Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 205 - 29. oktober 2003 Nr. 205 - 29. oktober 2003 9 Tey, sum hava tíggu- mannafarið Tvøra- bátin í Danmark, hava nógv á skránni í komandi tíðum ÚTISETAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tey, sum hava tíggju- mannafarið Tvørabátin í Danmark, liggja ikki á latu síðuni. Ólavur á Heygum sum er undangongumaður í roynd- unum at gera føroyska bát- in kendan uttanlands, gjørdi sítt til at fáa tíggju- mannafarið Tvørabátin til Danmarkar og hann sigur, at báturin hevur verið nógv flotaður í ár. Seinast hava tey fyrireik- að stevnu á Lyngbyvatni við Damernes Roklub, sum eisini vóru á Norður- lendsku róðrar og ment- anarstevnuni á Tvøroyri í fjør. Men hann sogur, at nú eru eisini onnur donsk fe- løg komin uppí at rógva við kapp føroyskum bátum, eitt nú SAS Roklubben í Kastrup. Tvørabáturin róði eisini á víkingastevnu í Frederiks- sund í juni mánaða. Og tað næsta á skránni er so ársveitslan, sum verður leygarkvøldið 8. november í Føroyahúsinum í Keyp- mannahavn. Og har verður gjørt nógv burturúr: Jan Hougård, sum arbeiðir í Danmarks Radio verður borðfúti og úr Før- oyum kemur Atli Dam, sum var løgmaður í mong ár, at halda røðu. Harafturat verður eisini okkurt skemt at hoyra og síggja, umframt at nógvir ymiskir vinningar verða lutaðir burtur. Ólavur á Heygum sigur, at Maersk Air hevur stuðlað teimum við flogferðum til og úr Føroyum frá Maersk Air, Hann sigur, at somuleiðis verður arbeitt víðari við stóru norðurlendsku róðrar- og mentanarstevnuni í Sles- vík í døgunum frá 5.-8. au- gust komandi ár. Tað er Ólavur á Heygum sjálvur, sum skipar fyri stevnuni saman við Birger Kuhl úr róðrarfelagnum í Slesvík Í hesi stevnuna fara tey at brúka sama búmerki, sum Jón Einarsson gjørdi til stevnuna á Tvøroyri í fjør. Stevnan í Slesvík er sam- stundis 1200 ára minning- ardagur hjá víkingastað- num Hedeby í Slesvík. Næsti fundur at fyrireika stevnuna, verður sætta desember í nýggja húsinum á Bryggjuni, sum tey norðurlendsku londini fáa saman í Keypmannahavn og har fara feløg og stovnar, sum hava áhuga fyri til- takinum at fáa fundarboð. - Eg haldi, vit høvdu ein góðan, lívligan og ógvuliga væl møttan borgarafund, sigur Árni Joensen, bygdar- ráðsformaður í Oyndarfirði BORGARAFUNDUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eini 80-90 fólk møttu á borgarafundinum, sum Oyndarfjarðar bygdarráð skipaði fyri á Fjalsgarði leygardagin. Hetta er eitt stórt tal av fólki í eini kommunu, sum telir 115- 120 veljarar. Umframt bygdarráð og bygdarfólk, vóru formenn- inir í Fuglafjarðar komm- unu og Runavíkar komm- unu, Sigurd Simonsen og Rodmundur Nielsen, við á fundinum. Hilmar Høg- enni, sum starvast á komm- unudeildini í løgmálaráð- num, var eisini við. Tríggjar framløgur Tríggjar framløgur vóru, og tær tók bygdarráðsformað- urin í Oyndarfirði, Árni Joensen, sær av. Í fyrsta lagi greiddi hann frá, hvat bygdarráðið hevur tikið sær fyri í hesum skeiðnum. Í øðrum og triðja lagi greiddi hann frá, hvussu ávikavist Fugla- fjarðar kommuna og Runa- víkar kommuna kundu hugsað sær, at samstarvið verður eftir eina møguliga samanlegging. Eftir framløgurnar, var kaffisteðgur, og eftir steðg- in søgdu teir tríggir, Sigurd Simonsen, Rodmundur Nielsen og Hilmar Høgenni nøkur orð. Hilmar greiddi frá, hvørji øki kommunurnar í fram- tíðini koma at umsita. Eftir hetta, var kjak um tað, sum fram er komið. Um hálvan september fingu oyndfirðingar kunn- ingartilfar borið á dyrnar um eina møguliga saman- legging. Í hesum tilfari verður kunnað um fyrimunir og vansar við samanlegging, ávikavist við Fuglafjarðar kommunu ella Runavíkar kommunu. Lívligt kjak Árni Joensen sigur, at fleiri spurningar vórðu reistir á fundinum. - Nógv fólk nýttu høvi at spyrja, og tað vóru tey, sum høvdu fleiri spurningar, sum fundurin leið. Eg vil siga, at tað var lívligt kjak, og nógvir góðir spurningar vórðu reistir. Spurdur, hvønn veg fólk "hella", sigur Árni, at tað dugir hann slett ikki at meta um. - Eg trúgvi ikki, vit út frá borgarafundinum kunnu siga, hvør endaliga avgerð- in hjá oyndfirðingum verð- ur, tá ið atkvøðast skal. Árni vísir á, at tað van- liga eru tey lutfalsliga fáu sum spyrja, meðan fjøldin lurtar. - Men tá ið atkvøðast skal, eigur hvør borgari við valrætti sína atkvøðu. Tí er ógjørligt at siga í løtuni, hvussu útfallið tá verður, sigur hann. Atkvøðugreiðslur Ein meiriluti í bygdarráð- num hevur annars samtykt, at tvær fólkaatkvøður skulu verða í Oyndarfirði um samanlegging. Men hesar verða bert tvær í tali, um fólkið á teirri fyrru sam- tykkir at leggja saman við aðrari kommunu. Árni sigur, at tann fyrra atkvøðugreiðslan verður, 18. nvember og tann seinna, 25. november. - Á tí fyrru atkvøðu- greiðsluni skulu fólk taka støðu til, um Oyndarfjarðar kommuna skal leggja sam- an við aðrari kommunu, og verður meiriluti fyri hesum, verður á seinni atkvøðu- greiðsluni tikið støðu til, hvørjari av nevndu komm- unum leggjast skal saman við, sigur Árni Joensen, bygdarráðsformaður í Oyndarfirði. Nógv fólk á borgarafundi í Oyndarfirði Ynskja oyndfirðingar at leggja saman við Fuglafjarðar-ella Runavíkar kommunu, verða tvær atkvøðugreiðslur í Oyndarfirði, ávikavist 18. og 25. november. Sambært borgarafundinum leygardagin, er stórur áhugi fyri hesum spurningi í Oyndarfirði Nýggj fólk í nevndina Virknir føroyingar í utlegd Á eykaaðalfundinum í Fuglafjarðar Sjónleikarfelag um vikuskiftið var øll nevndin skift út. Nú verður søkt eftir nýggjum leiðara MENTANARHÚSIÐ Tíðindaskriv Eykaaðalfundur var í Ment- unarhúsinum í Fuglafirði fríggjadagin tann 24. ok- tobur 2003. Á fundinum varð nýggj nevnd vald, og hon hevur skipa seg soleiðis: Formaður, Elin Sleiri. Næstformaður, Per Christ- ensen. Kassameistari, Mike George. Skrivari, Kristina Larsen. Nevndarlimur, Jógvan Philbrow. 1. Tiltakslimur, Kristianna Jacobsen. 2. Tiltakslimur, Magni Poulsen. Eygleiðari fyri Fugla- fjarðar kommunu er Jóhan Heri Joensen. Nevndin er farin til verka, og ein av fyrstu upp- gávum hjá nýggju nevndini er at seta leiðara til húsið, sum í eina tíð ikki hevur havt fastansettan leiðara. Søkt verður í bløðunum eftir leiðara. Á samkomu í Oslo í týsdagin, tá ið Bók- mentavirðisløn Norð- urlanda-ráðsins varð latin svensku Evu Strøm, helt Turið Sig- urðardóttir, lektari í bókmentum á Fróð- skaparsetrinum, heið- ursrøðuna fyri henni. Eva Strøm fær bók- mentavirðislønina fyri yrkingasavnið 'Rev- bensstædarna'. Hetta er aðru ferð at fólk frá Fróðskapar- setrinum hava fingið heiðurin at halda røðu fyri høvundinum, sum fær Norðurlendsku Bókmentavirðislønina. Í 1987 helt Malan Marnersdóttir røðu fyri Herbjørg Wassmo. Føroy- ingur helt røðu fyri Evu Strøm Turið Sigurðardóttir Tað kemur dátt við hjá limafeløgunum í Meginfelag teirra Brekaðu, at lands- stýrismaðurin, Páll á Reynatúgvu, skerjir játtanina til MBF við hálvari miljón – júst í ári teirra brekaðu. - Hetta signalerar, hvønn dent lands- stýrismaðurin leggur á arbeiði hjá okkum, sigur dagligi leiðarin á MBF, Anna Suffía Durhuus SKERJING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í fleiri ár hevur Meginfelag teirra Brekaðu, MBF, fingið 900.000 krónur á løgtingsfíggjarlógini. Undir kreppuni fyrst í nítiárunum varð játtanin skerd við 100.000 krónum, men hes- in peningur kom uppá aftur játtanina, tá ið útlitini batn- aðu. Í fjør hendi so tað, at landsstýrismaðurin, Páll á Reynatúgvu, læt MBF fáa hálva miljón aftrat, soleiðis at samlaða játtanin í ár er 1,4 milj. krónur. Men hesin peningur steðgar ikki leingi á fíggjarlógini, tí longu í ár – í ári teirra brekaðu – er játtanin aftur skerd við hesi somu hálvu miljónini. Standandi játtan Í Sosialinum herfyri segði Leila Solmunde, formaður í Giktafelag Føroya, sum er limur í MBF, at ætlanin hjá Pálli avgjørt ikki var, at henda hálva miljónin bert skuldi vera á fíggjarlógini í ári teirra brekaðu – og síð- an takast av aftur. Dagligi leiðarin á MBF, Anna Suffía Durhuus, er samd við Leilu og sigur, at upprunaliga ætlan lands- stýrismansins avgjørt ikki var, at meirjáttanin skuldi takast burtur aftur. Tær vóru báðar við á fundum við Páll, tá ið hesin kunngjørdi, at meira pen- ingur fór at verða játtaður MBF. - Men seinni hevur Páll á Reynatúgvu so sagt og end- urtikið, at meirupphæddin varð sett á fíggjarlógina fyri at stuðla MBF og tess limafeløgum í ári teirra brekaðu. Anna Suffía sigur, at upprunaliga var hetta ikki so, tí árið varð ikki lýst at vera ár teirra brekaðu, tá ið landsstýrismaðurin segði seg vilja seta meira pening á fíggjarlógina til MBF. Dagligi leiðarin sigur, at endamálið við meirjáttanini var at styrkja feløgini og at fáa feløgini undir ein hatt, sum hon tekur til. - Slíkt verður ikki gjørt eftir einum ári, leggur hon dent á. Anna Suffía sigur, at MBF er ógvuliga vónsvikið um, at játtanin aftur verður skerd. Vónsvikin feløg - Nei, hetta høvdu vit slett ikki væntað. Hóast umleið ein helmingur er brúktur til tiltøk í ári teirra brekaðu, munaði hin helmingurin ógvuliga væl hjá limafeløg- unum. Vit mugu bara stað- festa, at ætlaða skerjingin signalerar, hvønn dent landsstýrismaðurin leggur í tað arbeiði, vit og limafe- løgini gera. Hon vísir á, at umframt at fáa beinleiðis lut í býtinum av meirjáttanini, fingu limafeløgini eisini stuðul av somu játtan til ymiskt tiltøk, ið skipað hevur verið fyri í ári teirra brekaðu. - Hevði játtanin verið hin sama aftur komandi ár, hevði uppaftur meira pen- ingur farið útaftur til fe- løgini, tí tá hevði minni peningur farið beinleiðis til ávís tiltøk. Limafeløgini vóru ógvuliga fegin um meirjáttanina í ár, og líka so fegin tey vóru – líka so vónsvikin eru tey, nú meir- játtanin er tikin av aftur, sigur Anna Suffía. Býtislykil MBF hevur 23 limafeløg, harav trý feløg, Javni, Sinn- isbati og ÍSB, hava eina beinleiðis játtan á fíggjar- lógini og soleiðis ikki eru heft at MBF fíggjarliga. - Tey feløg, sum eru á fíggjarlógini, fáa bara grundarupphæddina, með- an hini feløgini, sum eru limir í MBF og ikki eru á fíggjarlógini, fáa grundar- upphædd umframt part av játtanini, sum verður býtt eftir einum lykli, har lima- talið er avgerandi fyri, hvussu stór játtanin verður, sigur Anna Suffía Durhuus. Limafeløgini í MBF eru ymiskt til støddar og ym- iskt er, hvør er limur í fe- løgunum. Í summum feløg- um eru bert tey limir, sum eru sjúk, og í øðrum feløg- um eru avvarðandi og stuðlar eisini limir. MBF hevur í skrivum gjørt vart við sína ónøgd hjá landsstýrismanninum og hjá trivnaðarráðnum. Páll skerjir MBF í ári teirra brekaðu SKERJING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin royndi fyrra- partin í gjár at fáa fatur á Páll á Reynatúgvu, landsstýrismanni, men tað eydnaðist tíverri ikki, hóast vit bæði tos- aðu við Almannamála- ráðið og ringdu á far- telefonina hjá honum. Væntandi fáa vit eina viðmerking frá lands- stýrismanninum ella aðalstjóranum, Sólju í Ólavstovu, um ætlaðu skerjingina av játtanini til MBF, Meginfelag teirra Brekaðu, til blaðið hósdagin. Páll ikki at hitta Páll á Reynatúgvu, lands- stýrismaður, var ikki at hitta fyrrapartin í gjár. Væntandi fáa vit eina viðmerking um skerj- ingina til blaðið hósdagin Marjun Sigurðsdóttir er formaður í MBF. Hon er í løtuni burturstødd. Dagligur leiðari er Anna Suffía Durhuus. Sunnudagin hevði Føroya Symfoniorkestur konsert í Norðurlandahúsinum. Hetta var ein stórfingin konsert, tí krevjandi tón- leikur var á skránni. Verk eftir Dimitri Sjosta- kovitj og Pjotr Tjaikovskij vórðu spæld. Jóhannes Andreasen var solistur á klaveri, og Bern- hardur Wilkinson var diri- gentur. Í blaðnum í morgin hava vit meira um hesa konsert. Føroya Symfoniorkestur hevði konsert í Havn sunnudagin Mynd: Jens Kristian Vang Symfoniorkestrið hevði konsert Dagtilhaldið Fløvin, hevur fingið nýggjan leiðara DAGTILHALD Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Glyvrar: Mánadagin, 3. november kl. 15, letur "FLØVI" - dagtilhald fyri pensjónistar – upp- aftur í Kvinnufelags- húsinum á Glyvrum. Hetta er 15. árið, at dagtilhaldið hevur opið. Kvøldið byrjar við hugnaløtu og borðhaldi. Meinhard Bjartalíð, prestur, fer at siga frá lívi sínum, og Jóhan Mortensen fer at undir- halda við harmoniku og sangi. Eisini fara Fríð- hild og Bodil at spæla tvørfloytu. Nýggjur leiðari Nýggjur leiðari er settur at taka sær av Fløvanum. Tað er Jensina Simon- sen, sum er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Hon gleðir seg at byrja í nýggja starvin- um. Virksemið hjá dagtil- haldinum er í menning, og tilhaldið er opið fyri øllum pensjónistum í Eysturoynni. - Vit leggja stóran dent á, at so nógv sum gjør- ligt koma at vitja og ynskja, at fólk, sum eru óhjálpin, verða hjálpt av avvarð- andi, soleiðis, at tey kunnu koma trygd til og frá staðnum, sigur Dag- tilhaldið Fløvin í tíð- indaskrivi. Fløvin hevur annars opið í Kvinnufelagshús- inum frá mánadegi til fríggjadag, frá kl. 15-18. Fløvin hugnaløtu í Kvinnufelagshúsinum Jensina Simonsen, sum er útbúgvin sjúkrarøktari, er sett at taka sær av Fløvanum. - Eg gleði meg at byrja í nýggja starvinum, sigur hon C M Y K 9 8