týsdagur 28. oktober 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 204 - 28. oktober 2003
Nr. 204 - 28. oktober 2003
11
Tey flestu vilja sjálvstøðu fyri føroysku tjóðina. Tey
flestu ynskja ivaleyst, at føroyingar einsamallir hava
avgerðarræt í øllum føroyskum viðurskiftum. Semja
er bara ikki um tíðarkarm og form. Tað er tí umráð-
andi, at ætlaða stórbroytingin av viðurskiftum okk-
ara við kongaríkið Danmark verður framd á breið-
um politiskum grundarlag. Vit hava áður víst á hetta.
Vit hava sagt, at tað formliga er í lagi at fremja
fullveldið við smalast hugsandi meiriluta. Men vit
hava samstundis gjørt vart við, at hetta, sum frálíður
fer at gera eina gjógv í fólkinum. Heldur eiga Fólka-
flokkurin og Tjóðveldisflokkurin at taka upp ein
dialog við Javnaðarflokkin, ið eins og Fólka-
flokkurin og Tjóðveldisflokkurin hevur flutt seg
nógv í fullveldismálinum.
Seinasta útspælið frá Javnaðarflokkinum svarar til
tað, sum longu er vrakað av dønum, siga samgongu-
umboð. Tað er mikið møguligt, og tað kann so bara
aftur merkja, at eingin grundleggjandi ósemja long-
ur er í áskoðan á málið fyri sjálvstýrispolitikkinum.
Ósemjurnar mugu sostatt vera um onnur viðurskifti
t.d. um búskaparpolitikkin, serstakliga um privati-
seringarnar og skattapolitikkin og um almanna- og
heilsupolitikkin. Eisini kann tað hugsast, at stóru
flokkarnir hava ymsar áskoðanir á ferð og tíðar-
karmar í sjálvstøðistilgongdini.
Vit hava áður í hesum teigi nomið við spurningin
um breiðu tjóðskaparligu semjuna. Vit hava víst á
grundlógarnevndina, sum tað forum, har stórar
tjóðskaparligar ósemjur kunnu verða loystar. Vit
hava eisini ferð eftir ferð mint á, at løgmaður í síni
Ólavsøkurøðu í ár sóknaðist eftir breiðum semjum
um tjóðskaparspurningin og um aðar spurningar
við. Nú hava allir ikki bert løgmaður eitt einastand-
andi høvi at finna eina leið í felag fram ímóti eini
tjóðskaparligari semju um sjálvstøðu Føroya. Her
eru nógv øki, ið semja kundi verið um. Nevnast
kann tann stóra yvirtøkulógin, sum skal koma, sum
eitt úrslit av Tvøroyaraskjalinum hjá løgmanni og
forsætismálaráðharranum. Er hetta ikki eitt upplagt
høvi at bjóða eitt nú Javnaðarflokkinum við at loysa
hetta kanska tað størsta málið, síðan 1948?
Eitt annað stórmál, ið kann verða nevnt, er uttan-
ríkis- og trygdarpolitikkurin. Her eigur avgjørt at
vera funnið fram til eina breiða semju um støðu
Føroya í NATO-høpi, um støðu Føroya til ES eins
væl og til støðu okkara í altjóðasamfelagnum sum
heild. Hesir eru so stórir spurningar, at samgongan
kann heilt einfalt ikki loyva sær at taka avgerðirnar
á smalast hugsandi støði. Somuleiðis má andstøðan
og serstakliga Javnaðarflokkurin hava greið alterna-
tiv og greiðar politiskar útmeldingar um hesar
spurningar – nakrir av teimum størstu í nýggjari tíð
í Føroyum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Breiða semjan
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jóannes Eidesgard
Øll minnast vit søguna
um hin skriftlærda, sum í
bøn síni í halgidóminum
takkaði Guði fyri, at hann
ikki var sum tollarin, sum
stóð skamt frá og í sínum
lagi eisini bað. Og eins
væl kenna vit hesi fólkini,
sum halda seg vera eitt
vet betur enn vit onnur.
Tað eru tey, sum eru tey
seriøsu, tað eru tey, sum
siga sannleikan, og tað
eru tey, sum eru tey røttu.
Og so hava tey okkum øll
onnur til at styrkja teirra
egna ego við. Vit minna
tey á, hvussu framúrskar-
andi tey eru.
Hendingin henda dagin í
løgtinginum, har Høgni
Hoydal tekur bæði tingfólk
og formansskap í skúla um
borðbart orðaval, fær meg
at hugsa um ein gamlan
Western-film við heitinum
"The Good, the Bad and the
Ugly." Uttan at hava fingið
leiklutin
tillutaðan,
so
hevur Høgni Hoydal sjálv-
ur átikið sær leiklutin sum
tann góði, tann reiðiligi,
tann sakligi, tann hampu-
ligi og sum tann einasti av
mongum, sum altíð er seri-
øsur. Apropos film, so
hevur sami Høgni Hoydal
enntá stuðla Ulla Boye
Rasmussen við 200.000 kr.
av skattgjaldarans pengum
fyri júst at tekna hesa somu
myndina av sær sjálvum.
Formansskapurin í løg-
tinginum hevur so gjørt
eina niðurstøðu, og vit van-
ligu tingfólk kunnu ikki
annað, enn taka hana til
eftirtektar. Sjálvandi skulu
vit seta mørk fyri, hvat man
kann loyva sær at siga á
tingi, men tað kundi kanska
verið gjørt við, at allir
flokkar luttóku í tí viðgerð-
ini, heldur enn at Høgni
Hoydal skal seta mørkini.
Ikki tí, Høgni Hoydal er í
orðavali og framburði van-
liga sera hampuligur, men
sum útbúgvin í fjølmiðla-
fakinum, so veit hann betur
enn onnur, hvussu boð-
skapurin best kemur fram.
Men hann veit sanniliga
eisini, hvussu rætti boð-
skapurin ikki skal koma
fram.
Hugsið bert um, hvussu
væl hann dugur at seta
dagsskránna soleiðis, at
veruligi málini, sum koma
okkum øllum við, glíða
afturum.
Tá hann nú hevur átikið
sær leiklutin sum The
Good, so kunnu vit spyrja,
hvar hansara egnu mørk eru
- ella hvar eru mørkini hjá
tí flokki, hann er formaður
fyri? Lat okkum taka nøkur
dømi:
- Tjóðveldisflokkurin
skírdi meg fyri hálvan
føroying, og Lisbeth L.
Petersen
fyri
hálvan
dana, meðan Høgni Hoy-
dal var einasti rætti før-
oyingurin. Hvat minnir
slíkt okkum um? Hvør
brúkti júst somu termino-
logi um ta reinu rasuna?
- Fólkatingsvaldagin stóð
Høgni Hoydal fram við
mynd av sær sjálvum í
bløðunum og segði, at
oljan var funnin. Hvat er
slíkt, er tað reiðiligt - um-
boðaði hann sannleikan -
var hann seriøsur? Høgni
Hoydal er so einasti før-
oyingur, sum higartil
hevur fingið nakað per-
sónligt burturúr oljuni.
Hann bleiv jú partvís
valdur við hjálp av hesi
lygnini.
- Hvat við tí skoðsmáli,
Høgni Hoydal hevur giv-
ið andstøðuni frá tingsins
røðarapalli? Hann sigur,
vit eru tey, sum standa
fyri ábyrgdaloysinum -
vit vilja reka landið aftur
í kreppu - vit høvdu
ábyrgdina av 80´unum.
Er slíkt reiðilig tala. Er
hetta
styrkjandi
fyri
fólkaræðið?
- Hvat við, tá eg av for-
manni í tingbólki Tjóð-
veldisfloksins á tingsins
røðarapalli eri lagdur
undir at vera landasvíkj-
ari. Revsingin hjá landa-
svíkjarum er at missa
lívið. Er slíkt reiðiligt?
- Hvat við, tá aðrir tjóð-
veldismenn hava skírt
meg fyri at vera ein quis-
ling og ein, sum móttekur
blóðpengar úr Danmark
(hetta seinna eisini av
tingsins røðartapalli). Er
slíkt reiðiligt?
Ikki tí, ivaleyst hava eisini
javnaðarfólk
í
onkrum
hørðum orðadrátti brúkt
orð og myndir, sum kanska
liggja á markinum, men hví
í Guðs garði Høgni Hoydal
skal átaka sær leilutin sum
tann einasti, sum dugur sær
hógv, ja tað skilji eg bara
ikki. Tað kann so bert
skyldast
eini
ótrúligari
trongd eftir at royna at geva
fólki eina aðra mynd enn ta
røttu.
Vit mugu enn einaferð
staðfesta, at lætt er at síggja
flísina í eyganum á bróðr-
inum, tó uttan at man fær
eygað á bjálkan í egnum
eyga.
»Tey reinu – tey røttu – tey rættvísu«
KAPPING
Listastevna Føroya
Listastevna Føroya bjóðar
við hesum til kapping at
skriva nýggja, føroyska
skaldsøgu. Handritið skal
ikki hava verið almanna-
kunngjørt áður. Skaldsøgu-
handritini skulu verða latin
Listastevnu Føroya í sein-
asta lagi 1. mai 2004.
Ein dómsnevnd metir um
tey innkomnu handritini. Í
dómsnevndini sita Katrin
Næs, studentaskúlalærari,
Turið Kjølbro, cand.phil í
norðurlendskum bókment-
um og Bergur Hansen,
mag.art í norðurlendskum
bókmentum. Dómsnevndin
skilar sær rætt til onga
virðisløn at lata.
Umftramt at lúka oman
fyri nevndu treytir, skulu
handritini verða í minsta
lagi 75 A-4 síður til stødd-
ar, tey skulu vera skrivað
soleiðis, at frástøðan ímill-
um reglurnar er 1.5, og tey
skulu latast Listastevnu
Føroya í einari pappírsút-
gávu og einari teldutøkari
útgávu.
Handritini skulu verða
send á tann hátt, at inni í
brævbjálvanum, sum hand-
ritið verður sent í, verður
lagdu ein afturlatin bræv-
bjálvi við navninum á
skaldsøguni og á henni ella
honum, sum skrivað hevur.
Í virðisløn verða latnar
kr.150.000,-
fyri
besta
handritið.
Vinnarin verður kunn-
gjørdur, tá Listastevnan
2004 verður sett hin 6. au-
gust 2004. Listastevnan
verður hildin kring landið í
døgunum 6. til 15. august
2004.
Skaldsøgukapping
VIÐMERKINGAR
TÍÐINDASKRIV
Frá Altjóða Skrivstovuni
Fleiri enn 70 føroyingar
lesa nú hægri lestur uttan
fyri Norðurlond
Í løtuni eru í minsta
lagið 73 føroyingar, sum
lesa hægri lestur uttan
fyri Norðanlond. Hetta
vísa seinastu tølini frá
Stuðulsstovninum, sum
umsitur ÚSUN skipanina
(ÚtbúgvingarStuðul til
lesandi Uttan fyri Norð-
urlond.)
Stuðulin
til
skúla-
pengar - Tuition Fees - er
upp til 120.000 kr. um
árið í normeraðu lestrar-
tíðini plus eitt ár. Hetta
verður latið til útbúgv-
ingar sum SU-styrelsen í
Danmark
góðkennir.
Umframt stuðulin til
skúlapengar fæst SU-
stuðul - Statens Uddann-
elsesstøtte - sum er uml.
4.000 kr. um mánaðin til
vanligar útreiðslur, sum
td. mat, íbúð og annað
Stuðulin til skúlapeng-
ar - Tuition Fees - er fyri
einum góðum ári síðani
hækkað t il 120.000
krónur. Hetta sær út til at
hava hjálpt, tí heystið
2002 fingu 25 nýggir
studentar stuðul eftir
ÚSUN kunngerðini, men
í ár eru 38 nýggir stu-
dentar, sum eru komnir
inn í ÚSUN skipanina.
Nú eru tilsamans 73 stu-
dentar, sum fáa stuðul
eftir ÚSUN skipanini.
Fleiri nýggj lond
Stóra Bretland er tað
landið har flestu føroy-
ingar nema sær útbúgv-
ing, tá ið Føroyar og
Danmark ikki eru tald
við. Í løtuni eru 55 stu-
dentar í Stóra Bretlandi,
20 teirra lesa í Skotlandi
og 12 teirra í Aberdeen,
býurin er sostatt tann
størsti føroyski lestrar-
býurin uttanfyri Norður-
lond. Í Onglandi eru 29
lesandi, Wales 4 og
Norðurírlandi 1 lesandi.
USA er næststørsta
landið, tá ið umræður
føroysk lesandi uttanfyri
Norðanlond, í løtuni fáa
7 føroyingar, sum lesa í
USA stuðul eftir ÚSUN
skipanini.
Umframt Stóra Bret-
land og USA eru 9 lond á
listanum hjá ÚSUN, tey
eru: Kanada, Kuba, Ný
Sæland, Kina, Avstralia,
Spania, Niðurlond, Peru,
Italia. Fýra lond eru
nýggj, tey eru: Kuba, Ný
Sæland, Kina og Spania.
Tað er undrunarvert at
Týskland ikki longur er á
listanum. Einstakir før-
oyingar hava verið í
Týsklandi og lisið hægri
lestur, men í løtuni er
eingin hóast tað mangla
fólk við kunnleika í týsk-
um.
Nógvar greinir
umboðaðar
At føroysk ung fólk lesa
nógv ymiskt fak sæst
eisini aftur á listanum hjá
ÚSUN. Bólkurin list og
tónleikur hevur 10 les-
andi, bólkurin mál og
miðlar hevur 7 lesandi,
bólkarnir búskaparfrøði,
søga, lívfrøði og vanligar
náttúrufrøðiligar læru-
greinir hava 5 lesandi
hvør, meðan tað eru 4
ella færri í bólkum sum
ferðavinnu, heimspeki,
marketing,
sosiologi,
landafrøðiligar
læru-
greinir, MBA, flogskip-
ari, løgfrøði, gudfrøði og
sálarfrøði.
Føroysk lesandi um
allan knøttin
Gunnar K Nattestad
Nú aftur uppskot liggur á
borðið um at studul til
barnapengar skal falla burt-
ur, eru tað fleiri sum tala
um hvussu hart tad rakar
tey ið skula gjalda (ikki
gjalda alt sum er). Fellur
endurgjaldið burtur, økjast
byrðarnar hjá hesum og tí
má skipanin halda fram.
Tað er einki nýtt í at eing-
in er glaður fyri at missa
endurgjald, men tad sum er
nógv meira viðkomandi at
snakka um er, um endur-
gjaldið nakrantíð skuldi
verið komið?
Tað er ein stórur sorgar-
leikur at foreldur skiljast
/fara frá hvørjum øðrum,
ikki minst fyri børnini. Tað
kann ikki gerast upp í peng-
um, hvussu nógv verður
brotið bæði so og so. At
tann sum ikki hevur børnini
skal gjalda man vera ein av
teimum minnu plágunum,
men - hvat guldu tey
áðrenn ella hvat gjalda tey
sum eru gift/liva saman fyri
síni børn?
Um tað sakliga mett
kostar uml. 1622 kr. um
mánaðan at forsyrgja ein-
um barni, so er tað væl ein
útreiðdsla sum tvey ið eru
saman eisini hava. Hvussu
ber tað so til at tað knapp-
liga er so synd í teimum,
sum skula gjalda til hitt for-
eldurið ið passar børnini?
At pápar (ella mammur)
skula gjalda 881 kr. um
mánaðin fyri at hava sett
eitt barn í verðina ljóðar
ikki nógv. Enn minni sýnist
tað um vit rokna um og
staðfesta at tað verður til 27
kr. um dagin fyri hvørt
barnið.
At fara hvør til sítt frí-
tekur ein ikki frá foreldra
heitinum ella forsyrgjara
skylduni, men allíkavæl
hevur tað almenn endur-
goldið helvtina av barna-
pengunum; man sleppur
sostætt dupult so bíliga við
ikki at hava børnini.
Tað at endurgjaldið eina-
ferð er komið, eigur ikki at
vera nøkur rættvísgerð fyri
at tað eisini skal halda
fram. Tað er hinvegin uppá
tíðina at fáa endurgjaldið
vekk, so at tað ikki verður
gjørdur munur á ábyrgd
foreldranna, hvørjum um-
støðum tey so hava valt at
liva undir.
Tað er fyrst og fremst
foreldranna uppgáva at taka
sær av sínum børnum við
øllum skyldum sum fylgja
við - tað almenna hvørki
skal ella kann stíga inn og
átaka sær hesa uppgávu.
Barnapengar
Johan Dahl
Løgtingsmaður
Alneyðugt at skjøtil verð-
ur settur á í komandi
árið - 7 mió avsettar á
fíggjarlógini fyri 2004, er
ein upphædd sum ikki
kann takast í álvara.
Í dag hoyrdu vit at tilboðini
uppá Norðoyatunnilin blivu
upplatin , - ein sera góð og
neyðug loysn fyri alt infra-
kervið sum bindur Føroyar
saman og lættur um hjá
øllum norðoyingum, - pri-
vatum sum vinnuni, ein
loysn sum kemur at broyta
norðoyggjar og gera lívið
lættari fyri tey sum búgva
har.
Tunnilin Hov - Øravík
sum hevur verið politiskt
forhálaður at fara undir nú í
longri tíð, er eins alneyður
at fáa byrjan uppá fyri
suðringar, - ongantíð ov
skjótt í komandi árið og
vóni eg at útbjóðingin av
hesum arbeiði, verður
framd beinanvegin for-
kanningarnar eru lidnar av
nýggju, niðaru linjufør-
ingini.
Sum skilst so er tilfarið
sum kannað er gott nokk til
at tunnilin kann gerast eftir
hesum uppskotinum.
Samgongan hevur í
fíggjarlógaruppskotinum
sett eina upphædd uppá 7
mio av til at byrja hetta
arbeiði og kann tað ikki
sigast at verða annað enn
láturlig upphædd, - sum
sigur okkum, at tað als
verður fari undir nakra
boring í komandi árið, men
kanska nakað av vegagerð
til og frá tunnlinum.
Tað ber ikki til at málið
verður forhálað, tí sum øll
vita so er vegastrekkið um
hovseggina av vandamikl-
astu í landinum og havandi
í hugað at tung ferðsla við
trailarum o.ø. fer framm
her nátt sum dag, er bert ein
spurningur um tíð nær
vanlukkan hendir.
Øll sum nýta hesa farleið
vita eisini, at hetta vega-
strekki ikki er tespuligt at
koyra í stormið og á vetri,-
tað er beinleiðis lívshættis-
ligt
Heitt verður tí á lands-
stýrismannin í vinnumál-
um, og á einasta sam-
gongulimin í Suðuroy, um
at fáa sett eina upphædd á
fíggjarlógina fyri 2004 sum
munar nakað og arbeiði
veruliga við kraft fer í
gongd næsta ár.
Tunnilin Hov/Øravík
Alfred Olsen
At ein meira ella minni
álvarsamur tekniskur feilur
er gjørdur í sambandi við
byggingina av strandfara-
skipinum
"Teistanum",
kann eingin longur vera í
iva um. Skipið, sum er nýtt,
lá inni á Skála í fýra
mánaðar í summar, og
minni enn tveir mánaðar
eftir, at tað aftur er farið í
sigling, eru enn einaferð
boð eftir einum avloysara-
skipi, tí Teistin hevur tekn-
iskt brek.
Eg havi fyrr sett lands-
stýrismanninum í sam-
ferðslumálum spurningar
hesum viðvíkjandi í bløð-
unum, men fekk ta ferðina
einki svar. Eg fari tí at
royna aftur við hesum
spurningunum:
1. Hvør var orsøkin til, at
Teistin var so leingi úr
sigling í summar, og
hvør er orsøkin til, at
skipið aftur nú varð tikið
úr sigling ?
2. Eru tey teknisku brekini
við Teistanum av slíkum
slag, at sandoyingar og
aðrir brúkarar av rutuni
eisini í framtíðini skulu
rokna við einum óálít-
andi ferðasambandi?
Teistin
Opin spurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann
TÍÐINDASKRIV
frá Norðurlandahúsinum
Onnur konsertin í Orfeus
røðini verður í Norður-
landahúsinum hóskvøld-
ið 30. oktober. Tá fara
Nikolaos
Kapnas
og
Stamen Stantchev á pall-
in við tónleiki fyri violin
og klaver, sum er skriv-
aður í Fraklandi.
Nikolaos og Stamen
hava áður spælt í Orfeus
konsertrøðini, og hesa-
ferð verður tað við verk-
um eftir Debussy, Stra-
vinsky og Saint-Saens.
Sjálv konsertin verður
klokkan 20:00. Eins og
til fyrstu Orfeus konsert-
ina, verður skipað fyri
umrøðu av framførda
tónleikinum hálvan tíma
undan konsertini, tað er
klokkan 19:30
Nikolaos og Stamen
C
M
Y
K
11
10