Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 - 28. oktober 2003 15 14 Nr. 204 - 28. oktober 2003 ur, magar), sum burtursæð frá einum parti av rognun- um, als ikki verður gagn- nýttur í dag. Innvøllinir verða tveittir fyri borð. Tað er eingin loyna, at føroyskur saltfiskur hevur eitt sera gott orð á seg á marknaðinum. Hetta tí, at man hevur megnað at fram- leitt eina javna og dygdar- góða vøru, sum keyparnar hava vilja goldið ein meir- prís fyri. Sera umráðandi er tí, at halda fast um hesa ser- støðina og í enn størri mun, marknaðarføra vørumerkið "Faroe Fish". 2 .Automatisering av framleiðsluni og leitan av nýggjum framleiuðslumøguleik um og marknaðum Upsi, er ein stórur partur av feskfiskaveiðuni undir Før- oyum. Upsi, er ein bíligur úrdráttur, og er í sera harð- ari kapping við annan fisk sum t.d. alaska pollock, sum í stórum nøgdum, verður framleiddur í lág- kostnaðarlondum. Høvuðs- marknaðurin fyri upsa er Týskland. Tann grái liturin í upsanum, ger at áhugin fyri upsanum er ógvuliga avmarkaður t.d. í Onglandi og USA. Royndir hava verið gjørdar at fáa upsin hvítan, men enn er langt á mál. Umframt, at troyta møguleikarnar við feskum og saltaðum úrdráttum fult út, mugu vit ásannað, at neyðugt er at effektiviserað framleiðsluna, soleiðis at framleiðslukostnaðurin fer niður. Hetta hevur við sær, at neyðugt er við nýggjum framleiðsluútbúnaði, sum er arbeiðssparandi. Fyri at forrentað hesar nýíløgur, er neyðugt at framleiða upsan á virkjum, sum arbeiða stórar nøgdir árliga. Neyðugt er samstundis, at sundurbýta framleiðsl- una meiri, bæði hvat vøru- bólkum og marknaðum viðvíkur. Av landfram- leiðsluni av upsa í Føroyum í 2002, vóru frystir úrdráttir (75%), saltaðir úrdráttir (23%) og feskir úrdráttir (2%) av samlaðu upsa- framleiðsluni (Hagstova Føroyar 2003).. Tilsvarandi tøl í Íslandi vóru í 2002, frystur blokk- ur (18%) fryst fløk og sundurskorin flakastykkir (44%), saltflaktur fiskur (18%), saltfløk (17%) og klippfiskur (3%). Ìslendski útflutningurin er eisini skiftir til munandi fleiri lond, enn tann føroyski. Eftir eina ferð í Japan heystið 2002, hevur tað undrað meg ikki sørt, at ein ikki kannar møguleikarnir at fyri selja frystar upsa- úrdráttir í Japan. Liturin á tí føroyska upsaflakinum, er ógvuliga meinlíkt litinum á tunfiski, sum er eitt av teimum fiskasløgunum, sum verður mest etið av í Japan. 3.Hjáframleiðslur og biotøkni Gagnnýtsla av øllum, er ein upplagdur møguleiki, at betra um tað samlaða kapp- ingarføri hjá tí føroysku fiskivinnuni. Um virði fæst burturúr øllum fiskinum, stendur ein seg munandi betri í kappingini um rá- fiskin. Hjáframleiðslur, umfatar tað, sum eftir av rávøruni, táið høvuðsvøran er við- gjørd (høvd, ryggir, skræða og fráskurður) og innvøllir, sum við undantak av rogn- um, ikki koma á land við fiskinum, men verða tveitt- ir fyri borð. Gongd er komin á, at gagnnýta høvdini til matna. At tað leggja stórir møgu- leikar fyri virðisskapan av hjáframleiðslum, er Faroe Marine Products (Høvda- virkið) í Lorvík, eitt talandi dømi um. Síðan fram- leiðslubyrjan í Oktober 2001 og til nú, hevur virkið útflutt fyri umleið 60 mó. Kr. Útflutningsvirðið er fýrfaldað, sammett við, um høvdini, ístaðin fyri høvdu farið til tær siðbundnu framleiðslunar, fiskaslógv og/ella fryst minkafóður. Tað leggja enn, nógvir møguleikar fyri at gagnnýta tað hjáframleiðsluna sum stavar frá fiskaframleiðsl- uni á landi. Harumframt er sera stór virðir sum dag- liga, fara fyri skeyti, tá hugsað verður um allar teir innvøllir, sum verða tveittir fyri borð. At tað liggja stórir ó- troyttir virðisskapanar møguleikar innan hjáfram- leiðslur í Føroyum, sæst, um vit hyggja eftir útflutn- inginum av hjáfram- leiðslum úr Islandi í 2002 (Talva VI). Íslendingar útfluttu hjáframleiðslur í 2002, fyri knappar 600 mio. Kr í okkara virði. Mín meting er, at virði av tí føroysku hjáframleiðsluni í 2002, í mesta lagi var 60 mio. Kr. Sí talvu VI Sum tað kemur fram av talvuni, eru stór virði úr innvøllum(livur, rogn v.m) og í høvdum og ryggjum, sum vit í Føroyum hava møguleika at gagnnýta betri, um vilji, virkisfýsni og rættu karmarnir eru fyri hesum. Sum tað gongur fram av Talvu VII, seta íslendingar eisini, sera stórar vónir til framtíðina, til at gagnnýta allan fiskin.Eftir áheitan frá íslendska fiskimálaráð- harranum Àrna Mathiasen, var ein serfrøðingabólkur settur, umboðandi vinnuna, lærda háskúla Ìslands, Rannsóknar stovu Fiski- ídnaðarins og Fiskimála- ráðið. Hesin bólkur handaði fiskimálaráðharranum í fjørvár, eitt álit, nevnt AVS verkaætlanin, sum er ein stytting fyri Added Value Seafood. Sí talvu VII Tað sum er áhugavert við AVS verkaætlanini, er at serfrøðingabólkurin, vænt- ar at teir stóra virðisskap- anar møguleikarnir, eru innan hjáframleiðslur, bio- tøkniskar úrdráttir og aling. Innan hjáframleiðslur, væntast vøksturin at tví- faldast, frá 600 mio. Kr í 2001 til 1, 2 milliardir í 2012. Biotøkniskir úrdráttir, sum umfatar framleiðslu av servørum úr fiskaslógvi, sum livur, rogn, sil og KRONIKK Egil Olsen Í seinastuni, hevur nógv tjak verið, um trupulleikan, av at so stórur partur av feskfiskinum, sum verður veiddur undir Føroyum, fer óvirkaður av landinum. Vinnulísvfólk hava úttalað seg og politikarar hava eis- ini nomið við trupulleikan og víst á møguligar loysnir, fyri at avmarkað útflutning- in av óvirkaðum fiski. Undirritaði, vil við við støði í hesum notati, um- røða kappingarførið í før- oyska fiska-ídnaðinum, tær hóttanir sum fiskídnaðurin stendur fyri, og hvørjir møguleikar eru, at møta hóttanunum. Í Talvu I, er víst fesk- fiskaveiðan undir Føroyum í tíðarskeiðnum 1997-2002. Verður sæð burtur frá veiði- árinum 2002, hevur árliga veiðan verið góð 100.000 tons. Nakað er, sum bendir á at veiðan í 2003, verður á nøkunlunda sama støði, sum í 2002. Verður hugt at veiðuni av teimum ymisku fiskasløg- unum, sæst at upsaveiðan hevur verið støðugt vaks- andi. Veiðan av hinum fiskasløgunum, hevur verið rættuliga jøvn í tíðarskeið- num 1997-2002. Tó, hevur veiðan av upsi, toski og hýsu í 2002, verið munandi størri enn meðalveiðan alt tíðarskeiðið. Gongdin í 2003, er nokk so lík gongd- ini í 2002. Sí talvu I Verður hugt eftir útflutn- inginum av óvirkaðum feskum fiski 1997-2002 (Talva II), kemur fram, at í meðal hevur hesin útflutn- ingurin ligið um 27.000 tons. Eisini her sæst, at árið 2002 líkist burturúr, har nøgdin av útfluttum óvirk- aðum fiski næstan tvífald- aðist, í mun til meðalút- flutningin í tíðarskeiðnum 1997-2002. Sí talvu II Tað mest áhugaverda er tó, at samanbera útflutning- in av óvirkaðum feskum fiski við veiðuna. Hetta er víst í Talvu III. Sum tað framgongur av talvuni, er útflutningurin av feskum heilum óvirkaðum fiski, í meðal 24% av heild- arveiðuni. Àrið 2002 líkist eisini burturúr hinum árun- um. Ùtflutningurin av óvirk- aðum toski, hýsu og serliga upsa, er vaksin prosentvís, sera nógv í 2002. Teir fyrstu sjey mánaðirnir í 2003, eru útflutt góð 31.000 tons av óvirkaðum fiski, og tískil kann roknast við at gongdin í 2003, er lík henni í 2002. Ì øllum tíðar- skeiðnum, er tað serliga hýsan, sum verður útflutt óvirkað. Sí talvu III Spurningurin, er so, um gongdin, har størri partur av feskfeskaveiðuni verður útfluttur sum óvirkaður fiskur, er ein staðfesting av, at kappingarførið í før- oyska fiskaídnaðinum er versnandi. Er framleiðslu- kostnaðurin ov høgur, ella eru hendar broytingar í kappingar-umhvørvinum, sum gera at kappingarførið, í vinnuni er versnandi. Eftir mínari áskoðan, er tað bæði tað høga kostn- aðarstøðið ì Føroyum og tær broytingars um eru hendar í kappingarum- hvørvinum hjá vinnuni. Broytingar í kappingar- umhvørvinum, gera seg serliga galdandi á tann hátt, at kappingin frá lágkostn- aðarlondum, gerst alsamt harðari, á teimum markn- aðum, sum føroyingar van- liga selja sínar fiskaúr- dráttir á (Týskland, USA, England, Frakland). Sum dømi uppá hetta, kunnu vit lýsa kappingina frá Kina. Útflutningurin av fryst- um fiskaúrdráttum úr Kina, er í tíðarskeiðnum 1996- 2001, meira enn fimm- faldaður (Fiskifrettir juli 2003). Í 1996 var útflutn- ingurin úr Kina 900 mill. Kr. Í 2001 var útflutning- urin, vaksin til knappar 5 milliardir. Høvuðsmarkn- aðinir fyri kinverskar fiska- úrdráttir eru, USA, Fjar- eystur og Europa. Ì 2001 var Europa størsti út- flutningsmarknaðurin fyri frystar kinverskar fiskaúr- dráttir. Framleiðslan í Kina, er grundað á keyp av frystari rávøru(avhøvdaðum fiski) úr Europa, Fjareystri og Alaska. Tann ógvusligi framleiðsluvøksturin seinnu árini, er serliga grundaður á keyp av fryst- um avhøvdaðum fiski úr Vestur-Europa (serliga Noreg). Í Kina, verður fiskurin hondskorin til flak (Mynd 1) og útfluttur aftur til Europa sum tvífrystir úr- dráttir, á teimum somu marknaðum sum føroy- ingar, íslendingar og norð- menn eisini selja sínar fiskavørur á. At byrja við, var góðskan á kinversku framleiðsluni vánalig. Eitt stutt skifti, bannaði ES eisini innflutninginum av kinverskari fiskafram- leiðslu. Sambært serfrøðingum, er góðskan á tí kinversku framleiðsluni, nú líka so góð, sum góðskan á før- oyskum, íslendskum og norskum fiskaúrdráttum. Kinverjar bjóða tí eina líkagóða vøru fram, sum vit, men til ein munandi lægri útsøluprís. Norway Seafoods, gjørdi fyrr í ár, eina samanbering av framleiðslukostnaðinum í Noregi og Kina, fyri fryst toskafløk (Talva IV). Sí talvu IV Sum tað kemur fram av talvuni, er munurin í framleiðslukostnaðinum um knappar 12 kr. Tað eru serliga tveir eyð- sýndir munir, millum frystiframleiðsluna í Kina og Noregi. 1. Ùrtøkan 2. Lønarkostnaðurin (skiftandi og fastir) Í Kina, verður allur fisk- urin flakaskorin við hond, meðan fiskurin í Europa verður maskinskorin. Ùr- tøkan við hondskering, er munandi størri enn við maskinskering (12%). Hetta gevur ein mun í rá- vørukostnaðinum, uppá 4,35 kr. Tann stóri munurin er tó í framleiðslulønunum. Mun- urin er her, knappar 12 kr fyri kilo av lidnari vøru. Mánaðarliga meðallønin, fyri ein kinverskan fram- leiðsluarbeiðara er umleið 100 USD (650 kr). Flutningskostnaðurin, er sjálvandi størri fyri kin- verjar enn fyri norðmenn, tí tann frysta rávøran skal fyrst flytast til Kina og síðan aftur til Europa, sum tvífrystflak. Kinverjar, kunnu tískil selja somu vøruúrdrattir, á somu marknaðir, sum før- oyingar, íslendingar og norðmenn gera, fyri ein søluprís sum er 12 krónur lægri. Hetta er høvuðsorsøkin, til at vit merkja eina mun- andi harðari kapping á marknaðinum og tað gerst truplari og truplari at fram- leiða fiskin í Føroyum løn- andi. Hetta sæst aftur m.a. í at útflutningurin av óvirk- aðum fiski veksur úr Før- oyum, veksur støðugt og ístaðin verður arbeiddur í londum, har framleiðslu- kostnaðurin er lægri enn í Føroyum. Hvørjar møguleikar, hev- ur so tann føroyska fiski- vinnan á landi, at møta kappingini frá lágkostnað- arlondum. Hvørjar broyt- ingar ella tillagingar, eru vit noyddir at gera framyvir, fyri at standa okkum í kappingini. Eg síggi tríggjar møgu- leikar, sum kunnu verða aktuellir, og verða hesir umrøddir niðanfyri. 1. Feskar vørur og saltaðar vørur 2. Automatisering av framleíðsluni og leitan av nýggjum fram- leiðslumøguleikum og marknaðum 3. Hjáframleiðslur og bio- tøkni 1. Feskar vørur og saltaðar vørur: Skal føroyski fískaídnað- urin, klára seg í kappingini við lágkostnaðarlondini, má vinnan leggja áherðslu á "posisjonera" seg á marknaðinum. Hetta merk- ir, at í nógv størri mun enn nú, má vinnan framleiða ein vøru, sum er annarleið- is, enn tann vøran sum verður boðin út frá lág- kostnaðarlondunum. Tann fyrimun, sum vit serliga hava framum t.d. kinverjar, er møguleikin, at kunna bjóða feska-, og saltaða dygdarvøru, til kravmiklar keyparar í Europa og USA. Vit mugu gera kringum- støðurnar so góðar sum møguligt, fyri hesum fram- leiðslumøguleikunum. Hvat feskari vøru viðvíkur, er neyðugt at leggja doyðin á, at betra um logistikkin. Tað er týdningarmiklari politiskt, at umrøða spurn- ingin um betri flogferðslu- møguleikar fyri feskar fiskaúrdráttir, enn alt tosið um undirsjóvartunlar. Skal ein megnað, at verða ein álítandi útvegari av feskum úrdráttum og røkka best møguligum prísi, er neyð- ugt at útvegað kundunum feskar dygdarvørur hvønn dag, alt árið. Ì 2002, útfluttu íslend- ingar 28.000 tons av fesk- um fiskaúrdráttum við flogfari, til marknaðin í USA og Europa (Pállson pers.samr. Oktober 2002). Serliga, er tað tann dag- gamli fiskurin, sum verður útfluttur sum feskur úr- dráttur við flogfari. Sum tað framgongur av Talvu V, er tann íslendski útflutn- ingurin av óvirkaðum fiski eisini munandi minni enn av óvirkaðum fiski úr Før- oyum. Sí talvu V Tann daggamli fiskurin í Ìslandi, verður fyri tað mesta landaður ókruvdur, seldur á uppiboðssølu, hondskorin, fyri síðan at verða flogin inn dagliga til marknaðinir í USA og Europa. Tann daggamli fiskurin er eisini tann fisk- urin, sum fær tann besta rávøruprísin í Ìslandi. Tað er tí ein tvørsøgn (paradoks), at tann dag- gamli fiskurin (útróðrar- fiskurin) í Føroyum, hevur lægsta avreiðingarprísin. Hetta fortelur okkum, at tað liggur eitt ómetaliga stórt óbrúkt virðisskapanar po- tensiali í tí daggamla fisk- inum í Føroyum. Umframt virðisskapanarpotensialið úr sjálvum fiskinum, liggur eisini eitt stórt potensiali í innvøllunum (rogn, sil, liv- Føroyskur fiskaídnaður – hóttanir og møguleikar Framhald á næstu síðu Flakaframleiðsla við hond í Kina, anno 2003 (Fiskifrettir Juli 2003) Egil Olsen C M Y K 14