Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 1997síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 157 — 21. AUGUST 1997 tíðindablaðið Sá {| 5 Lýsingartorg ið: Kaninungar og fiskidagar til solu Ein avleiðing av fiskidagaskipanini er, at fiskidagar, sum bátar hava fingið frá Landsstýrinum, nú verða handlaðir sum bommpakkar fyri privatan vinning, meðan skipaeig- arar kunnu fara til Spania at ferðast Í prinsippinum ber til at liggja við bryggju meginpartin av árinum og vinna pening við at selja fiskidagar EDVARD JOENSEN Umsetiligheitin í fiskidaga- skipanini er nú farin at virka. Í Lýsingartorginum í Sosialinum verða fiskidagar - bæði undir Føroyum og Íslandi - lýstir til sølu á jøvnum fæti við kaninung- um, brúktum kommodum og konfirmatiónskjólum. Tað eru menn, sum halda hetta vera beinleiðis skeivt. Onkur hevur kallað tað svínarí Ein teirra, sum alment hevur mótmælt umsetilig- heitini, er formaðurin í Skipara- og Navigatørfelag- num, Ellintur Abrahamsen Hann segði vid Sosialin her- fyri, at umsetiligheitin gongur beint móti andanum í fiskidagaskipanini Ein útróðrarmaður, Sosi- alurin hevur tosað við, held- ur tað bart út vera svínarí, at menn, skulu sleppa at handla við almennari ogn á hendan hátt. Hann heldur, at tað átti at verið sjálvsagt, at menn, sum veruliga hava brúk fryi døgunum, fingu teir frá teimum, sum ikki brúka teir. Íslandskvota til sølu Til dømis stendur ein Ís- landskvota í Lýsingartorg- inum um dagarnar. Hon er til sølu fyri 50 oyru fyri kg. Talan er um snellubát úr Klaksvík. sum hevur verið undir Íslandi fyrr í summar, men breyt túrin av orsakað av tekniskum trupuleikum Teir tímdu ikki at fara av- stað aftur, sigur annar eigar- in, sum eisini er skipari. Teir mettu tað vera ov tvørligt at fáa møgulig nýggj brek afturgjørd í Íslandi. Og so kostaði tað eisini bæði toll og havnargjald at vera inni í Grindavík, sigur skiparin á klaksvíksbátinum »TaO er lættari at fáa brekini afturgjørd í Før- oyum,« sigur hesin skipar- in. So teir hava heldur roynt undir Føroyum og á Banka- num í summar, sigur hann. Tí hava teir gjørt av at royna at selja islandsk votu- na, sum er góð 40 tons Ætlanin er at fáa einar 20.00 - 25.000 krónur burturúr Útróðrarmaðurin, Sosial- urin hevur tosað við, heldur, at tað átti at verið sjálvsagt, at teir, sum royna undir Í landi við snellu um summ- arið, fingu hesa kvotuna, sum loypur av hjá ødrum Fyri einki Tí vit eiga at minnast til, at vit fáa kvotu frá íslend ingum fyri einki hvert ein asta ár. Men tað kann ikki roknast við, at teir fara at blíva við at geva okkum gávur, um kvotan ikki verð- ur fiskað, ella hon verður brúkt sum privat handils- vera í Føroyum. Tað, sum hent er, sigur kelda okkara, er at líkna við, at menn, sum hava fest jørð hjá Jarðarráðnum, leigaðu brúksrættin til partar av jørdini fyri eitt ár í senn. Sjálvir kundu teir so gingið heima og mála tak ella ferðast í Spania, meðan aðr- ir rindaðu pengar fyri at brúka festið. Eigur maður ein bát í dag, kann hann rógva út einar tíggju dagar í triggjar mán- aðar. Síðan fær hann inn- tóku úr Lønjavningargrunn- inum. Kann selja fiskidag- arnar, sum hann ikki brúkar, og annars hava tað fínt rest- (Savnsmynd) ina av tíðini Meðan aðrir, sum veru- liga reka útróður, ikki sleppa at fiska, tí grunnarnir eru festir burtur til privatan handil. Skurrar í Jógvan Ingvard Olsen, løgtingsformadur, heldur, at tað skurrar í oyrunum at hoyra, at menn ikki hava hug at fara avstað aftur, tí teir eru bangnir fyri, at tað skal vera ov tvørligt at noyðast inn í Íslandi við breki, sum kann koma á eitt- hvert umborð Tað leggur upp til, at ein slíkur bátur ikki eigur at fáa kvotu aftur, heldur hann Íslendingar leggja seg nokk ikki út í, hvussu før- oyingar umsita kvotura inn- anhýsis, heldur Jógvan Í Olsen. Men verður hon ikki uppfiskað, kann roknast við, at:teir fara at skerja, tí tá er argument okkara um, at hon er lívsneyðug fyri okkum, burtur, sigur Jógvan I. Olsen. Hann heldur annars, at nú er so mikið útliðið, at ringt verður at sleppa av við snellukvotu undir Íslandi, hóast hon er galdandi alt álmanakkaárið. Og at selja fiskidagar undir Føroyum, nú bara ein góð vika er eftir av veidiårinum, man ikki fara at nytta, heldur hann. Klaksvíksskiparin, Sosi- alurin hevur tosað við, sigur annars, at fleiri, sum hava snellubátar, hava vent sær til hansara og spurt um kvotuna. Men eingin avtala um selu er gjørd kortini AMSTERDAM BRÚSSEL PARÍS FRANKFURT STOCKHOLM Bern 2-17 ár fáa 50% í avsláttri Minsti steðgur sunnunátt — mesti 1 mánaða Starvsfólk søkist at byrja skjótast til ber. Starvið umfatar selu av el-lutum. Tað er neyðugt at hava útbúgving sum elektrikari. Kunnleiki innan handil hevur fyrimun. Fyrispurningar og umsókn verður at senda til SOLAR FOROYAR att.: Finn Jorgensen Postbox 105 Brekkutún 2 110 Tórshavn Tlf. 17933 Dr. G. Hernes Vitamin húði fyri alskyns holdstrupulleikar | Dag- og náttkrem við og uttan tjøru. Nýtt til hárbotnin — olja er í og hon hjálpir fyri flus. Ringið og vit senda NATEN ' søla v/ Anne Marie Samuelsen TLF. 18649