týsdagur 28. oktober 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 204 - 28. oktober 2003
Nr. 204 - 28. oktober 2003
19
Ellivu fólk eru deyð,
og minst 400 hús eru
farin upp í royk í
Kalifornia. Myndug-
leikarnir halda, at
eldurin er ásettur
ELDUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Gray Davis, sum enn er
guvernørur í Kalifornia,
hevur lýst undantaksstøðu í
tveimum pørtum av statin-
um, og hann hevur biðið
George W. Bush, forseta
lýsa økini í undantaks-
støðu. Sambært guvernør-
inum er hetta tann ringasti
eldurin, sum hevur verið í
Kalifornia seinastu tíggju
árini.
Eldurin hevur serliga
gjørt um seg á leiðini við
býin San Diego. Har eru
umleið 100.000 hektarar
svidnir av, og átta fólk har
eru deyð, sigur løgreglan í
býnum. Tvey teirra doyðu,
tá tey royndu at flýggja
undan eldinum í bili, ein
maður doyði, tá hann
royndi at bjarga húsunum,
og ein annar maður fekk
hjartaslag, meðan hann
stóð og hugdi at húsum sín-
um, sum stóðu í ljósum
loga.
Eisini eystan fyri stór-
býin Los Angeles hevur
eldurin gjørt stóran skaða,
og har royna umleið 20.000
sløkkiliðsmenn at basa eld-
inum. Reyði Krossur hevur
skipað tjúgu neyðhjálpar-
støðir í Kalifornia fyri at
hjálpa fleiri túsund fólkum,
sum hava verið noydd at
flýggja undan eldinum.
Nógvur vindur av skift-
andi ættum hevur gjørt tað
sera trupult hjá sløkkilið-
unum at forða eldinum í at
breiða seg, og í gjár søgdu
veðurmenninir framvegis
frá vindi teir næstu dagar-
nar. Tað hevur eisini verið
turt leingi, og harafturat
hevur tað verið heitt leingi.
Tað ger, at at kalla alt
brennur, siga sløkkiliðini.
Løgreglan í Kalifornia
heldur, at eldurin er ásettur.
Skuldsettur fyri svik
Ríkasti maður í Russlandi, Mikhail Khodorkovskij,
skal sita í varðhaldi í Moskva til tann 30. desember.
Hann varð tikin í býnum Novosibirsk leygarmorgunin
og fluttur til Moskva. Har gjørdi ein dómstólur av at
varðhaldsfongsla hann.
Russiska ákæruvaldið vil vera við, at Mikhail
Khodorkovskij, sum er stjóri í oljufelagnum Yukos,
hevur snýtt tað almenna. Tá hann kom fyri rættin
leygardagin, varð hann skuldsettur fyri skattasvik,
skjalafalsan og fíggjarundandrátt fyri tilsamans hálva
sjeyndu milliard krónur.
Nógvir eygleiðarar í Russlandi halda, at ríkmaðurin
er tikin, tí hann fíggjar tveir politiskar flokkar, sum
eru ímóti politikkinum hjá Vladimir Putin, forseta og
stjórnini í Moskva. Sjálvur hevur Putin einki sagt um
handtøkuna, men eygleiðararnir siga, at løgreglan
hevði ikki kunnað tikið ein so týðandi persón uttan
samtykki forsetans. Aðrir eygleiðarar ávara sam-
stundis um, at handtøkan fer uttan iva at skerja áhug-
an hjá útlendskum fyritøkum at gera íløgur í Russ-
landi.
Gott úrslit hjá Statoil
Tað gongur væl hjá norska oljufelagnum Statoil. Í
gjár almannakunngjørdi felagið roknskapin fyri juli
ársfjórðing, og har sást, at felagið hevði havt góðar
tólv milliardir norskar krónur í avlopi í triðja árs-
fjórðingi. Tað er næstan hálvonnur milliard krónur
meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Úrslitið hjá Statoil var eisini betur, enn serfrøðingar
høvdu væntað. Í einum tíðindaskrivi, sum kom í sam-
bandi við roknskapin, sigur felagið, at teir seinastu
mánaðirnir hava verið truplir, og víst verður á gøluna,
sum endaði við, at stjórin, Olav Fjell, noyddist at fara
frá.
Aftan á skatt var nettoúrslitið í juli ársfjórðingi 4,3
milliardir norskar krónur. Tað merkir, at nettoúrslitið
níggju teir fyrstu mánaðarnar var 12,3 milliardir
krónur.
Sharon til avhoyringar
Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, skal seinni í
vikuni í rættin í sambandi við tvey mál um svik.
Millum annað skal Sharon svara spurningum frá
løgregluni, sum vil vera við, at forsætisráðharrin fekk
eitt ólógligt lán undir valstríðnum í 1999. Hann skal
hava fingið lánið sum samsýning fyri nakrar politisk-
ar tænastur. Eisini er hann skuldsettur fyri at hava
givið einum vinnulívsmanni mutur, tá hann var uttan-
ríkisráðharri í nítiárunum. Sjálvur sigur Sharon, at
hann er ósekur.
Sharon verður væntandi avhoyrdur í morgin og hós-
dagin. Hann er kortini ikki tann fyrsti ísraelski stjórn-
arleiðarin, sum er lagdur undir svik. Bæði Benjamin
Netanyahu og Ehud Barak vórðu í síni tíð lagdir undir
svik, men tey bæði málini vórðu seinni løgd til viks.
Fyrireikaðu seg í fimm ár
Týska tíðarritið Der Spiegel avdúkar nú, at yvir-
gangsfelagsskapurin al-Qaeda fór undir at fyrireika
atsóknina at Woeld Trade Center og Pentagon longu í
1996. Longu tá høvdu teir valt dagin, og tí høvdu teir
givið atsóknini loyniliga heitið "Porche 911".
Sambært tíðarritinum var tað Osama bin Laden
sjálvur, sum fekk hugskotið at nýta ferðamannaflog-
før sum vápn. Der Spiegel veit eisini at siga, at yvir-
gangsmenninir ætlaðu ikki at stoyta tað fjórða
flogfarið niður í Hvítu Húsini, sum tey flestu hava
hildið, men at Capitol Hill var tað fjórða álopsmálið.
Tað er har, Kongressin heldur til. Hetta flogfarið kom
tó ikki so langt, tí tað datt niður í Philadelphia.
Sambært Der Spiegel var tað bin Laden, sum valdi
menninar, sum skuldu taka lut í atsóknini,. Tað var í
februar í 2001. Fimm mánaðir seinni, í juli í, var alt
komið upp á pláss. Tá skal ein av flogskiparunum hjá
al-Qaeda, Mohammed Atta, hava boðað frá, at
"Porche 911 er til reiðar at seta í gongd", skrivar Der
Spiegel.
Republikanski sena-
torurin John McCain
heldur, at trupulleik-
arnir hjá ameri-
kanska herinum í
Irak líkjast teimum,
sum herurin hevði í
Vietnam á sinni
IRAK-KRÍGGIÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
John McCain leggur nú
floksfelagan George W.
Bush, forseta undir at und-
irmeta trupulleikarnar í
Irak, og hann vil eisini vera
við, at amerikanski al-
menningurin fær ov lítið at
vita um tað, sum hendir í
Irak.
- Fyri fyrstu ferð dugi eg
at síggja, at eins og undir
krígnum í Vietnam er líka
lítið samsvar ímillum tíð-
indini úr Irak og tað, sum
veruliga hendir har, sigur
McCain, sum sjálvur var
hermaður í Vietnam-kríg-
num.
Hann heldur kortini ikki,
at støðan í Irak er tann
sama sum í Vietnam á
sinni, men amerikanski
herurin hevur ein stóran
trupulleika í tí sunnimus-
limska økinum, har Sad-
dam Hussein hevði sínar
trúgvastu stuðlar, og tað
eigur amerikanski almenn-
ingurin at fáa at vita, sigur
McCain.
Bush-stjórnin hevur fleiri
ferðir avsannað, at USA
kann koma í somu støðu í
Irak sum í Vietnam.
UTTAN ÚR HEIMI
Irak líkist Vietnam
Umleið 400 hús eru farin upp í royk í Kalifornia seinastu dagarnar
Mynd: Reuters
Kalifornia brennur
Tann 8. novembur
verður stór barna- og
ungdómskonsert í
Norðurlandahúsinum
við bólkinum B-Boys
úr Danmark. Við á
ferðini til Føroya
verður Danmarks
Radio, sum skal gera
eina sending um
vælumtókta bólkin
KONSERT
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Nú kemur kendi danski
ungdómsbólkurin, B-Boys,
til Føroya at syngja á eini
konsert í Norðurlandahús-
inum.
Á konsertini fara eisini
føroysk børn og ung at lut-
taka.
B-Boys gjørdust kendir,
tá teir luttóku í Melodi
Grand Prix fyri børn og ung
í Danmark.
Tað eru teir tríggir, Kåve
og Mathias, báðir 13 ára
gamlir og 15 ára gamli Se-
bastian, sum manna B-
Boys.
Umframt sangin, eru teir
eisini kendir fyri at duga
sera væl at dansa, bæði
breakdans og hip hop.
Tað eru systkini, Angela
Petersen og Mark Joensen,
ið skipa fyri konsertini.
Í tíðindaskrivi siga tey
bæði, at tey hava tvey
aðalmál við konsertini.
Tað fremsta er at menna
føroyskan sang og tónleik
millum børn og ung.
Annað er, at tað í ár er
"Ár teirra brekaðu", og tí
ynskja tey at stuðla við at
lata eitt møguligt yvirskot
av konsertini fara til inn-
savningina av bussi til bú-
fólkið á Eirargarði.
Føroysk børn við
- Vit eiga nógv evnarík
børn í Føroyum, sum vit
ynskja at geva møguleika at
hitta barnastjørnur úr hin-
um norðurlondunum. Sam-
stundis fáa tey møguleika
at standa á einum yrkispalli
saman við teimum, og tað
kann verða við til at føra
teirra dreymar út í lívið,
siga Angela og Mark.
Føroysku
luttakararnir
verða Konni Kass úr Hoy-
vík, Sólfríð Bech av Tvør-
oyri, Birgit Sivertsen úr
Klaksvík, Elin Hansen úr
Saltangará og sangbólkur-
in, Stjørnskot, við Sigrid
Sivertsen úr Hoyvík.
Atgongumerki fáast á
bensinsølunum kring land-
ið og á Kunningarstovuni í
Havn.
B-Boys
konsert
í Føroyum
Nú kemur kendi danski ungdómsbólkurin, B-Boys, til Føroya. Saman við føroyskum børnum og ungum skulu teir syngja á eini
stórari konsert í Norðurlandahúsinum
Atgongumerki til konsertina eru at fáa kring alt
landið og kosta 225 krónur. Eitt møguligt yvirskot av
konsertini fer til buss til búfólkið á Eirargarði
C
M
Y
K
19
18
Pop.fo er ein fesk s
p.fo er ein fesk íða við tónleiki og undirhaldi, sum hevur fleiri túsund vitjandi um mánaðin
Fylg vi
F
ð hvat er heitt & feitt - vitja pop.fo
Øll hava eina góð
óða s
a íðíðu
- pop.fo hevur 100
hevur 100