex Alexandrou fekk stungið fram eftir miðás- inum, og meðan miðverjan hjá HB stóð við armunum uppi og hugdi út á linju- verjan smeyg álopsmaðurin sær inn ímóti málinum og setti í málið umvegis stólp- an, tá Kaj Leo Johannesen leyp út. HB skal hava rós fyri, at teir arbeiddu fyri søkini. Teir hildu leikferðini uppi allan 1. hálvleik, og eisini í 2. hálvleiki, tá mjørkin darvaði spælinum heilt nógv, royndi HB at spæla og søkja at málinum, sam- stundis sum kypriotarnir so at siga ongantíð vóru vanda- miklir. Eina ferð lyftu teir bóltin upp um Kaj Leo Jo- hannesen, sum var lopin út eftir miseydnaða rangstødu- fellu, men Ingi Rasmussen fekk beint bóltinum burtur, áðrenn bólturin fór í málið. HB spenti bogan, tá teir settu Gunnar Mohr inn í á- lopið, fluttu Jens Erik Ras- mussen aftur á midvøllin og tóku verjukenda Inga Ras- mussen út, og Gunnar fekk bóltin í málið, men hann var veittraður at hava verið rangstaddur. Vánirnar Spurningurin er so, um 1-1 á heimavelli verður nóg mikið til at bera HB víðari í kappingini. Tað er meiri enn so komið fyri áður, at lid eru komin víðari eftir at hava spælt 1-1 á heimavølli í fyrra dystinum. Vit vóna sjálvsagt, at tað fer at eydn- ast hjá HB, og vit kunnu t.d. knýta vónina í, at Uni Arge verður komin heilt fyri seg aftur í aðru viku, samstund- is sum vit minna havnar- menninir á at ansa eftir hol- unum, sum koma í verju- borðunum, tá vongspælar- arnir fara ov langt fram á vøllin. Sannlikid er kortini størst fyri, at kypriotarnir vinna å heimavelli. Teir høvdu verj- ukenda útgangssteðu á Svangaskarði, og onkrir av góðu spælarunum vóru ikki við. At teir hava altjóða royndir og kenna ónollurn- ar, sum verða nýttar í altjóða fótbólti, var sjón fyri søgn. Tríggir HB spælarar noydd- ust út um vøllin at fáa við- gerð, og tað gekk alt ov drúgv tíð, áðrenn estiski dómarin fór í lumman. Vit kunnu ímynda okkum, at kypriotarnir fara at brúka meiri av hasum slagnum á heimavelli. Men HB er framvegis við í kappingini. Teir hava syrgt fyri, at føroyskur fótbóltur hevur fingið sítt fyrsta sti í Europa Cup í ár, og tað eru bara teir, sum kunnu geva okkum fleiri stig og harvið lyfta liðfótbóltin longri upp á stiganum. Góð- a eydnu á Kypros annan ' hósdag! (jh)