týsdagur 28. oktober 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 204 - 28. oktober 2003
Nr. 204 - 28. oktober 2003
9
MARKNAÐARRÁK
Sum væntað, varð óstøðugt á
virðisbrævamarknaðunum
í
farnu viku, og marknaðirnir vóru
í stóran mun stýrdir av roknskap-
arkunngerðum. Serligur áhugi
var fyri Texas Instruments og
Microsoft, ið bæði kunngjørdu
eina góða gongd farna ársfjórð-
ingin. Hóast bæði eisini høvdu
toluliga bjartar vónir um kom-
andi tíðina, høvdu partabræva-
greinarar væntað, at Microsoft
fór at vera enn bjartari enn stað-
fest varð. Microsoft er tí fallin
um 8% seinastu dagarnar.
Millum norðurlendsku virkini,
ið kunngjørdu í farnu viku vóru
Volvo, Electrolux og Norsk
Hydro. Norsk Hydro, og serliga
Volvo kunngjørdu ein góðan
roknskap, meðan Electrolux
gjørdist eitt satt vónbrot.
S&P 500 er vísital, ið umfatar
500 tey týdningarmestu virkini í
USA. Bróðurparturin av hesum
hava higartil kunngjørt roknskap,
og áhugavert er at leggja til
merkis, at um 70% av hesum,
hava kunngjørt eina inntøku-
hækking. Kortini hevur hetta ikki
ávirkað partabrævamarknaðinar
stórvegis. Orsøkin er, at sera
høgar vónir hava verið um rokn-
skapirnar, samstundis sum parta-
brøv í løtuni liggja høgt. Orsakað
av hesum, er og verður marknað-
urin serliga viðbrekin mótvegis
roknskapum við úrslitum vána-
ligari enn væntaði. Partabrøv
fullu tí sum heild í farnu viku,
hóast fáir vánaligir roknskapir
vóru kunngjørdir.
Aftur í farnu gjørdust tíðindi
frá amerikanska arbeiðsmarkn-
aðinum bjørt, og enn einaferð
varð staðfest, at betur gongur á
hesum økinum. Hetta er ein av
orsøkunum til, at vit meta, at
amerikanski tjóðbankin ikki fer
at pilka við leiðandi rentuna á
fundi teirra týsdagin. Tjóðbankin
vil sanlíkt staðfesta, at tey eru
bjørt um búskaparvøksturin í
USA, og at búskaparliga fram-
gongdin er í tryggari legu. Hetta
vil sannlíkt eisini verða staðfest,
tá dagførd uppgerð av amer-
ikanska
búskaparvøkstrinum
verður kunngjørd hósdagin.
Áhugaverd virkir, sum kunn-
gerða roknskap hesa vikuna eru
m.a. Ericsson, Danske Bank,
Nordea, Deutsche Bank, Novo
Nordisk og fleiri av stóru altjóða
oljuvirkjunum, men at kalla einki
kent amerikanskt virki kunngerð.
Tískil kann væntast, at búskapar-
ligu uppgerðirnar fáa størri týdn-
ing hesa vikuna. Marknaðarrák
metur tí, at lánsbrævarentur og
partabrøv liggja á sama stigi ella
hægri, tá vikan er av. Støðan er
kortini framvegis tann, at høgu
partabrævakursirnir kunnu føra
við sær vinningsstaðfesting, og
hetta kann broyta myndina.
Sum heild góðir roknskapir kunngjørdir
Vika 44, 2003
www.kaupthing.fo
Dúgvan og Ternan hjálpast at
Nú er greitt, at Dúgv-
an og Ternan fram-
yvir fara at røkja
siglingina um Leir-
víksfjørð. Sum skilst
so er talan um, at
ferjurnar báðar skulu
skiftast um at røkja
ferðaætlanina og so
vera hjálparskip, tá ið
ástendur, um fjørðin
STRANDFERÐSLAN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Dúgvan, sum hevur røkt
siglingina um Leirvíksfjørð
í mong ár nú, liggur í dokk.
Ternan er so sett inn í sigl-
ing fyri hana. Hetta hevur
fingið fleiri søgur at ganga
um, at Ternan framyvir fer
at sigla eftir ferðaætlanini
um Leirvíksfjørð. Hetta er
tó sambært Regini Vágadal
á Strandferðsluni ikki heilt
rætt.
– Tað er skeivt at siga, at
Ternan verður høvuðsskip,
tí ferjurnar báðar koma at
skiftast um at sigla eftir
ferðaætlanini, sigur hann.
Hetta skal skiljast soleið-
is, at til dømis fer Dúgvan
at sigla fyrstu túrarnir um
morgunin, har Ternan siglir
tveir hjálpartúrar. Síðani
skifta ferjurnar um seinni
út á fyrrapartin, tá Ternan
fer inn í sigling sambært
ferðaætlanini og Dúgvan
verður hjálparskip. Ella
umvent. Og so aftur seinni
um kvøldið fer Dúgvan
aftur í ferðaætlan og Ternan
siglir ein hjálpartúr við
møguleika fyri einum eyka-
túri afturat, sum tó ikki er
endaliga lagdur í ferðaætl-
anina enn. Hetta tí at
Strandferðslan
vil
líka
síggja mynstrið fyrst fyri at
vita, hvussu tørvurin er.
Tænastustøðið
hækkar
Leirvíksfjarðabólkurin,
sum hevur arbeitt saman
við Strandferðsluni í hesum
málinum, er sera fegin um,
at Ternan nú eisini verður
sett í sigling um Leirvíks-
fjørð. Formaður í bólkinum
er Rani Nolsøe, og hann
sigur, at um ein ikki hyggur
at tveimum smálutum í
ferðaætlanini, so er hetta so
avgjørt ein munandi øking í
tænastustøðinum um Leir-
víksfjørð.
– Vit fegnast sjálvandi
um, at Sam nú fer úr sigl-
ingi, og vit fáa tvey góð skip
at røkja siglingina um
Leirvíksfjørð, men tað eru
nakrir smálutir, sum irret-
era. Til dømis at tann eini
seinnapartstúrurin er lagdur
sum eykatúrur, og at glopp-
ið í siglingini leygarmorgun
um níggjutíðina framhald-
andi verður har. Og tað duga
vit ikki at síggja nakra orsøk
til, tá ein hevur tvey skip
siglandi, sigur Rani Nolsøe.
Hann sigur, at orsøkin til,
at eitt glopp er har leygar-
morgun er venjing. Men
hann leggur dent á, at við
tveimum skipum siglandi,
mátti tað borið til at havt
túrin klokkan 8:45 av
Klaksvík og 9:30 av Leir-
vík leygarmorgun inni í
ferðaætlanini kortini.
– Men alt í alt so eru vit
sjálvandi ovurfegin um
hesa økingina í kapasitetin-
um um Leirvíksfjørð, sigur
Rani Nolsøe.
Strandferðslan
fer
at
senda út eitt tíðindaskriv í
hesi vikuni í sambandi við,
at
nýggja
ferðaætlanin
kemur í gildi, har greitt
verður frá henni og møgu-
ligum broytingum. Við tíð-
indaskrivinum vónar Regin
Vágadal, at óvissur um eitt
nú Leirvíksfjarðarleiðina
verða burtur.
Dúgvan og Ternan fara
framyvir at røkja siglingina
um Leirvíksfjørð, har tær
fara at skiftast um at vera
ferjan, sum røkir
ferðaætlanina og at vera
hjálparferja
– Tað hevur nógv
størri týdning at tosa
um betri flogsam-
band við umheimin
enn at tosa um
undirsjóvartunlar,
sigur Egil Olsen,
fiskivinnufrøðingur
FISKIVINNA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað verður truplari og
truplari at arbeiða fisk í
Føroyum.
Tað spáar Egil Olsen,
fiskivinnufrøðingur.
Aðrastaðni í blaðnum í
dag hevur hann sera áhuga-
verdar grein um føroysku
fiskivinnuna, nú alsamt
meiri og meiri fiskur verð-
ur fluttur óvirkaður av
landinum.
Samstundis
hugleiðir
hann, um, hvussu føroying-
ar kunnu fóta sær aftur,
hvussu vit kunnu taka
kappingina upp við onnur
lond um fiskin og hvussu
vit kunnu styrkja okkum á
marknaðinum.
Og tá ið hann hugsar um
onnur lond, eru tað lond har
arbeiðslønin er lág, fyrst og
fremst Kina.
Egil Olsen sigur, at frá
1996 til 2001 meira enn
fimmfaldaðist útflutingurin
av frystum fiskaúrdráttum
úr Kina. Ì 1996 var útflutn-
ingurin úr Kina 900 milli-
ónir krónur og í 2001 var
útflutningurin, vaksin til
slakar fimm milliardir.
Høvuðsmarknaðirnir fyri
kinverskar
fiskaúrdráttir
eru, USA, Fjareystur og
Evropa men í 2001 var
Evropa størsti marknaðurin
fyri
frystar
kinverskar
fiskaúrdráttir.
– Sambært serfrøðingum,
eru fiskavørurnar úr Kina
nú líka góðar, sum føroysk-
ar, íslendskar og norskar
fiskavørur.
Ì Kina, verður allur fisk-
urin skorin við hond, men
fiskurin í Europa verður
maskinskorin. Ùrtøkan við
hondskering, er eini 12%
størri enn við maskinsker-
ing. Hinvegin forvinnur er
ein miðal arbeiðaraløn í
Kina einar 650 krónur um
mánaðin.
Alt hetta ger, at sostatt
kunnu Kinverjar selja somu
vøruúrdrattir,
á
somu
marknaðir, sum føroyingar,
íslendingar og norðmenn
gera, fyri ein søluprís sum
er 12 krónur lægri fyri kilo.
Tríggir vegir fram
Egil Olsen sigur, at hetta er
høvuðsorsøkin, til at at
kappingin
er
munandi
harðnað og at tað gerst
truplari og truplari at virka
fisk í Føroyum lønandi.
Hann sær tríggjar møgu-
leikar fyri at vit kunnu fóta
okkum í kappingini.
1. Feskar vørur og saltað-
ar vørur.
2. Fiskaframleiðslan má
automatiserast og vit mugu
leita eftir nýggjum fram-
leiðslumøguleikum
og
marknaðum.
3. Hjáframleiðslur og
biotøkni.
1. Feskar vørur og salt-
aðar vørur
Egil Olsen sigur, at størsti
fyrimunurin, vit hava fram-
um t.d. kinverjar, er, at vit
kunnu bjóða feska-, og
saltaða
dygdarvøru,
til
kravmiklar
keyparar
í
Europa og USA.
Men hvat feskari vøru
viðvíkur, er neyðugt at
leggja doyðin á, at betra um
flutningsmøguleikarnar.
– Politiskt er tað týdning-
armiklari at umrøða spurn-
ingin um betri flogferðslu-
møguleikar
fyri
feskar
fiskaúrdráttir, enn alt tosið
um
undirsjóvartunlar.
Skulu vit verða ein álítandi
útvegari av feskum úrdrátt-
um og røkka best møgulig-
um prísi, er neyðugt at út-
vegað kundunum feskar
dygdarvørur hvønn dag, alt
árið.
Føroyskur saltfiskur hev-
ur sera gott orð á sær, tí at
vit hava megnað at fram-
leitt eina javna og dygdar-
góða vøru, sum keyparnar
hava vilja goldið ein meir-
prís fyri og tað mugu vit
halda fast um.
2. Fiskaframleiðslan má
automatiserast
og
vit
mugu leita eftir nýggjum
framleiðslumøguleikum
og marknaðum
Hvat upsa viðvíkur, er tað
neyðugt at effektiviserað
framleiðsluna, soleiðis at
framleiðslukostnaðurin fer
niður. Tí er tað neyðugt við
nýggjum framleiðsluútbún-
aði, sum er arbeiðsspar-
andi. Fyri at forrentað hesar
nýíløgur, er neyðugt at
virka upsan á virkjum, sum
arbeiða stórar nøgdir árliga.
Egil Olsen leggur afturat, at
eftir eina ferð í Japan á
heysti í 2002, hevur tað
undrað hann ikki sørt, at
møguleikarnir ikki verða
kannaðir fyri at fyri selja
frystar
upsaúrdráttir
í
Japan. Liturin á føroyska
upsaflakinum, er ógvuliga
meinlíkur litinum á tun-
fiski, sum er eitt fiskaslag,
sum verður mest etið í
Japan.
3.Hjáframleiðslur
og
biotøkni
Fiskivinnufrøðingurin hel-
dur, at gagnnýtsla av øllum,
er ein upplagdur møguleiki,
at bøta um tað samlaða
kappingarførið hjá tí før-
oysku fiskivinnuni. Um
virði fæst burturúr øllum
fiskinum, stendur ein seg
munandi betri í kappingini
um ráfiskin.
Hjáframleiðslur, umfatar
tað, sum er eftir av rávør-
uni, táið høvuðsvøran er
viðgjørd (høvd, ryggir,
skræða og fráskurður) og
innvølir, sum ikki koma á
land við fiskinum, men
verður tveitt fyri borð -
uttan rognini.
– Tað leggja enn, nógvir
møguleikar fyri at gagnnýta
tað hjáframleiðslu sum
stavar frá fiskaframleiðsl-
uni á landi.
Sjálvur metir hann, at
virðið av tí føroysku hjá-
framleiðsluni var í mesta
lagi 60 milliónir í 2002.
Hinvegin vísir hann á, at
í 2002 fluttu íslendingar
hjáframleiðslur út fyri
slakar 600 millónir krónur í
okkara peningi og teir
vænta ógvuliga stóran
vøkstur tey næstu árini.
– Sostatt er onki at ivast í,
at tað liggja stórir, ótroyttir
møguleikar í at gagnnýta
hjáframleiðslur í Føroyum,
sigur Egil Olsen.
Les annars greinina í síni
heild aðrastaðni í blaðnum.
Truplari og truplari at arbeiða fisk
í Føroyum
Tvøroyrar Býráð
hevur eini 8-10
grundstykki, sum
ætlanin er at selja so
bíliga sum yvirhøvur
gjørligt
BÍLIG GRUNDSTYKKI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tvøroyri: Tvøroyrar Býráð
roynir tað, hon kann, fyri at
fáa fólk at búsetast á Tvør-
oyri.
Sum eitt lið í hesum, hev-
ur býráðið nú samtykt at
lýsa nøkur grundstykki til
sølu.
Kommunan eigur eini 8-
10 grundstykki inni við
Ítróttarhøllina og tey hevur
býráðið nú samtykt at lýsa
til sølu.
Kristin Michelsen, borg-
arstjóri, sigur, at fólkatalið
á Tvøroyri er aftur fallið
eitt lítið sindur og at býráð-
ið fegið vil hava fólk at seta
búgv á Tvøroyri.
Hann sigur, at tískil hev-
ur býráðið samtykt at selja
hesi 8 - 10 grundstykkini
fyri sera, sera lagaligar
prísir, sum hann tekur til.
Nakað tal vil hann kortini
ikki nevna.
Hann heldur ikki, at
kommunan missur nakað
við at selja grundstykkini
bíliga, tí fæst fólk at seta
búgv, økir tað um skatta-
inntøkurnar hjá kommun-
uni.
Men hann leggur afturat,
at grundstykkini verða bara
seld fólki, sum veruliga
ætla at seta búgv í komm-
ununi.
– Tey verða sostatt ikki
seld fólki, sum eiga hús
frammanundan og sum ætla
at keypa grundstykki aftur-
at við handilsligum enda-
máli fyri eyga, sigur hann.
Samstundis fáa tey, sum
keypa grundstykkini, eitt
rímiligt skotbrá at byggja
sær hús, annars fella stykk-
ini aftur til kommuna.
Borgarstjórin sigur til
summi av grundstykkjun-
um er bæði vegur og kloakk
og til onnur stykki skal bara
ein vegastubbi gerast, so er
klárt at byggja.
Borgarstjórin sigur, at ein
ávísur áhugi er fyri stykkj-
unum, nú tey eru lýst til
sølu.
Bílig grundstykki
til sølu á Tvøroyri
– Egil Olsen sær tríggjar møguleikar hjá føroyingum at fóta sær
aftur og at varðveita kappingarførið í fiskivinnuni
Á Tvøroyri er fólkatalið fallið
eitt lítið sindur og í eini
roynd at fáa fólk at seta búgv
á Tvøroyri, hevur býráðið nú
samtykt at selja nøkur
grundstykki fyri sera
lagaligan prís
C
M
Y
K
9
8