týsdagur 26. august 1997síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 160 — 26. AUGUST 1997
— A
tíðindablaðið
AARAU
— Onkur hevur sagt mær, at Polarfrost í Vági er tað virkið, sum kastar mest av sær til
Fiskavirking, hóast tað stendur stilt. Um so er, skal Fiskavirking lata tað verða . Men fyri
Suðuroyingar er hetta ongin framtíð, segði Bogi Mortensen
— Tvs, at er fiskaloysi eina
tíð, hendir ongin ólukka fyri
tað. Bátarnir fara ikki á hús-
agang, ella verða seldir úr
oynni. Teir verða bara lagdir
til betri tíðir verða aftur. Og
útróðrarmenninir fáa sær
okkurt annað at gera fyrbils
Framtíðin hjá hesum
bátum er tískil treytað av,
hvussu nógv er at fáa av
toski og hýsu. Og hóast
ringar tíðir eru, hvørvur
vinnan ikki
Krevur tíð og pening
Bogi Mortensen sigur, at
partrolararnir eru gamlir og
eiga at verða skiftir út
- Hetta kundi verðið gjørt
í sambandi við tær stuðuls-
skipanir, sum Feroya
Landsstýrið setir í verk
Hugsast kundi, at allir
fýra trolararnir verða seldir.
og tveir nýggir keyptir í-
staðin
Hesir fýra kundu havt
fiskirættindini hjá øllum
fýra, og sostatt kundu teir
okt inmøkumøguleikarnar
Eisini høvdu hesi skip-
ini verðið effektivari við
tað, at:tey kundu fiska alla
tíðina afturímóti trolarun-
um, sum nú eru, ið javnan
liggja inni til umvælirfþar
A teimum báðum
nýggju hevði borið til at
havt eina skipan við trimum
manningum, so henda
loysnin heyði ikki kostað
nakað serligt av arbeiðs-
plássum
Hinvegin heldur Bogi
Mortensen, at garnaskipini,
og línuskipini hava helst ein
framtíð í sjálvum sær
— Tey eru bílig í rakstri tí
restskuldin er lítil. Fiskurin
tey fiska, gongur í góðum
prísi. So grundarlag skuldi
verið fyri framhaldandi
rakstri
— Um garnaveiðina kann
sigast, at royndir verða
gjørdar at skera og roykja
svartkalva umborð
— Hetta krevur tíð, og ikki
minst pening at fáa nakað
burturúr, - men eydnast
royndirnar, eru bjartar vónir
fyri eini nýggjari vinnu hjá
garnabátunum.
Samanumtikið segði
Bogi Mortensen, at tað er
sera tydningarmikid at
varðveita flotan, sum er
— Hetta serliga fyri at hav-
a eina vinnu á landi
— Tað er eisini tydningar-
mikið at hava ein so fjøl-
broyttan flota sum gjørligt,
segði hann
Inntøkan minkar
A landi eigur Fiskavirking
tey bæði stóru virkini, um-
framt roykivirkið í Porkeri
- Rundanum tey eru so
nøkur smá virki afturat báði
á Tveroyri, í Hvalba, Sumb-
a og ikki minst í Vági:
A flakavirkinum á Tvør-
ovri verður mest virkaður
kongafiskur og svartkalvi,
sum virkið fær frå lemma-
trolarunum og garnabátun-
um
- Lagnan hjá hesum virki
stendur og fellur við, hvuss-
u verður vorðið við lemma-
trolarunum. og partvís eisini
garnabåtunum
- Og, sum eg nevndi,
kann tað henda, at ein bygn-
aðarbroyting er á veg í hes-
um partinum av flotanum
sum ger, at minni fiskur
verður avreiddur
Eisini siga fiskifrøding-
arnir, at stovnarnir av kong-
afiski og svartkalva eru
veikir og ICES mælir til at
fiskiskapurin eftir svart-
kalva verður skerdur 70%
Mælt verður eisini til, at
fiskiskapurin eftir konga-
fiski verður skerdur
- Tí er væl hugsandi, at
tilgongdin av hesum báðum
fiskasløgunum verður
minni í komandi tíðum.
- Hetta fer so aftur at føra
við sær, at útboðið minkar,
og sostatt, at kappingin
harðnar. Tað er jú blivid so-
leiðis, at frá at verða eina-
ráðandi á kongafiskaøkin-
um, hevur Suðuroyggin
fingið kapping frá ødrum
pørtum í Føroyum, og part-
vís eisini frá virkjum uttan-
lands
Bogi Mortensen sigur, at
tí kann tað væntast, at vinn-
ingurin fyri hvert kilo fer at
lækka.
— Og tað er heilt greitt, at
stór virki fara ikki at standa
seg, minkar vinningurin fyri
hvert kilo, samstundis sum
råvøran eisini minkar.
- Tí verður neyðugt at
ganga nýggjar leiðir, um
ætlanin er at varðveita tey
arbeiðspláss, sum eru í hesi
vinnuni
- Tað ber ikki at bera til
at virka kongafiskin meiri,
tí tann framleiðslan, sum nú
er av feskum fløkum, er ein
vera til forbrúkaran
Tó kundu verðið roynt at
fingið fløkini at hildið sær
betri, Ld. við at pakka tey í
pakka við serligari luft í
— A henda hátt kundu vit
stýrt tilgongdini til markn-
aðin neyvari, enn í dag, og
tað hevði verið eitt framstig,
tí nú verður so at siga alt
„bumbað“ á marknaðin
mánadag og týsdag.
- Men í hesum sambandi
verður neyðugt við betri
sambandi við marknaðin
við fleiri avskipingum um
vikuna, segði Bogi Mort-
ensen
Hann helt, at ein onnur
gongd leið er at fáa fisk aðr-
astaðni frá til virkingar.
Hann hugsar serliga um
at fáa fisk úr Íslandi.
- Hverja viku leggja
farmaskip at í Føroyum á
veg nidur å meginlandid vid
nógvum tonsum av heilum,
feskum kongafiski í lastini.
— Tað átti at borið til at
fingið hesa råvøruna upp í
Føroyum, skorið hana og
flutt fesku fløkini aftur
Bogi Mortensen heldur,
at eisini svartkalvan er
neyðugt at virka meiri.
Hann átti í stórri mun at
verðið flakaður og seldur
ísaður ella frystur. Eisini
kundi meiri verðið gjørt við
at roykt hann. Møguleikin
er í hvussu so tt Íslaðar við
tað, at vælitgjørt virki er í
oynni. Og eigarin er tann
sami, neyniliga Føroya
Fiskavirking
Ongin framtid
Bog: Mortensen nam eisini
vid flakavirkið í Vági. sum
í løtuni bara verður brúkt
ul frystigoymslu og til at
gera ís til skip og virki
Onkur hevur sagt, at
hetta er tað virkið hjá Fiska
virking, sum kastar mest av
sær
Er hetta so, eigur
Fiskavirking at halda fram
við hesum virksemi
Hinvegin er ongin fram-
tíð í hesum fyri fiskivinnuna
í Suðuroy.
Virkið í Vági er sum
øllum kunnugt eitt stórt
virkið við nógvar orku á
øllum økjum
- Tad er kanska ongin
meining í at virka sama slag
fisk har, sum verður virkað-
ur á ødrum virkjum hjá
Fiskavirking - uttan so, at
framleiðslan er bíligari enn
aðrastaðni
- Men tað kundi kanska
verið farið undir at fryst og
virka uppsjóvarfisk á virk-
inum í Vági.
Bogi Mortensen heldur,
at hetta hevði ikki ávirkað
hini virkini í oynni, men
hinvegin kundi ein nýggj
vinna, við nógvum arbeiðs-
plássum, verðið sett á stovn.
So var betri at selt....
Hann segði, at tá ið Fiska-
virking keyptu bæði virkini
í oynni, helt hann, at tað
kundi kanska verið ein
loysn.
— Felagið var sterkt og
hevði tøkan pening til ar
lika t.d. ES krøvini. Og ikki
minst hevði Fiskavirking
pengar til fløgur, so at veru-
lig gongd kom á bæði
virkini í oynni
— Men hevur Fiskavirking
ikki aðrar ætlaninr enn at
brúka virkið á Tvøroyri il
feskfiskaframleiðslu, og tað
í Vági til frystigoymslu, var
ivaleyst betri, at virkið á
Tvøroyri varð selt lokalum
kreftum og virkið í Vági
teimum útlendingum, sum
lótu ítekiligt tilboð fyri tað.
Óviss framtíð
Tey smærru virkini í Suð-
uroy fáast fyri tað mesta við
Feskan fisk og saltfisk
Hvussu framtíðin verð
ur hjá teimum er ilt at síga
Kappingin um fiskin er
hørð, serliga frå virkjum. og
utflytarum norðanfjørðs
Bogi Mortensen segði, at
ein partur av fiskinum, sum
verður avreiddur í Suður
oynni, verður keyptur av
oynni aftur og fluttur norð
urum
Og nú hava suðuroyar
tingmenn, púra samdir
fingið úngið at samtykkja
og seta í verk stuðul fyri at
flyta fisk til og úr Suður
oynni
Jvaleyst hevur meining
in verður góð, ti ætlanin
hevur sjálvandi verið at
fingið stórri lut í tí fiski,
sum verður avreiddur norð-
anfjørðs
— Men eg frykti nú fyri,
at hesin studningur heldur
fer at økja um flutningin av
fiski úr Suðuroynni enn at
økja um flutningin av fiski
til oynna
Bogi Mortensen heldur,
at skal virkjunum verða lív
lagað, mugu tey í stórri mun
samstarva, báði um at
keypa fisk, flyta fisk og
selja fisk
- Eisini kundi verðið
røynt at virka eitt nú salt-
fiskin meiri við at skera
hann sundur og pakka hann
í minni pakkar. Hetta verður
gjørt aðrastaðni, so hví ikki
eisini í Suðuroynni
Standa eftir við øllum
liðum
Sum alla aðrastaðni í Før-
oyum, gjørdi suðuroyingar
eisini fløgur í alivinnuna
Hetta var í øllum liðum,
báði smoltstødir, aling á
sjógvi og í vøtnum, kryvji-
- Hevur Fiskavirking
ongar ætlanir, við virkj-
unum í Suðuroy, enn at
brúka tað á Tvøroyri at
skera fesk fløk i, og tað
í Vági til frystigoymslu,
var tað betri, at tey
vórðu seld teimum, sum
á sinni vildu keypa tey
virki og roykivirkið
— Eftir nógvar rembingar
standa vit tíbetur eftir við
øllum liðum í alivinnuni við
tað, at her eru báði smolt-
stød, aling, sláturvirki og
kryyjivirki og roykivirki.
Í sjálvari alingini er ein
fullkomin, vatnrætt sam-
skipan farin fram, men
henda samskipan hevur eis
mi verið lodrætt niður til
kryvjivirkid
Tad er onki at ivast i, at
alingin er komin fyri at
verða, og at hon verður ein
týðandi tåttur í førøyska bú
skapinum framyvir
Eisini hevur vinnan havt
figgjarliga framgongd sein
astu árini
Útlit eru fyri, at alingin
kann vinda uppá seg, serliga
nú loft báði er sett á alingina
og útflutningin hjá norsku
alivinnuni
Vindur alivinnan uppá
seg, gevur tað fleiri arbeiðs-
pláss, báði í sjálvari aling-
im og á kryyjjvirkjunum
Tó krevur hetta, at vinnan
fær umstødur at mennast og
pengar eru til íløgur og lik-
viditet
Men Bogi heldur, at um-
framt at gera meiri burturúr
sjálvari vinnuni, má miðast
eftir at:alifiskurin verður
meiri virkaður í oynni, enn
hann verður.
Serliga hugsar hann um
at skera fiskin sundur og
pakka hann í smáar pakkar
at selja frystan og feskan
— Umframt at virdisøk-
ingin er stór, gevur hetta
nógv arbeiðspláss
- Men eisini hetta krevur
ílegur. Og tað er ikki sann-
líkt, at vinnan megnar báði
at gera iløgur í sjálva aling-
ina og í meirvirkingina í-
senn.
— Tað vil siga, at tað verð-
ur neyðugt at raðfesta íløg-
urnar
Sjálvur helt hann, at tað
er skilabetri, og bíligari
fyrst at gera fløgur í sjålva
alingina og at gera fløgur í
meirvirkingina seinni
Hann segði, at ein annar
táttur í meirvirkingini er
roykingin. A hesum øki eru
íløgur gjørdar og útbúnaður
er tøkur
— Tað er ikki so lítið gjørt
við royking seinastu árini
Men arbeiðið er tíðarav-
markað og tí heyði verið
ynskiligt at hækkað markn-
aðarpartin á hesum øki, so-
leiðis at framleiðslan, og ar-
beiðið, kann verða støðugar
í hesi vinnu
Bogi Mortensen sigur, at
ein góður spurningur í sam-
bandi við alivinnuna er:
Hvussu skal hon verða skip-
að framyvir?
Kanska hevði tað fræg-
asta verið at samskipað han-
a heilt tann lodrætta vegin.
Hetta hevði gjørt, at tað
hevði borið til at at styrt
teimum einstøku liðunum í
alivinnuni neyvari.
— Hetta kann hugsast at
blíva ein treyt, um farast
skal undir at gera lidnbar
verur í stóran mun, antin tað
so verður feskt ella roykt, tí
tað hevði ført til, at lever-
ingin bleiv tryggari, markn-
adarføringin miðvísari og
vinningurin størri.
Fieiri bein at standa å
Hetta var tad, Bogi Mort-
ensen hevði at siga um fisk-
ivinnuna hjå suduroyingum
I blaðnum í morgin nevn-
ir hann m.a.., at góðir møg-
uleikar skuldi verið fyri eini
oljuhavn í Suðuroy, og at
ynskiligt hevði verið um
smáídnaðurin og tænastu-
vinnan á landi fingu fleiri
bein at standa á.