Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 204 - 28. oktober 2003 Nr. 204 - 28. oktober 2003 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Fríggjadagin 24. august var móttøka á Klaksvíkar Sjúkra- húsi í sambandi við at Jens Jacobsen yvir- portørur fór frá, nú hann blivin 67 ára gamal Jens byrjaði sum arbeiðs- maður á Klaksvíkar Sjúkra- húsi í 1959 í sambandi við at sjúkrahúsið skuldi um- byggjast. Seinni sama ár byrjaði hann sum portørur. 1. oktober 1982 fekk hann starvið sum yvirpor- tørur og fríggjadagin 15. august hevði hann sín sein- asta arbeidsdag eftir at hava starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 44 ár. Tvey tíðarskeið hevur hann tó verið burturfrá hes- um arbeiði. Í 1978 arbeiddi hann í hálvt ár sum portør- ur á sjúkrahúsinum í Herlev og seinni aftur, í 1995-96, arbeiddi hann aftur á sjúkrahúsinum í Herlev sum portørur. Á móttøkuni hendan dag- in vórðu talur hildnar av t.d. Hera Ellingsgaard, um- sjónarmanni, Jonu Nielsen, fyristøðukvinnu, Helenu Pætursdóttir, leiðara á skurðgongini og Honnu Adam, deildarleiðara á Niðristovu. Tey takkaðu Jens Jacob- sen fyri sera gott samstarv hesi mongu árini, hann hevði starvast á sjúkrahús- inum. Móttøka fyri Jens Jacobsen, yvirportøri Millum tey sum hildu røðu vóru: Heri Ellingsgaard, umsjónarmaður, og Jona Nielsen, fyristøðukvinna Mynd: Bárður Lydersen Karstin Hansen, landsstýris- maður, og Jens Jacobsen, fyrrverandi yvirportørur, Mynd: Bárður Lydersen Jens Jacobsen saman við fyrrverandi starvsfeløgunum, portørunum, f.v. Gimmi Hansen, Erik Andreasen, Jaspur Johannessen, Niels Andreasen, Petur Martin Solmunde og Petur Andreasen Mynd: Bárður Lydersen Her eru Marjun og Jens Jacobsen saman við familjuni á móttøkuni Mynd: Bárður Lyderse Starvsfólkini á sjúkrahúsinum møttu eisini væl upp Mynd: Bárður Lydersen NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Niels Juul Petersen givin í Thule Sosialurin hevur fingið eina heilsan úr Grønlandi frá Niels Juul Petersen - nevndur Lilleba - av Tvør- oyri, sum nú er givin á Thulebasanum. Foreldrini vóru, Niels og Isma Peter- sen. Tey vóru 15 systkin. Fyrstu ferð Niels Juul var til fiskiskap var við Marite undir Grønlandi í 1950, hann var tá bert 13 ára gamal og fylti 14 umborð. Hann hevur fiskað undir Grønlandi, men tey sein- astu 25 árini hevur hann arbeitt á landi í Grønlandi. Fyrst í Streymfjørdinun, á basanun har, og síðan 1983 hevur hann verið á Thule- basanun, hvar hann alla tíðina hevur arbeitt í Dining Hall (køkinum). Í juli í ár fylti hann 67 ár, og fall tí fyri aldursmarkin- um. Niels Juul eigur tveir dreingir og tvær gentur. Hann er giftur við Jenny, sum er úr Esbjerg, har tey hava búð, men síðan 1976 hava tey búð í Norje í Svø- ríki, og har fer hann at njóta sítt "otium". Dagurin 28. oktober. Tveggja ápostla messa, Símun Selotes og Júdas Taddeus. Søgnin sigur, at teir vórðu báðir dripnir í Persiu í árinum 71. Á einum av kirkjubøstólunum sæst mynd av einum ápostli við gassa í hendi. Er helst annar av teimum, tí at søgnin sigur, at teir báðir vórðu bardir til deyða. Móttøka var hjá Postverki Føroya fríggjadagin 24. august í sambandi við at Mortan Rasmus- sen, deildarleiðari, fór úr starvi eftir at hava arbeitt á stovninum í 46 ár Bergur í Garði, postverks- stjóri, helt eina røðu har hann m.a. takkaði Mortan fyri hvussu væl hann bleiv móttikin, tá hann tók við sum postverksstjóri í 1998. Hann segði, at Mortan hevði verið eitt gott umboð fyri stovnin bæði í Føroy- um og úti í heimi. Síðan helt Mortan røðu, har hann sera livandi greiddi frá síni tíð á Post- verkinum, frá tí at hann fór í læru hjá Post- & Tele- grafvæsenet í Danmark í 1957, til hann nú gavst hjá Postverki Føroya 46 ár seinni. Formaðurin í Føroya Postfelag, Sunleiv Høj- gaard, segði eisini nøkur orð. Hann segði m.a., at hóast hann og Mortan langt frá altíð vóru samdir, høvdu teir altíð kunna tosa væl saman og funnið fram til loysnir, sum báðir partar kundu góðtaka. Nógv fólk nýttu høvið at heilsa uppá Mortan hendan dagin, bæði starvsfelagar, vinir og kenningar. Eisini vóru umboð fyri stovnar, sum samstarva við Post- verkið. Móttøkan var í nýggju og hugnaligu kan- tinuni á høvuðsposthúsin- um á Óðinshædd. Theodor Thomassen Sørvágur 95 ár Í dag 28. oktober verður Theodor Thomassen í Sør- vági 95 ár. Hann er føddur og uppvaksin i Sørvági. Foreldrini voru Elsebeth Kristine og Andreas. Sum 14 ára gamal fór Theodor til skips. Tey fyrstu árini sigldi hann sum dekkari og síðani sum motormaður. Eftir at hava siglt í nøkur ár keypti hann sær ein deksbát, sum hann hevði í eina tíð, til hann fekk sær handil í kjallaran- um. Tað var skjótt at kjall- arin bleiv ov trongur, og í 1968 bygdi hann so ein nýggjan handil, sum hann hevði, til elsti sonurin tók yvir. Theodor hevur eisini fingist við at stoypa, og hevur hann stoypt nógv hús í Sørvági. Tað sum Theodor serliga er kendur fyri er útróðurin. Fyri nøkurm árum síðani kom hann í føroysku met- bókina, sum elsti útróðrar- maður í Føroyum. Hann hevur róð út í nógv ár, og sum 70 ára gamal keypti hann eitt nýtt seksmanna- far, sjálvt um nógv hildu, at tað var hann ov gamal til. Báturin er nú 25 ára gamal og enn er Theodor einsa- mallur á floti nærum hvønn dag, tá ið veður er. Hann hevur havt nógvar góðar avreiðingar til fiskamarkn- aðin í ár. Nú ið tað gjørdist krav, at allir útróðrarmenn skulu hava ís við til útróð- rar, hevur tað ikki fingið hann at setast aftur. Tvørtur ímóti. Hann keypti ístaðin tveir isoleraðar fiskakassar, soleidis at hann kann ísa fiskin umborð so skjótt, sum hann er kruvdur. Um vetrarnar, meðan báturin stendur uppi á landi, putlast hann í kjall- arinum. Hann er sera fittur í hondum, og hevur smíða nógvar ymiskar lutir. Hann fæst mest við at gera reið- skap, sum varð brúktur í gomlum døgum. Theodor er ein trúgvandi maður. Hann hevdi sunnu- dagsskúlan í nógv ár, har ið hann kom at kenna nógv børn. Eisini hevur hann verið fastur gestur í missi- ónshúsinum, sum hann eisini var við til at byggja. Theodor giftist við Nenceu og tey fingu 10 børn, 5 gentir og 5 dreingir sum øll búgva i Vágum. Móttøka hjá Postverki Føroya Mortan Rasmussen og postverksstjórin, Bergur í Garði, við einum málningi av Amariel Norðoy, sum Mortan fekk frá Postverkinum Mynd: Jens Kristian Vang Inga Ellingsgaard, systir Mortan, og tvey av børnunum hjá Mortan, Rasmus og Linda, saman við Lenu og Petur Sigurð Rasmussen Mynd: Jens Kristian Vang Nógv fólk stukku inn á gólvið henda dagin. f.v. Herman í Stórustovu, Mortan Rasmussen, Hans Jørn Nielsen, Bjarni A. Bjarnasson, og Bergur í Garði Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12