týsdagur 28. oktober 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 204 - 28. oktober 2003
Nr. 204 - 28. oktober 2003
5
Nýggjur sáttmáli til pedagogarnar
Føroya Pedagogfelag,
Fíggjarmálaráðið og
Kommunala Arbeiðs-
gevarafelag Føroya
hava skrivað undir
nýggjan sáttmála
SÁTTMÁLI
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Foreldur, sum hava børn í
ansingarskipanum, kunnu
nú anda lættan. Sunnu-
kvøldið skrivaðu Føroya
Pedagogfelag,
Fíggjar-
málaráðið og Kommuna
Arbeiðsgevarafelag Føroya
undir nýggjan sáttmála,
sum hevur gildi frá 1. okto-
ber 2003 fram til 1. oktober
2005.
Karmurin er umleið 9
prosent, og lønin hjá peda-
gogunum
hækkar
6,15
prosent, samstundis sum
eftirlønin hjá hjálparfólk-
unum hækkar 2 prosent.
Eisini eru ymsar broyt-
ingar gjørdar í lønar-
stiganum.
– Í sáttmálaskeiðnum
fara partarnir m.a. at sam-
ráðast um arbeiðstíðarregl-
ur, soleiðis at tær kunnu
verða partur av sáttmálan-
um, boðað Fíggjarmálaráð-
ið og Kommunala Arbeiðs-
gevarafelag Føroya frá í
tíðindaskrivi.
Ymsar smærri broytingar
eru gjørdar í sáttmálatekst-
inum, og ein avtala er eisini
gjørd um serstakar frídagar.
Pedagogarnir hava fingið nýggjan sáttmála. Lønin hækkar
6,15 prosent frá 1. oktober í ár
Tilvildarlig mynd
ífylla
Heidi Hvidbro úr
Klaksvík var millum
tær 2.000 kvinnurnar,
sum fyrst í oktober
mánaði myndaðu
Rosa-sloyfuna, sum er
búmerki fyri bróst-
krabba, framman fyri
kongaslottinum í
Oslo. Hon sigur, at
tað var eitt ótrúligt
upplivilsi at sleppa at
verða við til hetta
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Heidi Hvidbro
var løgd undir skurð fyri
bróstkrabba í 1998. Tá átti
hon smábørn, og brádliga
bleiv lívið broytt frá einum
degi til annan. Men Heidi
kom væl frá síni viðgerð,
og er hon í dag púra frísk.
Sum
so
nógvir
aðrir
krabbameinssjúklingar
meldaði hon seg beinan-
vegin inn í Føroya Felag
móti Krabbameini. Hartil
meldaði hon seg eisini upp
í norska krabbameinsfe-
lagið, og fyrr í ár fekk hon
innbjóðing til at vera við í
herferð í sambandi við, at
fokus verður sett á bróst-
krabba kring heimin í
oktobermánaði. Heidi sig-
ur, at tað var ógvuliga til-
vildarligt, hvør fekk inn-
bjóðing.
– Tað var soleiðis, at tey
vildu hava 1.500 kvinnur,
tí so fóru vit at seta heims-
met, sigur Heidi. Og tá so
samanumkom vóru tær ikki
minni enn 2.000. So heims-
metið í at mynda eina
sloyfu, sum var yvir ein
kilometur til longdar varð
rokkið so væl og virðiliga.
Tann 2. oktober stóð hon
saman við yvir 2.000 øðr-
um kvinnum, sum eisini
hava verið sjúkar av bróst-
krabba,
framman
fyri
norska kongshúsinum í
Oslo og myndaði búmerki
hjá teimum, sum verður
kallað Rosa-sloyfan. Á
odda fyri teimum var
norska prinsessan Marthe
Louise.
Fáa sloyfuna fram
Endamálið við sloyfuni er
fyrst og fremst at savna
pening inn til gransking av
bróstkrabba. Heidi sigur, at
tað hevur gingið avbera
skjótt, síðani sloyfan fyri
fyrstu ferð sá dagsins ljós
fyri tíggju árum síðani. Í
dag er hon í yvir 40 lond-
um, og hon verður borin av
bæði monnum og kvinnum.
Í fleiri londum kring
heimin hava ymisk tiltøk
verið í sambandi við, at
ljóskastarin verður settur á
bróstkrabba í hesum mán-
aðinum. Heidi sigur, at til
dømis í Sydney lýsti tað so
vælkenda operahúsið ljósa-
reytt ein heilan dag.
– Øll hesi tiltøkini eru
við til at fáa sloyfuna betur
fram. Fólk fáa eyguni upp
fyri, at tað veruliga verður
gjørt nakað fyri at útvega
pening til granskingina av
bróstkrabba, sigur Heidi
Hvidbro.
Mammografibussur
Nógv onnur tiltøk vóru í
Noreg hesar dagarnar, með-
an Heidi var har. Men hon
sigur, at tað var serliga eitt,
sum
fangaði
hennara
áhuga. Og tað var ein so-
kallaður mammografibuss-
ur. Hesin bussurin koyrir
runt til ávísar kommunur í
Noreg, har kvinnur í aldr-
inum 50 – 69 ár fáa bjóðað
eina mammografikanning.
–
Framtíðarvónin
og
ynski hjá teimum er, at
bussurin fer at kunna koyra
runt alt Noreg og kanna
kvinnurnar, sigur Heidi,
sum heldur, at hetta er eitt
fantastiska gott tiltak.
Bót til Bata
Heidi sjálv er limur í einum
undirbólki í Føroya Felag
móti Krabbameini, sum
eitur Bót til Bata. Tað eru
umleið tíggju kvinnur í
aldrinum 40 til 80 ár, sum
hittast nakrar ferðir um
árið. Allar hava tilfelags, at
tær eru vorðnar frískar eftir
skurðviðgerð ella aðra við-
gerð fyri bróstkrabba.
– Ein skal hava verið
frískur í tvey ár fyri at
kunna gerast limur, og tað
er tí, at títt egna skalt tú
vera komin burturúr, áðr-
enn tú kemur í ein bólk, har
tú millum annað tosar við
kvinnur, sum júst hava
fingið staðfest bróstkrabba,
greiðir Heidi frá.
Endamálið hjá Bót til
Bata er at taka hond um tær
kvinnur, sum júst hava
fingið staðfest krabbamein
við at tær fáa tilboð um at
tosa við eina, sum hevur
verið í somu støðu.
Eisini
skal
bólkurin
fremja áhugamál hjá kvinn-
um, sum eru viðgjørdar fyri
krabbamein í brósti yvir
fyri myndugleikunum. Her
verður serliga hugsað um
Heilsuverkið og útvegan av
protesum.
Heidi sigur, at tað er sera
hart at fáa at vita, at ein
hevur fingið krabbamein,
og tað kennist sum um, at
lívið steðgar upp hjá ein-
um.
– Tá er gott at vita, at tað
eru nøkur sum kempa fyri
teg, tá tú ikki sjálvur hevur
orkuna til tað, tí viðgerðin
er nóg mikið í sjálvum sær,
sigur Heidi Hvidbro at
enda.
Búmerki myndað
av 2.000 kvinnum
2.000 kvinnur
myndaðu búmerki
hjá bróstkrabba-
felagnum uttan fyri
norska kongshúsi
fyrst í oktobre
mánaði
Mynd: Scanpix
Heidi Hvidbro úr Klaksvík var við í Oslo. Hon sigur, at tað var heilt ótrúligt at kunna vera við
at savnast saman við 2.000 øðrum kvinnum, sum hava verið ígjøgnum tað sama sum hon
C
M
Y
K
5
4