mikudagur 29. oktober 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 - 29. oktober 2003
19
19
Føroyska U–19 lands-
liðið fór í 2. hálvleiki
ímóti Makedonia
niður við nakkanum,
og so gjørdist talan
um 4–0 tap í
avbjóðingini, har tað
var vónað, at Føroyar
skuldu fáa stig
U–19 EM
UNDANKAPPING
Jóannes Hansen
Lagið er einki serligt í før-
oysku fótbóltsleguni í Skot-
landi. U–19 árgangurin,
sum nú er í Skotlandi og
spælir ímóti Skotlandi,
Makedonia og Turkalandi,
hevur verið roknaður at
vera ein tann besti nakran-
tíð. Besti møguleikin fyri at
fáa stig varð mettur at vera
ímóti Makedonia. Tann
dysturin
varð
spældur
mánakvøldið, og tað mis-
eydnaðist fullkomuliga hjá
føroysku dreingjunum.
Makedonia vann 4–0,
eftir at teir høvdu verið á
odda 1–0 í steðginum. Mál-
ið í 1. hálvleiki fingu teir í
27. minutti eftir innlegg úr
vinstru og stútara. Í 2. hálv-
leiki fingu teir trý mál. Øll
vórðu skorað eftir horna-
spark. Í tveimum førum var
føroyski málverjin óheppin
at missa bóltin, og í triðja
førinum varð drønstútað,
eftir at bólturin hevði
skrúvað burtur frá málin-
um.
– Talan var um stórt vón-
brot. Mótstøðuliðið var væl
veikari, enn skotska liðið,
sum vit leygardagin taptu
ímóti við tveimum málum.
Okkara avrik hesa ferð
kunnu vit á ongan hátt vera
nøgdir við. Í 2. hálvleiki
var avrikið á ongan hátt nóg
gott. Talan var um kollek-
tivan offday, sigur Jógvan
Martin Olsen úr Glasgow.
Hann iðrar seg ógvuliga
nógv. Eftir at hava verið við
í tíggju ár, hevur hann
nógvar royndir, og hann
heldur, at møguleikarnir
sjáldan hava verið so góðir,
sum teir áttu at havt verið
ímóti Makedonia.
– Eg havi fleiri ferðir
sagt, at U–19 liðið hesa
ferð hevur verið evnaríkt
sum sjáldan, og at tað hevur
verið hugaligt, at breiddin
hevur verið so stór. Tíverri
fingu vit ikki gagn av hes-
um, tá ið tað galt. Ingi Høj-
gaard, og Kristian Anton
Andreasen eru ikki við, tí
teir hava verið skaddir.
Rasmus Nolsøe og Poul N.
Poulsen vóru leikbannaðir
ímóti Makedonia. Bergur
Midjord og Bárður Olsen
vóru so mikið skaddir ímóti
Skotlandi, at teir ikki fingu
spælt ímóti Makedonia,
men Bárður noyddist á
vøllin síðsta korterið, tí
tríggir spælarar noyddust at
fara út, tí teir vóru skaddir.
Teir, sum noyddust at
fara út, vóru Símun Samu-
elsen, sum hevði influensu í
vikuskiftinum,
Páll
D.
Joensen, og Hanus Thor-
leifsson.
Tað ber ikki til at siga, at
málini
hjá
Makedonia
komu
eftir
upplagdar
møguleikar. Umframt mál-
ini, so høvdu makedonar
bara eina rættuliga skot-
roynd ímóti føroyska mál-
inum. Føroyska liðið hevði
einki at bjóða uppá í álops-
spælinum.
Dysturin varð spældur á
St. Mirren stadion. Í hinum
dystinum spældu Turkaland
og Skotland 1–1.
Í kvøld fer føroyska liðið
at spæla síðsta dystin. Hann
verður ímóti Turkalandi.
Kl. 11 í gjár vandi føroyska
liðið. Takið er nú at fáa mót
av nýggjum. Føroyska liðið
kann ugga seg við, at dyst-
urin í kvøld verður síðsta
uppgávan hjá nøkrum før-
oyskum fótbóltsliði í ár.
Ferðalagið kemur aftur í
Vágar í morgin.
Makedonia–Føroyar
4–0 (1–0)
Føroyar: Gunnar Nielsen,
Frem – Jónas Þór Næs,
Frem, Jákup Olsen, VB,
Marni
Djurhuus,
EB/-
Streymur, Hanus Jacobsen,
GÍ – Jústinus R. Hansen,
NSÍ, Kjartan M. Højgaard,
Vejle, Høgni Madsen, GÍ,
Hanus Thorleifsson, Skála
(Bárður Olsen, EB/Streym-
ur, 75.) – Páll M. Joensen,
HB (Magnus Skoralíð, GÍ,
65.), Símun Samuelsen, GÍ
(Rókur Jespersen, HB, 50.)
Rætting
Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at føroyska mans-
landsliðið í hondbólti skal spæla tveir venjingardystir
móti donskum liði. Í hesum sambandi nevndu vit, at
dystirnir verða hós- og fríggjakvøldið klokkan 20.30,
men hesar tíðir eru ikki tær røttu.
Hondbótlssambandið hevur nú boðað frá, at dyst-
irnir verða í Klaksvík hósdagin kl. 19.30 og í Vest-
manna fríggjadagin kl. 19.30. Altso eru hesir fram-
skundaðir ein tíma í mun til tað, sum nevnt var í týs-
dagsblaðnum.
-jm
Í hesum døgum er
føroyski
tónleikabólkurin
Gestir í Lundgaard
Studio í Danmark og
tekur upp
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Tá ið Gestir fyrr í ár vunnu
Prix Føroyar tónleikakapp-
ingina var ein av vinning-
unum ein vika í Lundgaard
Studio í Danmark.
Og í hesum døgum eru
Gestir í kenda danska studi-
onum.
Upptøkurnar
byrjaðu
leygarmorgunin, og arbeið-
ið heldur fram til leygar-
kvøldið.
Tað er Mentamálaráðið,
sum hevur latið hendan
vinningin, og Norðurlanda-
húsið og Atlantic Airways
taka sær av ferðingini aftur
og fram.
Studio 1 í Lundgaard
verður mett sum eitt av
bestu upptøkuhølunum í
Danmark, og tað er her at
Gestir halda til.
Í kvøld, mikukvøldið,
klokkan 19 verður
almennur fyrilestur í
Stóra Pakkhúsi í
Vági, har Magni
Laksafoss heldur
fyrilestur um fram
tíðarútlitini í
Suðuroynni
SAMFELAGS-
VIÐURSKIFTI
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Búskaparfrøðingurin
Magni Laksafoss heldur
fyrilestur í Stóra Pakkhúsi í
Vági í kvøld, 29. oktober,
klokkan 19:30. Fyrilesturin
er almennur Vinnuráðið í
Vági skipar fyri..
Fyrilesturin fevnir um
søguligu gongdina í Suður-
oynni, umframt gongdina
tey seinastu fimm árini.
Eisini fevnur fyrilesturin
um framtíðarútlitini fyri
Suðuroynna - og hartil
framtíðarútlini fyri Suður-
oyar sunnaru helvt, nú ali-
vinnan, sum seinastu árini
hevur verið høvuðsvinnan í
økinum, er í svárum trupul-
leikum. Magni Laksafoss
kemur eisini inn á nakrar
loysnir á trupulleikunum,
bæði uppá styttri og longri
sikt, siga fyrireikararnir í
tíðindaskrivi.
Óvæntaður lúsingur til unglingarnar
Gestir taka upp í Danmark
Fyrilestur um
útlitini í
Suðuroynni
18
Nr. 205 - 29. oktober 2003
Svumu í Havn
Seks feløg við íalt 80
svimjarum tóku lut í
svimjikappingini,
sum varð hildin í
Havn um vikuskiftið
SVIMJING
Jákup Mørk
Hetta
vikuskiftið
varð
svomið í Havn. Luttakandi
feløgini vóru seks í tali.
Nevnliga Havnar Svimji-
felag, Flot av Toftum,
Fuglafjarðar Svimjifelag,
Vágs Svimjifelag, Tvøroyr-
ar Svimjifelag og Skeggjar
úr Gøtu, Í alt var talan um
einar 80 svimjarar, og vóru
hesir úr bólkunum 3, 4, 5
og so opni bólkurin. Bólkur
3 eru svimjarar fødd í 91-
91. 4 eru tey úr 89-90, 5 eru
87-88 og opni bólkurin eru
so tey, sum eru fødd í 1986
og áðrenn hetta.
Av úrslitum var serliga
áhugavert, at trý bólkamet
vórðu sett, og komu øll hesi
í bólki 3. Pauli Øssursson
Mohr úr Fuglafirði átti tvey
av hesum. Annað í 200
metra frí, har hann svam í
tíðini, 2.19,55 og hitt í 400
metra frí. Har var tíðin
4.59,86. Triðja bólkametið
átti Elspa Mørkøre úr
Skeggjum. Hon svam 100
metra blandaða svimjing í
tíðini 1.15,98.
Næsta
svimjikapping
verður í Leirvík í viku-
skiftinum 8. og 9. nov. og
kallast
henda
kapping
Reka-stevna. Henda kapp-
ing er fyri yngru svimjar-
arnar t.v.s. bólk 1-2 og 3.
Næsta svimjikapping fyri
teir
eldru
svimjararnar
verður í Vági 29. og 30.
nov.
Landsliðið úttikið
Annars verður landsliðs-
venjing fyri A-landsliðið
komandi vikuskiftið í Vági.
Her hava 18 svimjarar
fingið boð. Tey eru Andrass
Thomsen, Janus T. Olsen,
Dia Jacobsen, Jóannes á
Fløtti, Hanus Eysturdal,
Egil Gunnarson, Aksal
Holm Norðfoss, Rannvá
Jacobsen, Lisbeth L. Joen-
sen, Helga Djurhuus, Ann-
ika Jacobsen og Elida
Bjarnadóttir úr Havnar
Svimjifelag. Sheila Millum
Garðarnar og Sára Ejdes-
gaard úr Tvøroyrar Svimji-
felag. Per S. Hansen og
Beinir Danielsen úr Flot og
Jákup Øssursson Mohr og
Sonni Eliasen úr Fugla-
fjarðar Svimjifelag.
Róðrarsamband Før-
oya hevur gjørt av,
hvussu stevnurnar
skulu rógvast kom-
andi ár
KAPPRÓÐUR
Jákup Mørk
Sum vant verður byrjaði
við norðoyastevnu og enda
á ólavsøku. Í so máta er
talan ikki um broytingar av
nøkrum slag í róðrarárin-
um, men hartil eru so fimm
aðrar FM-stevnur, sum
allar hava skiftandi heim-
stað.
Í ár verður tað so Runa-
vík, sum fær eystanstevn-
una.
Hvalvíkingar
fáa
sundalagsstevnuna. Jóan-
søkan verður í Vági. Fjarð-
arstevnan verður fyri fyrstu
ferð í Vestmanna og enda-
liga verður vestanstevna í
ár hildin í Sørvági. Tosað
hevur áður verið um, at
leggja eina stevnu millum
vestanstevnu og ólavsøku,
men hetta er so heldur ikki
gjørt í ár. Einamest, tí róð-
rarsambandið hevur ynski
um avlopstíð her, skuldi tað
borið soleiðis á, at onkur
róður má útsetast.
Samlaða skráin fyri árið
er annars hendan:
5. juni
norðoyastevna, Klaksvík
12. juni
eystanstevna, Runavík
19. juni
sundalagsstevna, Hvalík
26. juni
jóansøka, Vágur
3. juli
Fjarðarstevna, Vestmanna
10. juli
vestanstevna, Sørvágur
28. juli
ólavsøka, Tórshavn
Rúni Weihe og lið-
felagar hansara
megnaðu at vinna
sær næstfremsta
plássið í Top Teams
Cup. Holte við
Bárði Mikkelsen
mátti siga farvæl
eftir hetta umfarið
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Um vikuskiftið varð
næsta umfarið í Top
Teams Cup kappingini í
flogbólti leikt. Hendan
kapping er at rokna sum
Europa-Cup kappingin í
flogbólti, og úr einum
føroyskum sjónarhorni
var hugaligt at staðfesta,
at ikki færri enn tvey
útisetalið vóru við.
Í Finnlandi vóru Runi
Weihe og Tromsø í bólki
við vertunum úr Tamp-
ere og so einum moldav-
iskum og einum írskum
liði. Mett varð undan
hesum, at Tromsø var
nóg sterkt til at vinna
sær næst fremsta plássið
í bólkinum, og hetta
vísti seg eisini at halda.
Dysturin móti mol-
daviska liðnum varð
mettur sum lykladystur-
in her, og tað eydnaðist
eisini Rúna og teimum
at vinna hendan. Írskur
flogbóltur er á væl lægri
støði enn norskur, so her
hevði Tromsø ongar
trupulleikar, meðan teir
hinvegin ongan møgu-
leika høvdu móti finsku
vertunum.
Við øðrum plássinum
heldur Tromsø sostatt
fram í Europa, men nú
er talan so um CEV
Cup. Hendan kappingin
er at rokna sum UEFA-
Cup kappingin í fótbólti.
Ein trupulleiki her kann
tó verða, hvørt Tromsø
yvir høvur hevur ráð at
taka lut. Til dystirnar í
Finnlandi hevði felagið
bert ráð at senda níggju
leikarar avstað, men við
Útvarpið
sunnudagin
helt Rúni Weihe tó fyri,
at tey í felagnum rokn-
aðu við, at tað skuldi
bera til fíggjarliga eisini.
Holte tapti
Eisini Holte við Bárði
Mikkelsen var sum sagt
partur
í
Top-Teams
kappingini, men her
gekk ikki eins væl.
Holte var í Letlandi,
har dystir skuldu leikast
móti einum letlendsk-
um, einum ungverskum
og einum svenskum liði,
og Bárður og teir taptu í
øllum trimum førum.
Serliga móti letlendska
liðnum var talan um
greitt tap, tó at Holte í
øðrum setti var væl við.
Dysturin
móti
ung-
verska liðnum endaði
somuleiðis 0-3, meðan
tað hinvegin eydnaðist
Holte at taka eitt sett
móti svium. Hetta mink-
aði munin til 1-2, men
við einum 25-23 sigri í
seinasta settinum megn-
aðu sviar so kortini at
taka stigini, so í hesum
umfarinum bleiv talan
um eitt skjótt farvæl til
Holte.
Tromsø víðari
80 svimjarar úr seks feløgum
tóku lut, tá svomið varð í Havn
um vikuskiftið
Mynd: Øssur Mohr
Samlaða býtið av heiðursmerkjum í kappingini var annars
hetta:
Gull
Silvur Bronsa
1 Havnar Svimjifelag
40
29
14
2 Tvøroyrar Svimjifelag
13
7
7
3 Fuglafjarðar Svimjifelag
13
3
7
4 Flot
11
15
11
5 Skeggjar
5
8
9
6 VS
3
4
2
Stevnuskráin klár
Róðrarsambandi hevur nú boðað frá, hvussu skráin fyri ymsu
FM-stevnurnar verður komandi ár
C
M
Y
K
18
www.sosialurin.fo