leygardagur 16. august 1997síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið 5062. 7
Nr. 154 — 16. AUGUST 1997
Summarstevna Javnaðarfloksins á Sandi
fer, gerast
Kommunala skattaprosentið má niður - í minsta lagi ájavnt við tað í miðgki-
num, men helst eigur tað at fara nakað niður um. Hetta er ein veldug uppgáva
fyri løgting og landsstýri, men hetta er neyðugt, um útjaðaragkini skulu hava
nakra framtíð, segði Jógvan Adolf Johannesen m. a. á summarstevnuni hjá
Javnaðarflokkinum á Sandi seinast sunnudag
Tað var Hargarskaldið Pól
F. Joensen, såli, sum á sinni
kvað
Vit eru føroyingar serstøk
tjóð
Við felags lagnu eitt felags
i blóð
Og telags minni
on t nnur
Tad er nógv vatn runnið í
havd, síðani hesi orð vórðu
søgd og mangt er broytt
meðan tíðir runnu
Víst er tað soleiðis, at vit
øll eru føroyingar, men tí
verri gjørdi tað ikki tað
sama, hvar í hesum oyggj-
um tú hevði bústað
Heyði Hargarskaldið liv
að í dag, so heyði hann eis-
ini sæð einar ødrvisi Før
»yar
Hann heyði sæð einar
Føroyar, sum eru mentar so
ómetiliga nógv. Men hann
hevði óivað eisini givið
gætur eftir einari aðrari
broyting
Hann hevði td. sæð at
Mykines, sum tá var ein
meðalstór føroysk bygd, nu
nærum er útdeyð, og hann
hevði eisini sæd, at úti í
Fugloy - har eg haldi at eg
minnist ikki skeivt - yvir
200 fólk búðu, sova minni
enn 20 fólk um veturin - er
mær sagt
Og eg kundi nevnt fleiri
dømir
Einki er at ivast i, at ein
orsøkin til, at bygdir ella
oyggjar soleidis fånadu og
fåna burtur er, at tær ikki
longur áttu tað jørð tær sótu
d
Men, tað er eisini eyðsæð,
at skal nakar trívast í útjað
ararøkinum, sum nú gerst
alt stórri og stórri, so má
okkurt vera, sum heldur tey
til staðið, har tey hugsaðu
sær at búgva
Og tí ber tað ikki til, at í
nærum hvørjum einsta føri,
tá ið talað verður um spar-
ing, so eru tað åtjadaraøkini
sm fyrst standa fyri skotum!
Og hetta er sjálvandi við
til at fólk alsamt meira
trodkast inni á midjuni, har
hentleikarnir og tilboðini
eru størst
Mínir áhoyrarar!
Eisini vit í Sandoynni
hava merkt fylgjurnar av
hesum
Men, tíbetur, vónandi, fer
tað nú aftur at blána í eystri,
og eg vóni, at sólin av álv-
ara aftur rísir úr havi
Tí, vit búgva á einari góð-
ari oyggj, og her býr bæði
raskt og gott fólk
Eitt fólk sum tó, við harð-
ari hond, eirindaleyst varð
tveitt út í arbeiðsloysi
Tað hevur verið, og verð-
ur so ofta sagt at javnadar-
flokkurin einans eggjar
fólki til at krevja - men hetta
er ikki satt
Tí, javnaðarflokkurin sig-
ur enn, sum áður: Ger tína
skyldu og krevj so tín rætt.
Og har er munur á
Men í førum, tá ið fólk
verða forða í at hava møgu-
leikar at gera sína skyldu,
so eiga tey, sjálvsagdan rætt
at krevja rættin at liva
Fad er dýrt at búleikast í
útjaðaragkinum
Har, eitt sindur vestan fyri
okkum liggur ein lítil oygg)
- og har hava vit eitt gott
dømi um tað misbýtið, sum
fer fram í hesum landi - eitt
dømi um, hvussu dyrt tað
er at búgva í einum útjað-
aragki
Tí, líkist tað nøkrum at
ein skúvoyingur skal gjalda
yvir 30 oyru eyka fyri ein
litur av olju?
Og eg kann taka eitt ann-
að - eitt sindur ødrvisi dómi
Líkist tað nøkrum at fólk úti
í Hesti, sum hóast tey bert
búgva einar 15 min. frá
Gomlurætt, einans kunna
fáa post tríggjar ferðir um
vikuna?
Og áðrenn eg gloymi
Gomlurætt, so rennur mær
í hug tær ómetaligu atfinn-
ingar - ta venan og tey
óhugnaligu tel, sum vórðu
fostraði í ávísum heilum -
sjålvt inni á Føroya løgtingi
Har varð sagt at Gamla-
rætt kostaði í minsta lagi
eina hálva miljard 500 mió
kr. Eg segði, at hetta passaði
yvirhevur ikki. Jú, varð
sagt, og hetta vóru alt ov
nógvir pengar at ofra til eina
farleið út í eina útoyggj -
sum Sandoyggin í roynd og
veru var.
Sannleikin er, at alt tað,
sum er gjørt á Gomlurætt
og í Sandoynni síðani sein-
ast í 60 árunum umleið ein
ar 380 mió. tilsamans. Hetta
er sjálvandi nógvir pengar,
men iløgan var neyðug, tí í
Sandoynni var nærum einki
útbygt
Sandoyggin áðrenn ta tíð
var at samanbera við eina
oyggj. Og tí var hendan
fløgan eisini neyðug.
Eg segði hetta einans fyr
at vísa á tann vanliga hug
burðin, sum valdar mótveg-
is útjaðaraðkinum
Tað er einki at loyna, at
tað leingi hevur verið ætlan-
in at spara burtur smáar
bygdaskúlar, kring um í
landinum, men tíbetur hev-
ur hetta ikki eydnast, tí mót-
stødan hevur verið so stór
Og í hesum døgum hoyra
vit annars, at Postverk Før-
oya ætlar at snara lykilin um
á einum 9 brævstødum í
smábygdum, tí teir eru
noyddir at spara. Eg meini
tað. Eg ivist ikki í at um
teir gjørdu sær ómak kundu
teir funnið sparingar á eðr-
um stað.
Tað tykist sanniliga eing-
in endi at vera á tá ið spar-
ingar skulu raka útjaðara-
økini?
Men, tey fólk, sum standa
fyri nevndu ráðagerðum,
hava als onga fatan av, at
fyri hvønn skúla, brævstað
ella annan stovn, sum verð-
ur niðurlagdur í smábygd-
Jógvan Adolf Johannesen fanst harðliga at ætlaðu
sparingunum hjá Postverkinum, sum fara at raka
útjaðaraskini meint
Tá børnini í næstu viku
fara í skúla í Skopun,
verður tað ikki Jógvan
Adolf Johannesen, sum
fer at taka ímóti teimum.
Frá nýggja skúlaárinum
at rokna, hevur Jógvan
Adolf Johannesen lagt frá
sær sum fyrstilærari við
Skopunar skúla, og í hes-
um døgum verður sekt
eftir nýggjum fyrstalæra-
ra.
Jógvan Adolf Johann-
esen gjørdist lærari í
1962, og var fyrstu seks
árini lærari við Rituvíkar
skúla. Skúlaárið 1967/68
um, stendur eitt sár eftir,
sum gevur fólkinum eina
kenslu av, at bygdin hevur
mist nakað av tí, sum hoyrdi
við til bygdarmynstrið
Jú, víst hjá teimum, er tað
sárt
Men tað, sum beinleiðis
sýgur mergin úr stórum
parti av útjaðaranum er hitt
ógvusliga kommunala
skattatrýstið. Har má nakað
gerast, tí hetta er tað sum
skundar einamest undir frá
flytingina
Fyri at tálma hesum n
kommunala skattaprosenuð
niður - íminsta lagi ájavnt
við tað í midøkinum, mer
Sluppin Johanna leggur
at bryggju á Sandi sein-
asta sunnudag
Jógvan Adolf
leggur frá sær
var hann á skeiði á Fróð-
skaparsetrinum í føroysk-
um máli og bókmentum.
Hann fór til Skopunar at
undirvísa í 1968 og hevur
verið fyrstilærari síðani
1970.
Jógvan Adolf er føddur
f Dali 20. juli 1936, sonur
Fridu og Sofus Johanne-
sen, sum bæði vóru úr
Dali.
Síðan 1988 hevur hann
umboðað Javnaðarflokk-
in á tíngi.
Hann hevur verið reið-
ari og var í fleiri á komm-
unuskrivari í Skopun.
helst eigur tað at fara nakað
niður um
Ein veldug uppgáva fyri
løgting og landsstýri
Men hetta er neyðugt, um
útjaðaragkini skulu hava
nakra framtíð
Í hesum døgum síggja vit,
at fleiri fyrndarbygdir liggja
í andaleypi og aðrar eru á
fallandi fóti
Fyri hverja bygd, sum
doyr, eru Feroyar vorðnar
fátækari og eg vóni ikki at
tað einans verða minnini
um nógvar av landsins
bygdum sum standa eftir, tå
ið avtornar! Tí tað verður
årslitid, um tann hugburð
urin, sum nú valdar innan
føroyska umsitin á nógvun
økjum, ikki broytist
Takk fyri
Jógvan Adolf Johannesen