týsdagur 28. oktober 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 - 28. oktober 2003
27
27
26
Nr. 204 - 28. oktober 2003
Máltindarnir
Kvinnur
Aukse Vysniaskaite
VB
32
(7)
Ioana Rápa
VÍF
28
(7)
Alina Olaru
StÍF
25
(8)
Simona Dziugyte
Neistin
21
(6)
Rannvá Augustinussen
VB
20
Gurið Mortensen
VB
19
Nikolina Eyðbjørnsdóttir
VÍF
19
Sóley Mikkelsen
VÍF
19
(3)
Annika Ljósstein
Stjørnan
19
(7)
Nicoleta Radu
Søljan
17
(2)
Daiva Tuomaite
VB
17
(4)
Ása Dam á Neystabø
Neistin
16
(3)
Milica Ergic
StÍF
16
(3)
Joan M. Djordjevic
Stjørnan
14
(3)
Katarina Stepanovic
Stjørnan
12
(3)
Menn
Blagoje Buha
Neistin
24
(8)
Dragisa Stojovic
Neistin
22
(1)
Damir Oros
KÍF
22
(9)
Henrik Gerster
H71
21
(8)
Petur Martin Poulsen
KÍF
20
Hans Áki Dal-Christiansen
Kyndil
20
(8)
Ingi Olsen
VÍF
20
(11)
Halgir D. Olesen
H71
19
(2)
Høgni Klein
Kyndil
15
Janus Einar Sørensen
Kyndil
15
(1)
Áki Mørk
Neistin
15
(3)
Sámal Joensen
VÍF
15
(3)
Jacob Jónsson
Kyndil
14
Mihai Marinescu
StÍF
14
Alexandur Johansen
StÍF
14
(9)
Kyndil hevur fingið
góða byrjan upp á
árið, og aftur hetta
vikuskiftið gjørdist
talan um tvey stig
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er ikki frítt, at stóru
smílini eru komin aftur til
Kyndil. Í øllum førum um-
ræður manshondbóltin. Her
fekk Kyndil eftir óvanliga
langan steðg eitt steyp í
fjør, tá liðið vann steypa-
kappingina, og í ár tykist
kósin vera sett móti odd-
inum.
Sunnudagin
vitjaði
Kyndil í Hoyvíkarhøllini,
har KÍF hevur heimavøll,
og tað stóð skjótt greitt, at
her ætlaðu gestirnir sær at
taka alt. Við eyðkenda
framfýsna spælinum settu
teir grønu seg alt fyri eitt á
dystin, og tó at kollfirðing-
ar royndu at halda fast, so
gjørdist ikki tað heilt stóra.
Stýrdu ferðini
Kyndil hevði nevnliga alla
tíðina tak á støðuni. Eitt
skifti í seinna hálvleiki
vóru útlit fyri veruligum
avsmurningi,
men
tá
Kyndil so slakaði nakað,
fekk KÍF høvi til at koma
aftur í dystin. Talan mundi
eisini blivið um veruligan
spenning, tá munurin eitt
skifti kom niður í tvey mál,
men so setti Kyndil enda-
spurtin ígongd, og tá var
ikki stórt meira at gera.
Kyndil hevur sum sagt
fingið eina frálíka byrjan
upp á kappingarárið, og at
meta eftir dystunum higar-
til, so eigur liðið at roknast
sum ein av favorittunum til
gullmerkini. Enn er tó eitt
langt
kappingarár
fyri
framman, og talan verður
um nógvar styrkisroyndir,
áðrenn endaliga útfallið av
oddastríðnum liggur fast.
Komandi vikuskiftið hava
mansliðini frí, tá landsliðið
upptekur skránna, men eftir
hetta verður talan um satt
brak. Tá skal Kyndil á vitjan
í Vestmanna, og tað plagar í
øllum førum at borga fyri
góðum undirhaldi.
Kollfirðingar tykjast fyri
fyrst muga smyrja seg við,
at teirra leiklutur aftur
verður sum tann bleyt mill-
umvøran. Onkran vørrin
munnu teir tó fara at gera,
og møguliga verður talan
um ein slíkan, tá teir um
tvær vikur skulu royna seg
móti Neisatnum.
Dysturin í tølum
KÍF-Kyndil 25-29 (10-15)
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 8(2),
Petur Martin Poulsen 7,
Regin Petersen 4, Kristian
Madsen 3, Rógvi Weihe 1,
Finn Heri Johannesen 1
Kyndil: Hans Áki Dal-
Christiansen 7(3), Janus
Einar Sørensen 6, Høgni
Klein 6, Jacob Jónsson 3,
Ken Zachariasen 2
Brotskøst: KÍF 4, Kyndil 3
Útvísingar: KÍF 1, Kyndil 4
Dómarar
úr
Tjaldri:
Trúgvi Mortensen & Kári
Hansen
Borðtennis á Tvøroyri
Kappingarárið i borðtennis
er byrjað, og fyrsta kapp-
ingin varð hildin í ítróttar-
høllini i Trongisvági um
vikuskiftið.
Hetta var ein sonevnd op-
in kapping, har tað einans
bleiv spælt í einmannsleiki.
Urslitini voru hesi:
Smápinkur:
1 Rannva Jacobsen,
TBF
Pinkur:
1 Rakul Mikkjalsdóttir,
TBF
2 Sheila Strøm, TBF
3 Sára Joensen,
TBF
Piltar:
1 Gilli Sørensen,
TBF
2 Fróði Jensen,
TBF
3 Jonhard Ferjá,
TBF
Smágentur:
1 Joan Thomassen,
TBF
2 Susie Midjord,
TBF
Smádreingir:
1 Reidar Luid, TÓR
2 Gunnar í Dali, TBF
3 Sjúrður Ferja, TBF
Gentur:
1 Marin i Dali,
TBF
2 Mariann Mikkjalsdóttir,
TBF
3 Wivika Strøm,
TBF
Dreingir:
1 Ragnar Egilsson,
TÓR
2 Sigurd Carlsson,
TÓR
Kvinnuunglingar:
1 Anna Thomassen,
TBF
2 Vár Hansen,
TBF
Mannsunglingar:
1 Rógvi Nolsøe Hansen,
TÓR
2 Sjúrður Thorsteinsson,
TBF
Menn:
1 Fríði Jensen, TBF
2 Ragnar Nolsøe, TBF
3 Andras Nolsøe, TBF
Hjá smádreingjununumc vann Reidar Luid úr Tór frammanfyri Gunnar í Dali og Sjúrður
Ferjá, sum báðir leika fyri TBF
Føroyski landsliðs-
spælarin hevur skor-
að meiri enn
triðingin av málun-
um, sum Lyngby
higartil hevur fingið
DANMARK 2. DEILD
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Enn hevur hann ikki
rættuliga fingið høvi at
vísa, hvør dugur er í hon-
um á føroyska landsliðn-
um. Men í triði bestu
deildini í Danmark vísa
tølini, at hann er rættuliga
vandamikil frammanfyri
mótstøðumálið.
Tað er Christian Lam-
hauge Holst, sum talan er
um. Higartil hevur Lyng-
by fingið 23 mál í lands-
kappingini. Av teimum
hevur Christian Holst,
sum hann verður nevndur
donsku miðlunum, skorað
níggju mál.
Í Føroyum er tað týdn-
ingarmikið at taka Lam-
hauge navnið við. Tað er
mammu
navnið,
sum
boðar frá ættarbondunum
í Føroyum.
Hesa ferð var Lyngby í
Skive, og har vunnu gest-
irnir 3–2. Christian Lam-
hauge Holst setti hol á í
tólvta minutti.
Christian aftur
á blettinum
Hondbóltsstøður
1. deild kvinnur
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 VB
4
4
-
0
-
0
108
63
45
8
2 VÍF
4
3
-
0
-
1
93
83
10
6
3 Neistin
3
2
-
0
-
1
83
58
25
4
4 Stjørnan
3
1
-
1
-
1
71
60
11
3
5 StÍF
3
1
-
1
-
1
65
71
-6
3
6 Søljan
3
0
-
0
-
3
46
73
-27
0
7 Kyndil
4
0
-
0
-
4
52
110
-58
0
1. deild menn
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Neistin
3
2
-
1
-
0
88
76
12
5
2 Kyndil
3
2
-
1
-
0
87
81
6 5
3 StÍF
3
2
-
0
-
1
73
67
6
4
4 VÍF
3
1
-
0
-
2
73
71
2
2
5 KÍF
3
1
-
0
-
2
75
81
-6
2
6 H71
3
0
-
0
-
3
72
92
-20
0
KÍF-Kyndil 25-29 (10-15):
Tvey grøn stig afturat
C
M
Y
K
26
Eyguni vend ímóti venjaranum
Partick Thistle tapti
enn eina ferð, og tað
hevði í vikuskiftinum
við sær, at formaður-
in kendi seg noyddan
til at undirstrika, at
nevndin hevur álit á
venjaranum
SKOTLAND
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað gongur illa. Bæði hjá
Partick Thistle og Jákupi
Mikkelsen. Partick Thistle
hevur eftir tíggju tey fyrstu
umførini framvegis fyrsta
sigurin í skotsku kappingini
til góða, og teir eru nógv
aftastir. Partick Thistle hev-
ur tvey stig, og Aberdeen er
næstaftast við sjey stigum.
Jákup Mikkelsen misti
plássið millum stólparnar,
tá ið hann var sjúkur í eina
viku fyri einum mánaði síð-
ani, og hann hevur ikki
fingið møguleikan síðani.
Heldur ikki sjálvt um nógv
mál eru farin ígjøgnum hjá
alt annað enn tryggu verj-
uni.
Leygardagin tapti Partick
Thistle 4–1 á heimavølli
ímóti Hearts, sum er á
triðja plássinum. Støðan í
steðginum var 3–0 til gest-
irnar. Teir skoraðu í 13., 27.
og í 30. minutti. Síðsta mál-
ið í 1. hálvleiki fingu teir
eftir hornaspark. Heimalið-
ið minkaði um munin, men
so svaraði Hearts aftur, og
so var einki at gera.
Eftir tapið undirstrikaði
formaðurin í felagnum,
Tom Hughes, fyri pressuni,
at hann og nevndin hava
fult álit á venjaranum,
Gerry Collins, sjálvt um
tað ikki enn hevur eydnast
at vinna. Spurningurin er
so, hvussu nógv tað skal
leggjast í álitisváttanina.
Tað hevur ofta verið at sæð
áður, at eitt er, hvat verður
sagt ein dag, og eitt annað
er, hvat nevndin ger av at
gera tann næsta dagin.
Málverjin, sum heldur
Jákupi Mikkelsen á beink-
inum, eitur Kenny Arthur.
Hann kendi í síðstu viku
trongd til at markera seg
sjálvan. Málverjin segði
seg avgjørt rokna við, at
Partick Thistle skjótt fór at
koma fyri seg. Hann vísti á,
at í seks av dystunum hevur
tapið bara verið við einum
máli. Og so segði hann seg
sjálvan at vera so væl fyri,
sum hann ikki hevði verið í
hesum kappingarárinum.
Hann segði seg vera eins
væl fyri, sum hann var í
fjør.
Partick Thistle hevur
skift nógvar spælarar út
síðani í fjør. Teir vóna, at
tað serliga í verjupartinum
fer at verða betri skipað,
sum tíðin gongur.
Jákup Mikkelsen noyðist
framhaldandi at sita á
beinkinum í Partick Thistle,
men fyribils hevur hetta so
ikki broytt stórvegis um úr-
tøkuna hjá liðnum
Í kappingini millum
tey fremstu var tað
bara OB, sum misti,
meðan tað í fyrsta
umfari einki hjálpti
hjá AGF, at teir hós-
dagin góvu venjar-
anum sekkin
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað
gongst
væl
hjá
føroysku
feløgunum
í
superliguni. Brøndby og
FCK vunnu bæði sunnu-
dagin. Brøndby er fremst,
og FCK er framvegis
nummar trý, tí Esbjerg eis-
ini fekk trý stig hesa ferð.
FCK átti heimavøll í
Parkini ímóti FC Nord-
sjælland, sum í tveimum
dystum hevði lagt rygg til
samantalt 2–12 tap. Hetta
hevði fingið miðlarnar at
gita, at nú fór FCN venjar-
in, Christian Andersen, at
fáa sekkin. Tað hevur hann
ikki enn fingið, og hann fær
tað neyvan í hesi vikuni.
FCN tapti 2–0 í Parkini,
men avrikið hjá gestunum
var væl betri enn tað, sum
teir hava sýnt tvær tær
síðstu ferðirnar.
Málskjúttar hjá FCK
vóru álopsspælararnir báð-
ir. Álvaro Santos og Peter
Møller hava fingið møgu-
leikan ímillum teir fyrstu
ellivu, nú hvørki Todi Jóns-
son ella Sibusiso Zuma
hava verið tøkir. Álvaro
setti hol á, eftir at Hjalte Bo
Nørregaard hevði spælt
hann púra blankan. Hitt
málið skoraði Peter Møller,
eftir at hann hevði tamt og
sneitt seg púra leysan í
brotsteiginum. Peter Møller
segðist vera so mikið væl
upplagdur, at hann varð
kosin besti maður á vølli.
Brøndby hevði tað rættu-
liga stríggið í Glasdaxe
Idrætspark, har botnliðið,
AB, var væl skipað og helt
tætt, inntil tað restaði eitt
lítið korter. Tá skoraði
svensk Mattias Jonsson
einasta málið, og harvið
fekk Brøndby øll stigini.
Hetta var áttanda ferðin á
rað, at AB tapti.
Eftir at teir høvdu fingið
nýggjan venjara, hevði
Frem vunnið á heimavølli
og spælt javnt á útivølli.
Hesa
ferð
høvdu
teir
heimavøll ímóti Esbjerg,
sum er næstfremst. Ebbe
Skovdal og hansara menn
fingu einki burturúr á
heimavølli. Esbjerg vant
burturúr teimum og vann
4–0.
Poul Hansen, venjarin hjá
AGF, fekk sekkin hósdagin.
Tað verður bíðað eftir
Sören Åkeby, sum sunnu-
dagin var við til eftir síðsta
umfarið í Svøríki at heiðra
Djurgården sum meistara-
liði. Í dag tekur hann við
sum venjari í AGF. Hann
hevur mest sum boðað frá,
at AGF fer at vinna DM
innan trý tey næstu árini.
Avrikið í Viborg vísti, at tað
er nógv, sum skal rættast
upp í AGF, og spurningurin
er, um tað fer at bera til
bara við tí manningini, sum
nú er tøk. Í fjør kundi Mort-
en Poulsen ikki brúkast í
AGF. Nú er hann í Viborg,
og hann skoraði tvey av
teimum fýra málunum í
4–0 heimasigrinum.
Eisini í Ikast vóru nógv
mál á skránni, men tað
gekk ikki soleiðis, sum
FCM venjarin hevði vón-
að. Hann hevði roknað við,
at liðið hjá honum endiliga
fór at verða støðugt og tvær
ferðir á rað fór at fáa fulla
úrtøku. Men tað miseydn-
aðst. Eftir 35 minuttum var
AaB frammanfyri 3–0, og
teir høvdu alt spælið. Í
seinna umfarinum kom
heimaliðið fyri seg. Teir
minkaðu um munin til 3–2,
og teir høvdu møguleikan
at javna, tá ið teir fingu
brotsspark, men málverjin
hjá AaB bjargaði meistar-
liga væl.
Leygardagin var OB í
Herfølge. Alt bendi leingi
á, at gestirnir skuldu fara til
hús við øllum stigunum.
Teir vóru frammanfyri 2–0,
inntil tað restaðu minni enn
tjúgu minuttir, men so
skoraði Herfølge tvær ferð-
ir, og so endaði tað 2–2.
Tað vóru vertirnir glaðari
fyri enn gestirnir.
Hvørki liði hjá
Christian Høgna
Jacobsen ella hja Jann
Inga Petersen er í
serliga góðari støðu
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað sær einki serliga ljóst
út. Vejle við Christian
Høgna Jacobsen sum føst-
um manni ímillum teir
fyrstu ellivu ríður um nið-
urflytingar strikuna, og tað
ger Fremad Amager við
Jann Inga Petersen eisini.
Fyri aðru ferð var Jann
Ingi Petersen á liðnum hjá
Fremad Amager, og eisini
hesa ferð endaði tað við
tapi. Tað kendist sum stórt
vónbrot, tí mótstøðuliðið
var Brønshøj, sum undan
hesum
umfarinum
var
einsamalt
í
botninum.
Brønshøj vann 4–3, og um-
framt á máltalvuni so sveið
tað eisini manningarliga.
Fremad Amager fekk eina
útvísing ímóti sær í 41.
minutti. Allan 2. hálvleik
spældu teir við tíggju
monnum, og í síðstu løtu
mistu teir ein afturat. Jann
Ingi Petersen, sum var á
vøllinum fyrstu 50 min-
uttirnar, var hvørki millum
málskjúttarnar ella útvístu
menninar hjá Fremad Am-
ager.
Vejle hevur altíð verið
størri felag enn Horsens, og
Vejle hevur altíð átt betri
fórbóltsfelag enn grannar-
nir. Nú er vent í holuni. Tá
ið Horsens sunnudagin vitj-
aði í Nørreskóginum, vóru
teir favorittar, og teir livdu
upp til tað, sum tað varð
roknað við, at oddaliðið
skuldi megna ímóti Vejle,
ið bara er tvey stig framm-
anfyri Fremad Amager, ið
er fjórði aftast. Trý lið flyta
beinleiðis niður.
Horsens vann 1–0. Í Vejle
høvdu teir gjørt nógv fyri at
fáa nógvar áskoðarar at
taka á við teirra liðið. Tað
møttu 3.276 áskoðarar, sum
eru fleiri, enn tað møttu til
nakran annan dyst í næst-
bestu deildini. Horsens átti
sín part av teimum, og við-
haldsfólkini hjá útiliðnum
høvdu alla orsøk at fegnast.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki
stútaðu teir eftir innlegg úr
vinstru tað, sum skuldi vísa
seg at verða sigursmálð.
Christian Høgni Jacob-
sen var alla tíðina í Vejle
álopinum, men hesa ferð
eydnaðist tað ikki hjá
honum at skjóta mál.
Christian Høgni hevði eina
roynd beinanvegin, og hann
royndi eisini í 2. hálvleiki,
men Horsens við Johan B.
Hansen í hópinum helt tætt.
Randers FC helt tørn um
næstfremsta plássið, tá ið
teir á heimavølli vunnu
sannførandi 4–1 sigur á FC
Aarhus, sum er aftast, eftir
at Brønshøj sigurin á Frem-
ad Amager. Silkeborg er
dygst undir uppflytingar
plássinum eftir 3–0 heima-
sigur á Fredericia. Køge
snávaði ímóti Skjold, sum
vann 4–1, og eftir 2–1 tap á
Falster, er B93 á sama
stigatali sum Vejle. HFK
Sønderjylland misti í topp-
stríðnum, tá ið teir bara
fingu 1–1 á útivølli í Od-
ense ímóti B1913, sum er á
niðurflytingarplássi.
Brøndby og FCK fingu enn eina ferð fult
Á gáttuni til niðurflyting