Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 204 - 28. oktober 2003 Nr. 204 - 28. oktober 2003 7 ES-atkvøða ávirkar okkum Brúdleyp hjá Mary og Fríðriki, Danmark luttekur í EM í fót- bólti, og prins Hendr- ik verður 70 ár. Alt hendingar, sum kom- andi summar kveikja tjóðskaparkensluna hjá dønum. Sambært Lykke Friis, ES-ser- frøðingi, kunnu hesar hendingar avgera lagnuna hjá Danmark í ES. Verður fólkaat- kvøðan um ES- grundlógina hildin á sumri, er stórur vandi fyri, at danir siga nei. Avleiðingin verður helst, at danir siga endaliga farvæl til ES. FYRILESTUR UM ES Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fríggjakvøldið skipaðu Vinnuhúsið og Sambands- flokkurin fyri fyrilestri um framtíðina hjá ES. Fyr- iestarhaldari var evropa- politiski stjórin hjá Dansk Industri, Lykke Friis. Evnið á fundinum var nýggja grundlógin hjá ES. ES-konventið hevur sein- astu sekstan mánaðirnar ar- beitt við at orða eina nýggja ES-grundlóg, og danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, hevur boðað frá, at danir skulu komandi ár taka støðu til ES-grundlógina. Undir hóskandi heitinum "Stor- mester eller Skakmat" hug- leiddi danski ES-serfrøð- ingurin um, hvussu avger- andi komandi fólkaatkvøða er fyri lagnuna hjá Dan- mark í ES samstarvinum. Vanta kjak Endamálið við fundinum fríggjadagin er at skapa eitt kjak um ES í Føroyum. Bæði Vinnuhúsið og Sam- bandsflokkurin hava fleiri reisur gjørt vart við, at í Føroyum vantar eitt veru- ligt kjak um hvørja støðu vit skulu hava til ES. Á Vinnuhúsinum siga tey, at fyrilesturin var ætlaður sum kunning um, hvat rørist í ES í hesum døgum. Tað sást á undirtøkuni í Útvarpshøllini, at fríggja- kvøld er ikki besta tíðs- punktið til slíkar fyrilestrar. Fólk eru troytt eftir eina harða arbeiðsviku, og í hesum døgum er slakt á skránni hjá fleiri. Eini 50 fólk mundu verða savnað til fundin fríggja- kvøldið í Útvarpshøllini. Áhoyrararnir møttu einari vælupplagdari, Lykke Friis, ið er royndur fyrilestrar- haldari, og hon dugdi av- bera væl at greiða frá. Nýggjar avbjóðingar Lykke Friis greiddi frá, hvørji mál eru ovast á breddanum í ES í løtuni. Limatalið í ES veksur komandi árini, nú londini eystanfyri koma upp í ES- samstarvið. Hetta hevur nýggjar avbjóðingar við sær fyri ES, sum má leggja nógva orku í at hjálpa nýggju londunum at lúka tey ymisku ES- krøvini. Á trygdarpolitiska økin- um verður eisini neyðugt at bróta úr nýggjum. Álopið á World Trade Center og kríggið í Irak eru tvær hendingar, ið hava týðuliga víst, at ES haltar afturúr á trygdarpolitiska økinum. Stórur tørvur á, at ES meld- ar greitt út, hvat stovnurin vil á økinum. Tað er einki dulsmál, at serliga amerikumenn vóru argir um, at bæði Týskland og Frakland ikki góvu full- an stuðul til kríggið í Irak. Innanhýsis í ES vil man nú bøta um støðuna, og roynt verður at finna eitt felags evropeiskt mið á trygdar- politiska økinum. Danski fyrilestarhaldarin greiddi frá, at skal víðkanin í ES og nýggi trygdarpolit- ikkurin hjá stovninum eydnast til fulnar, er al- neyðugt við nýggjum am- boðum. Millum annað hev- ur verið skotið upp, at ES- londini fáa ein felags ES- uttanríkisráðharra, ið um- boðar øll londini. Henda broyting skal tryggja eitt enn tættari samstarv mill- um londini á uttanríkis øk- inum. Lykke Friis vísti eisini á, at skal endamálið við ein- um nútímansgjørdum ES røkkast, mugu fleiri av gomlu skipaninum brótast niður, og byggjast upp av nýggjum. Møguligt farvæl Danmark hevur altíð havt eitt tvíligt samband til ES. Undirtøkan fyri og ímóti er so at siga eins stór. Innan- hýsis í politisku flokkunum er eisini deildar meiningar um ES. Ógreiða støðan ger, at tað altíð er stórur spenn- ingur, tá fólkaatkvøður eru á skránni um ES-mál, tí úr- slitið kennir ein aldrin frammanundan. Komandi ár verður fólkaatkvøðan um eina ES-grundlóg. Sam- bært Lykke Friis verður eitt danskt nei helst endaligt farvæl til ES. Bæði Pia Kjærsgaard og Anders Fogh Rasmussen hava sagt alment , at verður ES-grundlógin havnað, er spurningurin um Danmark skal halda fram í ES. Lykke Friis tekur undir við hesum sjónarmiði. Hon dugir ikki at ímynda sær, at eitt danskt nei til nýggju ES grundlóg- ina merkir annað enn, at danir siga endaliga farvæl til ES. Atkvøða fleiri lond ímóti grundlógini, verður støðan ein onnur. Danski ES-ser- frøðingurin segði seg vænta, at so dettur ES, sum vit kenna tað í dag, niður- fyri. Væntandi taka londini, ið taka undir við nýggju grundlógini, seg sjálvi sam- an og skipa fyri eini nýggj- ari ES-samgongu. Tað er framvegis ikki av- gjørt nær danir komandi ár skulu til fólkaatkvøðu um grundlógina. Lykke Friis sigur, at lagnan hjá Dan- mark í ES kann væl verða avgjørd júst nær á árinum fólkaatkvøðan verður skip- að. Verður hon á sumri, er stórur vandi fyri, at danir atkvøða ímóti. Fyrilestrar- haldarin róð framundir, at komandi ár verða fleiri tjóðskaparligar hendingar, ið avgjørt kunnu avgera framtíðina hjá Danmark í ES. Mary Donaldsson og Fríðrikur giftast, Prins Hendrik fyllir 70 ár, og Danmark luttekur í EM í fótbólti í Portugal. Hetta eru alt hendingar, ið kveikja tjóðskaparkensluna hjá dønum, og økir um mótstøðuna til ES. Á sumri í 1992 havnaðu danir Maa- stricht-sáttmálan, og beint undan fólkaatkvøðuni skak- aðu danir fótbóltsheimin við at vinna EM í fótbólti. Fleiri ES-serfrøðingar eru á einum máli um, at góða úrslitið í EM var við til, at danir atkvøddu nei. Sama støða kann gera seg galdandi komandi summar, um fólkaatkvøðan verður hildin á sumri. Lykke Friis segði, at verður fólkaat- kvøðan hildin á heysti, kann tað tvørturímóti ger- ast eitt ja til grundlógina, so marginalarnir eru smáir báðar vegir Ávirkar Føroyar Tað var einamest av fiski- vinnuáðum, at føroyingar í 1973 ikki valdu at fara uppí ES saman við dønum Vit hava í dag fleiri fiski- vinnuavtalur við ES, men tað er serliga okkara støða í ríkisfelagsskapinum við Danmark, sum tryggjar okkum góðar sømdir frá ES. Taka danir ikki undir við ES grundlógini komandi ár, er stórur vandi fyri, at føroyska støðan mótvegis ES versnar nógv. Fleiri spurningar vóru fríggja- kvøldið til Lykke Friis um, hvussu úrslitið av fólkaat- kvøðan hjá dønum ávirkar okkara støðu í ES. Lykke Friis var ikki í iva um, at støðan versnar nógv, um danir siga nei. Áhugin fyri dønum og føroyingum minkar tá í ES. Eitt danskt nei fer eisini at minka nógv styrkina hjá føroyingum undir samráðingum við ES í framtíðina, sammett við í dag. ES fer heldur at nýta størri orku og tíð til tey nýggju londini, ið fara upp í ES samstarvið. Tað er framvegis ikki annað enn gitingar um, hvør danska støðan verður til ES-grund- lógina, men her í Føroyum kann úrslitið fáa stóran týdning, hvørja støðu, vit í framtíðini fara at fáa mótvegis ES. Danski ES-serfrøðingurin sigur seg vænta at taka danir ikki undir við ES grundlóg- ini, verður talan um eitt endaligt farvæl til ES. Úrs- litið av fólkaatkvøðuni kom- andi summar hevur eisini stóran týdning fyri Føroyar. Havna danir nýggju ES grundlógini, missa føroyingar tær sertreytir, vit hava í ES í dag Mynd: Jens Kristian Vang Misjavnt sum toskurin er fyri Fiskirannsóknarstov- an hevur aftur merkt tosk á landgrunnin- um. Petur Steingrund, fiskifrøðingur, sigur, at tann smái toskurin, sum liggur millum 40 og 55 cm., er væl fyri, meðan tann størri, sum liggur millum 60 og 80 cm., er rak. Teir størstu toskarnir, ið eru millum 90 og 125 cm., eru eisini væl fyri. 29. oktober skip- ar Fiskirannsóknar- stovan fyri lutakasti í Klaksvík millum inn- send fiskamerkir, har vinningurin er 10.000 krónur TOSKAMERKING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í døgunum, 17.-22. okto- ber, var havrannsóknarskip- ið, Magnus Heinason á Mýlingsgrunninum, Myki- nesgrunninum og á leiðini vestanfyri Suðuroynna og merkti toskar. Fimm fólk vóru við skipinum á hesum túrinum fyri Fiskirannsókn- arstovuna, og Petur Stein- grund, fiskifrøðingur, var kanningarleiðari. Petur sigur, at tey miðj- aðu eftir at merkja í minsta lagi 300 toskar á nevndu trimum økjunum, og hetta eydnaðist fyri Mýlings- grunnin og økið vestanfyri Suðuroynna, men ikki á Mykinesgrunninum. Lítil vøkstur Fiskifrøðingurin vísir á, at Magnus Heinason fekk seks toskar aftur, sum vórðu merktir fyri einum ári síðan. Vøksturin í hesum tíðar- skeiði hevur verið lítil, nevniliga millum 0-6 senti- metrar, og toskurin hevði bert flutt seg millum ein og tríggjar fjórðingar í eitt ár. – Vit fluttu 96 toskar úr økinum vestan fyri Suður- oynna til Mýlingsgrunnin og 124 toskar øvutan veg. Sum nakað nýtt, fluttu vit eisini 120 toskar úr økinum vestan fyri Suðuroynna og inn á Skálafjørðin. Hesir vórðu sleptir aftur útfyri Toftabygd. Petur sigur, at Magnus Heinason fekk fleiri merkt- ar toskar aftur á túrinum og teir, sum vórðu merktir hendan túrin og vóru liv- andi, vórðu sleptir útaftur. Hinir vórðu skrásettir sum vanligt. – Vit máldu longd og vekt á toski, sum ikki varð merktur - 67 toskar av Mýl- ingsgrunninum, 110 av Mykinesgrunninum og 103 av leiðini vestanfyri Suður- oynna. Fiskifrøðingurin sigur, at tann smái toskurin, sum liggur millum 40 og 55 cm., var væl fyri, meðan tann størri, sum liggur mill- um 60 og 80 cm., var rak. Teir størstu toskarnir mill- um 90 og 125 cm. vóru tó eisini væl fyri. Á hesum merkingartúrin- um við Magnusi Heinasyni tóku tey 60 umleið tríára gamlar toskar til Heilsu- frøðiligu Starvsstovuna. Gongdin á túrinum Um túrin annars, sigur Pet- ur Steingrund, at tey fóru av Havnini eftir midnátt, fríggjanáttina, 17. oktober. – Vit byrjaðu á Mýlings- grunninum og fóru síðan á Mykinesgrunnin. Har gekk striltið at merkja, og vit fóru tí inn í Vágahavið, tá ið vit høvdu merkt stívliga 200 toskar við "floymerkj- um" og 4 toskar við goymslumerkjum. Í Vága- havinum og Sandshavinum vóru nógvir línubátar, og tí fóru vit til økið vestanfyri Suðuroynna. Har gekst eisini striltið at merkja, og vit fluttu 96 toskar norður á Mýlingsgrunnin, áðrenn vit høvdu fingið merkt 300 toskar vestanfyri Suður- oynna. Petur sigur, at tað gekst væl at fáa fylt uppí kørini á Mýlingsgrunninum. Hann vísir á, at 21. okto- ber slapp Magnus Heina- son framat økinum vestur úr Nípubakkanum, sum er norðarliga á Suðuroynni. – Her var meira at fáa, og vit komu uppá tilsamans 547 merktar toskar vestan- fyri Suðuroynna. Síðan fyltu vit kørini við toski og settu teir út útfyri bygdini á Toftum. Magnus Heinason land- aði á Fiskamarknaði Før- oya, mikumorgunin, 22. oktober. Ferðingarmynstur Petur Steingrund sigur, at endamálið við túrinum var at kanna ferðingarmynstrið hjá toski á føroyska land- grunninum. Sum tíðin gongur, verður spennandi at síggja, hvussu toskurin ferðast - ella, hvussu støðugur hann er. Nógv var frammi um hesi viðurskifti fyrst í nítiárun- um, tá ið toskurin hvarv, men fá ár seinni fekst aftur í størri nøgdum enn nakran- tíð. At enda kunnu vit nevna, at lutakast verður í Klaks- vík, 29. oktober, millum innsend fiskamerkir. Vinningurin er kr. 10.000. Sum tíðin líður, verður spennandi at síggja, hvussu toskurin ferðast - ella, hvussu støðugur hann er. Nógv var frammi um hesi viðurskifti fyrst í nítiárunum, tá ið toskurin hvarv, men fá ár seinni fekst aftur í størri nøgdum enn nakrantíð 29. oktober verður lutakast í Klaksvík um innsend fiska- merkir, har vinningurin er 10.000 krónur C M Y K 7 6