týsdagur 28. oktober 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 - 28. oktober 2003
23
Talvið hesa vikuna
Anand,V (2766) - Polgar,J (2722)
Cap D'Agde FRA (4. umf), 25.10.2003
1.e4 c5 2.Rif3 d6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 Rif6 5.Ric3 a6
6.f3 Fb6 7.g4 Ric6 8.Rib3 e6 9.Fe2 Fc7 10.Be3 (Hetta
er ein ikki so heilt eyðkend støða í sisilionsku
byrjanini) 10...b5 11.0—0—0 Rid7 12.Ff2 b4 13.Rie2
Bb7 14.Ried4 Rixd4 15.Rixd4 d5! (Sagt verður, at um
svartur fær uttan trupulleikar leikt d5 í sisilionskum,
hevur svartur fyrimun) 16.exd5 Bxd5 17.Kb1 Bc5
18.h4 0—0 (Anand hevur einki nevnivert í støðuni, og
má helst taka til takkar við at verja seg, sum hann tó
ikki kláraði væl) 19.Be2 Rfc8 20.Rd2? (Bd3 betri)
Bxd4! 21.Bxd4 Støðumynd
Støðumynd eftir 21.Bxd4
21...Bxa2+! 22.Kc1 (Um: 22.Kxa2 Fa5+ 23.Kb1 (tað
verður mát innan fáir leikir um leikt verður Kb3) 23...b3
24.cxb3 Fxd2) 22...Bb3 23.Kd1 Bxc2+ 24.Ke1 Ba4
(Talvið er avgjørt. Anand hevði í vanligum talvi lagt
kongin, men talan er um kviktalv, og tíðin spælur tískil
ein størri leiklut) 25.Be3 Rie5 26.Fh2 Ric4 27.Fxc7
Rxc7 28.Bxc4 Rxc4 29.Kf2 Rac8 30.Kg3 Rc2 31.g5 e5
32.h5 f5 33.gxf6 gxf6 34.Rd6 Kf7 35.Rd2 f5 36.f4 Rxd2
37.Bxd2 Rc2 38.Rh2 Rxb2 39.fxe5 b3 0—1
HM í kviktalvi
Sekstan sterkir stór-
meistarar, harav nær-
um allir í topp 10 í
heiminum, telva í
hesum døgum HM í
kviktalvi
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Lítið hevur verið at hoyrt
um kappingina undan start-
skotinum, og tað kann
tykjast merkiligt tá nærum
øll heimselitan er savnað til
HM í kviktalvi í Cap
d´Agde, sunnast í Franka-
ríki. Hóast talan er um
kvikktalv (25 min. til
hvønn telvara + 10 sekund
fyri hvønn leik), er kapp-
ingin sjálvsagt eitt hæddar-
punkt í talvkalendaranum í
heyst.
Í topp tíggju er tað einans
Kasparov, ið ikki luttekur.
Harafturímóti luttaka fýra
heimsmeistarar,
Karpov,
Kramnik, Anand og Pono-
mariov, og tveir HM-av-
bjóðarar, Shirov, sum tapti
HM finaluna í ár 2000 móti
Anand og Leko, sum hevur
vunnið sær rættin at bjóða
Kramnik av í nærmastu
framtíð.
Umframt
hesar
talv-
stjørnur, kunnu nevnast
aðrar stjørnur; Topalov,
Bareev, Grischuk, Svidler,
og Polgar.
Júst Polgar er eitt áhuga-
vert evni fyri tíðina. Hon
hevur havt ein ótrúligan
góðan stima seinasta árið,
og á feskasta styrkilista
hevur hon 2722 ratingstig,
sum er eitt deilt tíggjunda
pláss saman við lands-
manninum Leko. Hon vann
herfyri eina kapping í Hol-
landi, sum viðførir fleiri
ratingstig til hennara. Næsti
altjóða ratinglisti verður
kunngjørdur
1.
januar
2004.
Eisini Svidler hevur havt
eitt óvanliga gevandi talvár.
Hann hevur at kalla vunnið
alt sum hann hevur nortið
við, og nærkast alsamt
skjótari topp trý í heimin-
um. Hann hevur 2723 á
oktober-listanum, men fer
at fáa eitt áljóðandi umleið
2750 á komandi ratinglista.
Kasparov
hevur
síðani
januar 1985 havt hægsta
ratingtal í heiminum, og
enn er einki broytt í hesum.
Russiska livandi legendan
hevur 2830, Kramnik hevur
2777, meðan Anand liggur
á triðja plássi við sínum
2766 ratingstigum.
Knock-out skipan
Sekstan telvarar eru um-
boðaðir í kvikkappingini,
fyrst býttir upp í tveir
bólkar. Í báðum bólkunum
fóru fýra víðari til fjórð-
ingsfinalur. Sunnukvøldið
bleiv bólkaspælið avgreitt.
Í tí eina bólkinum vunnu
Kramnik, Ponomariov og
Bacrot við hálvum fimta
stigi av sjey møguligum.
Tann fjórði í røðini, og
harvið eisini víðari, varð
Topalov.
Í hinum bólkinum vann
Svidler við fimm stigum.
Grischuk, Anand og Polgar
fóru saman við Svidler
víðari til fjórðingsfinalur-
nar, sum í skrivandi løtu
ikki eru leiktar. Eitt nú
megnaði Shirov og Karpov
ikki at kvalifisera seg víð-
ari. Serliga illa gekk tað hjá
52 ára gamla fyrrverandi
heimsmeistaranum. Hann
fekk einans hálvtannað stig
av sjey møguligum og
tykist útbrendur.
Hans Kristian í Norra
Føroyski
normjagstrarin
Hans Kristian Simonsen
luttekur í einari IM-kapp-
ing í Gausdal. Í skrivandi
løtu hevur Hans Kristian
tvey stig av sjey møgulig-
um, og tískil eingin normur
á hesum sinni. Føroyingur-
in hevur ikki fingið góða
spælið frá IM kappingini í
Klaksvík á glið, hevur hig-
artil einki talv vunnið í
Gausdal, men vónandi fær
hann ein góðan enda á
kappingini. Ellivu umfør
skulu telvast.
Martin Poulsen fer í
næstum til Ungarns at telva
tí kendu 1st Saturday
kappingina. Hesar verða
leiktar hvønn mánaða, altíð
við byrjan tann fyrsta leyg-
ardagin í mánaðinum. Í
novembur byrjar kappingin
1. novembur, og Martin er
sloppin í IM-bólkin. John
Arni Nilssen vann sær sín
seinna IM-norm júst í somu
kapping í august.
VB-Kyndil 32-13 (14-6):
Einvegis ferðsla
VB staðfesti uttan
stórvegis trupulleikar
oddastøðuna, tá tær
vundu burtur úr
eimum tomum
Kyndils-liði
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var ikki stórvegis at
gera hjá Kyndli, tá tær
vitjaðu í Vági leygardagin.
Á pappírinum var einki at
ivast í, at VB vóru risafav-
orittar at taka stigini, og tað
gekk heldur ikki long tíð,
áðrenn sigurin varð mest
sum staðfestur. Eftir fyrstu
20 minuttirnar stóð longu
12-2 á máltalvuni, og tó at
Kyndil eftir hetta fekk fylgt
betri við, so var tað ongan
tíð nær námind so, at gest-
irnir høvdu hug at hótta
heimaliðið.
Tvørturímóti var tað ferð
eftir ferð sjónligt, at Kyndil
hevði trupult við at fáa
nakra veruliga hóttan í lag
móti VB-verjuni, og ferð
eftir ferð kundu tær á
heimaliðnum
so
senda
kontraálop avstað. Kontra-
álop, har serliga Rannvá
Augustinussen
veruliga
slapp at dusa sær.
Brak í Klaksvík
Hjá Kyndli var hetta nokk
ikki meira enn ein stað-
festing av, at tað so ikki
verður móti oddaliðunum,
at liðið skal rokna við nøkr-
um
stigum.
Einamest
munnu tað vera dystirnir
móti Søljuni, sum skulu
gera av, hvørt liðið skal
halda fram í bestu deildini
eisini komandi ár, tó at tað
ikki kann útilokast, at okk-
urt stigið eisini fer at koma
aðra staðni frá.
Hjá VB er talan tó ikki
um sama høvuðbrýggj. Har
er tosið fyrst og fremst um,
hvussu liðið skal halda fast
í oddasessinum. Einfald-
asta uppskriftin til hetta er
uttan iva at halda á fram við
sigursrøðini. Komandi av-
bjóðingin í so máta er í
Klaksvík, og einki er at ivas
tí, at har kann talan gerast
um eina uppgávu av teim-
um heilt truplu. Ikki minst,
tí Stjørnan fer at seta alt inn
uppá at fanga VB aftur,
men tað eru tær so ikki
einsamallar um at gera av.
Dysturin í tølum
VB-Kyndil 32-13 (14-6)
Málskjúttar
VB: Rannvá Augustinussen
14, Aukse Vysniaskaite
5(3), Gurið Mortensen 5,
Margreth Augustinussen 3,
Eydis Kjærbo 3, Jacoba
Poulsen 1, Laila Jespersen
1
Kyndil: Anita Kjærbo 5,
Súsann Petersen 4, Anja
Heinadóttir 2, Fía Selma
Nielsen 1, Ann-Mari Wang
1
Brotskøst: VB 4
Útvísingar: Kyndil 1
Dómarar úr TB:
Kári
Niclasen & Birgir Dimon
23
22
Nr. 204 - 28. oktober 2003
StÍF-VÍF 23-19 (13-9):
Kreppustøða í Vestmanna
Leirvíkingar sum í gomlum døgum
Annað árið á rað
eydnaðist tað old
boysunum í Leirvík at
vinna gullkrónurnar,
sum gravgangurin
ikki var so stórur
eftir, sum skipanin
legði upp til
OLD BOYS FM
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í ár gekk tað striltið hjá 2.
deilarliðnum í Leirvík. Tað
var ikki fyrrenn í endaum-
farinum, at teir í kapping
við teir næstbestu hjá EB/-
Streymi komu undan nið-
urflytingini og bjargaðu sær
plássinum í deildini.
LÍF var mest sum øll
átttati árini partur av bestu
deildiniÍ áttati árunum var
eingilsktmaðurin
Martin
Nudgent og spældi fótbólt í
Leirvík, og tá var LÍF við
til at mynda toppin í fót-
bóltskappingini.
Longst
rukku teir í 1984 og í 1985,
tá ið teir endaðu á fjórða
plássinum.
Síðsta ferðin LÍF var í
bestu deildini var í 1993.
Fleiri av teimum, sum
vóru á besta liðnum mið-
skeiðis í áttati árunum,
hugna sær nú í old boys
kappingini. Har hevur tað
tvey tey seinastu árini hiln-
ast væl. LÍF vann gullkrón-
urnar í fjør, og aftur í ár
fingu teir gullkrónurnar
handaðar.
Sambært kappingarskip-
anini var upprunaliga ætl-
anin, at trettan lið skuldu
kappast í tveimum bólkum
– sjey í A bólkinum og seks
í B bólkinum. Í hvørjum
bólkinum skuldu øll liðini
so spæla ímóti hvørjum
øðrum fýra ferðir, og so var
ætlanin at runda av við
finalu og dysti um fjórða
plássið.
Men soleiðis varð tað
ikki. Eingin kapping varð
avgreidd í A bólkinum, og
so varð avgjørt, at B bólk-
urin skuldi vera FM bólkur.
LÍF og SÍF møttu til allar
fýra kappingarnar – á
Sandi, í Leirvík, á Eiði og í
Sandavági. Hini liðini vóru
B68, ÍF, B71 og EB/-
Streymur. Tey møttu ikki
øll hvørja ferð.
Tað var rættuliga javnt
millum LÍF og SÍF. Á Sandi
vann LÍF 4–1 á SÍF, og í
Leirvík vann SÍF 4–1 ímóti
LÍF. Í hinum báðum dyst-
unum millum hesi feløgini
var úrslitið 1–1. Tað vil við
øðrum orðum siga, at tað
stóð púra javnt í innanhýsis
uppgerðunum. Men SÍF
misti trý stig ímóti øðrum
feløgum. LÍF misti einki
stig burtursæð frá ímóti
SÍF. Tí vóru leirvíkingar
bestir, og SÍF endaði á
øðrum plássi.
Av trimum teimum
fyrstu dystunum,
hevur VÍF tapt tveir,
og tað eru sigurs-
vandu hondbólts-
menninir als ikki
vanir við
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hondbóltshýrurin í Vest-
manna er ikki tann besti í
hesum døgum. Í øllum
førum ikki á mannfólka-
síðuni, har besta liðið hevur
fingið ringastu byrjanina í
mannaminni upp á kapp-
ingarárið.
Seinasta vikuskiftið fekk
VÍF ein ordans bakkaláara,
tá Neistin tók alt í Vest-
manna, og aftur sunnu-
dagin lógu teir undir, tá
meistararnir úr StÍF tóku
ímóti.
Og einki er at siga til, at
tað vóru strandingarnir,
sum tóku stigini hesaferð.
Tó at tað gekk javnt á
størsta partin av dystinum,
so var heimaliðið alla tíðina
eitt vet frammanfyri. Ser-
liga í verjupartinum gekst
væl hjá heimaliðnum, sum
alla tíðina hevði eitt sera
gott tak á stóru skjúttunum
hjá VÍF.
Og tó at álopsspælið enn
ikki hevur fingið gullerðina
á, so fer tað nú at benda
tann vegin, sum vit so ofta
hava sæð strandingar spælt.
Serliga varð hetta sjónligt,
tá VÍF valdi at fara út í
mansverju av Sveini Justin-
ussen. Hetta fekk sjálvsagt
tikið størstu skothóttanina
hjá StÍF úr spælinum, men
hinvegin gav hetta restina
av liðnum hjá StÍF betri
pláss, og tað dugdu fótfimu
menninir at gagnnýta. Ser-
liga í økinum frá bakki til
vongspælara megnaðu teir
at smoyggja sær ímillum,
og í nógvum førum spurd-
ust
brotskøst
burturúr.
Brotskøst, sum Alexandur
Johansen fyri tað mesta tók
sær av, og her var hann
ósvikaliga tryggur. Ikki
færri enn átta ferðir royndi
hann seg av sjey-metra
strikuni, og hvørja ferð
varð úrslitið hitt sama. Ein
kassi afturat til strandingar-
nar, og so fekk VÍF ikki
gjørt stórt annað enn at
gera eina høpisleysa roynd
at fanga meistararnar aftur.
Sum vera man, so var
lagið gott á Strondum eftir
dystin, men tað er synd at
siga, at støðan er hin sama í
Vestmanna. Talan er um
vánaligastu byrjanina upp á
árið í nógv ár, og tá vit
fingu orðið á ein av leikar-
unum,
Sámal
Joensen,
duldi hann ikki fyri, at hetta
var ein lítið hugalig støða.
– Fyri at siga tað pent, so
er hetta nakað lort. Lagið er
í botni eftir seinastu avrik-
ini, og tað ringasta er
kanska, at vit eisini hava
spælt somikið illa. Móti
Neistanum var trupulleikin
kanska, at vit brendu ov
nógv, men hesa ferð komu
vit næstan ikki til møgu-
leikar, og í nógvum førum
vóru skotini heldur ikki
nóg góð. Og at vit bara fáa
19 mál í einum dysti sigur
eisini nakað um, hvussu illa
álopsspælið hevur riggað,
heldur Sámal.
– Vanliga plagar tað jú at
vera so, at vit leggja bragd-
liga fyri í hondbóltsárinum,
og í ár hava vit eisini verið
á
venjingarlegu
undan
kappingini. Tað er í øllum
førum nakað, sum plagar at
geva eitt gott skump til
fyrstu dystirnar, men tað
hevur tað so ikki gjørt
hesferð, heldur hann.
– Tað hevur verið ført
fram, at ein av orsøkunum
hjá VÍF til tungu gongdina
er, at Áki Olsen enn ikki er
tøkur, men so einfalt vil
Sámal ikki gera tað til.
– Tað kunnu vit ikki nýta
til nakað. Áki var eisini
darvaður av skaða tað
nógva av árinum í fjør, so
tann umberingin heldur
ikki ordiliga.
Og sambært stóra skjútt-
anum, so er heldur ikki
nøkur einføld uppskrift til
at fáa spælið í rættlag aftur.
– Nú hava vit so tíggju
dagar frí frá heimligu
landskappingini, og tað
kann so kanska koma væl
við. Enn er talan kanska
ikki um nakra veruliga
kreppu, men tað er einki at
siga til, at lagið er í botni.
Einasta troystin í so máta er
kanska tann, at talan í
veruleikanum bert um tvey
– og ikki fýra – stig, sum
eru mist. Og so kunnu vit
taka eitt stórt fet rætta
vegin, tá vit aftrur skulu í
eldin. Tá kemur Kyndil á
vitjan, og vinna vit har, so
eru vit við aftur, sigur hann.
Og at enda, so tykist
Sámal eisini hava eina lítla
hóttan til mótstøðuliðini,
og kanska eisini eina troyst
til viðhaldsfólkini.
– Vit kunnu so bara
troysta okkum við, at hóast
vit hava spælt út av lagi
vánaligt, so hevur talan
verið um teprar ósigrar.
Megna vit at lyfta okkum
eitt lítið sindur, so fer tað
kanska at venda. Eitt er
víst. Verri enn tað sama
verður tað so ikki.
Dysturin í tølum
StÍF-VÍF 23-19 (13-9)
Málskjúttar
StÍF: Alexandur Johansen
10(8), Mihai Marinescu 4,
Sveinur Justinussen 3(1),
Andre F. Danielsen 3, Artur
Johansen 1, Sverri Justin-
ussen 1, Mortan Hansen 1
VÍF: Sámal Joensen 6(2),
Ingi Olsen 5(2), Harald
Bjørgvin 2, Johnny Joensen
2, John Zachariasen 1,
Agnar Joensen 1, Daniel
Rápa 1, Áki G. Olsen 1
Brotskøst: StÍF 12, VÍF 5
Útvísingar: StÍF 5, VÍF 6
Dómarar úr Neistanum:
Kristian Johansen & Sámal
Hansen
Hóast teir royndu, so fekk
VÍF ongan tíð glið á álops-
spælið, og tí megnaðu teir
sjáldan at gerast ein verulig
hóttan móti strandingunum
Mynd: Álvur Haraldsen
LÍF. FM vinnarar í old boys
2003. Standandi frá vinstru:
Páll Lervig venjari, Berg
Vatnhamar, John Olsen,
Tórolvur Joensen, Joen
Magnus Rasmussen.
Húkandi frá vinstru: Jógvan
Júst Olsen, Ólavur Olsen,
Ovi Joensen, Óli Høgnesen,
Páll Joensen. Bjørn Krog,
Hans Mourits Foldbo,
Richard Jacobsen og Óla
Jákup Joensen spældu eisini
við, men teir eru ikki á
myndini
C
M
Y
K
22