mikudagur 20. august 1997síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið
(æð fir
Nr. 156 — 20. AUGUST 1997
Rogvi aftur å toppinum
Rógvi Johansen ovastur á sigurspallinum. Bogi Kristansen var nummar 2 og Sverri Mohr Edvinsson nummar
3. Tilsamans 20 súkklumenn vóru við í FM-kappingini leygardagin. Mynd: Gundur F. Mikkelsen
i. Rógvi Johansen ...
3. Sverri Mohr Edvinsson ne.
5. Jóhann Brend.................
6. Kári Brattaberg ..............
7. Ásmundur Nolsøe
8. Eydun Poulsen...
9. Esmar Joensen ...............
10. Beinir Rasmussen
FM í einkultstarti - 30 km.
BR RE nr 5235
Wee IKK 52,52 |
He 55,14
42,11
44,24
47,05
47,21
BEER ER 47,52
49,59
… 50,13
1. Djéni í Geil...
12. Såni Kristiansen
13. Christian Guttesen
14. Poul Hendrik Poulsen .....
15. Kári Simonsen ................
16. Evald Rasmussen...
17. Jón Ellingsgaard
18. Uni Petersen
19. Bárður Huusgaard ..........
|
Súkkling: Fjórða árið á rað vann
Rógvi Johansen FM í einkultstarti.
Hesaferð betraði hann metið við
hálvum øðrum minutti
Rógvi Johansen var aftur
hesaferð ovastur á sigurs
pallinum, tá FM-kappingini
i súkkling á 30 krlometrum
var av
Leygardagin var hendan
kappingini, sum fyriskipar
arnir rópa FM í einkultstarti,
og Rógvi Johansen, sum
verður mettur at vera okkara
besti í slíkum kappingum,
staðfesti, at hann veruliga
er tað, og at eingin kann
hótta hann
Rógvi var meira enn tveir
minuttir frammanfyri næsta
súkklumannin, sum var
Bogi Kristiansen. Sverri
Mohr Edvinsson, sum vann
Grand Prix kappingina í ár,
endaði sum nummar 3,
fimm minuttir eftir Rógva
Tíðin hjá Rógva var ikki
bara nokk til at geva honum
tryggan sigur í kappingini,
hon var eisini met á tein
inum
Rógvi átti sjálvur gamla
metið, og hann betraði tað
við hálvum ødrum minutti
hesaferð. Fitt av vindi var
leygardagin og sýnið var
ikki tað besta, men tað forð
aði ikki Rógva í at seta met
ið
Betri fyri nú
Rógvi var við á Oyggjaleik-
unum í summar, og har var
hann millum annað við í
kappingini í einkultstarti
Hann var ikki nøgdur við
sína tíð, og kappingini leyg-
ardagn vísti hví. Rógvi
súkklaði so væl, at hann
ivaleyst hevði vunnið heið
ursmerki á Jersey, hevdi
hann verið líka væl fyri tá
Sjálvur sigur Régvi, at
hann nústani er komin í
toppform, og at Oyggjaleik
irnir liggja ov tíðliga á ári
num fyri hansara viðkom
andi
Seks náddu niður
um 50 minuttir
20 súkklumenn luttóku í
kappingini leygdagin, og
hetta var sama tal sum í fjør
Súkklað varð frá gomlu
sápufabrikkini í Havn, til
Kaldbaks og aftur. Teinurin
er 30 kilometrar
Hver súkklumaður súkk
laði fyri seg, og hann hevði
bara tíðina at kappast ímóti
Seks av teimum 20 luttak-
arunum náddu niður um 50
minuttir, og millum teirra
var bert 15-åra gamli Kári
Brattaberg, sum súkklufólk
halda hevur eina lovandi
framtíð. heldur hann fast
við framgongdina seimastu
tvey árini
Hinir, sum náddu niður
um 50 minuttir, vóru vinn
arin Rógvi Johansen, Bogi
Kristiansen, Sverri Mohr
Edvinsson, Gunnar Dahl-
Olsen og Jóhann Brend
Tórshavnar Súkklufelag
hevur boðað frá, at næsta
kappingini verður leygar-
dagin 30. august, tá kappast
verður á 100 kilometrum
ek
Novnini broytast skjótt
Fótbóltur: Bara fimm av føroysku spælarunum í dag, vóru við, tá landsliðið síðst spældi móti kekkum
Føroyar hava ongatíð áður
spælt landsdyst mót: Kekk-
ia. Orsøkin er eyðsýnd, tí
talan er um nýtt land. Eftir
at jarntjaldið er fallið, og
kommunistisku einaræðini
eru vorðin ein syrgiligur
partur av europeiskari søgu,
eru ein rúgva av nýggjum
londum komin á Europa-
kortið. Og ímillum hesi telj-
ast kekkia, sum okkara
menn spæla landsdyst móti
seinnapartin í dag, og Slov-
akia, sum landsliðið spældi
tvær ferðir ímóti í fjør.
Fyritreytirnar fyri teimum
báðum lodnunum, sum fyrr
itu Tjekkoslovakia, og nú
eita Kekkia og Slovakia, eru
sera ymiskar á politiska og
búskaparliga økinum.
Kekkia er eftir eystureuro-
peiskum målistokki, rikt og
å veg uppi bædi NATO og
ES, medan Slovakia hevur
nógv fleiri og størri trupul-
leikar at stríðast við, og sum
gera, at hóast teir vilja
sleppa uppí europeiska
samstarvið, verður tað ikki
tey fyrstu árini. Men tað
sigst, at tað gongur rætta
vegin
ferðin
23. september 1992 var før-
oyska landsliðið i Kosice og
spældi HM-undankapping-
ardyst móti Tjekkoslovakia.
Urslitid var 4-0. Hálvleiks-
stødan var 1-0, og málið
fekk heimaliðið, tå 24 min-
uttir vóru spældir. Annan
hálvleik eydnaðist tað
monnunum hjá Páll Guð-
laugsson at halda tørn til tað
bara restaðu fimm minuttir.
Tá skrædnaði, og trý mál
fóru igjøgnum.
Ein av spælarunum, sum
eru í kekkiska hópinum, ið
hevur fyrireikað seg til dyst-
in í dag, skoraði ta ferðina
tvey mál. Tað er Pavel
Kuka, sum eftir 85 oh 87
minuttir skoraði til 2-0 og
3-0. Nú spælir hann í Kais-
erlautern í Týsklandi
Umframt navnframa, tví-
falda málskjúttan eru bara
tveir aðrir á kekkiska lið-
num í dag, sum spældu í-
móti Føroyum fyr: knøpp-
um fimm árum síðani. Teir
eru Radoslav Latal, sum ta
ferðina kom inn, tá tað rest-
aðu átta minuttir. Hann
spældi tá í Sigma Olomouc,
men nå umboðar hann
Schalke Gelsenkirchen i
Tysklandi.
Hin spælarin er Juri Nem-
ec, sum tå spældi fyri Sparta
Praha. Nú spælir hann í
sama felag, sum Juri Nem-
ec.
Eisini f*royingar hava
skift fólk, síðani teir vóru í
Tjekkoslovakia fyri fimm
árum síðani. Páll Guðlaugs-
son hevði fimm av teimum
átjan spælarunum við, sum
Allan Simonsen hevur við í
Kekkia hesaferð
Á liðnum ta ferðina vóru:
Jens Martin Knudsen — Jan
Dam, Óli Johannesen, Jóan-
nes Jakobsen, Tummas Eli
Hansen, Alvi Justinussen —
Jákup Símun Simonsen,
Todi Jónsson, Kári Reyn-
heim, Øssur Hansen (Allan
Mørkøre, 55.) — Jan Allan
Miiller (Uni Arge, 80.). A
beinkinum, uttan at verða
skiftir inn, sótu Jákup
Mikkelsen, Mikkjal Daniel-
sen og Oluf Mortensen.
Jens Martin, Óli, Allan, Uni
og Jákup hava sostatt roynt
seg ímóti onkrum av mót-
stødumonnunum áður,
meðan allir hinir ongantíð
áður hava spælt á útivelli
ímóti kekkum.
Seinna ferðin
Tjekkoslovakia vitjaði á
Svangaskarði 16. juni 1993
Føroyar taptu 3-0, og
mótsatt á útivelli, vóru øll
málini hesa ferð skotin í
fyrra hálvleiki. Ivan Hasek
skoraði tá bara tríggir min-
uttir vóru farnir, og Marek
Postulka skoraði eftir 38 og
44 minuttir. Hvørgin av hes-
um báðum er við á kekkiska
liðnum í dag.
Radoslav lLatal spældi
allar 90 minuttirnar ta ferð-
ina, og umframt hann, er
eisini Pavel Kuka á liðnum
hesa ferð, sum hevur spælt
í Føroyum. Hann spældi í
$4 minuttir á Svangaskardi,
og tá umboðaði hann
Slavia.
Føroyska liðið, sum
spældi 16. juni 1993, sá so-
leiðis út: Jens Martin Knud-
sen — Rúni Justinussen (Jens
Erik Rasmussen, 68.). Kurt
Mørkøre, Jóannes Jakobsen
(Tummas Eli Hansen, 70.),
Óli Johannesen, Alvi Just-
inussen — Allan Mørkøre,
Páll á Reynatúgvu, Abra-
ham Hansen, Jan Dam —
Torkil Nielsen. Á beink-
inum, uttan at verða skiftir
inn, sótu Bjarni Johansen,
Eyðfinn Olsen og Torbjørn
Jensen
Bara fýra av hesum eru
við í ferðalagnum í Kekkia;
teir eru Jens Martin, Jens
Erik, Óli og Allan.
í kveld spæla føroyingar
49. altjóða skrásetta lands-
dystin. Tað vil við ødrum
orðum síga, at tá kekkar
koma á Svangaskarði um
hálva triðju viku — dysturin
verður leygardagin 6. sep-
tember — verður talan um
eitt jubelium fyri føroyskan
landsliðsfótbólt.
jh