mikudagur 20. august 1997síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 156 — 20. AUGUST 1997
15
KÍ vann oddadystin mót
Fótbóltur 1. deild kvinnur: Klaks-
víkskvinnur gjørdu bart móti HB í
oddadystinum, B36 vann greitt á EB,
og á Toftum vann B68 botndystin
móti Skála
Eftir átta umfør eru tað
framvegis trý lið, sum
berjast sínamillum í odd-
inum í 1. deild hjá kvinnum.
Tey bæði havnafeløgini, HB
og B36, eru sum vant við í
fremstu rgð, og afturat sær
hava tey KÍ, sum hevur
staðið seg sera væl seinnu
árini, og sum aftur í ár tykist
kunna hótta havnafeløgini
Í botninum verður harður
dystur um hver skal sleppa
undan niðurflyting, og
sunnudagin vann B68 sera
týdningarmikla dystin móti
Skála, og slapp sær harvið
upp um strikuna. Sumba
liggur niðast eftir tapið móti
LÍF
Stóri dysturin hetta viku-
skiftið var í Klaksvík, har
tvey av oddaliðunum, KÍ og
HB, spældu móti nverjum
ødrum. Dysturin var bæði
væl spældur og spennandi,
og endin var at hemaliðið
var ruddiliga omaná.
KÍ vann greitt
Tað var annars HB, sum
legði fyri við at gera mál.
Tær løgdu seg fram um 1-
Q, tå ein góður minuttur var
spældur. Málið kom eftir
hornaspark og nakað av
aftur og fram, har Eyðver
úr Dímun at enda fekk stýrt
bóltin í málið.
Tveir minuttir seinni
svaraði KÍ aftur, tá Rannvá
Andreasen gjørdist leys.
Hon rundaði HB-málverjan
og sparkaði í tóma málið.
HB hevði yvirtakið fyrstu
løtuna, og við væl spælandi
Eyðver úr Dímun á sentrala
midvøllinum, trýstu tær KÍ-
liðið nakað aftur á vøllin
Men KÍ var allatíðina
vandamikið, tí liðið hevur
fleiri skjótar spælarar, sum
kunnu nógv sjålvir, og tå Kl
fór í mótálop, lá allatíðina í
luftini, at tær kundu fáa mál
Hóast bæði liðini høvdu
royndir, kom einki mál aft-
urat í fyrra hálvleiki, og tað
var ikki fyrr enn í seinna
hálvleiki, at hendingarnar
tóku veruliga ferð á seg
Eftir einar 20 minuttir, har
spælið hevði verið javnt,
men KÍ tóktist vera vanda-
meira líðið, fingu vertirnir
brotsspark.
Rannvá Andreasen varð
send avstað, hon rendi sam-
an við HB-málverjan, sum
eisini fekk fótin á bóltin, og
dómarin dømdi brotsspark
og sendi målverjan av
vellinum. Tað tóktist vera i
so hart dømt, tí hendingin
tóktist vera tilvildarlig.
Eyðver Thomsen fór í
málið, men hon fekk einki
gjørt fyri at steðga skotinum
hjá Malenu Josephsen frá
11 metrum. Eftir tað stridd-
ist HB væl eina løtu, men
tá Rannvá Andreasen, eftir
sera gott álop, punkteraði
allan spenning við góðum
máli, mistu HB-kvinnurnar
mótið. Birgit Ryan gjørdi
tað til 4-1 við góðum skoti,
eftir at hon rann beint gjøg-
num opnu og passivu mið-
verjuna hjá HB
Tryggur sigur til KÍ, sum
nú kann náa heilt fram í
deildini. Í gjárkveldið, eftir
evstamark her á blaðnum,
skuldi KÍ spæla útsetta dyst-
in móti EB
B36 eisini við
Føroyameistararnir í B36
eru eisini við í oddinum, og
sunnudagin høvdu tær vitj-
an av EB.
B36 var nógv tað betra
liðið, og hevði alt spælið.
Tær høvdu nógvar mál-
kjansir, men ikki altíð vóru
tær so neyvar.
Í fyrra hálvleiki skoraði
árstalsfelagið tvær ferðir.
Fyrst var tað Sólvá Joensen
og síðani Judith E. Joensen.
Judith legði fyri í seinna
hálvleiki, áðrenn Anja Rein
økti til 4-0. Rakul N. Joen-
sen fekk eisini eitt mál, og
tað kom eftir sera gott upp-
spæl, har EB-kvinnurnar
vórðu útspældar í egnum
brotsteigi.
Eyðfríð Kristiansen pynt-
aði um úrslitið, tå hon vann
bólt frå B36-verjuni og
høgdi hann í málið. Eitt sera
gott skot, sum dúkkaði í
handara málhorn.
Men tryggur sigur til
B36, sum liggur nummar 2
í kappingini, eitt stig aftan-
fyri HB.
Tað verður eitt ødiligt
brak í Havn næsta vikuskift-
ið, tá júst B36 og HB fara
at spæla granna- og odda-
dyst.
Lorvíkskvinnur eru ikki
enn komnar so langt fram í
rødini, sum tær onkuntíð
vóru í fjør, men tær eru við
í ovaru hálvu, og hesaferð
vunnu tær tryggan sigur á
Sumba, sum einki hevði at
bjóða í mótvindinum í fyrra
hálvleiki, men sum fekk
nakað av spæli í seinna
hálvleiki.
Kristina Eyðbjørnsdóttir
skoraði bæði málini hjá LÍF
í fyrra hálvleiki. Fyrst skjeyt
hon langt úti frá, og síðani
fór hon sjálv og skoraði.
Beinta Joensen skoraði til
3-0, eftir góðan bólt fram
ímillum frá Malan Jacob-
sen. Í seinna hálvleiki var
SR
Sumba við í spælinum, men
LÍF var allatíðina vanda-
miklari.
Á Toftum vann B68 sera
týdningarmikla dystin móti
Skála. Úrslitið var 3-0 til
B68 og sigurin var í lagi.
Andrea á Regni legði B68
fram um 1-0 í fyrra hálv-
leiki, og áðrenn steðgin økti
B68, tá Skálakvinnur
gjørdu sjálvmál.
Í hálvleikinum skifti
Maria Jacobsen og Eyð-
ver Thomsen í dysti um
bóltin, meðan mest
sentrali spælarin hjá
HB, Eyðver úr Dímun,
fylgir gongdini. Mynd:
Norðlýsið
Miðskeiðis í seinna hálv-
leiki rendu HB-málverj-
in og Rannvá Andreasen
hjá KÍ saman, og endin
var, at dómarin dømdi
brotsspark og gav mál-
verjanum reyða kortið.
Démurin tóktist vera í so
harður. Mynd: Norðlýsið
Skála málverja. Ingun Han-
sen, sum hevði staðið mill-
um stegurnar, fór út at
spæla, og hóast tað styrkti
um liðið, var endin, at And-
rea á Regni tryggjaði B68
sigurin við sínum næsta
máli í dystinum.
Skála og Sumba liggja nú
á aftastu plássunum.
ek
Hagtølini — 1. deild kvinnur
8. umfar, 17. august Stødan
LÍF-Sumba 3-0 (2-0) i. HB 8 6-1-1 3310 19
1-0: Kristina Eyðbj 2. B36 (MS) 8 602 278 -18
2-0: Kristina Eyðbjórnsdóttir — 3. 7 514 29-18 I6
3-0: Beinta Joensen 4L 7 322” 16:13 (I
5. EB 7 232 912 9
rå 5-1 (2-0) 6. B68 (U) 7 124 - 8-21 5
: Sólvá Joensen 7. Skåla $£ 119… 3 34
20:40 El 5. Sumba 8036 2417 2
4-0: Anja Rein
5-0: N. Joensen Målskjåttar
$-1: Eyðfríð Kristiansen Teresa Johnsson, HB ...-.----r-rremeeerrsrere 16
KÍ-HB 4-1 (1-1) Kristina Ejóbjarnsdónir. LÍF .... … (2) 9
0-1: Eyðver úr Dímun Rakul N. 7. …(1)8
1-1: Rannvå Andreasen Sólvá Joensen, B36 .................TEIR (1) 6
2-1: Malena br. Eyðver úr Dímun, HB 22222000„()6
3-1: Rannvá Andreasen Anja Weihe, B36 ...............EOmr 0
Andrea á Regni, B68 ever (2) 4
kk
B68-Skåla 3-0 (2-0) lalena Josephsen,
2-0: Sjålvmål Maria Jacobsen, KÍ ..........ER
3-0: Andrea á Regni Elsebeth Jónsson, Kl... mmm: 3
Paula Mikkelsen; KL...HVOR 3
Næstu bjørg Danielsen, B36 rr:seem 2
19/8 Joensen, B36 emne(2)2
21/8 B68-LÍF Viderø, B36 mmm 2
24/8 EB-Sumba Kristiansen, EB „..emnnninenu úr (1)2
20 HB in Niclasen, EB mmm- :
24/8 Skála-LÍF Beinta Joensen, LÍF ........APR (| |
Katrin Lisberg, Sumba ....................i.eisin.. 2