Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 205 - 29. oktober 2003 Nr. 205 - 29. oktober 2003 13 UTTAN ÚR HEIMI Nýggj ruta Samferðslumálaráðið í Oslo hevur givið danska reiðarínum Mols-Linien loyvi at fara undir rutu- sigling millum Bergen og Stavanger. Føroyingar keyptu í sjeytiárunum "Smyril" og "Teistan" frá Mols- Linien. Kunningarstjórin hjá Mols-Linien, Christian Hingelberg, sigur við Bergens Tidende, at reiðaríið ætlar at seta eina skjóttgangandi ferju inn í siglingina millum Bergen og Stavanger, og felagið hevur tvær slíkar ferjur at velja ímillum, sigur hann. Onnur tekur 110 bilar og hin 200, men enn er ikki avgjørt, hvør teirra skal til Noregs. Norski samferðslumálaráðharrin, Torild Skogs- holm, sigur, at nýggja ferjusambandið fer at bøta munandi um samferðslumøguleikarnar millu Bergen og Stavanger, og hann ivast ikki í, at tað fer at gagna bæði ferðafólki og farmi. Ráðharrin leggur afturat, at Mols-Linien fær ongan almennan stuðul til sigl- ingina. Hann hevur meiri Hóvmeistarin hjá Dianu prinsessu, Paul Burrell, hevur fingið øði í nógvar bretar, nú hann hevur givið út eina bók um prinsessuna, sum doyði í einari ferðsluvanlukku í París í 1997. Í Bretlandi er bókin prentað í 95.000 eintøkum, men amerikanarar hava eftir øllum at døma størri áhuga fyri evninum, tí har er bókin prentað í 700.000 eintøkum. Synir Dianu, William og Harry, hava gjørt greitt, at teir eru ímóti bókini, men Paul Burrell hevur sagt, at hann hevur einki at skammast, og at hann er til reiðar at tosa við teir báðar prinsarnar. Við tíðindastovuna Reuters sigur hann, at hann hevur nógv at spyrja teir báðar um, og at hann eisini hevur okkurt at siga teim- um. Samstundis ger Paul Burrell greitt, at hann hevur ikki almannakunngjørt alt tað, sum hann veit um Dianu. Um hann fer at geva eina bók út afturat, hevur hann tó ikki sagt nakað um. Sleppa leys skjótt Uppreistrarfelagsskapurin ELN í Kolombia hevur játtað at lata sjey útlendsk ferðafólk leys í næstu viku. Tann 12. september burturflutti ELN átta útlendsk ferðafólk í kolombiska frumskóginum. Tað eydnaðist einum breta at sleppa til rýmingar, men fýra ísraels- menn, ein breti, ein týskari og ein spaniumaður hava sitið gíslar hjá ELN. Seinastu tíðina hava umboð fyri katólsku kirkjuna tingast við burturflytararnar um at fáa gíslarnar leysar, og í gjár varð boðað frá, at partarnir vóru vorðnir samdir. Burturflytingar eru rættiliga vanligar í Kolombia, og higartil í ár eru 1400 fólk burturflutt. Í flestu før- um eru tað uppreistrarfelagsskapir, sum burturflyta fólk, sum síðani verðalatin leys ímóti loysigjaldi. Pengarnar nýta uppreistrarfelagsskapirnir til at fíggja bardagan ímóti stjórnarherinum. Koyra 20.000 til hús Stóra japanska elektronikkfyritøkan Sony boðaði í gjár frá, at tey næstu trý árini fara 20.000 starvsfólk hjá fyritøkuni at missa arbeiðið. Felagið sigur, at uppsagnirnar eru liður í einari roynd at umskipa fyritøkuna, soleiðis at raksturin kann geva størri avlop. Í síðstu viku kunngjørdi Sony, at avlopið í apríl ársfjórðingi var heili 66,4 prosent minni enn avlopið í sama ársfjórðingi í fjør. Tilsamans arbeiða 154.500 fólk hjá Sony, men tá eru tey, sum arbeiða í teirri serligu fíggjardeildini, ikki tald við. Felagið hevur deildir í fleiri londum, men leiðslan hevur gjørt greitt, at 7.000 av teimum 20.000, sum skulu úr starvi, arbeiða á deildunum í Japan. Serfrøðingar siga, at tað fer at kosta Sony næstan 20 milliardir krónur at umskipa raksturin. Tríggir rúmdarmenn lendu í øllum góðum í Kasakhstan gjára- náttina. Tveir teirra høvdu tá verið eitt hálvt ár úti í rúmdini RÚMDARFERÐIR Árni Joensen fartekst@mail.dk Soyuz-hylkið við ameri- kanaranum Edward Lu, russaranum Jurij Malent- sjenko og spaniumanninum Pedro Duque lendi í kasakhstansku oyðmørkini 35 kilometrar sunnan fyri býin Arkalyk. Samvært amerikonsku rúmdarum- sitingini NASA eydnaðist lendingin sera væl. Jurij Malentsjenko og Edward Lu hava verið á rúmdarstøðini ISS í seks mánaðir. Russiska rúmdar- farið, sum fór út eftir teim- um fyri einari viku síðani, hevði tveir avloysarar við, russaran Aleksandr Kaleri og bretan Michael Foale. Pedro Duque var eisini við tá, so hann hevði bert verið sjey dagar á ISS-støðini, nú hann kom niðureftur. Síðani vanlukkuna við amerikonsku rúmdarferjuni "Colombia" hava tey russ- isku Soyuz-hylkini verið álitið í flutninginum mill- um Jørðina og ISS. Hesa- ferð gekk alt væl, men so var ikki í mai, tá eitt hylki kom niður við trimum russ- iskum og amerikonskum rúmdarmonnum. Tá lendi hylkið fleiri hundrað kilo- metrar frá tí ætlaða lend- ingarstaðnum, og tað tók fleiri tímarat finna tað. Rúmdarmenninir vóru tá farnir úr hylkinum, men teir fingu ikki givið boð frá sær, tí antennan á hylkinum var brotnað í teirri hørðu lendingini. Eitt tað størsta fiska- virkið í Danmark, A. Espersen á Born- holm, hevur gjørt av at koyra 65 fólk til hús, tí virkið fær ikki nóg mikið av toski. Eisini í Vesturjútlandi eru útlitini døpur FISKIVINNA Árni Joensen fartekst@mail.dk 65 fólk á flakavirkinum hjá A. Espersen í Rønne á Bornholm hava fingið at vita, at einki arbeiði er til teirra har longur, tí virkið fær ikki nóg mikið av toski. Klaus Nielsen, stjóri, sigur við JydskeVestkysten, at tey seinastu árini hevur virkið verið noytt at inn- flyta meiri og meiri fisk, tí toskakvotan í Eystrasalti er so nógv minkað. Nú fær virkið so lítið av toski, at tað hevur einki annað í at velja enn at koyra ein part av fólkinum til hús, sigur hann. Sambært Jydske Vest- kysten eru framtíðarvónir- nar á flakavirkjunum við vesturjútsku strondina heldur ikki tær bestu. For- maðurin í fiskivinnudeild- ini hjá danska ídnaðarfe- lagnum, Jens Tellefsen í Hanstholm, sigur við blað- ið, at virkini fara helst fáa nóg mikið av toski, til toskakvotan í Norðsjónum verður uppfiskað eina ferð í desember. Hvussu verður næsta ár, er óvist enn. Í hvussu er eru útlitini ikki tey bestu, skrivar JydskeVestkysten. ICES hevur mælt til at banna allari toskaveiði í Norðsjónum næsta ár, tí stovnurin er so illa fyri, men danski matvørumála- ráðharrin, Mariann Fischer Boel, hevur sagt, at talan verður ikki um fullkomið veiðibann. Seks mánaðir í rúmdini Trot á toski rakar nú donsku fiskavirkini Edward Lu mátti fáa hjálp, tá hann kom út úr Soyuz-hylkinum, men tað var kanska ikki so løgið aftan á seks mánaðir úti í rúmdini Mynd: Reuters Í sambandi við at 100 ár eru liðin síðan kendi svenski sang- skrivarin og rithøv- undurin, Lina San- dell, doyði, var eitt sang- og hugnakvøld í samkomuni, Lívdini, í Hoyvíkar Skúla, sein- asta leygarkvøld, har sagt frá søguni um Linu Sandell og sang- ir hennara vóru sungnir Lina Sandell var borin í heim 3. okt. 1832. Hon fekk navnið Carolina Wil- helmina, men bleiv vanliga kallað Lina. Lina vaks upp á prestagarðinum í Frøde- ryd, í tí vakra og romant- iska landslagnum í Smá- landi. Foreldur hennara vóru presturin Jonas Sandell og prestadótturin Fredrica Engstrand. Lina næstyngst av fimm systkjum. Av tí at Lina frá barns- beini av hevði ringa heilsu, kom hon ikki at luttaka sum hini børnini í tí húsliga arbeiðinum og heldur ikki í spælinum. Hennara eldora- do gjørdist skrivstovan hjá pápanum. Hann helt at henda lítla, veika dótturin hevði tørv á serligari um- sorgan. Hon hevði sítt fasta pláss á skrivstovuni, so leingi hon var í Frøderyd. Tað var ein gleði fyri pápan at uppala eitt barn við slík- um áhuga og opnum sinni. Bert 13 ára gomul kom eitt bókabind við 30 yrk- ingum og sangum, sum hon kallaði "Barndómsroyndir av Carolinu Sandell 1845". Í hesi bók skrivar hon ikki um tað sum annars upp- tekur gentur í tí aldrinum, um prinsin á tí hvíta hest- inum, og líknandi hug- myndir, nei, her verða heilt onnur evnir viðgjørd, nær- um 30 ymisk evnir, um skógin, litirnar í náttúruni, dalarnar, sjógvarnar og ikki minst hennara barnsliga álit á Gudi. Ein yrking í bókini er um 100 ára gamla asktræðið, sum var kallað Yggdrasil. Tað stóð í prestagarðinum, og her sigst tað, at Lina sat tá hon skrivaði tann væl- kenda sangin "Ongin so kann síni varða". Eitt serligt samband kom at verða millum Linu og pápa hennara. Hetta stóðst fyrst og fremst av, at hon varð búgvandi heima líka til hon var 28 ára gomul, og gjørdist hon soleiðis ein dygg hjálp fyri pápa sín, serstakliga í skrivliga ar- beiðinum. Gjøgnum árini búnaðist Lina meira. Hon er byrjað at lesa útlendskan skald- skap og umsetti bæði týskt og enskt. Andaliga búnast hon eisini í samveruni við pápa sín. Í árinum 1858 fór Lina við pápa sínum til Gøte- borg. Leiðin gekk fyrst í hestavogni til Jønkjøping. Hagani fóru tey við báti. Komin umborð, sótu tey leingi á dekkinum og nýttu ta góða veðri. Lina spurdi pápan, um hann ikki var troyttur, men hann helt, at her var so gott at sita og tosa við Gud. Áðrenn Lina legði seg hetta kvøldið, læs hon sálm 77 "Tann dag eg eri í neyð, søki eg Harr- an;...... Leið tín lá gjøgnum havið, gøtur tínar gjøgnum stór vøtn, fótaspor Tíni kendust ikki." Hon takkaði Gudi fyri dagin og legði seg í hansara hond. Tíðliga morgunin eftir, fór Jonas Sandell út á dekkið at njóta útsýnið, tað var nakað av vindi. Hann sendi boð eftir Linu, hon mátti síggja hetta. Á veg upp á dekkið, stendur pápi hennara klárur at taka ímóti henni. Í somu løtu, ger skipið eitt kast á aðra lið- una, og áðrenn Lina fær tíð at hugsa seg um, fer pápin fyri borð. Tað síðsta Lina sá av pápa sínum var hansara gráa hár, sum skjótt bleiv til eitt við tær høgu aldurnar. Hon var sum runnin í stein. Men hvat var tað hon hevði lisið kvøldið fyri í Bíbliuni?... Leið tín lá gjøgnum havið, gøtur tínar gjøgnum stór vøtn, fótaspor Tíni kendust ikki. Fáar dagar seinri bleiv líkið av Jonas Sandell funn- ið. Tað var sum um øll gleðin hvarv úr lívinum hjá Linu og hjá øllum á garð- inum. Lina kennir seg fremmanda í Frøderyd eftir at pápin er farin. Nakað eftir hettar missir Lina mammu sína. Lina skrivar..."Fyri hvørja ferð, Harrin tekur onkran av okkara kæru frá okkum, tykist tað sum um, at sýni gerst klárari. Lina verður í brævi frá Evangeliska Fosterlands- stiftelsen, biðin um at koma í tænastu har, sum eitt nú týðari til høvundavirksemi og onnur verkevni. Foster- lands-stiftelsen, sum útinnti víðfevnt andaligt virksemi, visti at henda prestadóttur- in úr Smálandi, var bók- mentaliga serstakliga gávu- rík. Eftir drúgva og álvar- sama umhugsan, tók hon við starvinum. Hetta hevði við sær, at hon flutti til Stokholm at búgva. Her kom hon at kenna nógv fólk og fekk virðismiklar vinir sum Carl Oluf Rosenius, og gjørdist hon eisini vinkona við Eu- genie prinsessu og Soffíu Drotning, sum báðar høvdu játtað trúgv á Harran. Hesar vóru eisini væl fyri bók- mentaliga. À kongsborgini, har and- aktir vórðu hildnar, kom hon at hitta stórkeypmann- in Carl Oscar Berg og sum 35 ára gomul giftust tey. Tey búsettust í Stockholm. Heim teirra var eitt sera opið heim. Saman komu tey at gera eitt stórt arbeiði millum sjómenn og arbeið- arar. Av mongu átøkunum hjá Oscari, syrgdi hann fyri, at eitt Sjómansheim varð stovnsett í Stokholm. Har umframt legði hann seg eftir at gera eitt serligt arbeiði fyri fólk, sum vóru høvdu rúsdrekkatrupulleik- ar. Saman fingu tey eitt gevandi samstarv, sum kom at hava stóra ávirkan víða um í Svøríki, og ikki minst á umhvørvið niðri við havnina í býnum. Eisini gav Lina sær tíð til at skriva og nú var hon eis- ini byrjað at umseta bók- mentir úr enskum til børn og ung. Eisini í teimum fyrstu svensku barnabløð- unum, eigur Lina sín part. Eftir eina ferð í Onglandi, byrjaði hon beinanvegin at útgeva blaðið "Vinur Barn- ana", sum var ein serlig gáva til sunnudagsskúla- børn. Hóast Lina hesa tíð- ina ofta lá leingi sjúk, hevur hon skrivað og givið av sær sjálvari - meira enn tey flestu. Eisini tók hon børnini hjá systur sínari til sín at búgva. Lina og Oscar fingu ongi børn sjálvi. Hesi árini var eisini tætt samband millum Linu og prinsessu Eugenie. Prin- sessan fylgir við og stuðlar Linu í øllum, sum hon fæst við. Teirra felags andaligi áhugi er við til at knýta eitt tætt vinarband teirra mill- um. Umleið 50 brøv frá brævaskiftinum teirra mill- um, eru goymd á bókasavn- inum á lærda háskúlanum í Lund. Árið tá Lina fylti fimti, byrjaði hon at savna allar sínar sangir og at geva teir út. Hettar var ikki so lætt, tí hon hevði ikki sjálv allar sangirnar, so nú mátti hon í gongd við at finna teir úr gomlum bløðum og bókum. Hon greiddi úr hondum ikki færri enn 2000 yrking- ar og sangir og gav út 144 bøkur og kom í svensku søguna sum fyrsti kvinnu- ligi forlagstjóri. Í føroyskum sálmabókum eru nógvir sangir hjá Linu Sandell sum t.d. í sálma- bókini hjá føroysku fólka- kirkjuni, Missiónssang- bókini og í Songbók Guds. Vit hava í fleiri førum tvinnar føroyskar týðingar av sangum hennara. Í 1899 gjørdist Lina so mikið sjúk, at hon ongantíð veruliga kom fyri seg aftur. Síðani fylgdi ein tíð, har hon sat í rullustóli og hon merkti á sær, at minnið sveik, og at hon ikki fekk sett orð á sínar tankar, hvørki í talu ella á skrift. Um morgunin, 27. juli 1903, fór hon stillisliga, sum eitt lítið ljós ið brennir út. Seinastu orð hennara vóru: " Nú fóru allar sorgir" Yvir 1000 fólk fylgdu henni til gravar á Solna Kirkjugarðinum í Stok- hólmi. Eitt stórt kór sang sangir hennara, og saman við kórinum sang fólkið "Ongin so kann síni varða". Í 1953 varð standmyndin hjá Axeli Wallenberg av henni reist í urtagarðinum í Frøderyds prestagarði, og heimið varð gjørt til eitt savn - eitt minni um Caro- linu Sandell Berg. Tað sum er mest hugtak- andi við Linu Sandell er, at í øllum lívsins umstøðum tók hon Gud við. Onki var ein sjálvfylgja og onki var hennara æra. Hennara barnsliga álit á Gudi, sum eisini týðuliga kemur fram í hennara sangum, er eisini undrunarvert. Íblásturin at skrivað, fekk hon ofta frá talum sum hon hoyrdi. Tað var á teimum stillu náttartímunum, tá hon ikki sovnaði, at sangirnir komu til hennana, ofta mest sum liðnir. Tí hevði hon altíð talvu og griffil liggjandi á náttborðinum. Enn í dag eru sangirnir hjá Linu Sandell Berg við- komandi og livandi. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sólveig Rasmussen f. 22. apríl 1927 d. 11. oktober 2003 Leygardagin 11. ok- tober andaðist Sólveig Rasmussen í Havn 76 ára gomul. Sólveig er úr Havn, foreldrini vóru: Lisa, f. Jacob- sen, úr Havn, og Ank- er Thomsen, ættaður úr Randers. Undir krígnum ar- beiddi Sólveig á skriv- stovuni hjá Lands- handlinum í Havn. Eftir kríggið fór hon til Danmarkar á húsar- haldsskúla og tænti seinni hjá kendum donskum rithøvunda. Hon kom heim aftur í 1948 og fekk arbeiði í skóbúðini hjá Jóan Jakku í Havn, har hon var í mong ár. Í 1950 giftist Sólveig við Sverra Rasmussen, ættaður av Skála, sonur Rakul, f. Joensen, ættað av Skælingi, og Palla Rasmussen, vanliga nevndur Skála Palli. Sólveig og Sverri fingu dóttrina Liss. Tey hava havt sína føstu gongd í samkomuni í Ebenezer, og fyri Sólveig var familjan og samkoman hennara eitt og alt. 100 ár síðan Lina Sandell doyði Seinasta leygarkvøld var sang- og hugnakvøld í Hoyvíkar Skúla. Anna Háberg sigur her frá søguni um Linu Sandell. Møblarnir ímynda skrivstovuna hjá Jonas Sandell, har Lina Sandell havði sítt fasta pláss Dagurin 29. oktober. Narcissus, deyður í 222. Hevur helst verið av grikskari ætt og gjørdist 30. biskpurin í Jerúsalem. Hann segðist at vera 116 ár, tá ið hann doyði. C M Y K 13 12