Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 • týsdagur • 28. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Hós- og leygardagin skal føroyska manslandsliðið í hondbólti royna seg móti danska Team Helsinge HONDBÓLTUR Jákup Mørk Føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur longu havt nakrar venjingar, og aftur hetta vikuskiftið er tíð sett av á dystarskránni, soleiðis at tað verður landsliðið og ikki landskappingin, sum verður í fokus. Í mun til vanligu viku- skiftini av hesum slagnum, har talan í stóran mun hev- ur verið um venjingar og so onkran dyst móti úrvalslið- um, so verður talan hesa- ferð um vitjan av donskum liði. Lars Nedergaard, lands- liðsvenjari, hevur fingið í lag eina vitjan frá Team Helsinge, sum í løtuni ligg- ur á næst niðasta plássinum í donsku TDC-liguni. Tað er tó lítið at ivast í, at hóast niðarligu plasering- ina í donskum hondbólti, so kann liðið væl vera eitt hóskandi mótstøðulið hjá okkara monnum, og vónin er í øllum førum, at talan verður um tveir javnar, spennandi og ikki minst læruríkar dystir hjá okkara monnum. Fyrri dysturin millum liðini verður hóskvøldið klokkan 20.30, og verður tann dysturin leiktur í KÍ- høllini í Klaksvík. Seinni dysturin verður í Vest- manna fríggjadagin, og verður tað somuleiðis klokkan 20.30. Talan verður neyvan um tær heilt stóru broyting- arnar hjá føroyameistarun- um í HB komandi árið. Tó at tað enn ikki er greitt, hvør skal hava venjaraupp- gávuna í komandi kapping- arári, so hevur leiðslan í felagnum hildið fast um, at tað í størst møguligan mun verður sami leikarahópurin, sum enn einaferð fer at stríðast um gullið. Sum liður í hesum er sáttmáli nú skrivaður við liðskiparan seinnu árini, Rúna Nolsøe, soleiðis at hesin í øllum førum tekur tvey ár afturat í felagnum. Rúni er í dag 32 ára gam- al, so tað fer at benda tann vegin, at vágbingurin í HB eisini fer at enda síni fót- bóltsár her. Hóast hann omanfyri verður nevndur »vágbingurin í HB«, so er tó lítil ivi um, at viðhalds- fólkini í HB síggja Rúna sum ein av sínum egnu. Síðani hann kom til felagið í 1993, hevur talan verið um heilt nógvar dystir fyri felagið. Somikið nógvar, at hann væntandi kann halda 300 dystar jubileum í kom- andi kappingarári, og tað eru tað hóast alt ikki so nógvir, sum kunnu erpa sær av. - jm Landsliðið móti donskum liði Føroyska manslandsliðið í hondbólti fær nú tveir venjingardystir móti Team Helsinge úr bestu donsku deildini Rúni Nolsøe og HB eru komin ásamt um, at samstarvið millum partarnar í øllum førum skal halda tvey ár afturat Hópirnir Føroyar Eli Müller VÍF Oli C. Djurhuus KÍF Sámal Joensen VÍF Finnur Hansson Kyndil Ingi Olsen VÍF Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil Heini Bendsen H71 Heini H. Joensen TMS, Ringsted Áki Mørk Neistin Ragnar Stakksund Neistin Alexandur Johansen StÍF Sveinur Justinussen StÍF Marius Joensen IF Stadion Áki G. Olsen VÍF Janus Einar Sørensen Kyndil Bent Djurhuus StÍF Tróndur Joensen Team Amager Venjari: Lars Nedergard Hjálparvenjari: Hjalmar Klein Olsen Liðleiðari: Jákup Durhuus Fysioterapeutur: Rudi Hansen Team Helsinge Jacob Christensen Mikkel Tønners Sigustein Arndal Rasmus Haagensen Ulrik Villadsen Kasper Klitgaard Jesper Monrad Morten Duelund Ronald Wozniak Theis Husfeldt Martin Bager Niclas Jensen Zoran Rakic Michael Gorm Krister Lindgren Peter Allfors Leiðarar Bjørn Pedersen, venjari Anne-Dorthe Madsen Helge Østergaard Klaus Brodersen Rúni tekur tvey ár afturat 21 20 Nr. 204 - 28. oktober 2003 Londini í útnorði tykjast samd um, at ein felags umsiting av rávørutilfeinginum hevði verið ein góður trumfur, ið hevði munað væl í altjóða høpi. Jonathan Motzfeldt, formaður í Útnorðurráðnum, helt onga orsøk vera at ræðast ES, um vit samstarva tættari, men norskir politik- arar eru meiri varnir at taka økt útnorður- samstarv á tunguna ÚTNORÐURFUNDUR Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Eina felags umsiting av til- feinginum. Tað var helst ítøkiligasta uppskotið til eitt samstarv millum lond- ini í útnorði, tá umboð fyri Ísland, Føroyar, Grønland og Noreg fyri fyrstu ferð hittust á útnorðurfundi í Oslo um vikuskiftið. Viljanum til samstarv bilar einki. Spurningurin er bara, hvussu eitt samstarv í útnorði kann standa stóra ES-veldinum kurl, og tað snúði ein partur av kjakin- um seg um á útnorður- fundinum. Pallborðsluttakararnir vóru Jonathan Motzfeldt, landstingsformaður í Grøn- landi, Siv Friðleifsdóttir, norðurlandaráðharri í Ís- landi, Anfinn Kallsberg løgmaður og Høgni Hoydal varaløgmaður úr Føroyum. Tingfólk úr londunum vóru eisini møtt, og tilsamans mundu vera eini 60 luttak- arar á fundinum, sum Norsk-færøysk lag bjóðaði til. Felags tilfeingi Umframt støðuna sum strandalond í Norðurlants- havi hava londini eisini tað til felags, at tey standa uttan fyri Evropasamveldið, sum stendur í vøkstri. Jónathan Motzfeldt, for- maður í Útnorðurráðnum, mælti til, at tjóðirnar gevast við at ræðast ES og í staðin fáa sær eina felags støðu til ES. – ES er ein veruleiki, vit noyðast at góðtaka. Vit noyðast eisini at tosa við ES um annað enn fisk. Vit noyðast at gevast at ræðast ES. Felagsskapurin er ein veruleiki, og vit kunnu ikki kasta okkum undir teppið, hvørja ferð onkur sigur ES hart, segði Jonathan Motz- feldt. Anfinn Kallsberg, løg- maður, legði dent á, at út- norðursamstarvið gevur londunum møguleika til sínámillum samstarv, men minst líka týdningarmikið er sterka støðan, sum lond- ini kunnu hava, um tey samstarva sum ein felags partur mótvegis ES. – Føroyar hava royndir frá seinastu meira enn hundrað árunum við fiski- skapi í øllum Norðuratl- antshavi. Fyri okkum hevur tað stóran týdning, um londini í útnorði kundu fingið eina felags umsiting av náttúrutilfeinginum, sum er sjálvt grundarlagið undir okkara tilveru, segði Anfinn Kallsberg, løgmað- ur, sum fekk stuðul frá bæði Íslandi og Grønlandi í hesum spurningi. Norðurlendskt OPEC Vanliga síggja londini í út- norði seg sum eina útjaðara í mun til stóra ES-markn- aðin. Høgni Hoydal, vara- løgmaður, mælti frá hesum hugsanarhátti. – Vit eiga ikki at síggja okkum sjálv sum ein útjað- ara, men sum sjálvan kjarn- an. Um vit seta passaran niður í Føroyar og snara honum, so liggja Føroyar mitt í Norðurlondum, og um tjóðirnar í hesum økj- um samstarva, so er eingin ivi um, at vit fáa meira ávirkan – bæði innan norðurlendska samstarvið og á øðrum samstarvsøkj- um, segði Høgni Hoydal. Hann mælti eins og An- finn Kallsberg til, at lond- ini í útnorði samstarva um rávørutilfeingið og endur- tók sítt uppskot um eitt norðuratlantiskt OPEC, har arbeitt verður fyri at fáa sum mest burturúr tilfeing- inum. Felags umhvørvi Siv Friðleifsdóttir er um- framt norðurlendskur ráð- harri eisini íslendskur ráð- harri í umhvørvismálum. Hon helt spurningin um havumhvørvið vera av al- stórum týdningi fyri lond- ini í útnorði. – Vit hava nógv til felags, og vit hava nógv samstarv. Okkum dámar øllum hval, og vit byggja okkara bú- skap á inntøkur frá fiski- vinnuni. Hetta ger, at vit hava ein felags áhuga í, at havið eisini í frameftir verður liviligt hjá fiski og súgdjórum. Tí noyðast vit at standa saman ímóti dálk- ingini av havinum. Fleiri hóttanir eru, sum vit mugu berjast ímóti, segði Siv Friðleifsdóttir. Russiski oljuflutningurin fram við norsku strondini, dioxin, teknesium og annar umhvørviseitur frá ídnaðin- um í Evropa eru átrokandi mál, sum londini í útnorði eiga at taka upp í einum felags átaki, helt íslendski umhvørvisráðharrin. – Um vit samskipa okk- ara sjónarmið betur og standa saman í fleiri mál- um, so kunnu vit gerast ein sterk eind. Eg eri sera bjart- skygd fyri útnorðursam- starvinum, sum eg rokni við kemur at geva okkum øll nógv frameftir, segði Siv Friðleifsdóttir. Norsk tøgn Noreg er helst sterkasta trumfkortið hjá útnorður- londunum, men norskir politikarar vilja helst ikki tosa um eitt tættari sam- starv í útnorði. Royndir at fáa málið fyri Stórtingið hava ført til, at málið er druknað í fyrisitingini. Ein er kortini, sum heil- hjartaður roynir at tosa fyri einum tættari samstarvi við Føroyar, Ísland og Grøn- land. Tað er hvalaveiðimað- urin og stórtingspolitikarin Steinar Bastesen. Hann upplýsti á pallborðsfundin- um, at hansara flokkur Kystpartiet á landsfundi um vikuskiftið samdist um at arbeiða fyri einum tættari samstarvi. Flokkurin vil eisini hava Grønland, Ísland, Føroyar og Noreg at flyta fiskimarkið út á 250 fjórðingar fyri at tryggja eitt betri eftirlit við tilfeing- inum. Útnorðurfundur í Oslo: ES-trøllið skal jarðast Jonathan Motzfeldt, formaður í Útnorðurráðnum, mælir til, at tjóðirnar í útnorði gevast við at ræðast ES og í staðin fáa sær eina felags støðu til Evropasamveldið Mynd: Jens K. Vang Ógvuslig gjøld fyri heilsueftirlit Vanligan dag 920 krónur um tíman. Yvirtíð 1180 krón- ur um tíman. Náttartíð, sunnu- og halgidagar 1440 krónur um tíman. Tað eru gjøldini fyri at gera heilsu- góðkenningar hjá eitt nú alivirkjum. Tað er ov ógvus- ligt, heldur Henrik Old, formaður í vinnunevndini HEILSUGJØLD Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Tað er dýrt at fáa heilsumyndugleikarnar á vitjan. Sambært kunngerð nr. 124 frá 2001 um gjøld fyri veterinerar kanningar og eftirlit er ásett gjald fyri góð- kenning í samhandlin- um millum ES og Før- oyar. Tað snýr seg um váttan, kanning ella eftirlit við dýrum ella úrdráttir úr dýrum – her undir koma laksavirk- ini. Grundupphæddin fyri at gera eftirlit er 135 krónur. Harum- framt vera 230 krónur tiknar fyri hvør ásett korter millum klokkan 6 og 17 gerandisdagar. Millum klokkan 17 og 22 skulu gjaldast 295 krónur fyri hvørt kor- ter. Um náttina, leygar- dag eftir klokkan 14 og sunnu- og halgidagar skulu gjaldast 360 krónur fyri hvørt kor- terið. Við øðrum er takstur- in hesin fyri at fáa vitj- an av heilsumyndug- leikunum: Vanligan dag 920 krónur um tíman. Yvirtíð 1180 krónur um tíman. Náttartíð, sunnu- og halgidagar 1440 krónur um tíman. – Hetta eru ógvuslig gjøld, sigur Henrik Old, formaður í Vinnu- nevndini hjá løgtingin- um, og hann hevur tí sett Bjarna Djurholm, landsstýrismanni við vinnumálum, ein fyri- spurning. Henrik Old vil hava landsstýrismannin at svara sær, um hann hel- dur gjøldini vera rími- lig. Løgtingið samtykti hósdagin 23. oktober, at fyrispurningurin skal svarast. C M Y K 20