Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi: Jan Miller | Randi Jacobsen Fyritaksstjóri: | Krisjan Dahl | Blaðfólk: Lýsingar og sola: | Aki Bertholdsen, Jonhard Hammer | Eirikur Lindenskov, Dagny Joensen Eyðun Klakkstein, Edvard Joensen Ljósmyndari: Jens Kristian Vang Utgevari, uppseting og prent: Sp Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26. Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Kærkomin vitjan úr Skotlandi Oddagrein Í hesum døgum er ein sendinevnd úr Norðurskotlandi á vitjan í Foroyum. Talan er um bæði politikarar, em- bætisfólk og vinnulívsfólk. Tey umboða norðasta partin av Skotlandi, Caitness, har m.a. pláss, sum føroyingar kenna væl, Scrabster og Thurso, liggja ENDAMÁLIÐ við vitjanini er at m.a. at greiða føroy- ingum frá ætlanunum at útbyggja og betra um havna- viðurskiftini í Scrabster. Við hesi útbygging vilja teir veita oljuvinnuni á Atlantsmótinum ymsar tænastur og harvið eisini vera eitt hjálpandi lið í sambandi við eina komandi leiting á foroyskum eki HETTA er ikki fyrstu ferð, at umboð fyri norðasta partin útjaðaran - av Skotlandi vitja i Føroyum. Tey vóru eisini her fyri nøkrum árum síðani. Vit bjóða teimum at vera hjartaliga vælkomin. Hetta er næsti granni okkara og eftir okkara tykki eiga oll stig til at menna samvinnu og samskifti millum Feroyar og Skotland umframt Hetland og Orknoyggjar, at hava sera hogen rioritet. Eitt er sjálvandi, hvat kann gerast á ti handils- Íga og vinnuliga økinum, annað er hvat kann byggjast upp og útbyggjast á eðrum økjum so sum innan ment- an Qg list Marknatrætan viðBretland eigur eftir okkara tykki ikki at tarna einum slíkum samarbeiði. Hver veit kanska skotar fara heimaftur av vitjanini sum lobby- istari til frama fyrieini rættvísari avtalu markið Í grein blaðnum í dag verður eisini nomið við megu- leikarnar fyri at útbyggja sjó- og loftvegis sambandið millum Feroyar og Skotland. Her hava skotar m.a. tað eftir okkara tykki sera skilagóða hugskotið. nevniliga at fáa í lag fast loftvegis samband millum Feroyar og Skotland. Her verður hugsað um eitt lítið flogfar, kanska til 20 fólk, sum flýgur alt árið. Tað kann so vera Atlantsflog, sum rekur hesa rutu einsamalt ella í einum joint-venture við fyritøku í Skotlandi. Við slíkum sam- bandi verður bråddliga ein møguleiki hjá foroyingum og eisini bretum og skotum og ødrum við at koma úr og til Føroya skjótt og bíliga. Tá hugsað verður um, at tú í dag skal fara alla leiðina um Keypmannahavn fyri at koma til Stórabretland, so er greitt, at ein beinleiðis ruta vildi spart bæði tíð og pengar. Vónandi verður tað arbeitt miðvíst við hesum tonkum. HITT er so sjóvegis sambandið. Sum er er fastur farma- flutningur millum londini, men ferðamannskip er einki alt árið og ikki inn á meginlandið. Síðani Smyril helt uppat at sigla er so gjørd ein ætlan um, at Norrena skal sigla til Hetlands í summartíðini. Tað er greitt, at hetta munar, men tað hevði verið ynskiligt, at vit aftur fingu eitt fast samband inn á meginlandið alt árið Spurningurin er so um hetta er nakað, sum kann fremj- ast innan eitt ávíst áramál, kanska í einum ella oðrum jointventure samarbeiði. TAÐ er greitt, at ein komandi frálandavinna á Atlants- mátinum heilt náttúrliga vil binda londini og oyggja- bólkarnar her úti nærri saman. Vit fara at koma hverj- um eðrum nógv meira við,og ein kann ímynda sær eitt sera livandi og tætt búskaparligt, mentanarligt og ikkiminst menniskjanligt samstarv millum fólkini her búgva í næstu eld. VIT eiga at royna at síggja fyrimunirnar í eini samvinnu við eitt nú myndugleikarnar og vinnulívið í Caithness. Við geografisku plaseringini so tætt upp at komandi oljuvinnu á Atlantsmótinum kunnu tænastur og flutn- ingur haðani vera við ti! at gera eina foroyska oljuvinnu bæði bíligari og meira effektiva. So vit eiga at brúka neyðuga tíðina og orkuna til ein víðari dialog við okk- ara skotsku grannar fyri at saman at kunna útbyggja eina samvinnu, sum gagnar báðum pertum. HER er so eisini talan um at menna samvinnuna, sum er á fiskivinnugkinum, so samanumtikið kunnu vit bert siga við okkara skotsku gestir: spælið út við opnum kortum og sigið okkum, hvat tit halda og Sja tá skulu vit gera tað sama - hví ikki seta niður ein felags arbeiðsbólk, umboðandi fólk úr bæði handilslívi, vinnulívi, politisku skipanini, mentanarlívinum osfr sum skal hava til endamál, áðrenn ár 2000 at leggja fram eina ætlan fyri, hvussu eitt samarbeiði kann 5 ast millum londini og oyggjabólkarnar á Atlantsmót- inum fram til ár 2025. Okkara lutur skal so ikki liggja eftir og vilja vit sum blað gera okkara til at halda ollum til og anda undir, at nakað veruliga hendir. Tað ræður nú um at smíða, meðan jarnið er heitt. Sleppið ikki endanum nú Sosialurin Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: | sosialur 8 post olivant fo Steðgið pinligu lýsingunum Tá eg sá lýsingarnar í sjón- varpinum nú týskveldið, kundi eg bara enn einaferð staðfesta at stóðið sum eina tíð bara gjørdist betri og betri nú er sera lágt. Og tað bara versnar fyri tíðina. Teir handlar og tey virki, sum standa fyri hesum lýsing- um, áttu at víst fólki, um ikki annað, so bara eitt lítið sindur av virðing Tað er vorðið vanligt fólkaprát, hvussu vánaligar lýsingarnar í sjónvarpinum eru. Fólk krimpa tærnar, og hevur onkur vitjan av út- lendingum, verður roynt at venda áhugan á okkurt ann- að enn sjónvarpið, meðan lýsingarnar eru Tá so er, er tíðin komin at tala at. Eg tali ikki bara at hesum, tí tað plágar van- liga hyggjaran, men eisini tí hetta er ringt fyri umdøm- ið hjá = reklamuvinnuni Okkara vinnu. Hóast eg illa får meg til at kalla tey, sum gera hesar lýsingar fyri at vera part av henni. Men tá tey gera lýsingar, so eru tey partar av vinnuni. Amatgerar ella ikki Tey, sum gera hesar lýs- ingar, eru fyri ein part óskyldug. Tey vera sett und- ir hart trýst av sínum kund- um. Tey vera kroyst fíggj- arliga, fáa lítla tíð at gera lýsingina og fáa harraboð um innihald og hvussu lýs- ingin skal gerast. Tá stendur so valið millum at tjena hesi oyruni ella missa arbeiðið Eg fari tó at heita á tey, sum gera hesar sjónvarpslýsing- ar, um ikki kritikkleyst at finna seg í øllum. Sigið heldur nei, enn at taka við omøguligum treytum. Tí tað gongur eisini út yvir tykk- um sjálv og vinnuna sum heild Tey, sum veruligu skuld- ina og ábyrgdina eiga, eru lýsararnir sjálvir. Og tit kunnu íkki kasta skuldina av tykkum. Tað finnast fólk, sum duga at gera sjónvarps- lýsingar í Feroyum. | hvussu so er, munandi betri enn tað, sum tit bera fólki inn í stovuna hvert kveld Tit siga so, at skal lýsingin gerast væl, so gerst tað alt ov dyrt. Men eg vert, at tal an ikki er um tann stóra prísmunin, um tit velja at gera lýsingina bara ett sind ur betri. Og álvara tos. Um so er, at tað er dýrari, so bruk: peningin. Ti tað kann ikki vera verri enn at standa við skommini - og hon kem- ur aftur í gronina á tykkum, ti fólk fáa fatan av at hand- ilin er sum lýsingin Eg kann í hesum viðfangi ikki lata vera við at nevna nøvn á nøkrum lysarum, sum eru frammi i løtuni. Ti tað er órættvíst at leggja øll undir at hava vánaligar lýs- ingar. Og tað kann hugsast, at summi av hesum virkjum veruliga halda at teirra lýs ingar eru í lagi Eg fari at biða hesi virki um at endurskoða sín máta at gera lýsingar: Bónus, Skemman, Balslev, Smyril Line, Strandamáling, Lita- val, Húsbúni, Hjá Fróða, Idé Møblar, Handilsmið- depilin í Runavík og møgu- liga fleiri Tå hesi eru nevnd fari eg eisini at nevna nøkur sum hava góðar lýsingar ella lýs- ingar sum hóast alt kunnu góðtakast: Mjólkarvirkið Bunadarmanna, Føroya Bjór, Atlantic Airways, Keypsamtøkan, SMS. Mið- býurin, BR-leikur umframt fleiri av teimum útlendsku. Ég fari ikki her at siga, hvat eg haldi vera gott ella ringt við lýsingunum, ella hvat kundi verið gjørt betri. tí tað vildi kravt nógv meira pláss Hvat viðvíkur teimum út- lendsku lýsingunum, so er ikki so nógv at:siga til, at tær eru betri. Prísurin fyri dýrastu føroysku lýsingarn- ar er millum 50 og 70 tús- und krónur og hetta er prís- urin fyri tær allarbiligastu lýsingarnar í eitt nú Dan- mark, har ein vanligur prís- ur liggur millum 100 og 500 túsund krónur. Tá sigur tað seg sjálvt, at útlendsku lýs- ingarnar eru betri. Og kom ikki og sig, at hugflog ikki minsta mark av einum tekn- iskum stødi Rættast er, at handlar og virki sjálv síggja í eyguni, hvat er gott fyri tey. Og hetta fer at rætta seg við tíðini, tí fólk finna seg ikki í at vera háðaði í longri tíð At sjónvarpið ongantíð sjálvt fór at gera sjónvarps- lýsingar eri eg glaður fyri Tí lýsingarnar fyri hasum Gekkinum eru líka so for- hánisligar móti fólki sum vanligu lýsingarnar. Broyti tær At sjónvarpið ikki fór at gera lýsingar sjálvt hevur gjørt at ein eftir hondini stór vinna hevur tikið seg upp, og sum alsamt veksur seg stórri. Teir feilir vit síggja í dag hvørva við vanligari sjálvransakan. Hetta skriv er ein partur av sjálvransak- anini í vinnuni Somuleiðis fari eg at heita á Útvarpið, um ikki sjálvt at fara undir at gera sínar “"livandi" útvarpslýsingar, um tær nakrantíð koma Og eisini fari eg at heita kostar. Tí hugflog krevur tíð å Telefonverkið, um ikki at og tíð er pengar. Her tosa vit ikk: um vanligu handils- lýsingarnar har prísurin er nógv nógv minni Sjónvarpið skal eiga tað rós, at tey eftir mínum tykki handla rætt, tá tey ikki beina lýsingar burtur, tá innihald- ið er vánaligt Sjónvarpið eigur einans at síggja til, at lýsingarnar, so vítt tey kunnu dóma, halda seg innan fyri lógar- innar mark, eru sømiligar o.s.f og at tær halda eitt fara at gera heimasíður til internetið. Fara almennir stovnar ella hálvalmennir stovnar undir slíkt virksemi, sum annars privat virki kundu staðið fyri, oyði- leggja tey nógv av tí fram- burði, sum hevur verið í okkara vinnu seinastu árini Hetta sigi eg, hóast alt ov nógvar pínligar lýsingar í sjónvarpinum í løtuni Høgni Rasmussen Reklamuhúsið Sansir Framhald av síðu 4 skotsku umboðini. Tey halda, at tað hevði verið vert at roynt eina rutu millum Vágar og so eitt av pláss- unum í Skotlandi. Her kundi verið talan um eitt minni flogfar, til kanska eini 20 fólk. Tað kundi so verið ríkið av Atlantsflog ella í einum jointventure sam- arbeiði -Tað er alt ov dýrt og tek- ur ov langa tíð at skula fara um Keypmannahavn. Tá hugsað verður um, hvussu oljuvinnan fer at mennast í umráðinum, er givið, at ein ruta her hevði kunnað borið seg sigur David Jones, sum vísir á, at teir høvdu leigað flogfar til Føroya hesaferð og var hetta nógv bíligari og skjótari enn, um farast skuldi um Keypmanna- havn. Fegnir um Faroe Line Eisini halda skotsku gest- irnir, at tad er gott, at Faroe Line siglir uppå Scrabster vid farmi. Men teir halda, at tað hevði verið betri um sambandið kundi verið útbygt soleiðis, at okkurt av skipunum heldur enn at fara víðari til aðrar havnir í Europa, áðrenn tað fór aftur til Føroya, sigldi í pendul- fart millum Feroyar og Scrabster. Tað er heilt givið ein ruta, sum hevði kunnað lønt seg, ikki minst tå hugsað verður um komandi frálandavinnuna Skotska sendinevndin fer at hava fundir vid bædi um- boð fyri Atlantsflog, Skipa- felagið og Oljufyrisiting fyri at umrøda nakrar av hesum spurningum. — tá okkurt skal koyrast ella goymast DANNY TRANSPORT TIf. 19192 Frá Stokkastovuni í Runavík Pizzakøkurin er opin hvønn dag frå kl. 12-23. Minnist til dagsins rætt og A la carte matseðilin! Vit skipa eisini fyri stór- um sum smáum veitslum. Stokkastovan, Tlf. 48850 NATEN" ..2; + Bee Pollen er mat- ariskoyti, sum inni- heldur allar vitaminir og mineralir kropp- urin hevur bruk fyri + Propolis er gott fyri verjuskipanina + Royal Gelé fyri nógv meira orku Fleiri og fleiri taka nú NATEN regluliga Ringið og vit senda í postkravi NATEN' søla v/ Anne Marie Samuelsen TLF. 18649