Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 1997síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 107 — 10. JUNI 1997 ítróttar g Pl Fótbóltur: HB hevur ikki nakað stórlið, men teir vóru ivaleysa góðir at vinna í- móti einum Ogvu- liga tannleysum og hugflogsfá- tækum klaksvíks- liði 1. deild menn: KI-HB 0-2 (0-1) KLAKSVIK: Verdur tad i ti ågangandi og hugflogs ríku útgávuni, ella verður tað í tí deydligu, tøvandi og hugflogsfåtøku utgåvuni, vit fara at síggja okkara lið hesa ferð Um áskoðararnir í Klaks- vík seta sær sjálvum og hverjum ødrum omanfyri nevnda spurning, tá teir eru á veg til fótbóltsdyst, har KÍ er annað liðið, so er tað ein ki at undrast á. Tí avrikini hjá klaksvíkingum í ár hava víst eitt lið, mannað við somu spælarum, sum á vøll inum standa fyri avrikum, ið stutt sagt eru sum dagur og nátt Og skulu vit meta út frá tí, sum hevur verið at sæð hesar báðar seinastu vikurn ar, so eiga klaksvíkingar at hætta sær í Gundadal kom andi vikuskifti, tí tá eigur avrikid av verða gott. Ímóti Ujpesti á Svangaskarði var tað fantastiskt, í Miðvági var tað ikki gott, ímóti VB mikukveldið var tað størsta partin av tíðini gott, og leygarkveldið, tá HB vitjaði í Klaksvík, var KÍ avrikid út av lagi vánaligt HB Tað skulu altíð tvey lið til at mynda eina fótbóltsupp gerð, og avrikid hjá ødrum liðnum er altíð fyri ein part treytað av avrikinum hjá motstødulidnum HB vann 2-0 í Klaksvík, og tad høvdu teir so ruddu liga uppiborid. Teir høvdu nógv størri spæligleði, teir fluttu seg meiri fyri hverj- um ødrum, teir vóru nógv meiri avgjørdir, tá teir fóru í álop, og teir spældu seg til einar seks ella átta mál- møguleikar, sum kundu havt mál við sær, um serliga Uni Arge hevði havt stórri hepni við fluktskotunum, sum ein væl verjandi Gunn- ar á Steig ferð eftir ferð bjargaði (KÍ málverjin hev- ur framvegis trupulleikar av nýggju málmansreglunum, sum hann tekur í nógv stórri álvara, enn tað er neyðugt) Uni Arge og Gunnar Mohr lógu heilt frammi á rangstødumarkinum, og hverja ferð HB verjan ella miðvellurin fekk tak á bólt- inum, spentu Jens Erik Rasmussen og Rúni Nolsøe fram at hjálpa teimum, og tað gjørdist ofta vandamik ið, tí KÍ midvøllurin — hóast teir sum heild lógu ov aft- arlaga — tók ikki verjupartin í tí álvara, sum hann skal takast. Tað hevði nógvar HB fleirtalsstødur við sær frammanfyri málinum, men tað komu bara tvey mál Hitt fyrra tå tríggir minuttir vóru farnir, og hitt seinna, tá tað restaðu tríggir min- uttir Andreas F. Hansen varð skrásettur fyri fyrra málið, sum var heppið. Jens Erik Rasmussen sendi horna- spark innfyri úr høgru, bólt- urin varð sendur út frá og inn í aftur 16 meturin, har Andreas F. Hansen fekk fót- in á, soleiðis at kúlan sigldi í einum boga omanfyri eina rúgvu av spælarum og smeyg sær inn undir saman- komingina Málið var heppið, men stødan, sum hevði horna- sparkið við sær, komst av taktiskum brølara hjá klaks- víkingum, sum teir gjørdu seg sekar í meiri enn eina ferð. Heðin á Lakjuni fór fram við, HB breyt ålopid, bólturin fór inn á miðjuna og varð spældur í stóra hol- ið aftanfyri vongverjan, har eingin bakkaði upp. Rúni Nolsøe kom í brotsteigin og varð taklaður í tí hann royn di ímóti málinum, og so kom hornasparkið og mál- ið Seinna málið var altíð vantandi. Klaksvíkingar royndu at leggja trýst á. Tað eydnaðist ongantíð, men av- leiðingin av royndini var uppaftur leysari eftiransing- ar, og harvið møguleikar til HB, og tá bélturin úr høgru kom inn til Jens Erik Rasm- ussen, sum var staddur seks metrar úr málinum, hevði miðvallarin tíð til at temja við bringuni, áðrenn hann heilfluktaði í kassan KÍ vejkleikarnir Tá KÍ fyri stuttum hevur sýnt framúr gott avrik, sum teir hava fingið uppiborna skoðsmálið fyri, er ikki nógv annað at gera eftir av- rikið, sum teir sýndu leyg- arkveldið, enn at siga sum er Einki hekk saman. Teir høvdu bara ein stóran mál- møguleika. Atta minuttir vóru farnir, tå Kurt Mørkøre legði innfyri úr høgru, Róg- vi Jacobsen stóð væl fyri, Kaj Leo Johannesen hálv- bjargaði sera væl, bólturin stakk út aftur á klaksvíking- in og frá honum út av vøll- inum. Hvussu leikur hevði farið, um KÍ hevði javnað so tíð- liga kann bara metast um Veruleikin er, at heimaliðið hevði ongan upplagdan møguleika afturat. Tað var sum um teir ongantíð komu úr ødrum geari, einki sam- band var millum verju og midvøll og midvøll og å- Hedin å Lakjuni fer » fram vid Jens Eriki Rasmussen hjå HB. Mynd: Finnur Justi Havnarmenn holvaðu klaksvikingar igjøgnum Harley Bertholdsen hjå KI tveitir seg i eina takling, medan Gunnar Mohr hjå HB roynir at snúgva sær undan. Mynd: Finnur Justinussen lop, og tað eydnaðist ong- antíð at flyta spælið fram í verjupartin hjá HB, sum annars hevur verið ótryggur nógvar ferðir í ár (tað er vorðið nógv betri, nú Hans Fróði Hansen er komin aft- urat. Hann vann so at siga allar luftbóltarnar í stríði við Kurt Mørkøre) | Sunnudagin fer KÍ í Gundadal at spæla ímót B36. Tá kann tað bara gan- ga betri, enn tað gjørdi ímóti HB. Tað er langt frá víst, at klaksvíkingar í betru útgáv - uni kunnu hótta B36, men tað kann verða væl betri, enn tað var leygardagin HB hevur framvegis møguleika at vinna pláss í Europa Cup, og avrikid bæði á Svangaskarði miku- kveldið og í Klaksvík leyg- ardagin bóru boð um betri framtíð, enn roknast kundi við, eftir tapið á heimavelli ímóti VB. jh