Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 205 - 29. oktober 2003 Nr. 205 - 29. oktober 2003 5 Kann gerast ein dyggur smeitur fyri suðuroyingar Krevja fleiri milliónir frá Strandferðsluni Fáa kommunurnar sín vilja, so at vit noyðast at betala fleiri milliónir afturat í havnagjøldum, kann hetta gerast ein dygg- ur smeitur fyri suð- uroyingar, sigur stjór- in á Strandferðsluni STRANDFERÐSLAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta kann fara at raka siglingina hjá Strandferðsl- uni ógvuliga hart. Ikki minst suðuroyarsiglingina við Smyrli. Tað heldur Kristian Dav- idsen, stjóri á Strandferðsl- uni. Stjórin á Strandferðsluni er ikki heilt foreintur við, at kommunurnar nú krevja, at Strandferðslan betala fleiri milliónir meiri í ymsum havnagjøldum, soleiðis sum vit hava greitt frá í aðr- ari grein her á síðuni. Hann sigur, at uppgávan hjá Strandferðsluni er at binda oyggjar saman. Men fara kommunur nú at leggja fleiri gjøld á okkum, er tað avgjørt ikki til frama fyri siglingina, sigur hann. – Tað fer uttan iva at darva siglingini, sigur hann. Hann sigur, at annars er tað ein politiskur spurning- ur, hvussu Strandferðslan skal fíggja hesi hækkandi gjøldini. Spurningurin er, um Strandferðslan fer at fáa eykajáttan til hesi gjøldini, ella um hon má finna pen- ingin í sjálvum rakstrinum. Eftir uppskotinum til fíggj- arlóg fyri næsta ár, er ikki nógv sum bendir á, at ætl- anin er at Strandferðslan skal fáa eykajáttan. Í ár er játtanin til Strandferðsluna góðar 66 milliónir, um- framt eina eykajáttan. Næsta ár er ætlanin, at Strandferðslan skal fáa góðar 69 milliónir, men tað fer alt til hækkandi lønir og aðrar útreiðslur, sum eru hækkaðar. Og skal Strandferðslan sjálv betala tey hækkandi havnagjøldini av síni egnu játtan, kann hetta gerast ein stórur smeitur fyri suður- oyingar. – Nú skal eg ikki gera nakrar niðurstøður í óðum verkum. Men beint nú haldi eg, at tað er mest sannlíkt, at tey hækkandi havna- gjøldini mugu skrivast uppá tær leiðir, sum tey raka og tað er fyrst og fremst suðuroyarsiglingin. – Sostatt fer undirskotið á suðuroyarsiglingini at veksa munandi og tað kann koma at føra við sær, at siglingin verður munandi skerd so at vit fáa hildið játtanina, sigur Kristian Davidsen. Strandferðslan er í sam- bandi við tær kommunur, sum hava kravt at gjøldini hækka og eitt nú verður fundur við Tvøroyrar Kommunu í næstum. Kristin Michelsen, borg- arstjóri á Tvøroyri heldur ikki, at kravið frá kommun- uni er órímiligt, tí Smyril liggur við bryggju á Drel- nesi minst helvtina av døgninum. – Vit halda tí ikki, at tað er órímiligt, at Strand- ferðslan rindar tað sama sum oljubátar og farmabát- ar, sum eisini brúka Drel- nes, men hóast vit hava kravt 152.000 krónur um mánaðin, fær Strandferðsl- an nakað í avsláttri, tí að er ikki heilt so nógv, sum hon skuldi goldið av røttum eftir støddini á Smyrli. Tvøroyrar og Vest- manna Kommuna hava stevnt Strand- ferðsluni men størsta kravið hevur Tórs- havnar Kommuna. STRANDFERÐSLAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skal Strandferðslan ikki sleppa so lætt longur. Tað halda nakrar komm- unur, sum skip hjá Strand- ferðsluni sigla til. Fleiri kommunur krevja nú, at Strandferðslan skal betala fleiri milliónir aftur- at um árið í ymsum havna- gjøldum. Higartil hevur Strand- ferðslan havt serligar sømdir og hevur betalt nógv minni fyri at brúka ymsar havnir, enn hon átti at gjørt eftir støddini á skipunum. Men hesar sersømdir ætla fleiri kommunur nú at taka frá Strandferðsluni. Ístaðin krevja tær, at hon skal betala so at siga fullan takst eftir støddini á skipunum. Tvær kommunur hava enntá stevnt Strandferðsl- uni eftir havnagjøldum, brúgvagjøldum og vøru- gjøldum. Á Drelnesi hevur Strand- ferðslan goldið 58.000 krónur um mánaðin fyri at Smyril kann leggja at har. Men nú krevur Tvøroyrar Býráð, at Strandferðslan skal betala 152.000 krónur um mánaðin. Og Tvøroyrar Kommuna krevur, at tað skal Strand- ferðslan gera við afturvirk- andi kravt frá 1. august í 2002. Sostatt er kravið frá Tvøroyrar kommunu ímóti Strandferðsluni nú komið upp á slaka hálva aðru millión, og tað veksur fyri hvønn mánað, Strndferðsl- an ikki betalir. Kristin Michelsen, borg- arstjóri á Tvøroyri sigur, at tað hevur ikki nyttað at kravt peningin inn frá Strandferðsluni og tí hevur Býráðið nú stevnt Strand- ferðsluni. Í Vestmanna hevur Strandferðslan goldið 50.000 um mánaðin, men Vestmanna Kommuna krevur nú, at hon skal betala 158.000 krónur um mánaðin frá 1. apríl, 2002 at rokna. Sostatt er kravið frá Vest- manna Kommunu nakrar hundrað túsund krónur og tað veksur ikki, tí, sum øll munnu vita nú, er undir- sjóvartunnil komin Vestur í Vágar og sostatt er ongin sigling meiri. Størsta kravið ímóti Strandferðsluni hevur Tórs- havnar Kommuna. Higartil hevur Strandferðslan gold- ið 700.000 krónir um árið til Tórshavnar Havn, fyri at Smyril og Ternan kunnu leggja at har. Men næsta ár krevur kommunan, at Strand- ferðslan skal betala 2,5 milliónir um árið, sambært Útvarpi Føroya. Og Tá ið nýggi Smyril kemur í okto- ber næsta ár, skal Strand- ferðslan betala einar fýra milliónir um árið í ymsum gjøldum til Tórshavnar Havn. Hinvegin krevur Tórs- havnar Kommuna ikki, at Strandferðslan skal betala nakað við afturvirkandi kraft. Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at millum annað krevur Tórs- havnar Havn, at Strand- ferðslan skal betala tvær krónur fyri hvørt ferðafólk, átta krónur fyri hvønn per- sónbil og 14 krónur fyri hvønn av lastbilar og vøru- bilar, umframt brúgvagjøld og havnagjøld. Sum stjórin á Strand- ferðsluni sigur í aðrari grein her á síðuni, kann hetta koma at raka suðuroy- ingar serliga hart. Fáa kommunurnar sín vilj- að, so at Strandferðslan noyðast at betala fleiri milli- ónir meiri í havnagjøldum, kann tað koma at raka siglingina hjá Smyrli til og úr Suðuroynni hart, sigur stjórin á Strandferðsluni Fáa fleiri kommunur sín vilja, fara útreiðslurnar hjá Strandferðsluni til ymisk havnagjøld at hækka fleiri hundrað prosent nú. Harðast verður Smyril raktur Tað eru floksformenn- inir, sum hava ábyrgd- ina av, at tingfólk bera seg hampiliga at og sýna fólkum við øðr- um hugsanum virð- ing. Tað heldur Jógvan Sundstein, fyrrver- andi løgtingsmaður, sum øtast um ljóta málburðin á tingi seinastu árini MÁLBURÐUR Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Málburðurin í løgtinginum er á lágum støði, og tað er nógv versnað. Tað sigur Jógvan Sund- stein, fyrrverandi løgmað- ur. Hann sat á løgtingi fyri Fólkaflokkin í 24 ár og fór úr politikki fyri 10 árum síðan. Hann øtast um, hvussu tikið verður til í pol- itikki. Seinasti tilburðurin var, at Katrin Dahl Jakob- sen samanbar Høgna Hoy- dal við nasistarnar undir øðrum heimsbardaga og Kristian Magnussen ábendi, at samband var millum Tjóðveldisflokkin og terroristafelagsskapir. Formansskapurin átti at átalað í báðum førum og helst beinanvegin, heldur Jógvan Sundstein, og tað er ikki nøkur umbering, at tað í tí eina førinum var talan um ein spurning, tí tey, sum hoyrdu orðaskiftið, skiltu væl, at talan var um eina grova skuldseting. Hann hevði ynskt, at talan var eitt hendiligt óhapp og eitt undantak frá regluni um ein góðan fundarsið, men tað heldur hann ikki. – Eg eri bangin fyri, at hesin málburðurin er kom- in fyri at vera. Tað er vorðið meiri alment at taka so harðliga til orðanna, og eg haldi, at tað er vorðið verri, og at støðið er lækkað, síð- an eg fór úr politikki, sigur Jógvan Sundstein bersøgin. Virdu onnur Tað mangan gekk lívliga fyri seg, men tað kom ikki fyri, at heimsins bølmenni vóru drigin upp í leikin, heldur fyrrverandi løg- tingsmaðurin. – Orðadrátturin kundi mangan vera hvassur, og tað var heitt viðhvørt. Men farið var aloftast eftir bóltinum og ikki manninum. Vit vóru ikki teir beru einglar, og onkuntíð varð tað eisini persónligt, men eg havi ongantíð upplivað slíkt í mínari tíð, sum vit hava ver- ið vitni til seinastu dagarnar. Tingmenn høvdu hóast alt virðing fyri hvørjum øðrum, hóast teir mangan vóru ósamdir, sigur hann. Tað er komið ov langt, heldur Jógvan Sundstein, sum altíð var vanur at vera siðiligur sjálvur, men hann hevur onga einfalda for- kláring uppá, hví tað er komið so vítt. – Støðið er lækkað so við og við. Tey ungu fólkini, sum koma til, ímynda sær, at tað skal vera persónligt. Onki er nóg gott. Andstøða- n heldur, at hon skal vera ímóti øllum, sum sam- gongan kemur við, og samgongan tekur ikki undir við nøkrum, sum andstøðan skjýtir upp. Alt er negativt, sigur Jógvan Sundstein. Ein formansuppgáva Sjálvsstýrisstríðið kann tykjast vera neistin, sum aftur og aftur festir í fjúsið hjá summum politikarum. Men Jógvan Sundstein, sum er sannførdur sjálv- stýrismaður, ivast í, um tað kann vera rætt. – Sjálvstýrismálið er rótin til alt ónt hjá summum. Allar ólukkur komast av, at blokkurin er skorin, men tað er møsn og tvætl. Hinvegin haldi eg ikki, at nakar ávísur flokkur er betri enn nakar annar. Kortini kann eg siga, uttan at nevna nøvn, at summir persónar eru minni fólkaligir enn aðrir, sigur Jógvan Sundstein. Hann var sjálvur formað- ur í Fólkaflokkinum í áravís, og tað er í flokkunum, at politikarar eiga at alast upp. – Formansskapurin á løg- tingi hevur sjálvandi yvir- skipaðu uppgávuna at stýra orðaskiftinum, men tað áliggur floksformonnunum at fáa eina góða floksdis- siplin. Floksformaðurin skal uppdraga síni fólk, so tey bera seg hampiliga og siðiliga at. Tað uppgávuna hava teir ikki dugað nóg væl, er greiða niðurstøðan hjá Jógvani Sundstein. Filmseftir- litið yvirlivir kanska Mentanarnevndin hjá løgtinginum tekur ikki undir við at strika játtan- ina til Filmseftir- litið á fíggjarlógini fyri 2004. Tað gongur fram av hennara ummæli av fíggjarlógini FÍGGJARLÓG 2004 Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Peningur eigur at vera settur á komandi fíggj- arlóg til Filmseftirlit. Tað sigur Mentanar- nevndin. – Nevndin er av teirri áskoðan, at á komandi fíggjarlóg eigur pening- ur at verða settur av undir teirri fortreyt, at lóggávan, sum er gald- andi í dag, eisini er í gildi komandi ár. Hetta merkir, at játtan eigur eitt nú at verða sett av til filmseftirlit og lærlinga- stuðul soleiðis, sum galdandi lóggáva krev- ur. Verður lóggávan broytt í komandi fíggj- arári, so eiga fíggjarligu avleiðingarnar av hesum at verða tiknar við í einum eykajáttanarlóg- aruppskoti, sigur ein samd Mentanarnevnd. Hon ger eisini vart við, at í mun til, hvussu stór upphæddin er á fíggjar- lógini til Fólkaskúlan, so er hon ov lítið út- greinað, og nevndin ætlar sær at biða fíggjar- nevndina um at útvega sær eina slíka útgrein- ing. Andstøðuumboðini í nevndini vísa eisini á, at játtanin til Fólkaskúlan onga hóming gevur av, hvørja ávirkan skipanin við ársverkum fer at hava á játtanina. Minni- lutin harmast eisini um, at stuðulin til skúla- barnaflutning verður tikin av, tí tað fer serliga at raka smærri komm- unurnar við veikum skattagrundarlagi. Andstøðuumboðini í nevndini átala eisini, at ætlanin er at lækka stuð- ulin til lærupláss við 25 prosentum. Tað hevur ongar av- leiðingar fingið fyri Katrina Dahl Jakob- sen, at hon tók ov harðliga til orðanna undir fíggjarlógarvið- gerðini. Jóannes Eid- esgaard heldur ikki, at tað er uppgávan hjá formanninum at halda í oyruni á sínum fólkum. Tey eiga sjálv at kenna sær hógv MÁLBURÐUR Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Formansskapurin hjá løg- tinginum kom til eina nið- urstøðu. Tað var ikki rætt av javnaðarkvinnuni Katrin Dahl Jakobsen at saman- bera aðrar politikarar við nasistarnar undir øðrum heimsbardaga undir fíggjarlógarviðgerðin. Hendan niðurstøða hevur kortini ikki ført til nakra endurskoðan ella sjálvrann- sakan í Javnaðarflokkinum, og Katrin Dahl Jakobsen hevur heldur onga átalu fingið frá leiðsluni. – Vit kunnu bara taka átaluna til eftirtektar, men vit hava ikki viðgjørt málið enn, tí vit hava als ikki fingið nakað skrivligt frá formansskapinum, og tí hava vit heldur ikki gjørt nakra niðurstøðu, sigur Jó- annes Eidesgaard, formað- ur í Javnaðarflokkinum. Orðaskiftið er mangan hart, viðgongur Jóannes Eidesgaard, og fólk leypa onkuntíð framav, men hann er kortini ikki samdur við Jógvan Sundstein, tá hann sigur, at orðaskiftið er farið av sporinum og er á lægri stigi, enn tað plagdi at vera. – Vit skulu minnast til, at Jógvan Sundstein sjálvur var ein framúr siðiligur og hampiligur maður, sum ongantíð hevjaði røddina ella var óskikkiligur. Tað vóru aðrir, sum vóru harð- mæltari og tóku harðliga til orðanna, men sjálvandi gongur eitt mark onku- staðni, sigur Jóannes Eides- gaard. Tað hevði verið tiltrongt, um tingið viðgjørdi, hvat er góður málburður, heldur hann. Tað týdningarmesta er, at øll fáa eins viðgerð, men tað ivast hann í, um øll fáa í dag. – Tað, sum er mest um- ráðandi, er at øll vera við- farin líka. Eg havi sjálvur merkt á mínum egna kroppi, hvussu tað er at vera lagdur undir líkt og ólíkt og havi eitt nú fingið at vita, at eg eri landasvíkjari. Vanliga gevur tað deyðarevsing at svíkja landið, men formans- skapurin ikki so mikið sum átalaði ta ferðina, sigur Jó- annes Eidesgaard. Hann tekur ikki undir við, at tað eru formenninir, sum skulu halda í oyruni á sínum fólkum. Tað eigur at vera upp til hvønn ting- mannin sær. – Tað kann ikki vera okkara uppgáva at taka fólkavaldar politikara í skúla. Teir mugu sjálvir finna sín leist í tinginum, og tað gongur skjótt upp fyri teimum, hvat er borð- bært. Hinvegin kundi tað verið eitt hugskot, um vit fingu meiri dissiplin í flokkunum við at broytt mannagongdir. Um flokk- arnir hildu seg til at hava framsøgumenn, sum taka sær av ávísum málum, so slapst kanska undan, at alt fór upp at gartera í tingin- um, tí tað er tá, at orðaskift- ið verður so torført at stýra, sigur Jóannes Eidesgaard. Tey, sum hildu, at málið um málburðin í tinginum, steðgaði við niðurstøðuni hjá formansskapinum, fóru skeiv. Í blaðnum í gjár legði Jóannes Eidesgaard harð- liga eftir Tjóðveldisflokk- inum, og í dagsins blaði fær hann aftur av somu skuffu. Floksformenn svíkja TAK BÓLTIN. Gomlu politikararnir fóru eftir bóltinum og ikki manninum, sigur Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgtingsmaður, løgmaður og løgtingsfor- maður Ongin avleiðing í flokkinum C M Y K 5 4