mikudagur 29. oktober 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 205 - 29. oktober 2003
Nr. 205 - 29. oktober 2003
11
Ì hesum døgum er ársfundur hjá Norðurlandaráðnum,
og umboð fyri løgting og landsstýri eru sum vanligt við
á fundinum. Norðurlendska samstarvið hevur nú gott og
væl halvthundrað ár á baki, og ymiskt er, sum mett
verður um týdningin av samstarvinum. Samstarvið er
eitt politiskt samstarv sum gongur fyri seg millum ting-
menn og millum ráðharrar. Norðurlond eru í serstøðu,
av tí at tey flestu teirra eru so lík í mentan, søgu og
demokratiskum hugburði. Samstarvið er vanliga sera
gott og uttan teir stóru trupulleikarnar og mangan fyri-
myndarligt fyri altjóðasamfelagið.
Sum er, eru tríggir av suverenu norðurlendsku statunum
limir í ES og fýra lond eru limir í NATO. Hetta tykist tó
ikki nerva samstarvið. Heldur er tað tvørturímóti
soleiðis, at hetta beinleiðis fremur samstarvið á tann
hátt, at londini, sum eru limir í ES ella NATO kunnu tala
søkina hjá teimum, sum ikki eru limir. Føroyar, Grøn-
land og Áland hava ikki sjálvstøðugan limaskap í
Norðurlandaráðnum. Tá vit taka lut í norðurlendskum
samstarvi, er tað óbeinleiðis umvegis danska lima-
skapin. Tó eru sendinevndirnar úr hesum sjálvstýrandi
tjóðunum ikki partar av ávikavist donsku og finsku
sendinevndunum, og er hetta ein viðurkenning av, at
sendinevndirnar umboða serstakar tjóðir. Føroyar hava
eisini umboð í nevndum og ráðum hjá ráði og ráðharra-
stovni. Vit eru við í Norðurlendska Mentanargrunnin-
um, í nevndum viðvíkjandi bókmentum, tónlist, leiklist,
børnum og ungum, umhvørvi og mongum øðrum. Tveir
norðurlendskir stovnar eru í Føroyum nevniliga NORA
og Norðurlanda húsið og virka báðir sera væl.
Spurningurin um fullan føroyskan limaskap í Norður-
landaráðnum er sum nevnt reistur, og taka allir flokkar
undir við hugskotinum. Hetta er sera áhugavert, og einki
er at ivast í, at Føroyar høvdu fingið nógv burtur úr full-
um limaskapi. Hetta mál eigur tí ikki at verða slept, men
eiga landsstýri og løgting at fylgja væl við viðgerðini av
hesum máli. Roknast má við, at hetta mál fer at taka
drúgva tíð, og fer politiska gongdin í Føroyum ivaleyst
at hava sína ávirkan á hetta mál. Tað er umráðandi, at
Føroyar eru við í slíkum altjóða samstarvi sum tað
norðurlendska. Her fáa vit royndir og kontaktir, og
okkara umboð kunnu verða við til at breiða út kunnleika
um Føroyar og um føroysk viðurskifti. Tað er umráð-
andi, at okkara umboð taka uppgávuna í størsta álvara,
soleiðis, at tey fáa nakað burturúr og soleiðis at arbeiði
teirra í Norðurlandaráðnum er teimum og okkum øllum
til gangs og til sóma. At Danmark nú hevur tikið fyri-
varni fyri sjálvstøðugum føroyskum limaskapi er nakað,
sum vit mugu taka upp í størsta álvara í tí heimliga
orðaskiftinum eisini. Nú føroyingar standa saman um
henda limaskap eiga vit so eisini at gera alt vit eru ment
fyri at sannføra hini Norðurlondini og eisini Danmark
um, at alt tað føroyska fólkið stendur aftanfyri sam-
tyktina um at fáa limaskap. Fullur limaskapur í Norður-
landaráðnum er ikki nakað nýtt. Umbøn varð eisini send
um hetta í sjeytiárunum og tá tók Danmark einki
fyrivarni. Áhugavert kundi verið at vitað, hvat er broytt
síðani tá, tí grundlógin er tann sama.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Norðurlendskt samstarv
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Yvirtøkulógin eitt vegamót ella ein fella?
Sjúrður Skaale
Jóannes Eidesgaard kann
uttan iva setast í fongsul
fyri sín skendska atburð.
Tað kann gerast sera dýrt
fyri Javnaðarflokkin
Heldur enn vegna Javnað-
arflokkin at biðja um um-
bering fyri at Katrin Dahl
Jacobsen av tingsins røð-
arapalli hevur samanborið
Høgna Hoydal við Hitler,
ger Jóannes Eidesgaard í
bløðunum í gjár tað øvuta:
Hann gevur Katrini Dahl
Jacobsen rætt! Sambært
Eidesgaard KANN Høgni
Hoydal veruliga samanber-
ast við eitt av størstu bøl-
mennum í mannasøguni.
Formaður Javnaðarflok-
sins skrivar soleiðis:
"Tjóðveldisflokkurin
skírdi meg fyri hálvan før-
oying, og Lisbeth L. Peter-
sen fyri hálvan dana, með-
an Høgni Hoydal var
einasti rætti føroyingurin.
Hvat minnir slíkt okkum
um? Hvør brúkti júst somu
terminologi um ta reinu
rasuna?"
Jóannes Eidesgaard sipar
til eina lýsing, sum stóð í
Sosialinum
dagin
fyri
síðsta løgtingsval.
Men hvørki Tjóðveldis-
flokkurin ella Høgni Hoy-
dal høvdu gjørt ella góð-
kent hesa lýsing.
Sama kvøld sum lýsingin
stóð í blaðnum, ringdi
Høgni Hoydal persónliga
til bæði Lisbeth og Jóann-
es. Hann greiddi teimum
frá at hetta ikki var hansara
verk, men bað kortini um
umbering fyri, at tey vórðu
sett fram sum vánaligir før-
oyingar. Tað veit eg, tí eg
sat í sama rúmi.
Dagin eftir, valdagin, tók
lýsingarfyritøkan Team 85
fulla og heila ábyrgd av lýs-
ingini, og gjørdi greitt, at
Tjóðveldisflokkurin hvørki
hevði bílagt hana ella góð-
kent hana. Málið fekk
seinni avleiðingar innan-
hýsis á lýsingarfyritøkuni,
eins og sakarmál bleiv mill-
um Tjóðveldisflokkin og
Team 85.
Alt hetta veit Jóannes
Eidesgaard.
Kortini brúkar hann hesa
lýsing í enn eini roynd at
samanbera Høgna Hoydal
við sjálvan Hitler.
At Javnaðarflokkurin ger
slíkt, er vorðið gerandis-
kostur. Bara hesa farnu tíð-
ina eru fýra dømi:
Líkið av Annu Lindh var
ikki meir enn kólnað, fyrr
enn blaðstjórin á Sosialin-
um royndi at seta drápið í
samband við føroyska full-
veldisvongin.
Undir
fíggjarlógarvið-
gerðini
pástóð
pástóð
Kristian Magnussen av
tingsins
røðarapalli,
at
Tjóðveldisflokkurin hevði
"forlovað seg" við terror-
felagsskapinum ETA.
Undir
somu
viðgerð
royndi Katrin Dahl Jacob-
sen at seta Høgna Hoydal í
samband við nazistarnar.
Og so kemur sjálvur for-
maðurin fram. Í stíli við
sínar partamenn nýtir hann
í gjár skendskar lygnir í
royndini at seta Høgna
Hoydal í bás við tað stýrið,
sum drap 6 milliónir jødar,
hevði við sær at Europa
varð sundursorað, og at 60
milliónir menniskju mistu
lívið.
Eg skilji væl, at javnaðar-
menn eru frustreraðir, nú
teir sita í andstøðu á áttanda
ári. Men um Jóannes Eid-
esgaard heldur, at slíkar
lygnir, slík álop og slík
sjúklig útspilling fara at
gera hann til løgmann, má
hann trúgva um aftur.
Eitt sindur av heiðurlig-
heit er framvegis til. Bæði
millum fólk og millum
politikarar. Og einki heið-
urligt menniskja kann góð-
taka tann atburð, sum
leiðsla
Javnaðarfloksins
sýnir í løtuni.
Tí eru í løtuni tíverri ikki
útlit til, at nøkur breið tjóð-
skaparlig semja verður
funnin í bræði. Hóast nógv,
bæði í Fólka- og Tjóðveld-
isflokkinum, fegin vildu
gjørt eina slíka semju sam-
an við Javnaðarflokkinum.
Við síni óndu herferð setir
Javnaðarflokkurin
seg
sjálvan uttanfyri alt sam-
starv.
Nakað heilt annað er, at
Jóannes Eidesgaard helst
endar í geglinum, um
Høgni Hoydal stevnir fyri
ærumeiðing. Og so leingi
hann situr har, verður hann
ið hvussu er ikki løgmað-
ur...
Jóannes Eidesgaard kann enda í geglinum
tórbjørn jacobsen
Lansstýrið og danska
stjórnin royna í løtuni at
koma undir land við eini
yvirtøkulóg,
sum skal
gera tað smiðligari, lætt-
ari og greiðari at fremja
setningin í løgtingssam-
tyktini um sjálvstýri Før-
oya fólks. Bara sjálv skip-
anin av føroyska statinum
verður hildin uttanfyri,
tað er ein spurningur sum
verður avgjørdur á fólka-
atkvøðu í 2012.
Sam-
gongan eigur at tryggja
sær, at lógin eittans er
jarnbrot framímóti full-
ari sjálvstøðu, og at hon á
ongan hátt skalar frum-
rættin til tjóðina. Dygg-
asta fólkarættar-eksper-
tisa í heimi eigur at vera
konsulterað, soleiðis at
leikur, ið ikki kann end-
urleikast og møgulig mis-
tøk ikki koma fyri. Ann-
ars er tíðin komin, harið
meira ferð eigur at verða
sett á sjálvstýrismotorin,
skal aðalsetningurin í
s a m go n g u s k j a l i nu m
røkkast. Verða mál sum
løgregla og rættarskipan
ikki skipaði sum føroysk
mál sum skjótast, rotast
samgongan upp innaní-
frá, og valdið liggur aftur
í hondunum á teimum, ið
hava politiskt status quo
sum aðalmál. Tjóðin and-
øvir tá aftur uppí lands-
synningin. Í naggatødn.
Við ongum stavnhaldi.
Lívið hevur eina meining,
eina hendinga meining; tað
gongur sína gongd, framá,
uttan at nøkrum tørvar at
skumpa undir, eingin leikur
kann endurtakast, og oftani
heldur ikki rættast fyri
møgulig mistøk. Tí er
neyðugt at hugsa gjølla um
Framhald á næstu síðu
VIÐMERKINGAR
Johan Dahl
Løgtingsmaður
Um hetta ætlaða yvirtøku-
mál hevur Karsten Hansen,
landsstýrismaður
sagt
"sitat":
"Hetta er størsta stigið
fram móti einum samfe-
lagsbúskapi, har vit sjálvi
hava avgerðarrættin og á-
byrgdina. Vit eru farin und-
ir arbeiðið at yvirtaka alt
fíggjarøkið, tað vil siga
penga- og kredittmál", sig-
ur Karsten Hansen, lands-
stýrismaður við fíggjarmál-
um.
Yvirtøkan fevnir um lóg-
gávuvaldið mótvegis pen-
inga- og kredittstovnum.
Eisini
fíggjareftirlit
og
innskjótaratrygd eru uppi í
yvirtøkuni -
Hetta sum oman fyri
siterað - eitt av ætlaðu
yvirtøku málunum, sum
stórt sæð onga viðgerð hev-
ur fingið av okkara fjøl-
miðlum, tað er higartil
"skoyta " elegant tvørtir-
yvir tí, sum um tað ongan
týdning hevur alment.
Fíggjarøkið er Vitalt og
umráðandi fyri okkum øll.
Økið er sera umráðandi
og vitalt fyri okkum øll
sum livað í hesum landið , -
tí tað hevur við ALT okk-
ara fíggjarkervi at gera og
heldur m.a. eisini eftirlit
við at okkara fíggjarstovnar
gera sítt arbeiði til lítar og
halda seg innan lógargivnu
karmarnar.
Okkara peningastovnar/
fíggjarstovnar eru ídag
partur av donsku skipanini
og
undir
eftirlitið
av
danska fíggjareftirlitinum,
sum heldur skil á og eftirlit
við øllum fíggjarstovnum í
danska ríkunum.
Lógarverkið hesum við-
víkjandi og uppdateringar,
sum støðugt verða framdar
í einum alsamt broytandi
heimið verður umsitnir av
hesum mynduleika.
Fíggjareftirlitið á før-
oyskum hondum:
Eg loyvið mær at seta
spurnartekin við hvussu
professionelt hesin kemur
at verða umsitin av fólkið
sum einans skulu eftirkann-
að 1 banka og 3 sparikassar,
- í mun til eitt "servant"
team ,sum hevur allar bank-
arnir í ríkunum at halda
eftirlit við??
Verður yvirhøvur hugsað
um hesi tingini? Eg ivist
stórliga.
"Pengeinstitutternes
Garantifond." - Samhalds-
festi millum peningastovn-
arnar.
Okkara bankar og spari-
kassar eru eisini partur av
eini samhaldsfastari i.e.
"solidariskari" skipan við
donsku bankarnar og spari-
kassarnir.
Kemur ein banki ella
sparikassi í fíggjarligar
trupulleikar ,sum enda við
konkursið — tá hefta bank-
arnir og sparikassarnir soli-
dariskt fyri hvørjum ørðum
við eini upphædd, sum í
stødd er tengd saman við
støddina á einstaka banka/
sparikassanum.
Um vit t.d. takað Føroya
Banka og Den Danske
Bank sum dømi, so er
býtislykilin tann, at um t.d.
Den Danske Bank fór av
knóranum so hefti Føroya
Banki fyri ca. 10. mio sum
teirra parti í garantifonden .
Hinvegin, - um Føroya
Banki for á heysin, so er
upphæddin, ið Den Danske
Bank heftir fyri í garanti-
fondinum ca. 700 mió.
Um
fíggjarstovnar
í
kongaríkinum fara á heysin
ídag, so tryggjar "Penge-
institutternes Garantifond",
sum verður umsitin av
Danska Tjóðbankanum at: :
• Allir uppspararar fáa
afturgoldið upp til Kr.
300.000
frá
trygdar-
grunninum.
• Allir pensiónsuppararir
fáa 100% av teirra pen-
siónsuppsparing endur-
goldna frá trygdargrunn-
inum.
Tá (um) tit yvirtaka
fíggjarøkið sum føroyskt
sermál og harvið fara burt-
urúr danska kervinum, -
tað er jú tað sum lands-
stýrismaðurin
ætlar,
-
hvussu verður støða okkara
tá ??
Hvør tryggjar tá pen-
sións - og vanliga uppspar-
aran í føroysku peninga-
stovnunum ??
Sagt í tíðindaskrivinum
er eisini at landsstýris-
maðurin fegin svarar faktu-
ellum"
spurningum
og
mínir eru hesir:
1) Hvør verður trygdin
frameftir og hvør veitir
hana?
2) Hvat verður væntaði
kostnaðurin av hesi yvir
tøku?
3) Eru peningastovnar og
bankar í Føroyum spurdir
til ráðs, ella teirra hugsanir
hoyrdar í hesum sera um-
ráðandi máli?
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um,
verður vinarligast
biðin at svara hesum
spurningum alment,
tí
teir eru sera relevantir
fyri allar føroyingar at
fáa svaraðar.
Uttanumtos verður frá-
biðið! – Einans fakta er
áhugavert at fáa greitt
svar uppá.
Ætlaða yvirtøkan av fíggjarøkinum – Fortel okkum,
hvussu hetta skal fyriskipast harra landsstýrismaður
hvatið man vil og at vera
varugur um hvatið man
tekur sær fyri. Hesi orðini
eigur spaniólin, heimspek-
ingurin Fernando Savater,
sum m.a. hevur skriva bøk-
urnar "Hin politiski breyð-
snerkjarin" og "Hugsanir
frá einum kannibali".
Várið 1998 gjørdist po-
litiska várið í Føroyum.
Politiska skipanin, sum í
hálvthundrað ár hevði ligið
og andøvt uppí landsynn-
ingin, varð vambakastað av
fólkinum. Sjálvstýrisflokk-
arnir fingu meirilutan, und-
anvind, og settu fyri fyrstu
ferð síðani fólkaatkvøðuna,
kósina beint ímóti føroyska
statinum. Alt hevur ikki
bara verið ein dansur á rós-
um síðani, nógv mistøk og
mangar undanstøkkingar,
men kortini liggur skútan
framvegis á kósini.
Eingin ivast í frumburð-
arrættinum til landið og
føroysku tjóðina. Harvið er
illa hugsandi, at nakar í
álvara hugsar um at endur-
taka mistakið hjá Esavi, tá
ið hann spældi sær av við
alt - fyri breyð og ein verð
av flatbønum. Heldur ikki
javnaður og samband, sum
skilst. Hesir, sum í 48 lótu
danir smoyggja eina heima-
stýrislóg niður yvir før-
oyska fólkið, siga seg virða
og æra sjálvsavgerðarrættin
og føroyska frumrættin til
tjóðina, hóast teir liggja
tvørir í alduni og ongan
proaktivan leiklut ætla sær
á leiðini fram ímóti skip-
anini av føroyska statinum.
Samgongan er eisini alt
ov lítið á leið komin í sín-
um sjálvstýrisstarvið. Ein
góður triðingur av flatbøn-
unum eru flýggjaðar døn-
um aftur, materia sum var
yvirflóð tá ið hon varð
kubbað, annars er lítið og
einki hent í politiskari
framsøkn síðani várið í 98.
Tingingar av øllum handa-
slagi, á embætisstigi og
politiskt,
men
úrslitini
síggjast bara við luppið. Og
hendir ikki okkurt álvars-
ligt og meiri ítøkiligt hiðani
og frameftir, nú samgongu-
tíðin skjótt er hálvrunnin
aftur, so kann samgongan
skjótt koma sær í vanda-
sjógv. Tað verður trupult
hjá Tjóðveldisflokkinum,
Miðflokkinum og radikal-
ara partinum av Fólka-
flokkinum at leggja seg á
fólksins bismara eftir átta
árum, um úrslitini ikki vera
trivaligari enn nú. Harvið
eigur løgmaður, saman við
varaløgmanni, at leggja
sambandsvongin í løg-
mansflokkinum og Kára
Post undir eitt ávíst polit-
iskt trýst, soleiðis at í
hvussu er setningurin í
samgonguskjalinum verður
framdur í hesum valskeið-
num.
Inertiið í politiskum skip-
anum er tiltikið. Einki fyri
bræsnar og ótolnar menn og
kvinnur. Nógv formalia,
nógv tos, hópur av pappíri
og smá úrslit. Løgmaður og
Anders Fogh høvdu ein
fund í vetur, 14. januar, í
eini roynd at finna prak-
tiskar mannagongdir fyri at
útinna setningin í samtykt-
ini um sjálvstýri Føroya
fólks. Hittust aftur á Tvør-
oyri í summar, hin 26. juni,
og samdust um at virka fyri
eini
yvirtøkulóg,
sum
skuldi gera tað smidligari,
at yvirtaka øll málsøkir frá
dønum, uttan tey sum hava
við sjálvan suverenitetin,
skipanina av føroyska stat-
inum, at gera. Og nú hoyr-
ist, at oddvitarnir í sam-
gonguflokkunum eru farnir
at tjakast um hvussu lógin
skal skipast og hvussu
hennara endaliga skap skal
vera. Men teir eru ikki
einsamallir, danir sita hinu-
megin borðið, og fara iva-
leyst at royna sum frægast,
at halda fast um tikin og
rænd rættindi.
Hesir kallar eiga at hava
tunguna
miðskeiðis
í
munninum. Danir hava
ongar ætlanir um at sleppa
nøkrum. Teir eru dystin
lærdir í stjórnarkynstri, tí
má ansast væl eftir, at
hendan lógin in spe, ikki
setir frumrætt føroyinga í
vanda.
Tjóðveldis-
&
Fólkaflokkurin hava ong-
antíð
góðtikið
Heima-
stýrislógina formelt. Tían-
betur. Hinvegin hava báðir
valt at liva og virka undir
henni. Ein sannroynd sum
ikki slepst undan, heldur
ikki í tíðarhvarvinum síðani
98. Tí eigur yvirtøkulógin
einki annað status at hava,
samstundis sum hon bara
refererar til sjálva heima-
stýrislógina, enn tað at gera
mannagongdirnar í yvir-
tøkumálum
lættari
og
greiðari fram til skarp-
skerðingina í 2012 tá ið
politiski skilnaðurin mill-
um Føroyar og Danmark
skal vera endaligur veru-
leiki.
Samgongan eigur at kon-
sultera dyggastu fólkarætt-
ar-ekspertisu í heiminum
fyri at tryggja sær at ongar
bindingar eru í endaligu
lógini, sum kompromittera
frumrættin og sum annars á
einhvønn hátt kunna geva
dønum óneyðug vápn uppí
hendurnar,
sum
kunna
brúkast ímóti okkum og
komandi ættarliðum. Her
liggur ein ósvitalig og tung
ábyrgd á herðum Høgna,
Anfinns, Kára og Jenisar.
Sjálvt um lógin er eitt
praktiskt jarnbrot ávegis
móti republikkini, so er tað
trupult at skilja, hví so
nógv hóvasták verður gjørt
burturúr henni. Nógvur
roykur og eingin grind. Mál
røkkast ikki av sær sjálv-
um, og als einki spyrst
burturúr eini rammulóg
einsamallari.
Politiskt
knúgvafeitt, treiskni, hugur,
sál og óvikandi sannføring
skal til, um nøkur mál skula
røkkast yvirhøvur.
Meira ferð má og skal nú
setast á samgongumotorin.
Yvirtøkusetningurin fyri
hetta valskeiðið er greiður:
Familjurættarmál, havum-
hvørvi, kortlegging, upp-
havsrættur, vinnulóggáva,
tilbúgving, veðurtænasta,
vitaverk, uppmerking, fjøl-
miðlaábyrgdarlóg, arbeiðs-
& uppihaldsloyvi, tinglýs-
ingin, fólkakirkjan, flog-
vøllurin, loftferðslu mynd-
ugleikin, løgreglan og rætt-
arskipanin.
Nú frættist frá bonaðu
gólvunum, at íhaldnir sam-
gongumenn ikki hætta sær
undir at skipa hesi viður-
skifti
undir
føroyskum
ræði. Orsøkin skal vera ein
versnandi búskaparstøða.
Hann náði okkum. Soleiðis
hugsar einki annað fólk í
heimi. Tað kann ikki verða
rætt, at tilvildarligir prísir á
exportmarknaðum okkara
skula avgera hvussu tað
skal fløða ella fjara viðvíkj-
andi politiska valdi føroy-
inga. Skal hýsumarknað-
urin í Bretlandi, upsaditto í
Týsklandi,
toskaditto
í
Spaniu og rækjuditto í Jap-
an avgera politisku lagnuna
hjá hesum samfelagnum, so
mega vit bara staðfesta, at
tað var ein vanlagna, at
suvereniteturin og búskap-
argongdin so treytaleyst
vórðu tengd saman. Polit-
iska pseudospælið í danska
aliringinum kann halda
fram. Og hevur politiska
spektrið ikki hægri tjóð-
skaparlig mál, enn at tosk-
urin á landgrunninum skal
avgera stjórnarskipanarligu
lagnu føroya fólks, so
hevur fólkið, ið hevur valt
hesar menninar ikki betri
uppiborið enn svartasta
samband. Politiskt vald er
nakað eitt hjáland tekur sær
og heldur fast um, kosta
hvat tað kosta vil. Alt annað
má laga seg hareftir. Frum-
rætturin til landið og tjóð-
ina er einasti rættur, ið vit
eiga at ganga undir. Er
yvirtøkulógin ein smiðlig
sniðgøta haðar ávegis, so
verður tikið undir við
henni. Gloymið bara ikki,
at ávísir leikir ikki kunna
endurtakast, og heldur ikki
rættast fyri møgulig mis-
tøk. Føroyskir sjálvstýris-
menn eru farnir at ótolnast.
Hvøll ljóð úr firruni hoyr-
ast nú frá føroyskum kong-
um, ið aftur eru farnir at
bretta sær á.
Menningar-
hjálp
Ása Justinussen
Nú tá orðaskiftið aftur
hevur tikið seg upp
um, hvørt tað almenna
Føroyar letur ov lítið í
menningarhjálp, havi
eg eitt hugskot.
Landsstýrið
skal
skriva niður til donsku
stjórnina og biðja hana
senda t.d. 10 mió.kr.
beinleiðis til menn-
ingarhjálp av onkrum
slag og taka peningin
burturav blokkstuðul-
inum. So hava vit latið
pening til menningar-
hjálp, og avsendarin er
tann rætti, nevniliga
danska fólkið.
Eg haldi tað vera
ótrúliga
dupult-
moralskt av okkum at
"reypa" av at vit lata
menningarhjálp, tá ið
tað eru donsku ar-
beiðskonurnar og ar-
beiðsmenninir
sum
hava sent peningin til
okkara, tí at »vit ikki
kunnu klára okkum
uttan«.
Tað hevur ongantíð
verið hildið at vera
nakað serligt at geva
gávur víðari.
Framhald av síðu 10
C
M
Y
K
11
10