Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 29. oktober 2003 17 Annað vikuskiftið á rað vunnu kvinn- urnar hjá KÍF. Hesa ferð móti TB, sum annars verður mett sum eitt av heilt sterku liðunum FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Eftir at tær í fleiri ár hava verið roknaðar sum okkurt slag av bleytari millumvøru í føroyskum kvinnuflog- bólti, tykist KÍF í ár gera eina heilt ítøkiliga roynd at vinna seg upp móti oddin- um. Fleyr upp frá Undan árinum fekk liðið styrk við útlendskum leik- arum, og nú tveir dystir eru leiktir, kann ikki annað enn stafðestast, at liðið verður tungt at syfta í ár. Fyrst tóku tær ímóti einum nakað viknaðum meistaraliðið úr Fuglafirði, og her var eingin bøn, tá ÍF varð sent heim við ongum. Sunnu- dagin var tað so TB, sum var á vitjan, og tó at tað hesa ferð gekk heldur javn- ari fyri seg, so var tað aftur KÍF, sum stóð við stigun- um, tá avtornaði. Fyrstu løtuna var enntá líkt til, at TB skuldi gerast offur fyri einum røttum avsmurningi, men eftir at KÍF tók hetta settið við 25- 10, so fótaðu gestirnir seg kortini nakað. Næsta settið góvu tær KÍF harða mót- støðu, og tá TB so í triðja settinum minkaði til 2-1, kom spenningur av álvara í. Men kollfirðingarnir hildu tó fast. Við 25-20 tóku tær fjórða settið og harvið stig- ini, sum altso halda KÍF heilt frammi í oddinum. Her mugu tær tó fyribils smyrja sær við, at Mjølnir eisini ger um seg. Klaks- víkskvinnurnar vitjaðu um vikuskiftið á Kambsdali, har tær vunnu ein tryggan sigur á meistarunum úr Í. Fyrsta settið var kanska nakað av spenningi í, men eftir at Mjølnir tók hetta, so var ongan tíð nakar ivi um, hvønn vegin alt skuldi fara. Seinasti dysturin var í Gundadalshøllini, har Fleyr hevði vitjan av Drátti. Við styrkinum hjá KÍF varð frá fleiri síðum mett, at Fleyr fór at fáa tað meira enn trupult í botninum av talvuni, men móti Drátti vístu tær kortini, at knotur eru í liðnum. Alt sá annars út til at ganga eftir ætlanini, tá Dráttur tók tey bæði fyrstu settini, men so rakn- aði Fleyr við. Tær tóku sær av triðja settinum, og sum um tað ikki var nóg mikið, so tóku tær sær eisini av teimum báðum næstu, so- leiðis at tær eftir ein harðan fimm-settara stóðu við stigunum, og tað fær ikki annað enn verið ein kraftig ávaring til hini liðini um, at tey so avgjørt ikki skulu taka nakað fyri givið, tá Fleyr stendur hinumegin netið. Tøtt dystarskrá Komandi dagarnar stendur annars nógvur flogbóltur á skránni Týskvøldið hevði KÍF vitjan av Drátti, og fríggadagin skal Fleyr taka ímóti ÍF. Um vikuskiftið verða so fýra dystir afturat. Leygardagin eigur Mjølnir heimavøll móti Drátti, samstundis sum TB vitjar á Kambsdali. Og sunnudagin skal Mjølnir so til Trongis- vág, har tað líkist einum sonnum braki, meðan KÍF á pappírinum hevur heldur lættari uppgávu, tá tær taka ímóti Fleyr. Men tølini á pappírinum hava higartil í ár sýnt seg sum heldur svikalig, so tað kundi væl verið, at talan eisini tá verður um stóran spenning. Klaksvíkingar vunnu tryggan sigur á ÍF, sum enn ikki tykist hava neyðugu styrkina at gera seg galdandi heilt frammi í oddinum FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Hjá monnunum var talan um tveir dystir um viku- skiftið. Á Kambsdali var Mjølnir á vitjan, og eins og hjá kvinnunum, so gjørdist tal- an um tryggan sigur til úti- liðið í uppgerðini. ÍF eru annars meistarar, sum er, men fyri fyrst tykist tað í øllum førum gerast ógvu- liga tungt hjá liðnum, sum nú má klára seg uttan Rúna Weihe. Talan var ikki um tann heilt stóra munin í dystin- um, men hvørja ferð avger- andi bóltarnir komu, so var tað Mjølnir, sum vóru teir drúgvaru, og ikki minst man hetta vera ein hugalig kensla hjá liðnum, sum í fjør fleiri ferðir misti dyst- irnar á stokkinum. Í Havn var SÍ á vitjan, og her var eingin sum helst ivi um úrslitið. Sørvingar tóku sær av øllum settunum, og sjáldan var nakar spenning- ur yvirhøvur. Minsti mun- urin var í fyrsta settinum, tá havnarliðið fekk 19 stig. Og eins og hjá kvinnun- um, so verður talan um eina tætta dystarskrá nú kom- andi dagarnar. Mikudagin verður dystur í Sørvági, tá Fram fyri fyrstu ferð í ár skal royna seg. Hósdagin skal ÍF vitja hjá Fleyr, og so verður aftur talan um tveir dystir um vikuskifti. Leyg- ardagin millum Mjølnir og SÍ og sunnudagin millum Fram og Fleyr. KÍF skal takast í álvara Kollfirðingar hava higartil tikið øll á bóli, og í løtuni eru tær saman við Mjølni á odda í bestu kvinnudeildini Mjølnir er væl fyri Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 2 2 - 0 6 0 6 4 2 KÍF 2 2 - 0 6 2 4 4 3 TB 2 1 - 1 4 3 1 2 4 Fleyr 2 1 - 1 3 5 -2 2 5 Dráttur 2 0 - 2 2 6 -4 0 6 ÍF 2 0 - 2 1 6 -5 0 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 2 2 - 0 6 0 6 4 2 SÍ 1 1 - 0 3 0 3 2 3 Fram 0 0 - 0 0 0 0 0 4 ÍF 1 0 - 1 0 3 -3 0 5 Fleyr 2 0 - 2 0 6 -6 0 Flogbóltsúrslit Meistaradeild kvinur KÍF-TB 3-1 (25-10, 25-23, 15-25, 25-20) ÍF-Mjølnir 0-3 (20-25, 18-25, 17-25) Fleyr-Dráttur 3-2 (19-25, 22-25, 25-22, 25-21, 15-6) Meistaradeild menn ÍF-Mjølnir 0-3 (22-25, 20-25, 23-25) Fleyr-SÍ 0-3 (19-25, 10-25, 16-25) 17 Nr. 205 • mikudagur • 29. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Yelena Barlov, sum higartil hevur vant besta kvinnuliðið í felagnum, er send av andinum. Rógvi Niel- sen verður nýggjur venjari HONDBÓLTUR Jákup Mørk Yelena Barlov fekk bert tríggjar dystir sum venjari hjá kvinnuliðnum hjá Stjørnuni. Mánadagin tók nevndin í felagnum nevn- liga avgerð um at siga hana úr starvinum, og skuldi hon ætlandi fara aftur til heim- landið týsdagin. Um orsøkina til upp- søgnina sigur formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragn- arsson, at leikandi venjarin snøgt sagt ikki hevði tær dygdir, sum tey í Stjørnuni høvdu roknað við. - Sum leikari var skjótt greitt, at hon ikki var tann styrkurin, sum vit høvdu vónað. Fyri fyrst vildu vit tó ikki taka eina alt ov skjóta avgerð, men góvu henni ístaðin møguleika at vísa, at hon hevði dygdir sum venjari, men tíverri mugu vit bara staðfesta, at hesar dygdirnar heldur ikki vóru nóg stórar. - Talan var eisini um at gerast um misstemning í leikarahópinum, og tí valdu vit í nevndini at handla skjótt. Eftir at hava gingið málið ígjøgnum komu vit til ta niðurstøða, at tað besta fyri allar partar var, at samstarvið steðgaði alt fyri eitt, og hesum boðaðu vit so Yelenu frá. Tað skerst ikki burtur, at vónbrotið í Stjørnuni er stórt, nú felagið hevði nýtt somikið nógva tíð og orku til at fáa venjaraloysnina, men Kristoffur ásannar bara, at tað er ikki altíð, at upplýsingarnar um út- lendskar leikarar eru so eftirfarandi. - Eg má annars siga, at í so máta hava vit her í Stjørnuni verið sera heppin. Vit hava fram til hetta at kalla bara havt góðar royndir av útlendsku leikar- unum. Vanliga roynir mann jú eisini at spyrja seg fyri ymsastaðni, áðrenn nøkur avtala verður gjørd, og so- leiðis var eisini hesaferð, men tað vísti seg bara ikki at rigga, sigur hann. Hinar báðar útlendsku kvinnurnar, sum í ár eru komnar afturat hópinum hjá Stjørnuni verða tó fram- vegis í felagnum. Tær eru málverjin, Lydija Vivlojic og bakspælarin, Katarina Stepanov. Higartil hevur serliga Katarina gjørt nógv um seg, og formaðurin í felagnum dylir ikki fyri, at vónin framvegis er, at tað skal bera til at stríðast heilt frammi í oddinum. - Vit hava framvegis eitt sera gott lið. Bak-ketan hjá okkum man vera ein hin sterkasta í landinum, og fáa vit alt at rigga, so ivist eg ikki í, at vit kunnu øllum liðunum í landinum ein skarpan gang. Fyrsta royndin av hesum verður sunnudagin, tá VB kemur á vitjan, og vit ætla so á ongan hátt, at tær skulu fáa nakra lætta uppgávu her. Mánakvøldið fundaðist nevndin í Stjørnuni so um, hvør skuldi verða nýggjur venjari hjá liðnum. Fyribils varð longu av- gerð tikin um, at Svein Rógvi Nielsen, skuldi taka sær av liðnum, og nú er so avgjørt, at fyribilsloysnin eisini verður varandi. - Vit høvdu jú longu Rógva í felagnum sum ung- dómsvenjara, og á fundin- um var breið semja um, at tað besta var, at hann tók við starvinum. Ikki minst tí hann frammanundan hevur gott innlit í bæði felagið og leikarahópin, og eftir at hava tosað við leikararnar varð endaliga støðan tikin. Rógvi var í árunum frá 1999 til 2001 knýttur at venjingini í Stjørnuni, men tey bæði seinastu árini hevur hann gingið í skúla í Havn, og hevur hann her verið venjari hjá Kyndli. Undan hesum kappingar- árinum varð hann settur í starv sum ungdómsvenjari hjá Stjørnuni, og tó at nýggja heitið soleiðis verð- ur lagt omaná ta byrðuna, so rokna tey í nevndini við, at hetta fer at ganga. Og sjálvur tykist Rógvi eisini vera hampuliga spentur upp á nýggju avbjóðingina. - Fyrsta málið verður so at fáa liðið at rigga sum eina heild. Tann parturin hevur ikki verið nóg góður fyrstu dystirnar, og tað má fáast í rættlag. Og so mugu vit eisini fáa kontra-spælið at rigga. Tað hevur verið eitt av eyðkennunum hjá Stjørnuni seinastu árini, men higartil í ár hevur tann parturin heldur ikki verið serliga eyðsýndur. Teir báð- ir lutirnir eru so teir, sum eg fyrst og fremst fari at leggja meg eftir, sigur nýggi venj- arin. Stjørnan hevur sent venjaran heim Eftir bara trimum dystum hevur nevndin í Stjørnuni gjørt av, at Yelena Barlov ikki longur verður venjari hjá felagnum C M Y K 16