Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 1997síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTUR af sosialurin, týsdagin 19. august Sigid okkum frá, um onkur tíðindi eru at frætta. Ringið ella faxid! Sosíalurin, tel 11820, Fax 14720 síður at taka út! Spurningurin er um miðverjan fer at halda Fótbóltur: Um Jens Kristian Hansen ikki megnar at spæla 90 minuttir, so er neyðugt at royna spælarar í miðverjuni, sum ikki hava spælt har áður Fótbóltslandsliðið fór úr Vágum sunnukveldið klokkan 18.30, og tá teir høvdu millumlent í Kastrup í trý korter og fingið Allan Sim- onsen, Jan Allan Miiller og Jákup Mikkelsen umborð, settu teir nøs- ina ímóti Kekkia, har teir vóru fram ímóti midnátt. Í gjár vandu teir tvær ferðir, og í dag er aftur venjing á skránni Miðverjan kann fara at halta Stóri spurningurin hjá Allani Sim onsen er, hvussu tað fer at tørna út í miðverjuni Bartal Eliasen gav undan viku- skiftinum avbod. Hann koykti fót- in so mikið illa undir venjing í Fuglafirði týskveldið, at tað bar honum hverki til at spæla leyg- ardagin ímóti B68 ella at fara við landsliðnum niður til Kekkia. Ingi Rasmussen er nýggjur mað- ur í hópinum fyri Bartal Eliasen, men hann er ikki midverji men heldur verjukendur miðvallari Allan Simosen hevur tískil bara tríggjar spælarar, sum áður hava roynt seg í miðverjuni á lands- liðnum. Teir eru Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen og Pól Thor- steimsson Tað er eingin ivi um, at:tað verða hesir tríggir, sum fara at manna miðverjuna í annaðkveld, men tann stóri spurningurin er, um Jens Kristian Hansen megnar at spæla allar 90 minuttirnar. Mikukveldið spældi hann ein knappan tíma í ferðmiklu uppgerðini ímóti GÍ, og leygardagin spældi hann alla tíðina ímóti FS Vágum. Tað boðar frá, at hann er á veg til at koma fyri seg eftir afturstigið, sum hon- um var fyri í Grikkalandi, men spuringurin er, um ein tann mest týdningarmikli spælarin hjá Allani Simonsen er komin so mikið nógv fyri seg, at hann megnar at spæla 90 minuttir í altjóða stríði ímóti stórari fótbótlstjóð, sum í nógvum hita fer at leggja nógv trýst á før- oyska liðið Ger hann ikki tað, so verður venjarin kroystur til at royna onkra uppstilling, sum hann ikki hevur gjørt áður, og tað plagar honum ikki at líka serliga væl. Mest upp- lagdi møguleikin tá verður, at Arn- bjørn Danielsen, sum spælir aft astur hjá B36, verður settur inn á tað plássið, og at Oli Johannesen verður settur fram á forstopparan Arnbjørn Danielsen hevur ikki nógvar altjóða royndir á aftasta manni. Tá hann fyrstu ferð kom inn á landsliðið í Høfn í Íslandi 27. juli var hann vongverji í vinstru, og tá hann í Estlandi fyri aðru ferð var á landsliðnum, kom hann inn í álopið Arnbjørn Danielsen hevur spældi fýra Intertoto Cup dystir fyri B36 í summar, og tå var hann hverja ferð aftasti maður í verjuni Í fjør spældi hann fýra ferðir í Intertoto Cup fyri B68, og tå var hann aftastur alla tíðina, burtursæð frá í einum dysti, tå hann ikki kom innaftur eftir steðgin Tá B68 í 1993 tók lut í euro- peisku meistarakappingini var Ambjørn Danielsen ikki millum spælararnar Gevur seg sjálvt Ferðin í Estlandi visti, at Allan Simonsen ætlar sær at brúka Allan Mørkøre og Henning Jarnskor sum vongverjar í hver sínum borði. Tað sást eisini í Estlandi, at venjarin ætlar at brúka Julian Johnsson og Magna Jarnskor sum verjukendar miðvallarar. Jan All- an Múller legði upp til eitt mál og skoraði eitt mál í Estlandi, og eftir at hann sunnudagin skoraði tríggj- ar ferðir, og Todi Jónsson ikki er við, er eingin ivi um, at hann fær fremsta álopsplássið. John Pet- ersen verður annar av mønnunum aftanfyri vágbingin í Esbjerg, og so er bara eitt pláss eftir at manna Jens Erik Rasmussen røkti tað í Estlandi, og tað er ilt at ímynda Stórur saknur verður í Jan Dam, sum hevur leikbann, tá Føroyar spæla móti Kekkia mikukveldið. Aðrir verju- spælarar mangla eisini hesa- jh ferd. Mynd: Finnur Justinussen sær nakað alternativ. Um tað skuldi verið eitt, so er tað Uni Arge, ið spældi á júst hesum pláss- inum, tá hann kom inn ímóti Span- ia á Svangaskarði klaksvikingar av HB var nógv tað betra liði í einum hálvvánaligum dysti í Klaksvík leygardagin Síða 13 a —en Kvinnu- unglinga- landsliðið aftast í NM FLOGBÓLTUR: Føroyska kvinnunglingalandsliðið í flog- bólti var um vikuskiftid við í Norðurlandameistaraskapinum í flogbólti, sum var í Danmark Tað gjørdist sum væntað Før- oyar og Ísland, sum komu at spæla dystin um 5. pláss. Leyg- ardagin var fyrri dysturin mill- um liðini Føroya byrjaði væl og vann fyrsta sttid 16-14. Næsta settið vann Ísland 15-13. Í triðja settinum vann Ísland aftur, ta ferðina 16-14. í fjórða settinum spældu føroysku genturnar væl, og tær vunnu lættliga 15-4 Vónirnar til seinasta settið vóru tí góðar, men eftir nógvar spennandi tvidystir endaði tað við, at Ísland vann 15-12 og harvið dystin 3-2 Sunnumorguninv ar seinni dysturin, og eisini hesin dysturin gjørdist spennandi Føroyar taptu tvey tey fyrstu settini, ávíkavist 14-16 og 11- 15, men vunnu so næstu settini 15-12 og 15-10 Avgerandi setti gjørdist sera spennandi, men endin var, at Island vann 15-13, og gjørdist tí nummar 5, meðan Føroyar endaðu aftast Finland vann NM-kapping- ina hesaferð, Svøriki var nummar 2, Noregi nr. 3, Dan- mark nr. 4, Ísland nr. 5, og Før- oyar nr. 6 A føroyska liðnum vóru Ju anna Joensen, Anne Mia Johan- sen, Elinborg Nygaard, Guðrið Nolsøe og Anne Mari Strøm úr TB, Oluva Hansen og Elken Matras úr Mjølni, Gerda Natte- stad og Herborg á Mýrini úr Drátti, og Halla við Høgadalså úr Fleyr Venjari hjá liðnum eru Chris Norðberg Petersen og Kristian Mikkelsen. Skipa fyri ride sigur í tíð- indaskrivi, at teir í løtuni ar- beiða við ætlanum um at fyri- skipa kapping í strandaflog- bólti Kappingin verður møguliga í Havn 30. august, men hvussu verður við kappingin, um hon verður ella ikki, fara feløgini at frætta nærri um í hesi vikuni Hetta slag av flogbólti verður vanliga spælt uttandura, á sandi, og tveir spælarar eru á hverjum liði. Vellurin hevur somu stødd sum vanligt ek