mikudagur 29. oktober 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 - 29. oktober 2003
15
Skeið fyri menningartarnað
Tey menningartarn-
aðu hava tað seinastu
vikuna verið á skeið á
Føroya Fólkaháskúla.
Vit vóru á vitjan hjá
teimum, og fingu eitt
prát við tey, um hvat
tey hava gjørt í vik-
uni, sum nú er farin
SKEIÐ
Sem Johnsson/Joan Brockie,
praktikantar
Tað eru Jarvin Hansen og
Hildur Hermansen, sum
skipa fyri skeiðinum fyri
menningartarnað, sum er á
Føroya Fólkaháskúla.
Tey, sum luttaka, eru úr
øllum Føroyum, og tey eru
20 í tali. Aldurin er frá 18
til umleið 50 ár.
Tey hava ymisk fak sum
køk, list, smíð, drama, til-
evning, og so eru eisini
teldubólkar/myndabólkar.
Tey fara eisini ymsar túrar,
og tey hava millum ananð
verið og svomið og á Eiði
og etið.
Tey gera mangt og hvat á
skeiðnum, so sum at gera
sápur og krem av ymsum
slagi, og eisini gera tey
stearinljós. Tey gera eisini
mat, mála og smíða. Mill-
um annað tóku tey eitt stórt
træ niður, av tí at tað var
deytt. Tey taka nógvar
myndir, hugna sær og fáa
nýggjar vinir.
Hetta er eitt skeið, sum
tey sjálvi hava ynskt at
sloppið til. Hetta er
nakað, sum er fyrireikað
eina tíð frammanundan, og
ætlanin er, at tað verður
aftur komandi ár. Tað eru
seks
lærarar,
sum
undirvísa. Skeiðið byrjaði
mikudagin 22. oktober og
endar í dag, mikudag.
Tey fara at hava eina
framsýning við øllum ið tey
hava gjørt, týsdagin 28
oktober.
SKEIÐ
Sem Johnsson/Joan Brockie,
praktikantar
Vit hava tosað við tvær
kvinnur sum eru á skeið á
Føroya Fólkaháskúla.
Tær báðar eita Kristianna
Kærbo og Miriam Reinert.
Kristianna er 52 ára gomul,
og Miriam er 32 ára gomul.
Tær búgva báðar í Havn.
Kristianna býr í Vesturgøtu,
Miriam býr í Smærugøtu.
Miriam arbeiðir á verk-
staðnum
Vón,
meðan
Kristianna arbeiðir á einum
barnagarði í Havn, og tað
hevur hon gjørt í 28 ár.
Tær báðar stuttleika sær
óføra væl og hugna sær við
at arbeiða sum kokkar í
køkinum saman við tveim-
um øðrum. Tær hava fingið
nógvar vinir á hesum skeiði.
Kristianna sat og bant eina
húgvu, tá ið hon sat og
prátaði við okkum, og
húgvuna fer hon antin sjálv
at brúka í vetur ella fer hon
at geva te-kannuni hana.
Tær borðreiða matin fyri
hinum, sum eisini eru á
háskulanum, og hendan
dagin, vit vitjaðu, gjørdu
tær bananasplit til dessert.
Tær hava aldrin fyrr roynt
at gjørt hetta, men vit
kunnu hugsa okkum, at tað
fer at smakka sera væl. Vit
spurdu, um tær høvdu
viljað verið longri á skeið-
inum, og tað tímdu tær væl,
kanska eina viku afturat,
men so heldur ikki longri
enn tað.
Stuttleika sær óført
Yrking
Luttakararnir á skeiðnum hava havt sum uppgávu at
yrkja, so her hava vit eina lítla yrking sum tey hava
gjørt:
Háskúlatankar
Á Háskúla vit nú ganga
Og lærdóm royna at fanga
Vinir vit hava fingið
Tað er sum á ástartingið
Vit flenna og gráta hvørt um annað
Tað er mangt vit mugu ásanna
At gott er at vera góður við hvønn annan
Bæði í álvara og í gaman
15
14
Nr. 205 - 29. oktober 2003
– Vit mugu ongantíð gloyma útnorður
Betri hagreiðing av tilfeinginum
Útnorður gerst ein
týðandi partur í
arbeiðnum hjá norð-
urlendkau stjórn-
unum komandi árið.
Hetta váttaði ís-
lendski forsætisráð-
harrin Davið Oddson
tá hann legði fram
íslendsku ætlanina
fyri samstarvi.
ÚNORÐUR
Jógvan Hugo Gardar
Oslo: Íslendski forsætis-
ráðharrin Davið Oddsson
legði á norðurlandaráðs-
fundinum í Oslo mánadag-
in fram ætlan Íslands fyri
komandi ár. Ísland skal
hava
formannskapin
í
Norðurlendska Ráðharra-
ráðnum í 2004.
Ísland velur at kallað sína
ætlan "Norðurlendskt til-
feingið – fólkaræði, mentan
og náttúra". Davið Oddsson
sigur, at endamálið er betri
at hagreiða tað, sum býr í
fólki, náttúruni og í tí
norðurlendska
fólka-
ræðnum.
– Grannalandapolitikkur-
in í norðurhøvum fær stór-
an týdning hetta komandi
árið, meðan Ísland hevur
formannskapin í Ráðharra-
ráðnum.
Hann sigur at Ráðharra-
ráði hetta komandi árið skal
brúka nógva tíð til at
menna
samsatrvi
við
grannalondini hjá Útnorð-
uri. Talan er um at royna at
finna eitt gott samstarv við
Nunavut og Nunavik í
Kanada, Skotland, skotsku
oyggjalondini, Írland og
Norðurírland.
– Fyri øll hesi londini
hevur havumhvørvi sera
stóran týdning, vit hava øll
skyldu til at gera okkara
besta fyri at varveita hav-
umhvørvi, og vit noyðast at
samstarva fyri at hetta skal
gerast uppá besta máta,
segði Oddson.
Hann vísti millum annað
á veðurlagsbroytingar, og
hvat hetta hevur at siga fyri
alt livandi í havinum. Hav-
umhvørvi og orkubúskapur
vera høvuðsevni fyri eini
ráðstevnu sum Ísland skal
skipa fyri komandi vár.
Göran Persson vendi
sær beinleiðis til
føroyingar, íslendarar
og grønlendingar, tá
norðurlendsku for-
sætisráðharrarnir
hittust í Oslo mána-
dagin. - Tit eru ein
partur av Norðan-
londum, og tað eiga
vit ongantíð at
gloyma, segði hann
ÚTNORÐUR
Jógvan Hugo Gardar
Oslo:
Norðurlandaráðs-
fundurin í Oslo varð settur
mánadagin klokkan trý.
Frammanundan
høvdu
teir fimm stjórnarleiðarar-
nir í Íslandi, Noregi, Dan-
mark, Finnlandi og Svøríki
tíðindafund, har teir søgdu
nakað um hvussu sam-
starvið kemur at verða
komandi árini.
Göran Persson segði á
hesum tíðindafundinum, at
tað norðurlendska sam-
starvið kemur at hava tað
gott framyvir, um tað
megnar at liggja framman-
fyri broytingunum í ES.
– So leingi norðanlond
liggja eitt hanagleiv framm-
anfyri ES í menning av sam-
starvinum, so er europeiska
samstarvið eingin hóttan
móti tí norðurlendska sam-
starvinum. Vit noyðast at
vera virkin og arbeiða hart
fyri at náa okkara málum,
segði Göran Persson.
Göran Persson rósti eisini
Poul Schlüter fyri arbeiði
sítt við frágreiðingini um at
fáa burtur marknaðarforð-
ingar.
Eingin forðing
Finsk tíðindafólk bóru boð
frá finskum politikkarum,
sum halda at Danmark er
ein forðing fyri skjótari
menning í norðurlendska
samstarvinum.
Hesum vísti danski for-
sætisráðharrin,
Anders
Fogh Rasmussen, hvassliga
aftur.
– Tann danska stjórnin
setir norðurlendska sam-
starvið overlaga á breddan.
Vit stuðla samstarvinum og
leggja nógv í samstarvi
bæði í Norðurlandaráðnum
og Norðurlendska Ráð-
harraráðnum. Og vit ynskja
at menna og at fáa nýggj
øki við í hetta samstarv,
segði Fogh.
Gloyma ikki útnorður
Spurningurin um hvussu
norðurlendska samstarvið
skal yvirliva, tá so stórur
dentur verður lagdur á sam-
starvið í Eystrasalti, kom
eisini upp á tíðindafundin-
um.
Íslendski
forsætisráð-
harrin Dávið Oddsson av-
vísti, at útnorður er við at
detta burturímillum. Göran
Persson legði afturat.
– Londini í útnorðuri
hava víst at tey ynskja at
vera ein partur av t norður-
lendska
samstarvinum.
Hetta veldiga øki sum um-
fatar Grønland, Ísland og
Føroyar er sera týdningar-
mikið fyri tann norður-
lendska
samleikan
og
okkara felags søgu. Sjálvt
um tað ikki búgva so nógv í
hesum partinum av Norð-
anlondum, so er landaøki
stórt og serliga tað øgiliga
stóra havøki.
Sjálvandi stuðla vit tí
arbeiðnum sum fer fram í
útnorðuri. Vit mugu ongan-
tíð gloyma hendan partin av
Norðanlondum. Vit hava
tykkum í huganum og eg
vóni at ongin í tí norður-
lendska
samstarvinum
gloyma tjóðirnar í út-
norðuri, segði svenski for-
sætisráðharrin
Göran
Persson í Oslo.
– Londini í útnorðuri hava
víst at tey ynskja at vera ein
partur av tí norðurlendska
samstarvinum. Hetta veldiga
øki sum umfatar Grønland,
Ísland og Føroyar er sera
týdningarmikið fyri tann
norðurlendska samleikan og
okkara felags søgu, segði
svenski forsætisráðharrin
Göran Persson
Davið Oddson og Kjell Magne Bondevik práta á fundinum í Oslo
C
M
Y
K
14