mikudagur 29. oktober 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 205 - 29. oktober 2003
Nr. 205 - 29. oktober 2003
7
Vestmenningur hevur
gjørt eina blóðgi-
maskinu, sum verjir
umhvørvið munandi.
Norðmenn hava
higartil keypt tríggjar
maskinur at brúka í
alivinnuni, og teir
láta heilt væl at
FRAMTØK
Edvard Joensen
Rógvi Nielsen, smiðju-
meistari í Vestmanna, hevur
ment eina nýggja blóðgi-
maskinu, sum brúkt verður
til alifisk. Norðmenn hava
higartil
keypt
tríggjar
maskinur, og teir láta heilt
væl at royndunum, sigur
uppfinnarin.
Maskinan er einfald í síni
uppbygging. Men tað kol-
veltandi við henni er, at hon
brúkar ikki vatn til at lata
fiskin bløða í. Hann bløðir
á turrum. Soleiðis verður
umhvørvið spart fyri alt tað
klorið, ið annars varð latið
út í vatnið, ið brúkt varð at
bløða í. Og tað var ikki
smávegis,
sigur
Rógvi
Nielsen.
Maskinan arbeiðir so-
leiðis, at fiskurin verður
køldur niður í kørum, áðr-
enn hann kemur til sjálva
blóðgingina. Fiskurin gerst
eisini róligari, tá hann køln-
ar. Tá fiskurin kølnar, setir
blóðið at hjartanum, sum
situr frammi við táknurnar.
Síðan verður hann koyrd-
ur í sjálva maskinuna, har
tveir knívar verða stungnir
undir kápuna, so hann
bløðir. Eisini fær hann eitt
slag í høvdið, so hann
dovnar heilt. At enda verð-
ur hann settur eftir høvdin-
um í eitt kar, har hann so
stendur og bløðir út á turr-
um. Blóðið verður savnað í
kør og skal ikki veitast
burtur gjøgnum vanlig frá-
rensl, men savnast og
burturbeinast aðrar vegir.
Hetta, at lata fiskin turr-
bløða, hevur fleiri fyrimun-
ir, vísir Rógvi Nielsen á. Í
fyrsta umfari tekur tað bara
einar fimm minuttir hjá
fiskinum at bløða út. Tá
hann bløddi í vatni, vardi
tað umleið eini trý korter
ella so, sigur hann. Um-
framt skuldi so alt vatnið,
ið brúkt varð, skiftast út
regluliga.
Rógvi Nielsen, sum í 13
ár var tekniskur leiðari á
Vestsalmon, greiðir frá, at
har var talan um at skifta
umleið fimm til átta tons av
blóðvatnið um tíman. Í
blóðinum situr møgulig
smitta, fiskurin hevur. Eitt
nú ILA. Hetta skal so eisini
sóttreinsast við klori. Og
bara á virkinum, har Rógvi
Nielsen arbeiddi, vórðu
eini átta tons av klori um
vikuna slept á sjógv saman
við blóðvatninum.
– Tað sigur seg sjálvt, at
um alt landið verður hetta
til eina stóra nøgd. Hesum
sleppa vit undan, nú blóðið
ikki verður latið í vatn, men
savnað aðrastðani, vísir
Rógvi Nielsen á.
Tvær av blóðgimaskin-
unum, sum seldar eru til
Noregs, hevur stóra alifyri-
tøkan Pan Fish keypt, sigur
Hógvi Nielsen. Tann triðja,
sum sett varð upp í septem-
ber, er seld einum øðrum
felag.
Hann sigur frá leiðsluni
hjá Pan Fish, at teir hava
ongar klagur fingið um
maskinurnar yvirhøvur, og
at tær rigga avbera væl.
Pan Fish savnar, sum ætl-
anin eisini er við maskin-
uni, alt blóðið úr alifiskin-
um. Og nú arbeiða teir seri-
øst við ætlanunum um at
gagnnýta hetta blóðið. Ætl-
anir eru um at byggja eit
virki við síðuna av kryvji-
virkinum, har blóðið skal
viðgerast
og
nýtast
í
parfumuídnaðinum, sigur
Rógvi Nielsen.
Enn er eingin maskina
seld í Føroyum, sigur hann.
Grundin man vera tann
trupla støðan, alivinnan her
heima er í í løtuni, verður
mett.
Men nú verður farið ein
rundtúr til føroysku kryvji-
virkini at at gera eitt sølu-
átak, sigur Rógvi Nielsen.
Hann sigur, at nýggja
blóðgimaskinan kostar um-
leið 700.000,- krónur, tá
hon er klár at seta í gongd.
Selur blóðgimaskinur til Noregs
Kunningarstovan í
Vágum skipar saman
við handlum og
fyritøkum í oynni fyri
stórum tiltaki í
høllini á flogvøllinum
í kvøld
HUGNALØTA
Edvard Joensen
Vágar:
Stórt tiltak við
mótasýning
og
øðrum
undirhaldi verður í høllini í
terminalinum á flogvøllin-
um í kvøld klokkan 18.30,
sigur Kunningarstovan í
Vágum í tíðindaskrivi.
Terji Nielsen, kunningar-
leiðari í Vágum, greiðir frá,
at tiltakið byrjar við borð-
haldi klokkan hálvgum
sjey. Tað er cafeteria á
flogvøllinum, sum stendur
fyri borðhaldinum. Borð-
haldið verður skipað sum
buffet, sigur kunningarleið-
arin.
Einir 10 handlar í Vágum
verða við í tiltakinum. Um-
framt verður sjónleikur og
spurnarkapping
millum
bygdarráðini í oynni. Eisini
fer ein hárfríðkanarstova at
sýna fram ymisk kynstur.
Bygdarráðini í Vágum
fara at luttaka í spurnar-
kapping, sum verður skipað
soleiðis, at tvey og tvey
fyrst hittast í hálvfinalu, og
so fara vinnararnir í final-
una. Gløggasta bygdarráðið
í oynni fær so steyp frá
Atlantsflogi.
Eisini fara sjónleikarar úr
Vágum
at
sýna
fram
onkran stuttar leikir, sigur
Kunningarstovan.
Tiltakið
kostar
175,-
krónur fyri hvønn, og at-
gongumerkini kunnu keyp-
ast á kunningarstovuni í
Miðvági umframt í handl-
um í bygdunum í Vágum.
Hilmar Jan Hansen fer at
vera frásøgumaður undir
tiltakinum á flogvøllinum í
kvøld.
Stórt tiltak á flogvøllinum
Rógvi Nielsen hevur ment eina nýggja blóðgimaskinu, sums
serliga alivinnan kann nýta. Tríggjar maskinur eru seldar til
Noregs, har tær verða nýttar við góðum úrsliti. Men enn hevur
einki føroyskt virki fingið hana
Mynd: Jens Kristian Vang
Felagið Vágar, sum rekur
Kunningarstovuna í Vágum,
ið skipar fyri tiltakinum,
hevur fingið nýtt búmerki.
Tað myndar bókstavirnar FV
og sýnir bæði oynna og
Vágatunnilin í grønum og
blám liti
Mynd: Edvard Joensen
Samgongan góðtekur ikki hall
Íløgutørvurin í Før-
oyum er stórur sum
ongantíð áður. 313
mio. eru settar av til
íløgur komandi ár.
Búskaparliga er einki
til hindurs fyri, at
landið hevur hall á
fíggjarlógini, nú
íløgutørvurin er so
stórur, men Kristina
Háfoss sigur, at eitt
hall á fíggjarlógini
gongur beint ímóti
ynskinum hjá sam-
gonguni um ein sjálv-
berandi búskap
ÍLØGUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Íløgutørvurin veksur bara.
Á fíggjarlógaruppskotinum
fyri 2004 eru 313 mio.
krónur settar av. Størsta
íløgan hjá landinum verður
nýggja
suðuroyarskipið.
Skipið kostar í alt 300 mio.,
og komandi ár verður síðsta
gjaldið á 109 mio. krónur
goldið.
Av øðrum íløgum kunnu
nevnast 32 mio. krónur til
bústovnar til sinnisveik og
eldrabústaðir. Útbúgving
og gransking fáa eisini
høga raðfesting við 35 mio.
krónum.
Seinastu árini er stórur
partur av íløguútreiðslun-
um hjá landinum farin til
nýggja suðuroyarskipið og
nýggja Landssjúkrahúsið.
Í bóklinginum um fíggj-
arlógaruppskotið
2004
stendur, at tað verður ein
munandi lætti hjá landinum
í 2005, tá suðuroyarskipið
ikki
longur
verður
á
íløguætlanini.
Øking
Hyggur ein nærmari at
íløgutørvinum hjá land-
inum farnu árini, sæst, at
íløgurnar er støðugt øktar.
Frá 2000 eru samlaðu íløg-
urnar hjá landinum hækk-
aðar við góðum 150 mio.
krónum. Tað er einki duls-
mál, at íløgurnar eru óvan-
liga stórar í løtuni. Suður-
oyarskip og komandi Norð-
oyatunnil eru ikki vanligar
íløgur, og tí er íløguætlanin
hjá landinum væl størri enn
undanfarin ár. Tá hesar
stóru verkætlanir eru gjørd-
ar og goldnar, kundi ein
freistast at hugsa, at íløgu-
tørvurin
hjá
landinum
lækkar aftur nakað.
Undirskot
Røddir hava verið frammi
um, at hyggur ein at fíggjar-
ætlanini við búskaparligum
eygum, átti einki at verið til
hindurs fyri, at landskassan,
hesi árini við óvanliga stór-
um íløgum, hevur undirskot.
Ein grundgeving er, at
landsins fíggjarætlan als
ikki kann sammetast við
eina fíggjarætlan hjá einum
privatum virki.
Tað er ikki av líka stórum
týdningi, at eitt land hevur
svørt tøl á botnlinjuni á
hvørjum ári, sum hjá einum
virki. Búskaparliga er tað
ikki eitt ófrávíkiligt krav, at
fíggjarætlanin hjá landin-
um skal geva yvirskot á
hvørjum ári.
Búskapurin hjá einum
landi eigur at miða eftir at
hava eina ávísa javnvág
yvir fleiri ár, so ikki ov stór
sveiggj eru í búskapinum.
Tað er ikki óvanligt, at eitt
landið ger stórar íløgur,
sum alt fyri eitt ikki kasta
nógv av sær, men sum frá-
líður hava stórar inntøkur
við sær. Ein kann tí freistast
at spyrja um føroyski lands-
kassin ikki hevur ráð til eitt
lítið hall á fíggjarætlanini,
nú íløgutørvurin komandi
ár er óvanliga stórur.
Fleiri virkir kring landið
hava ilskast á avgjøldini og
nýtslu skattin, sum eftir
ætlan verður álagdur teim-
um komandi ár. Virkini hava
alment givið til kennar, at
tey kenna seg sum skatta-
krevjarar fyri landið, sum nú
hevur torførari við at fáa
endarnar at røkka saman.
Ein loysn kundi verið at havt
undirskot á fíggjarlógini, so
sluppu virkini undan nýggju
avgjøldunum.
Politisk raðfesting
Kristina Háfoss er limur í
fíggjarnevndin í løgtingin-
um. Hon tekur undir við, at
reint búskaparliga er einki
til hindurs fyri, at lands-
kassin hevur undirskot av
og á, bara ein ávis javnvág
er millum inntøkur og út-
reiðslur yvir eitt longri ára-
mál. Tjóðveldistingkvinnan
leggur tó dent á, at í sam-
gonguni er ein greið polit-
isk raðfesting, at landskass-
in ikki skal hava hall á
fíggjarlógini.
–Vit hava sum er ein
ríkisstuðul á 615,5 mió. kr.
inni á fíggjarlógini, og har-
við í veruleikanum eitt
undirskot á fíggjarlógini
um hesin studningur ikki
kom úr útlondum. Málið
má verða at fáa ein sjálv-
berandi føroyskan búskap
óheftan av studningi uttan-
lands, og harvið eina fíggj-
arlóg óhefta av ríkisstuðli.
Við okkara politisku rað-
festing ber snøgt sagt ikki
til, at vit vísa eina fíggj-
arætlan við undirskoti, har
úrslitið verður, at vit mugu
leggja eftir uppsparingini.
Búskaparliga ber tað væl
til, men, eg haldi, tað er
skeivt longu nú at tosað
verður um møguleika fyri
at hava eina fíggjarætlan
við halli, bara tí búskapurin
er
stagneraður
nakað.
Hevði verið talan um veru-
liga búskaparliga kreppu-
støðu hevði støðan verið
ein onnur, greiðir Kristina
Háfoss frá.
Hon vísir á, at tað alt ov
tíðliga at tosa um ein kreppu
í føroyska búskapinum.
Føroyski búskapurin er sum
heild væl fyri, hóast ávísir
partar av vinnulívinum eru í
kreppu. Limurin í fíggjar-
nevndini ásannar, at ferðin á
búskapinum er nógv mink-
að. Hon greiðir frá, at øktu
íløgurnar komandi árini eru
gjørdar við tí fyri eyga at
halda dampinum uppi.
- Sum fíggjarligt stýr-
ingsamboð eru íløgur lætt-
ari at stýra enn raksturin.
Øktu íløgurnar fyri 2004 er
eitt greitt tekin um, at vit
royna at halda ferðina á
búskapinum uppi, sigur
Kristina Háfoss.
Landsstýrið hevur eisini
ætlanir um at lækka skattin
á arbeiði komandi ár, og
hetta átak er eisini ein
roynd at halda ferðini á
føroyska búskapinum uppi.
Minni rok
Undir fíggjarlógarviðgerð-
ini í fjør vóru fleiri stríðs-
mál í fíggjarnevndini, bæði
millum samgongu og and-
støðu, og innanhýsis í sam-
gonguni. Sambært Kristinu
Háfoss verður støðan øðr-
vísi í ár, tí nevdin hevur
verið við í fyrireikingarar-
beiðinum.
Samgongulimirnir
í
fíggjarnevndini hava verið
við í allari fyrireikingini til
fíggjarlógaruppskotið fyri
2004. Hetta er ikki vanlig
mannagongd, men tjóð-
veldiskvinnan heldur, at
tað er skilagott, at løgtingið
eisini er umboðað undir
fyrireikingunum.
Spurd, um hvørji stríðs-
málini verða í fíggjar-
nevndarviðgerðini í ár,
svarar Kristina Háfoss, at
tað er ilt at meta um.
– Fíggjarlógin verður
viðgjørd frá oktober til des-
ember, og í hesi tíðini verða
altíð
ávísar
broytingar
framdar eftir ynski frá
Landsstýrinum eins væl og
Løgtinginum. Nýggjar inn-
tøkumetingar fyri komandi
ár verða eisini gjørdar
hvønn mánað, sigur limurin
í fíggjarnevndini.
Fíggjarnevndin fer seinni
í vikuni undir at hyggja
nærri at uppskotunum, ið
hava verið til hoyringar í
løgtingsnevndinum. Lands-
stýrið, peningastovnar, Bú-
skaparráðið og umboð fyri
fiskivinnuna verða síðan
innkallað at gera sínar
metingar um fíggjarlógina.
Andstøðan í fíggjarnevnd-
ini hevur óivað eisini síni
tilmæli, so tað verður nokk
at tríva í hjá fíggjarnevnd-
ini í komandi dagarnar.
Landið hevur sett 313 milliónir av til íløgur komandi ár. Av teimum er nógv størsti parturi til nýggja suðuroyarskipið, sum eftir ætlan kostar 109 mio. krónur
næsta ár.
Mynd: Savnsmynd
Kristina Háfoss, limur í
fíggjarnevndini, sigur, at
reint búskaparliga ber væl til
at hava hall á fíggjarlógini,
tá íløgutørvurin er stórur,
men politiska raðfestingin
hjá samgonguni um ein
sjálvberandi búskap býður
hesum ímóti.
Mynd Savnsmynd
Íløgur hjá
landinum
2004:
313 mió
2003:
266
2002:
251
2001:
186
2000:
176
Kelda: Fíggjarlógar-
uppskotið 2004
Fakta
C
M
Y
K
7
6