Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 - 28. oktober 2003 25 Neistin-H71 32-22 (14-13): Neistin vann sannførandi á H71 Neistin-Søljan 29-18 (13-12): Neistin basti Søljuni Tað gekk sum væntað, tá Søljan vitjaði Neistan, men leingi fylgdu gestirnir væl við, og ikki fyrr enn Neistin fór at mans- verja Nicoletu Radu, skrædnaði millum partarnar HONDBÓLTUR Hermann Mortensen Í høllini á Hálsi vann Neistin ímóti Søljuni. Dyst- urin varð ikki væl leiktur og var merktur av lítlari ferð og nógvum persónligum feilum. Neistakvinnurnar hava við sigrinum á Søljuni fingið góða byrjan uppá kappingina. Tveir sigrar og ein taptan dyst er tað blivið til higartil hjá Neistanum, meðan Søljan enn hevur fyrstu stigini tilgóðar. Tað var tó lítið sum bendi á, at Neistin skuldi vinna ein so ruddiligan sigur. Lið- ini fylgdust rættuliga væl ígjøgnum allan fyrra hálv- leik og stóran part av seinna hálvleiki. Neistin var tó leikliga omaná alla tíðina, men neistakvinnur megn- aðu sera illa at umseta allar teir upplagdu málmøgu- leikarnar til mál, annahvørt vóru tær ikki nóg neyvar ella var tað tí, at ein sera væl leikandi Kristina Grik- saite stóð í málinum hjá Søljuni. Mansverja hjálpti Í fyrra hálvleiki royndu neistakvinnurnar at seta ferðina upp, men tað gekk ikki tí tær gjørdu alt ov nógvar feilir. Tað gjørdi heldur ikki støðuna betri, tá Lina Andriulyte mátti fara av vøllinum við einum skaddum fingri. Søljan var við allan fyrra hálvleik og tær fingu eisini pláss at spæla. Serliga Nic- oleta Radu gjørdi um seg, hon saman við Heidi Aksel- sen og Arnleyg Haraldsen stóðu fyri øllum álopsspæl- inum hjá Søljuni. Tá farið var til hálvleiks var Neistin á odda 13 - 12. Í byrjanini av seinna hálvleiki gekk spælið báðar vegir, og ta einu løtuna var støðan 16-16, men so var tað sum at Neistin tendraði. Tær settu Ásu á Neystabø at mansverja Nicoletu Radu, og so var sera trup- ult, fyri ikki at siga ógjør- ligt hjá Søljuni at fáa mál. Nú st?rdi Neistin fullkomi- liga dystinum, og tær gjørdu sum teimum lysti. Tá ið dysturin var liðugur, hevði Neistin vunnið við ellivu málum so endaliga støðan gjørdist 29 - 18. Fyri Neistan var hetta ein dystur sum skuldi vinnast, um tær ætla at vera við tá heiðursmerkini skulu b?tast einaferð í vár, harafturat skulu tær vísa betri spæl enn tær gjørdu sunnudagin ímóti Søljuni. Hjá Søljuni verður helst talan um eitt botnstríð hetta kappingar- árið, hópurin er sera smal- ur, og so at siga alt álops- spælið hvílur á herðunum á Nicoletu Radu. Komandi vikuskiftið skulu neistakvinnur til Vestmanna at leika ímóti VÍF, meðan Søljan skal royna seg á Giljanesi, har StÍF kemur á vitjan. Dysturin í tølum Neistin-Søljan 29-18 (13- 12) Málskjúttar Neistin: Simona Dziugyte 7(2), Lív Sørensen 4, Ása á Neystabø 4, Rakul August- inusen 4, Marjun Tróndar- son 3, Jórun Ludvig 3, Vivian Unadóttir 2, Lina Andrialyte, Unn Krage- steen 1 Søljan: Nicoleta Radu 9, Heidi Maria Akselsen 4, Arnleyg Haraldsen 3, Jana Jacobsen 1, Petera Thomas- sen 1 Brotskøst: Neistin 3, Søljan 1 Útvísingar: Neistin 5, Søljan 3 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum Aldursforsetin helt fast um oddasessin, tá hoyvíkingar vitjaðu. Veruligur spenningur var sjáldan um úrslitið HONDBÓLTUR Hermann Mortensen Tá Neistin og H71 brustu saman sunnudagin, var talan um topp ímóti botnið. Neistin hevði undan dyst- inum trý stig, meðan H71 enn ikki er komið á stigartalvuna. Væl av fólki høvdu leitað sær niðan í høllina á Hálsi sunnudagin, tá ið Neistin og H71 møttist í triðja leik- umfari. Hóast talan var um topp ímóti botnið, so sást tað ikki á dystinum fyrrenn miðjan seinna hálvleik, tá neistamenn gjørdu bart og struku avstað, og harvið vunnu sera sannførandi tá ið samanumkom. Menn vóru sera uppsettir, erpaðu sær av hvørjum máli og lagið var gott bæði á og utt- anfyri vøllin. Liðini vóru sera jøvn ígjøgnum allan fyrra hálv- leik, tey skiftust um at hava leiðsluna, og tá ið farið var til hálvleiks, vóru neista- menn á odda við einum máli. Fyrri hálvleikur var ferðmikil, og væl leiktur við nógvum góðum kom- binatiónsspæli frá báðum liðum. Hjá Neistanum var tað serliga Dragisa Stojovic og Blagoje Buha sum royndist sera væl. Meðan fyri H71 vóru tað Halgir D. Olesen og leikandi venjarin Henrik Gester, ið stóðu fyri at gera tey flestu málini. Hvat neistamenn hava tosað um í hálvleikinum veit eg ikki, men teir løgdu væl út, og tað var ikki long tíð gingin áðrenn teir høvdu vunnið sær eina greiða yv- irvág, sum H71 ikki megn- aði at hála inn aftur. Tað er eisini vert at nevna at H71, ikki skoraði nakað mál í útvið eitt korter í seinna hálvleiki. Ikki tí møguleik- arnir ikki vóru til tað, men tí verjan hjá Neistanum stóð væl, og tað sum hon ikki tók, tað tók Zeljko Jotic í málinum. Hann leikti ein sera góðan dyst í málinum, og við sínum nógvu bjargingum tók hann fullkomuliga pippið frá nøkrum av H71 leikarun- um. Neistamenn haraftur- ímóti spældu góðan álops- hondbólt, og komu til nógvar royndir, sum teir megnaðu at umseta til mál í flestu førðum. Endaliga støðan gjørdist at Neistin vann 32-22 ímóti H71 Breiðari hóp. At neistamenn hava eitt gott lið er einki at ivast í. Tað vístu teir við at vinna í Vestmanna og so aftur sunnudagin sera sannfør- andi ímóti H71. Neistin hevur ein breiðari hóp enn H71, og tað kom tíðuliga til sjóndar í dystinum. Neistin hevur fleiri ið gera málini, eitt nú er Dragoisa Stojovic ein sera góður skjúttið og sunnudagin skoraði hann níggju mál. Men tað eru eisini aðrir, ið kunnu taka ábyrgdina á seg, eitt nú Blagoje Buha og Áki Mørk. Neistin kundi gera nógvar útskiftingar so skjúttarnir fingu hvíld, uttan at tað darvaði spælinum. H71 spældi so at siga við somu monnum at kalla allan dystin, og tað sást serliga í seinna hálvleiki, tá ið kreftirnar byrjaðu at ganga undan. Henrik Gest- er og Halgir D. Olesen eru framúr góðir leikarir, men teir megna ikki at bera liðið ein heilan dyst. Henrik Gester byrjaði við at spæla bæði álop og verja, men í seinna hálvleiki var hann fyri tað mesta bara í álop- inum, tað kann sjálvandi vera orsaka av at hann hevði tvær útvísingar hang- andi yvir høvdinum á sær, og tí var í vanda fyri at blíva burturvístur. Eftir dystin sunnudagin stendur tað greitt, at Neistin varðveitir oddasessin í bestu mansdeildini, saman við grannanum Kyndli, og at H71 enn er niðast við ongun stigi. Komandi dyst skal Neistin taka ímóti KíF á Hálsi, meðan H71 á heimavølli skal takast við meistararnar úr StÍF. Dysturin í tølum Neistin-H71 32-22 (14-13) Málskjúttar Neistin: Dragisa Stojovic 9, Blagoje Buha 8(1), Áki Mørk 5, Ári Rouch 2, Birgir Kass 2, Helgi Justin- ussen 2, Dann Thorleifsson 1, Karl Oddmar Rasmussen 1, Helgi Michelsen 1 H71: Halgir Dahl Olesen 6(2), Henrik Gerster 5(1), Niels Viggo Niclasen 4, Jákup á Borg 2, Heini Bendtsen 2, Johnny Dur- huus 1, Olaf Vestergaard 1, Esbern Patursson 1 Brotskøst: Neistin 2, H71 5 Útvísingar: Neistin 4, H71 5 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum Hoyvíkingar royndu at muta ímóti, men teir fingu tó ikki gjørt tað heilt stóra við Neistan savnsmynd 25 24 Nr. 204 - 28. oktober 2003 Pól frammanfyri HB-spælarar Fleiri HB-spælarar fingu atkvøður í val- inum av ársins spæl- ara hjá monnum, men tað gjørdist ein B36'ari, sum fór við heiðrinum hesaferð. Toppskjúttarnir vóru úr Klaksvík, og B68 átti bæði stjørnu- skotini ÁRSINS Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Leygarkvøldið var árliga gallaveistlan fyri fótbólts- spælarar hildin í Mentan- arhúsinum í Fuglafirði. Umframt veitslulag og hugna var eisini avdúkað, hvørjir ársins spælarar í fótbóltskappingini í summar vóru. Tað vóru liðskiparar- nir á landsins fótbóltsliðum, sum saman við fjølmiðl- unum tóku saman um árið við eini atkvøðugreiðslu. Ársins spælarar hjá monnum og kvinnum gjørd- ust ávíkavist Pól Thorsteins- son úr B36 og Rannvá Andreassen úr KÍ. Tað var lítil og eingin ivi um ársins spælara hjá kvinnum, men tað kom kanska eitt lítið sindur óvæntað á, at ein B36'ari skuldi fara við heiðrinum hjá monnum. Fleiri HB-spælarar fingu atkvøður í atkvøðugreiðsl- uni, og tí kundi hvørki Rógvi Jacobsen, Rúni Nolsøe ella Jan Dam prýða seg við heitinum. Pól Thor- steinsson hevur verið týdningarmikil í verjuni hjá B36 í ár, og hann varð kos- in sum ársins spælari. Lækni hugleiddi Umboð fyri øll feløgini vóru til gallakvøldið í Fuglafirði, og Heri Jacob- sen, sum tey flestu kenna sum øran vert í Baro- metrinum hjá Útvarpinum, var toastmastari. Hann royndi at fáa gott lag á veitslufólki, og tað var eingin ómøguliga uppgáva. Nógvar varð sungið og prátað, og tað vóru ongar gamlar takklingar ella sam- anbrestir havdir á lofti hetta kvøldið. Ein gestarøðari at vera við til gallakvøldið, og hesaferð var tað Andrias Petersen, lækni og løgtings- limur, sum hugleiddi um fótbólt. Hann hevur verið lækni hjá GÍ í mong ár og hevur verið á nógvum fót- bóltsferðum saman við gøtumonnum. Dani varð ársins venjari Umframt ársins spælari vóru eisini aðrir spælarar heiðraðir. Ársins málverjar gjørdust Alber Sævarsson hjá B68 og Randi Wardum hjá HB. Albert er íslend- ingur og hevur verið partur av kanska landsins bestu verju í summar. Randi Wardum er landsliðsmál- verji og burturúr besti mál- verji hjá kvinnum. Ársins venjarar gjørdust teir báðir meistaravenjarar- nir Frank Skytte og Jón Harald Poulsen. Danin Frank Skytte gjørdi annað árið á rað HB til meistarar, og hóast hann gevst sum venjari í HB, kann hann fegnast um, at hann fekk hendan heiður við sær til Danmarkar. Jón Harald Poulsen hevur verið venjari hjá KÍ-kvinn- unum í nógv ár, og aftur í ár vunnu klaksvíkskvinnur alt, sum vinnast kundi. Stjørnuskot úr B68 B68 átti bæði stjørnuskot- ini í ár. Hjá kvinnum var Mary-Ann Isaksen ársins stjørnuskot, og hjá monn- um varð Jann Ingi Petersen valdur. Jan Ingi var einki óvænt- að val, hóast Atli Danielsen úr KÍ og Tór-Ingar Aksel- sen úr HB eisini fingu fleiri atkvøður. Jann Ingi hevur í ár verið sentralur á B68-miðvøllin- um, hann hevur spælt seg inn í landsliðshitan, og hann hevu fingið sáttmála við danskt felag. Eitt gott ár hjá honum Umframt ársins spælarar vóru gyltu stivlarnir eisini handaðir toppskjúttunum hjá kvinnum og monnum, og her fóru klaksvíkingar við øllum. Hjalgrím Elttør og Rannvá Andreassen kundu taka hvør sín gull- skógv við sær heim um Leirvíksfjørð sunnunáttina. StÍF-VÍF 22-32 (9-18): Ferð á VÍF Eftir heldur trilvandi byrjan tykist VÍF nú av álvara hava sett ferð á HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vestmanna kvinnurnar fingu ikki ta byrjan upp á kappingarárið, sum tær høvdu ætlað, tá tær í næsta umfarinum fingu rætt og slætt bank í Vági. Fyri summi var hetta kanska ein ábending um, at VB aftur í ár fór at verða einaráðandi, men nú tykjast ábendingar tó vera um, at VÍF ikki verða so lættar at syfta kortini. Fyrst og fremst er or- søkin kanska, at liðið nú hevur fingið útlendska styrkin til landið, men har- til tykist restina av liðnum eisini hava funnið rætta fótafestið. Og ikki minst, so er rætti viljin eisini um at koma fram á liðnum. Styrkin skal mátast Sunnudagin vitjaði VÍF á Skála, og har var sjáldan ivi um, hvønn veg tað skuldi fara. Serliga í verjupartinum stóðu gestirnir seg væl, og ferð eftir ferð gav hetta úr- slit í kvikum kontra-álop- um, sum StÍF málverjin millum lítið og einki kundi gera fyri at steðga. Verður so lagt afturat, at Ioana Rápa enn tykist nærkast gamla stílinum alt meira, so er einki at siga til, at StÍF mátti boyggja seg. Tó at liðið telir tvær av heilt góðu skjúttunum millum tær útlendsku, so megnaðu hesar sjáldan at skræða vælvirkandi VÍF verjuna sundur, og í aðrar mátar tykist liðið hjá StÍF ov tunt til veruliga at gera seg gald- andi. Í øllum førum enn, men við framhaldandi menning av arbeiðinum, sum í fjør førdi liðið til bronsuna, so skuldi hetta tó ikki verið heilt ógjørligt um eini tvey ár. Men í ár verður tað so neyvan. Her tykist tað fyrst og fremst verða VÍF, sum skal kappast við VB um oddin. Enn er Neistin eisini við í hesum stríði, og júst tær koma á vitjan í Vest- manna komandi vikuskifti, so tá fæst kanska ein enn betri hylling á, hvør styrkin hjá VÍF-kvinnunum er. Dysturin í tølum StÍF-VÍF 22-32 (9-18) Málskjúttar StÍF: Melica Ergic 6(1), Alina Olaru 6(4), Beinta Joensen 4, Poula D. Olsen 3, Anna Maria Berthelsen 2, Paula B. Høgnesen 1 VÍF: Nikolina Eyðbjørns- dóttir 10, Ioana Rápa 9(3), Sóley Mikkelsen 7, Irina Radovici 3, Fríða Marjun- ardóttir 2, Eydna Joensen 1 Brotskøst: StÍF 6, VÍF 5 Útvísingar: StÍF 1 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Serliga riggaði verjuparturin hjá VÍF væl, og ikki so sjáldan gav hetta úrslit í kvikum kontra- álopum Mynd: Álvur Haraldsen Fótbóltsárið endaði við afturvendandi gallaveitsluni, har leikarar úr ymsum feløgum vórðu heiðrað fyri síni avrik gjøgnum árið Ársins spælarar 2003 Ársins spælari, menn Pól Thorsteinsson, B36 Ársins spælari, kvinnur Rannvá Andreasen, KÍ Ársins málverji, kvinnur Randi Wardum, HB Ársins málverji, menn Albert Sævarsson, B68 Ársins venjari, kvinnur Jón Harald Poulsen, KÍ Ársins venjari, menn Frank Skytte, HB Ársins stjørnuskot, kvinnur Mary-Ann Isaksen, B68 Ársins stjørnuskot, menn Jann Ingi Petersen, B68 Toppskjútti, kvinnur Rannvá Andreasen, KÍ 49 mál Malena Josephsen, KÍ, 37 mál Halltóra Joensen, HB 29 mál Topskjútti, menn Hjalgrím Elttør, KÍ 13 mál John Petersen, B36 10 mál Andrew av Fløtum, HB 10 mál C M Y K 24