leygardagur 30. august 1997síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 164 — 30. AUGUST 1997
tíðindablaðið SST 9
Erling Olsen, fólkatingsmaður á fundi við javnaðarflokkin:
-Vit vilja virða
rætt foroyinga
at taka mál í
egnar hendur
-Eins og Danmark ynskir, at ES skal virða nærleikaprin-
sippið, har mál verða greidd desentralt, eigur eisini Dan-
mark at virða hesi ynski fóroyinga sigur Erling Olsen,
formaður í fólkatinginum eftir fund við umboð fyri fór-
oyska javnaðarflokkin í Havn hósdagin.
fólkatingsformann. Mynd Alvur
JAN MÚLLER
Undir vitjan síni í Føroyum
nýtti formaðurin í fólkating
inum og fyrrverandi leg
málaráðharrin, Erling Olsen
eisini høvi til at hitta umboð
fyri føroyska javnaðar-
flokkin
Hann sigur, at hetta var
ein sera góður fundur. Teir
tosaðu um støðuna millum
Føroyar og Danmark og um
samstarvid millum bådar
flokkarnar
Erling Olsen dylur ikki
fyri, at vidurskiftini millum
teir bådar flokkarnar hava
ikki verið góð og ætlar hann
sær nú at greiða sínum
partamonnum í Danmark
frá fundinum við føroyska
javnaðarflokkin. Við sær
hevur hann eisini fleiri boð
til leiðsluna í sosialdemo-
kratiska flokkinum, hvussu
samarbeiðið kann betrast.
Hann metir annars fundin
við føroyska javnaðar-
flokkin sum eitt týðandi stig
á leiðini at betra um við-
urskiftini ikki bert millum
báðar flokkarnar, men eisini
millum báðar ríkispartarnar
-Tað er mín áskoðan, at
ríkisfelagsskapurin skal
kunna útvikla seg harmon-
iskt, soleiðis at ein sohvørt
eigur at virða nærleika-
princippid, sum vit eisini
stridast so nógv fyri í ES,
og har vit siga, at einki eigur
at verða flutt upp á eitt sen
tralt stóði, tá hetta einsvæl
og betri kann greiðast
desentralt. Hetta er tí eisini
nakað, sum vit sjálvir mugu
til at praktisera í ríkinum,
og tí fara vit stigvist at
síggja avgerðir á fleiri
målsøkjum tiknar i Føroy
um, sum annars verða tiknar
í Danmark
Erling Olsen sigur víðari,
at tað er rætt nú at seta seg
niður og í felag - eins og
gjørt hevur verið á
telegkinum - vita, hverji øki
egna seg til at verða flutt til
Føroya
Føroyingar rættin
Uppá fyrispurning hvat
hann hevur at siga til av-
gerðina hjá Schluter, tá-
verandi forsætisráðharra
um at geva føroyingum
rættin til undirgrundina,
sigur Erling Olsen, at tað
mest umráðandi er, at tað
kemur gongd á, og at tað
eru føroyingar sjålvir, sum
hava eftirlit, hvat hendir á
oljugkinum.
-Nú føroyingar hava fing-
ið rættin til undirgrundina,
so er tað eisini umráðandi,
at hon íkki verður latin
ødrum, men at føroyingar
styra gongdini sigur Erling
Olsen og visir til fund hann
hevði vid føroyskan jarð-
frøding, sum eisini er disko-
varpari. Hesin dugdi sera
væl at greiða okkum frá
hesum, og tí eru tey takk-
som fyri
Hyggja frameftir
Men er tað ikki so, at
danskir javnaðarmenn
hava ikki verið serliga
fegnir um, at Schluter lat
førovingum undirgrund
ina?
-Hatta er søga nú. Nú
rædur bara um, at føro-
yingar fåa mest møguligu
burtur år, og at vit vid ti
ekspertisu og royndum vit
hava innan oljuvinnu, mugu
royna at hjálpa føroyingum
at fáa sum mest burtur úr
Nú snýr tað seg ikki um at
hyggja aftureftir men fram-
eftir.
Erling Olsen sigur, at har
talan verður um samvinnu
millum Føroyar og danir
skal hetta sjálvandi vera
undir kappingarførum treyt-
um, og at tað annars verða
føroyingar sjálvir, sum gera
av, hvussu farast skal fram.
Erling Olsen vónar, at tað
hereftir ber til at byggja upp
góð viðurskifti millum
flokkarnar og viðgongur, at
nógv hevði kunnað verið
gjørt ødrvisi. Nú ræður um
at gera tað rætt í tíðini, sum
kemur
EROBIC
Nú byrja
vit
aftur
NÝTT - NÝTT - NÝTT - NÝTT
Callanetic - Cirkulvenjing -
L Tey morgunfrisku ;
NYTT - NYTT - NYTT - NYTT
Byrjað verður aftur mánadagin 8. september og
halda vit á til 6. desember
Tíðirnar verða hesar:
| Mánada Týsdag Mikudag Hósdag |
| 17-18 9-10 17518" 9%-10* |
| Tey Tey |
| Byrjarar morgun- Callanetic morgun-
| frísku i
18% 190
Vand Step- Menn
| bonkur
) 19%—20% 19%—20% |
| *) Føitt- ”) Feitt- Cirkul- — ”) Feitt-
knúsari knúsari venjing | knúsari
fyri byrjarar |
| 20-21" 20%-21 20%-21"
| Callanetic Trimmari Trimmari
*) Fyri at vera við skalt tú viga minst 10 kg ov nógv
KOSTNAÐUR :
1 ferð um vikuna 450,-kr.| fyri næmingar 375,- kr.
2 ferðir um vikuna 680,-kr.| fyri næmingar 590,- kr.
3 ferðir um vikuna 780,-kr.| fyri næmingar 780,- kr.
4 ferðir um vikuna 1040,- kr. | fyri næmingar 1040,- kr
Goldið verður fyrsta kvøldid ella við tilmelding.
Tilmelding verður Yviri við Strond
leygardagin 30. august millum kl. 15.00—17.00.
Sum nakað nýtt kunnu vit bjóða
teimum, sum tekna seg, eitt ókeypis
skeið, har nágreinilig vegleiðing
verður givin í teimum ymsu íðkanum
YVIRI VIÐ STROND 21
TLF. 13111 - 18527
YNDI
E