Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. august 1997síða 5

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 159 — 23. AUGUST 1997 tíðindablaðið + il Lærari 36.000 kr i løn um mánaðin — Pensjóneraðir fólkaskúlalærarar, sum arbeiða i fólkaskúlanum fáa ikki fulla løn - bert munin millum pensjón og løn, sigur leiðarin á lønardeildini í Tinga- nesi, Tummas Magnussen. — Teir fáa fulla løn og fulla pensjón, sigur Petur Sigurð Rasmussen, nevndarlimur í lærarafelagnum og pensjoneradur lærari. — Teir hava sjálvir goldið eftirlønina, sigur hann EIRIKUR LINDENSKON Tað var fyri at geva pláss fyri yngru lærarunum, at landsstýrið og lærarafelagið gjørdu avtalu um, at lærarar sum fyltir eru 60 år. skuldu kunna fara frå við fullari eftirløn - um teir høvdu 30 ára starvsaldur. — Men sam stundis var hetta ersini tí, at lærarastarvið er so slítandi og skuldu eldri lærarar tí kunna fara frá eitt sindur fyrr, enn vanligi pensjóns aldurin, sum er 67 ár Avtalan skuldi galda frá Í. august 19958 til 1. august 1997. Allir lærarar, sum í hesum tíðarskeiði fyltu 60 ár, kundu frá tí degi fara frá við fullari eftirløn, høvdu teir 30 ára starvsaldur. Men nú hava lærarafelagið og landsstýrið longt avtaluna, so at teir lærarar, sum fylla 60 innan 1. august 1999 eis im fáa hetta hevið Orímiligt Nógvir lærarar hava tikið av hesum tilboð, og 1. august í ár løgdu 14 lærarar frå sær eftir hest skipan. Men tað sum onkur heldur vera legið er. at onkur av hesum lærarum nú er settur sum årsvikarur, og soleiðis bæði er pensjóneraður og í starvi og sostætt kann fáa sína fulla læraraløn, sum liggur oman fyri 20.000 krónur + eftirlønina, sum er 14.900 krónur fyri vanliga læraran (og nakað meira fyri pen sjóneraðar varaskúlastjórar og skúlastjórar) Sosialurin spurdi bæði fráfarandi og nýggja for- mannin í lærarafelagnum um, hvat felagið heldur um tað, at pensjóneraðu lærar arnir venda aftur í skúlan Vit kenna fleiri dómi um hatta har, og vit hava tosað vid sakførara okkara um hatta, og kunnu bert staðfesta, at:einki er, sum forðar pensjóneraðum lær arum at átaka sær vikarstørs í skúlanum, sigur Jenny Lydersen. sum fyrradagin legði frá sær sum formaður í lærarafelagnum. — Kortini halda vit tað ikki vera rím tligt, tí endamálið við hasi skipanini var m. a. at geva pláss fyri yngru lærarunum Hinvegin, so halda vit einki galið vera í, at teir átaka sær arbeiði, tá eingin annar lærari er tøkur, sigur hon Í lagi, tá tervur er á útbúnum lærarum Eg haldi eisini at hatta er eitt sindur keðiligt, sigur Andras L. Samuelsen, sum er nýggi formaðurin í lær arafelagnum. Men hann tekur undir við Jenny Lyd ersen, og heldur tað vera í lagi. tå tørvur er á kvali fiseraðum lærarum Endamálið við hasi av taluni var eisini, at lærarar skuldu kunnu fara frá eitt sindur fyrr, enn vanligt er Hetta er tí, at staðfest verð ur, at:lærarastarvið er eitt sera strævið arbeiði - og ti skal tað vera eldru læraru num væl unt at kunna fara frá í góðari tíð, heldur Andr as L. Samuelsen A landsskúlafyrisitingini sigur Olávus Jespersen tað sama, at hann heldur tað vera órímiligt, at pensjón- eraðu lærararnir aftur fara í skúla - serliga um teir sam- stundis fáa fulla løn og fulla pensjón. Men at teir átaka sær arbeiði, tá á stendur at fáa lærarar, tað fíøldur hann * Fleiri av teimum lærarum, id farnir eru frá 60 ára gamlir við eftirlen, eru farnir at starvast sum vikarar vera í lagi. Olávus Jesper sen váttar, at Landsskúla fyristtingin hevur fingið frá boðan frá onkrari skúla nevnd, at lærari, sum er far in frå við eftirløn, er settur sum årsvikarur, men um hann fær bæði løn og pen sjón, vert hann ikki um at siga Olávus Jespersen vísir á at í Danmark er skipanin eitt sindur ødrvisi. Har kann lærari velja, hvussu hann fer frá, og kann tá gera av, um hann vil arbeiða við síðuna av - og harvið fáa eitt sindur minni í pensjón, ella um hann vil hava fulla pensjón, og sostætt ikki kunna ar- beiða Nei, teir fáa ikki bæði løn og eftiriøn! Anfinn Kallsberg, figgjar málaráðharri sigur seg ikki kenna hasa avtaluna nóg væl, men heldur at:tað ikki kann bera til, at tænastu maður, sum er farin frá, bæði kann fáa tænastu mannaeftirlen og fulla lær araløn Iummas — Magnussen leiðari á lønardetidini i Tinganesi er púra greiður Nei, tað ber ikki til bæði at fáa almenna løn og al menna efurlen. So einfalt er tað, sigur hann Tå vit gera sáttmála við fakfeløg, so er sáttmálin galdandi fyri lønmåttakar an. Ein tænastumaður, sum er farin frá við efurlen, er ikki lønmåttakari, men pen- sjónistur. Tí kann hann bara fáa munin millum pensjón- ina og lønina, um hann tek ur upp starv í fólkaskúla- num, sigur Tummas Magn- ussen Hóast hesir færarar ikki eru fyltir 67 år, so eru ten pensjónistar, sigur hann Við ødrum orðum vil tað siga, at tann pensjóneraði lærarin, sum tekur upp stars í følkaskålanum, ikki fær meira enn umleið 5.000 krónur í løn um mánaðin og knappar 15.000 í pensjón Men Tummas Magnussen leggur afturat, at hann ikki kennir nakað slíkt dómi hóast vit kunnu vísa á, at fleiri av hesum lærarum hava verið í starvi, og at sum fyrr nevnt, onkur nú er settur sum årsvikarur Teir hava sjálvir eftirlenina etur Sigurð Rasumssen, sum er nevndarlimur í lær arafelagnum, hevur als ikki somu hugsan, sum Tummas Magnussen Tað stendur ongastaðni í avtaluni, at:lærari ikki bæði kann fáa løn og eftir løn, og eftirlønin er pengar, sum lærarar hava goldið alla sína tíð - talan er um teirra egnu pengar, og teir kann landsstýrið ikki bara taka frå teimum uttan víðari, sig ur hann Í gjár skuldu nevndarlim ir í lærarafelagnum á fund við landsstýrið, m. a. um efurlenina Hvussu verður og ikki - so eru årsvikarar løntir aft- urút. T. v. s., at teir fáa fyrstu månadarlønina hetta skúla- árið í komandi viku, og so frætta vit óivað, um lands- stýrið fer at taka eftirlønina, ella um tað ber til at fáa 36.000 krónur fyri at verða vanligur fólkaskúlalærari í Føroyum Til húsið... H-VINDEYGU ÚR LÍMTRÆI H-vindeygu og H-altanhurðar hóska til oll hús. Vit finna - saman við tær - bestu lovsnina., soleiðis at heildarmyndin verður tann besta -tá talan er um tað allar besta Ring eila kom inn á gålvid og fá eitt prát við okkum um tin tørv Vit eru altid til reiðar at geva tær eitt gott tilboð H PF VATNSOYRA SNIKKARAVIRKI rr — og TH. 298 32177 á 3261" Fax +298 33166 te,