Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. august 1997síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 PGS undir seismiskar kanningar: Royna at loysa basaltknút -Tað kann vera gott íkast til foroyska samfelagið, um seismikkfeløgini ar- beida ut frå føroyskari havn heldur Årni Dam å Skipafelagnum. John Whitcombe frå PGS sær fegin, at felagið brúkar føroyskar havnir Jan MÚLLER Hóast oljufelegini hava gjørt fleiri framstig í roynd- unum at „síggja“ niður gjøgnum tjúkku basalt- fláirnar á føroyskum øki, so er „basaltknúturin“ enn ikki loystur til fulnar Basaltið er framvegis ein forðan fyri at kunna síggja av skipum tess á Havnina eftir útgerð og fyri at skifta manning John Whitcombe, sum tekur sær av at samskipa arbeiðið umborð og á landi kom til Føroya í sambandi við at bæði skipini vóru á Havnini. Somuleiðis var Atle Flyhn, sum er ein av oddamonnunum í fyri- Arni Dam frá Skipafelagnum dámar væl, at útlendsku seismikkfeløgini brúka føroyskar havnir. Mynd jan hvat goymir seg i undir- grundini. Fleiri av feløgun- um royna tí at finna nýggjar tekniskar loysnir, sum gera, at tey kunnu „síggja“, hvat veruliga er undir basalt- inum Vit hava m.a. hoyrt um royndirnar hjá Amerada Hess og Western at brúka serstakan teknikk við tveimum skipum. Onnur feløg royna so eisini aðrar leiðir. Eitt av hesum fel- øgum er PGS, sum stendur fyri stórum parti av tí seismiska arbeiðinum, ið gjørt er vestan fyri Hetland Nú er PGS so eisini komið inn á føroyskt øki, og í farnu viku vóru tvey tøkuni her. John Whitcombe sigur við Sosialin, at teir eru í ferð við at gera nakrar serstakar kanningar á einum 80 kilometra stórum øki eina staðni kring Føroyar Hann vil ikki siga hvar og hvat hesar kanningar snúgva seg um, tí teir gera arbeiði fyri nøkur oljufeløg. Men teir eru so í ferð við at royna ein heilt nýggjan teknikk í sambandi við at fáa upplýsingar um undir- grundina Endamálið er at finna ein teknikk, sum ger feløgini betri før fyri at kunna síggja niður gjøgnum basaltid Sum er forda tidindabladid tjúkku basaltfláirnar seis- mikkfeløgunum at fáa opti- malt burtur úr PGS hevur leigað tvey skip frá einum felag, sum AP. Møller eigur, til upp- gávana, ið fer at taka nakrar vikur John Whitcombe sigur annars, at PGS longu hevur gjørt 3D seismiskar kann- ingar á føroyskum øki, og at felagid er rættiliga bjart- skygt, tá tað ræður um møguleikarnar at finna olju her -Vit vilja fegnir vera við í arbeiðinum á føroyskum øki og rokna við, at tað fara at vera fleiri uppgávur í framtíðini Hann sigur eisini, at teir vilja umhugsa at brúka føroyskar havnir, tá tá teir arbeiða á føroyskum eki Vit síggja tað sum ein stóran fyrimun fyri okkum at arbeiða ut frá Havnini heldur enn frá eini havn á bretskum øki. Tað er so S fr eisini ein partur arbeiðinum í einum nýggjum eki, at tú brúkar teir fasilitetir, sum eru har agentur Tað er Skipafelagið Føroy- ar, sum er umboð fyri PGS í Føroyum tvs. tekur sær av skipunum og manninginum hjá felagnum, tå hes: eru í føroyskari havn. Arni Dam á Skipafelagnum sigur, at tað er avgjørt ynskiligt, at seismikkskip og onnur skip, ið verða brúkt í oljuleiting við Føroyar, arbeiða út frá føroyskum havnum. Hetta gevur sjálvandi arbeiði til føroyingar og leggja skipini eisini nógv eftir seg í aðrar mátar. Hann vísir á, at tá talan er um at skifta mann- ingar, so merkir hetta eisini, at flogfeløgini fáa meira at gera. Samanumtikið kann tað vera eitt gott íkast til før- oyska samfelagið, um eitt nú seismikkfeløgini arbeiða út frá føroyskum havnum Nr. 156 — 20. AUGUST 1997 heldur enn at brúka havnir í Bretlandi Tað er so heldur ikki ann- að enn rímuligt, at hesi skip arbeiða út frá føroyskari havn, tá tey jú gera kann- ingar í føroyskum øki. Tað vil so eisini verða ein fyri- munur fyri feløgini, ti teinurin til næstu havn oftani er stytri við at leggja inn í Føroyum John Whitcombe frá seismikkfelagnum PGS umborð á einum av seismikkskipunum, sum var á Havnini herfyri Tvey seis mikkskip á Havnini. Gott ikast til samfelagið, um seismikkfeløgini arbeiða út frå føroyskari havn