týsdagur 28. oktober 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 204 - 28. oktober 2003
Nr. 204 - 28. oktober 2003
17
magar, til úrdrattir, sum
verða brúktar til íblanding í
smyrsl, heilivág, orku og
kosttilskot, functonal foods
v.m., at vaksa úr 30 mio. Kr
í 2001 til 1,1 milliard í
2012.
Tann minsti virðisvøkst-
urin, vænta íslendingar, er
innan tær siðbundnu fram-
leiðslunar.
Tað átti ikki at verið
nakað í vegin, fyri at eisini
føroyingar kundu troytt teir
virðisskapanarmøguleikar
sum liggja innan hjáfram-
leiðslur og biotøkniskar
úrdráttir. Gongdin í heim-
inum er eisini soleiðis, at
rávørumarknaðurin verður
alsamt meira globaliser-
aður t.m. at tað verður
altjóða frí kapping um
ráfiskin. Tey londini sum
duga best at fáa burturúr
øllum, vilja verða vinnarnir
í hesi kappingini.
Afturat teimum trimum
møguleikunum, sum eru
nevndir omanfyri, er spurn-
ingurin um burðardygga
veiðu og gagnnýtslu av
øllum. À enskum verður
hetta rópt Responsible
Fisheries og Responsible
Utilisation.
Hetta er eitt rák í heim-
inum, sum alsamt fær størri
týdning í samband við
framleiðslu og sølu, av
matvørum, sum heild.
Tann føroyska fiskidaga-
skipanin, er uttan iva ein
skipan, sum stilla føroy-
ingar sterkar, í samband við
burðardygga
veiðu.
Ì
spurninginum um burðar-
dygga framleiðslu, eru vit
tíverri langt frá tí, sum
kemur undir hetta hugtakið.
Hetta gerst sjálvandi ikki
eftir, stuttari tíð, men vit
mugu seta hol á nú. Tann
fyrsta fortreytin fyri hesum
er, at innvøllirnar ikki verða
tveittir fyri borð, men verða
tiknir til lands og gagn-
nýttir til lønandi virksemi.
Tann almenni myndug-
leikin kundi rætt vinnuni
eina hjálpandi hond, við at
fáa inn í lógina um vinnu-
ligan
fiskiskap,
eina
skyldu, at taka teir innvøllir
til lands sum tað finnast
fiskakeyparar til. Teir sum
velja ikki at taka innvøllinir
til lands, kundu t.d. verið
sektaðir við mistum fiski-
døgum. So er tað upp til tað
einstaka reiðaríið at avgera
um tað er meira lønandi at
tveita innvøllinur í havið
ella taka teir til lands.
Vinnan, má tillaga sítt
framleiðsluval,
val
av
marknaði og kostnaðar-
støðinum, eftir teimum
broytingum, sum henda í
kappingarumhvørvinum
Leikluturin hjá almennu
myndugleikunum, verður at
skapa góðar karmar fyri at
røkka teimum málum sum
eru nevnd omanfyri. Hetta
hevur við sær at betrast má
um flutningsmøguleikar-
nar, gransking og út-
búgving má stuðlast, og sett
verða
almenn
krøv
í
samband við góðskuni á
rávøruni, og at medvirkað
verður til at einki verður
tveitt fyri borð, sum virði
kann fáast burturúr. Før-
oyskum
fiskavirkjunum,
mugu eisini javnsetast við
útlendsk fiskavirkir, í kapp-
ingini um ráfiskin.
Vinnugransking og ný-
skapan, fer framyvir at hava
ein sera stóran týdning, taíð
umræður at menna nýggjar
vinnur og vørur. Tað er tí
hugstoytt at játtanin til eitt
nú Fiskivinnuroyndir verð-
ur niðurskorin á komandi
fíggjarlóg.
Framtaksgrunnurin, sum
vinnumálaráðið varðar av,
má fáast at stuðla nýggjum
vinnum og verkaætlanum,
og ikki sum higartil, mest
at virkað eftir undantaks-
regluni.
Framhald av síðu 15
Regin Eikhólm
23/10-03
Í Sosialinum 14/10-2003
hevur Kim Simonsen sum
so ofta áður eina áhuga-
verda grein. Hesaferð um
leikin Erasmus Montanus
hjá Ludvig Holberg (1684-
1754). Í hesum sambandi
endurgevur og viðmerkir
Kim Simonsen brot úr
Erasmus Montanus í før-
oyska kjakinum, har hann
sigur, at tey sum brúka
Erasmus Montanus nega-
tivt hava misskilt, hvat Hol-
berg vildi við persóninum
Erasmus Montanus, meðan
tey sum sýna samkenslu og
leggja dent á, at Erasmus
Montanus hevur rætt, eru
gløggir lesarar.
Sum kunnugt vildi Hol-
berg lata fólkið síggja seg
sjálvan í spegilsmynd í tí,
sum fór fram á palli. Tá so
studenturin og magistara-
spírin, Erasmus Montanus,
kemur heimaftur og oysir
av sínum ástøðisliga uni-
versitetslærdómi um nýggj-
astu vitan innan de facto
nátúruvísind, har jørðin
ikki longur er fløt men
rund, so er einki galið við
tí. Hetta man so mangur
heimafturkomin nýútklakt-
ur føroyingur kenna seg
aftur í. Men tá Holberg -
við metafysiskum speisemi
- letur tann væl disputer-
andi Erasmus Montanus
royna seg í tí formella lo-
gikkinum hjá Aristoteles
(384-322 á.Kr.) gongur
galið.
Erasmus Montanus
logikkur
1. Útsøgn (præmis): En
sten kan ikke flyve.
2. Útsøgn (præmis):I (mor-
lille) kan ikke flyve.
3. Niðurstøða (syllogisma)
Ergo er morlille en sten.
Herav framgongur, at Eras-
mus Montanus ikki kendi
til tær grundleggjandi log-
isku fortreytirnar, tí so
hevði hann vita, at tað ber
ikki til at gera niðurstøðu
(syllogismu) út frá tveim-
um negativum útsøgnum
(præmissum),
tí
niður-
støðan verður følsk. Hol-
berg vísir við hesum á, at
hóast Erasmus Montanus
hevði ástøðiliga vitan og
m.a. visti at jørðin var rund,
so kendi hann ikki til tað
mest basala í formella
logikkinum. Hetta foraði
honum kortini ikki retoriskt
í at gera eina niðurstøðu,
sum var skeiv og uttan hald
í veruleikanum.
Tað var í hesum saman-
hangi at undirritaði saman-
bar logiska førleikan hjá
Høgna Hoydal, varaløg-
manni, við tann hjá Eras-
mus Montanus, tá varaløg-
maður í Sjónvarpi Føroya
visualiseraði danska skurk-
in í bankasakini við eftir-
gjørdum duldum myndum.
Útsagnirnar hjá varaløg-
manni hildu ikki, og tí
gjørdist niðurstøðan eisini
skeiv hjá honum.
Akademiska
førleikan
annars bæði hjá Erasmus
Montanus
og
varaløg-
manni, hevur undirritaði
ongantíð sett spurnartekin
við, men teirra logiska
ræsonnement í oman fyri
nevndu tilburðum geva
samanfallandi skeiva ella
falska niðurstøðu. Tað, sum
Holberg eksplicit vil siga
við hesum logiska passus,
er, at ávísur akademiskur
førleiki í sjálvum sær ikki
er nakar garantur fyri at
niðurstøða hjá viðkomandi
altíð er logisk samanhang-
andi og sonn.
Kim Simonsen og
Erasmus Mantanus
Rúgvismikla skrivingin hjá
unga Kim Simonsen ber
brá av tí meiri kvantitativa
heldur enn tí kvalitativa, og
summariska
enten/eller
niðurstøðan um Erasmus
Montanus
loyvir
ikki
differencieraðum nýansum
framat. Hjá Kim Simonsen
er Erasmus Montanus ein
fittur og vitandi studentur,
sum visti hvat hann tosaði
um, men hansara heimliga
umhvørvið og nakrir føroy-
ingar - íroknað undirritaða
- skilja ikki.Erasmus Mon-
tanus, tí teir brúka hann
ikki positivt.
Holberg letur Erasmus
Montanus
umboða
ein
hugmyndafrøðiligan marg-
táttaðan og samansettan
persón, sum í tíðarbund-
num stíli og við atliti til
galdandi
dannelsesideal,
bæði skal karrikera, provo-
kera, upplýsa, vegleiða og
tilátursgera tað gamla stag-
neraða og tað nýggja sjálv-
uppgjørda. Hesin kom-
plexitetur er sýnisgluggi og
pallur fyri retorisku orrust-
uni, har ambitiónir, makt-
girnd, sosial og moralsk
indignatión,
akademisk
hugmóð og lívsins realitetir
annars halda vekingarmøti
í eini upplýsandi skiftistíð.
Tað naiva enten/eller verð-
ur avloyst av tí rationella
søkjandi.
Kim Simonsen setur seg
til dómara yvir hvør rætta
reflesiónin er uppá Eras-
mus Montanus fyribrigdið -
hon skal vera positiv, sigur
hann. Men her tykist hann
ikki heilt at hava fatað tann
kompleksa og margtáttaða
persónin, sum Holberg
hóast alt letur Erasmus
Montanus umboðað. Helst
byggir hetta á eina mis-
skiljing ella á eitt Erasmus
Montanus komplex?
VIÐMERKINGAR
Kim Simonsen og Erasmus Montanus
- misskiljing ella eitt Erasmus Montanus komplex ?
Frammanfyri einari
stórari áhoyrarafjøld
vann Finnur Jensen 2.
undanumfarið í
singer/songwriter
2003
TÒNLEIKUR
Tìðindaskriv
Leygarkvøldið var annað
umfar av singer/songwriter
2003 kappingini hjá Hotel
Hafnia.
Tá
dómararnir
høvdu sagt sítt, gjørdist tað
greitt, at tað verður Finnur
Jensen, sum fólk sleppa at
hoyra aftur í finaluni 22.
november.
Áhugin fyri fyrsta undan-
umfarinum, sum Ronni
Poulsen vann, var stórur,
men ikki kann sigast annað
enn, at enn fleiri fólk leit-
aðu sær oman í Hafnia
Lounge leygarkvøldið enn
til fyrsta umfar.
Og tað var ein ógvuliga
fegin Finnur Jensen, sum
kundi sessast aftur við gitt-
aranum og spæla nøkur
fleiri løg fyri áhoyrarunum.
– Hetta var ótrúliga stutt-
ligt. Tað kendist gott at
spæla her í kvøld. Stemn-
ingurin var framúr góður,
og tú merkti veruliga at
fólk vóru glað fyri at vera
her, segði Finnur Jensen.
Finnur Jensen og hinir í
Páll Finnur Páll liggja í løt-
uni fyri fjórðu viku á rað á
ovastu rók. Hin oddamað-
urin í Páll Finnur Páll, Páll
Oddur Rubeksen, royndi
seg eisini sum solist í kapp-
ingini leygarkvøldið.
Blandað
Hvat viðvíkir stíli, so var
annað undanumfar ógvu-
liga blandað. Fyrstur við
mikrofonina
var
Pól
Hentze. Skopuningurin Pól
spældi trý andalig løg hjá
sær sjálvum. Hann smædd-
ist ikki burtur og gav tað,
hann átti.
Stílurin broyttist full-
komiliga, tá Tønnes Mikk-
elsen settist at spæla fyri
fólkið. Hann legði stóran
dent á at fáa fólk við og
undirhelt rættiliga við sín-
um trimum fólkaligu løg-
um.
Páll Oddur Rubeksen
eigur ein heilt serstakan
stíl. Tað prógvaði hann
aftur leygarkvøldið, tá hann
sang fyri fólkið nakað av tí,
sum hann hevur liggjandi í
skuffuni heima. Hann sang
ógvuliga væl, og fólk hildu
fyri, at Páll Oddur væl
kundi gerast vinnarin hetta
leygarkvøldið.
Hin frontfigurin í Páll
Finnur Páll, Finnur Jensen,
hevur ein annan stíl. Han-
sara løg eru meira popp
kend. Tað gekk eisini óføra
væl hjá Finni leygarkvøld-
ið. Hann spældi fyrst tveir
nýggjar sangir hjá sær
sjálvum. Harav var annar
teirra ein sangur til George
Harryson, sála.
Sum sítt síðsta lag kundi
Finnur ikki lata vera við at
spæla forelskaður sjónleik-
ari.
Tað eru royndir dómarar
frá FUT, sum gera av, hvør
skal vinna. Teir nýta fleiri
metingarstøði. Eitt nú verð-
ur stórur dentur lagdur á
originalitet og framførslu.
Onkra broyting
Sum nevnt valdu dómar-
arnir Finn Jensen sum
vinnara. Hann var ógvuliga
væl nøgdur við avriki. Men
tað er langt frá vist, at
skráin verður tann sama í
finaluni.
- Eg arbeiði allatíðina við
sangum, og eg rokni við, at
skráin verður øðrvísi í
finaluni,
sigur
Finnur
Jensen.
Útvarp Føroya tekur upp
frá kappingini, og í vikuni
ber til at hoyra tónleikin,
sum varð spældur í Hafnia
Lounge leygarkvøldið.
Hósdagin 30. oktober
kl. 19.30 verður
Torgið í SMS karmur
um spennandi
mótasýning
MÓTASÝNING
tíðindaskriv
Luttakandi handlarnir til
ársins mótasýning á Torg-
inum í SMS hóskvøldið 30.
oktober bjóða 210 ókeypis
sitipláss til sýningina. At-
gongumerkini fáast við at
avheinta tey í handlunum,
sum luttaka.
Luttakandi
handlarnir
eru Klivin, Vero Moda,
Deres, Flykran, Sportmas-
ter, Skálkur, Skilling, Dem-
mus, Benetton og Bindi-
búðin. Umframt hesi 210
sitiplássini er sjálvandi
hópur av standiplássum.
Koreografur og show-
master hetta kvøldið er
Barbara í Gongini, sum
lovar eina spennandi heyst-
mótasýning. Hóast torført
er at seta eina felagsyvir-
skrift á mótan og stílin, so
sigur hon, at á kvinnusíð-
uni er retro-80 móti serliga
nógv
frammi,
meðan
mannfólkini meira nýta
jørðlitir og kanska hip-hop.
Annars
brúka
vaksnu
kvinnurnar nógv etnisk
klæði, rættiliga væl bland-
að saman, t.d. við svensk-
um strípum og portugálsk-
um broderíum. Karmarnir
til sýningina verða ljósir og
positivir, tónleikur, smyrsl
og hárseting má alt uppliv-
ast í heildini. Sýningin
verður sum sagt hóskvøldið
30. oktober kl. 19.30, og
tey, ið vilja tryggja sær siti-
pláss, eiga at skunda sær
inn í einum av luttakandi
handlunum eftir ókeypis
atgongumerkjum.
Forelskaður sjónleikari
í finaluni
Mótasýning í SMS
Torgið í SMS verður karmur
um stóra mótaframsýning
hósdagin
C
M
Y
K
17
16