Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 205 - 29. oktober 2003 Nr. 205 - 29. oktober 2003 3 Café Natúr, Eclipse og Platform verður nú eitt felag. Orsøkin til samanleggingina er harða kappingini um kundaskaran millum tey trý skeinkistøðini SAMANLEGGING Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Tey trý stóru skeinkistøð- ini, Platform, Eclipse og Café Natúr leggja saman. Teir tríggir, Havgrímur Jo- hannessen, Petur Olsen og Toni Dam, sum eiga hesi skeinkistøðini eru komnir ásamt um at leggja saman, heldur enn at stríðast hvør ímóti øðrum. Harðari kapping Í tíðindaskrivi vísa teir tríggir á, at kappingin er harðnað nógv. Platform byrjaði fyri hálvum triðja ári síðan, og fór við nógv- um av kundunum hjá táver- andi Club 20. Club 20 bjóðaði í summar Platform av aftur við einum nýggjum konsepti undir navninum Eclipse. Eigararnir óttast, at tað verður ov strævið at røkja kundaskaran, ið ikki er nóg stórur at fylla bæði Eclipse og Platform í senn. Fyri at úrslitið ikki skal verða, at hvørki Platform ella Eclipse fara at standa seg í kappingini, hava teir valt at leggja saman. Platform, Eclipse og Café Natúr verða nú eitt felag. Nøvnini verða tey somu, men kundabýtið verður javnari, og Havgrímur Jo- hannessen, Petur Olsen og Toni Dam reka nú hesi trý stóru skeinkistøðini í felag. Dagligur leiðari Eftir ætlan verður ein dag- ligur leiðari settur at taka sær av virkseminum hjá teimum trimum støðunum. Tað er framvegis ikki fast- lagt, hvør dagligi leiðarin verður, men teir tríggir eig- ararnir arbeiða í løtuni við málinum. Havgrímur Jo- hannessen kemur at taka sær av tiltøkum á teimum trimum støðunum. Til ein dagligur leiðari er funnin, verður tað eisini Havgrímur, ið tekur sær av dagligu leiðsluni. Tá leiðar- in er funnin, fer Havgrímur eftir ætlan í annað starv. Hetta verður eftir øllum at døma fyrst í komandi ári. Merkjast Fleiri seta óivað spurning við, um kundin ikki hevði fingið betri sømdir, um tal- an var um framhaldandi harða og javna kapping millum Platform og Eclipse. Nú verður eitt stórt felag, har kappingin mill- um serliga Platform og Eclipse dettur burtur. – Broytingin verður av- gjørt til gagns fyri kundar- nar, og tiltøkini verða meira spennandi og áhugaverdari í framtíðini. Vit fara at hava opið á sama hátt, sum tað hevur verið higartil, sigur Havgrímur Johannessen. Betri møguleiki verður framtíðini at flyta tiltøkini millum støðini. Teir tríggir hava fleiri spennandi ætlanir í kvittanum, men tær fram- vegis bara á skriviborðinum. Spurdur, hvørjar aldurs- bólkar nýggja felagið fer at leggja seg eftir, svarar Hav- grímur, at tað er ikki enda- liga avgjørt enn, men allar- helst verður pláss fyri bæði teimum yngru og eldru. Hann veitir vissu fyri, at kundarnir í framtíðini hava nógv spennandi og stór- fingið í væntu. Higartil hevur innanhýsis kappingin millum skeinki- støðini Platform og Eclipse/Club 20 verið hørð, og leiðararnir á báðum støðunum hava hildið seg eitt sindur aftur við at gera tey heilt stóru tiltøkini. – Bæði vit á Platform og Club ella Eclipse hava aftrað okkum at lýsa við stórum tiltøkum fleiri vikur undan tiltakinum, tí vit vóru bangnir at hin parturin fór við sama hugskoti, men hesin ótti verður nú endaliga beindur av vegnum, sigur Havgrímur Johannesen. Tað er javnan komið fyri, at bæði Platform og Club 20 hava havt stór tiltøk sama kvøld. Úrslitið varð oftað, at bæði hølini vóru ikki meir enn hálvfull. Hetta fer so ikki at henda í framtíðini, har greið samskipan verður ímillum støðini. Starvsfólk kunnað Mánakvøldið vórðu starvs- fólkini á teimum trimum støðunum kunnað um samanleggingina. Hav- grímur Johannesen sigur, at tørvur er á øllum fólkunum á teimum trimum støðun- um, og tí skal eingin vænta at verða sagdur upp. Hann vísir á, at nú fara jólatiltøk- ini skjótt av bakkastokki, og tá er hugaligt, at fleiri fólk verða at taka av. Tórshavnar Býráð hevur sett 250.000 krónur av til spælistað til tónleikarar í høv- uðsstaðnum á fíggj- arlógini komandi ár. Ein av stigtakarunum til eitt spælistað í Havn, Rógvi á Rógvu, fegnast um, at endiliga er gongd komið á málið. FÍGGJARLÓG HJÁ TÓRSHAVNAR KOMMUNU Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Seinasta hóskvøld samtykti eitt einmælt Tórshavnar Býráð fíggjarlógina fyri 2004. Sammett við 1. við- gerð av fíggjarlógarupp- skotinum, eru nakrar broyt- ingar at síggja á endaligu fíggjarlógini. Tónleikarar- nir í høvuðsstaðnum kunnu fegnast um, at Tórshavnar Býráð hevur játtað 250.000 krónur til nýtt spælistað. Tónleikarar í Havn hava áður víst sína ónøgd við, at hølisviðurskiftini eru út av lagi vánalig. Millum annað vórðu undirskriftir savnað- ar fyrr í ár, og nú tykist sum um Tórshavnar Býráð er vaknað. Sambært fíggjar- lógaruppskotinum verður tað Gamla vaskaríið í mið- býnum sum skal gerast til spælistað. Húsið hevur seinastu mongu árini staðið órøkt, og tær 250.000 er settar av til varðveita og umvæla húsini, so tey kunnu tæna einum góðum endamáli. Rógvi fegnast Rógvi á Rógvu er ein av stigtakarunum til, at eitt nýtt spælistað í Havn verð- ur fingið á føtur. Nú er tjúgu ár síðan Perlan varð tikin niður, og framvegis er einki spælistað til tónleik- ararnar. Rógvi fegnast um, at endiliga er gongd komið á málið, og hann vónar, at eitt nýtt tónleikastað nú verður veruleiki. Spurdur um tónleikarar- nir hava sett trýst á Býráð- ið, nú pengar er settir av til spælistað, svarar Rógvi, at hann hevur sent eitt ótal av skrivum til Býráðið, men hann hevur ikki fingið nakað svar. – Vit hava ikki hoyrt nak- að frá borgarstjóranum per- sónliga, men tað hevur helst ávirkað, at brøv eru send, og vit taka tað, vit fáa, sigur Rógvi á Rógvu. Kappingarneytar leggja saman Nakað óvæntað leggja Platform, Café Natúr og Eclipse saman. Teir tríggir Petur Olsen, Toni Dam og Havgrímur Johannessen fara at reka felagið saman Mynd: Jens Kristian Vang Tónleikarar betri sømdir Fyri góðum tveimum vikum síðan var mótmæliskonsert ímóti at heili tjúgu ár eru liðin, síðan gamla Perlan varð tikin niður. Um konsertin hevur gjørt útslagið er ilt at meta um, men Tórs- havnar Býráð hevur síðan sett 250. 000 krónur til spælistað komandi ár Mynd: Maria Olsen Borgarstjórin í Tórs- havnar Kommunu, Jan Christiansen, sigur, at býráðið hevur ongar ætlanir um at siga nakra dag- røktarmammu úr starvi tá stovnstørv- urin verður nøktaður í 2005 DAGRØKT Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn, hevur lovar, at tá valskeiðið er úti, so hava borgarar í kommununi ansingartrygd til børnini. Og hetta lyftið verður hildið, tí aftaná summarfrí- tíðina komandi summar, so hava øll børn yvir eitt hálvt ár í kommununi fingið ans- ingarpláss. Tørvurin verður nøkt- aður við trimum skipanum. Tað eru dagrøkt, vøggu- stova og barnagarður. Men sambært borgarstjóranum vísir tað seg, at ynskið hjá foreldrunum er at fáa børn- ini á ein stovn framum at fáa tey í dagrøkt. Hetta vísa umsóknirnar av ansingar- plássum, har foreldur í størstan mun velja stovn framum dagrøkt. – Men vit hava ongar ætlanir um at siga nakra dagrøktarmammu úr starvi komandi árini. Tá tørvurin verður nøktaður, verður talið á dagrøktarmammum møguliga minkað eitt lítið sindur, tí tørvur verður á at hava pláss til 100 dagrøkt- arbørn, greiðir Jan Christ- iansen frá. Men hann und- irstrikar, at um talan skuldi verið um eina minking av dagrøktarum, so fáa teir bjóðað annað starv. Borgarstjórin vísir á, at í og við, at Tórshavnar Kommuna kann veita borg- arunum ansingartrygd, so kann ein eisini vænta, at tilflytingin veksur. Og tí kann tað væl vera, at talan als ikki verður um nakra minking. – Men um nøkur minking verður gjørd, so verður tað ikki fyrr enn í 2005, tá tann seinasti stovnurin verður klárur, slær Jan Christian- sen fast. Dagrøktarmammurn ar í Tórshavnar Kommunu vita ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða teimum. Í fjølmiðlunum hoyra og lesa tær um, at stovnstørvurin í kommununi verður nøktaður, meðan tær standa eftir og onki vita DAGRØKT Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Í spælistovuni á Kirkjuvegi 1 er friðarligt í morgun. Enn eru bara fá børn komin, tí tað er so tíðliga enn, so tær tríggjar vaksnu, sum eisini eru har, kunnu taka tað heilt róligt, tí enn er ikki tað stóra at gera. Tað er týsdagur og í dag eiga Didde Jørgensen og Gunnvá Hansen tørn í spælistovuni. Saman við Jonnu Fjalsbak, sum er fast í spælistovuni, sita tey og hugna sær yvir ein kaffi- munn og nýbakað franskt- breyð. Men tað er ikki bara hugni og friður, ið eyð- kennir tær annars so róligu dagrøktarmammurnar. Tórshavnar Kommuna er í fullari ferð við at nøkta stovnstørvin í kommununi, og enn vita dagrøktar- mammurnar hvørki eitt ella annað um, hvat fer at henda við teimum í framtíðini. – Útskiftingin av børnum er stór, so vit vita ongantíð, hvar vit standa. Og tað ger, at vit kenna okkum út- trýstar av kommununi, greiða tær frá. – At ein ikki er tryggur er óbehagiligt, og tað, vit ynskja er ein klár útmeld- ing frá býráðnum um, hvussu verður við dagrøkt- ini í framtíðini. Dámar væl Sjálvt um støðan er keðilig, so eru tær báðar dagrøktar- mammurnar ógvuliga glað- ar fyri sítt arbeiði. Báðar valdu at fara heim at arbeiða, og tær siga, at tað er als ikki vist, at tær høvdu tikið av, um býráðið bjóðaði teimum eitt arbeiði á einum stovni ístaðin fyri starvið sum dagrøktar- mamma. – Dagrøktin eigur at vera verandi. Men sum er júst nú, so ynskja vit bara eina útmelding, líkamikið, um hon er positiv ella negativ. – Tað skapar ótrygd, at vit onki vita og at leiðslan onki veit. Vit hoyra bara í fjølmiðlunum, at fleiri og fleiri stovnar verða bygdir. Men vit fáa onki at vita. Leiðarin hjá dagrøktini í Tórshavnar Kommunu kann onki siga um hetta málið. – Broytingar á økinum eru á veg, men málið er ikki búgvið til, at eg kann úttala meg um tað, sigur Brynhild Mohr, og vísir til býráðið. Ongin skal sigast upp Dagrøktarmammurnar: Kenna seg úttrýstar Hesi fittu børnini vóru í spælistovuni týsmorgunin, tá Sosialurin kom framvið Myndir: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2