Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 204 - 28. oktober 2003 Nr. 204 - 28. oktober 2003 3 Fløsku í høvdið Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara NINNA M.THOMSEN Tvøroyri lá sjúk, andaðist og fór til gravar. Eina serstaka tøkk veita vit Suðuroyar Sjúkrahúsi og starvsfólkunum har fyri hjálpsemi og tolni. Tøkk til prest, sangarar og kirkjutænarar, vinir og tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vinarlig heilsan Anna Kirstin, Bjarni og Tummas INNBROT Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Leygarkvøldið beint áðr- enn midnátt fekk løgreglan í Havn boð um, at innbrot hevði verið umborð á Enni- bergi, sum liggur á Tórs- havnar Skipasmiðju. Fimm dreingir um 14-15 ára aldur vóru handtiknir við stolnum lutum uppi á sær. Tað vísti seg, at tveir av teimum høvdu verið um- borð og tikið telduspøl og annað. Dreingirnir verða tiknir inn til avhoyringar og sum vanligt er, kemur Barna- verndin eisini uppí málið HARÐSKAPUR Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Leygarnáttina fekk ein maður eina fløsku í høvdið uttanfyri Kaggan í Havn. Hann varð koyrdur á skaða- stovuna, har hann fekk pentur í oyrað og í vinstru síðu av hálsinum. Beint áðrenn fekk løg- reglan fráboðan um, at ein ungur drongur, hevði sligið ein annan í andlitið niðri í býnum. Talan var um fleiri persónar, sum lupu á ein annan, sum fekk skoynur í andlitið umframt at onkur tonn var loysnað. Ferðsluóhapp Trý korter til fimm somu nátt var eitt ferðsluóhapp uttanfyri Mimir. Ein bilur, sum kom koyrandi frá Sjúrðargøtu, breyt treyta- leysu víkiskylduna, og koyrdi útfyri ein hýruvogn, sum kom koyrandi oman eftir Varðagøtu. Hýruvognsførarin var koyrdur á skaðastovuna við onkrum smásnuddum. Løgreglan upplýsir, at báðir bilarnir fóru illa av óhappinum. Brotnir rútar Fleiri rútar í Tilhaldinum vórðu knústir um viku- skiftið. Løgreglan kannar nú málið, og talan er um fleiri rútar, sum venda oman ímóti Grasagarði á vestaru síðuni av Tilhald- inum. Sunnudagin fekk løgregl- an fráboðan um, at innbrot hevði verið í Argja skúla. Gerningsmenninir høvdu tikið ein pengakassa frá skrivstovuni. Kriminal- deildin arbeiðir nú víðari við málinum. FERÐSLUÁTAK Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Seinnapartin fríggjadagin hevði løgreglan í Havn eitt ferðsluátak á ymsum vegastrekkjum í Havnini. 13 mál vórðu skrivað í ferð, eitt fyri fartelefon og eitt fyri vantandi trygdarbeltið. Sunnudagin beint eftir middag vórðu ferðmátingar gjørdar í Kaldbaksbotni. Har vórðu fýra bilar tiknir fyri ferð. Teir koyrdu allir yvir 100 km/t, og tann, sum koyrdi skjótast koyrdi 143 km/t. Ferðsluátak í Havnini Innbrot umborð á Enniberg ífylla C M Y K 3 2 www.smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Jóla-innkeyp í Hetlandi Mánadag til hósdag Íroknað prísin er ferðin fram og aftur við Norrönu og uppihald 1 nátt í dupultkamari á hotelli í Lerwick, íroknað morgunmat. úr kr. 1.000,- Kom við Norrönu til Hetlands, har góðir møgu- leikar eru at keypa inn til jóla fyri sera sámiligar prísir. Vel ímillum fráferð mánadag ella hósdag við ávikavist einari ella tveimum hotelgistingum. Hósdag til mánadag Íroknað prísin er ferðin fram og aftur við Norrönu og uppihald 2 nætur í dupultkamari á hotelli í Lerwick, íroknað morgunmat. úr kr. 1.500,- GERIÐ KVETTI! Í november og desember verður – fyri tey sum búgva á Shetland- og Lerwick Hotel – givin eyka avsláttur í ávísum handlum í Lerwick.