leygardagur 30. august 1997síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið
Nr. 164 — 30. AUGUST 1997
Klakt 4.046 pisur í 60 ár
Teir fy rstu studentarnir 1939 saman við lærarum. Frá vinstru: Ejvind Dahl, Jóhan Weihe, Christoffer r Liitzen, Juliana Hammer, Christian
haraldsen, Sofus Joensen, Lena Nicolajsen, Thomas Nygaard, Påll å Dul, Erik Petersen
Månadagin ve
rða liðin seksti ár síðani, at studentaskúli varð settur á stovn í Føroyum. Skúlin
hevði sera trong kor fyrstu árini, men fyrst í sekstiárunum flutti skúlin niður í Hoydalar - í gamla
sanatoriið, og bøttust hølisvidurskiftini munandi. Skúlin hevur higartil klakt 3.087 studentar og
959 HF'arar. Søguliga gongdin verður lýst í greinini niðanfyri:
Mánadagin komandi - tann
|. september verða liðin
seksti ár síðani, at Føroya
Studentaskúli varð settur á
g í dag kunnu øll
sanna tann tydning, skúlin
hevur havt fyri samfelagið
Hann byrjaði undir trongum
korum, men hevur støðugt
ment seg, um enn húsa-
rúmdin ikki er tann, vit
kundu ynskt okkum, nú far-
ið verður inn í næstu øldina
Avmarkaðir møguleikar
vóru fyri skúlagongd, tíðina
fyri studentaskulan. Aftan á
at gamli látínskúlin varð
niðurlagdur í 1794, var
eingin hægri skúli í Før-
oyum. Í 1861 var ein lands-
realskúli settur á stovn í
Havn, og í 1870 var lærara-
skúli settur á stovn. Seinni
komu eisini realskúlar úti á
teimum størru plássunum -
á Tvøroyri í 1923, í Vági í
1928 og í Klaksvík í 1935
Tey góðu 100 árini, frá tí
gamli látínskúlin varð nið-
urlagdur, til ár 1900, tóku
ikki fleiri enn 31 føroyingar
studentsprågv, men eftir
aldarskiftið vaks talið mun
andi, og til 1935 tóku 98
føroyingar studentsprógv
Næstan allir gingu á donsk
um studentaskúlum
tovn
stovn
Vøksturin í studentatali
num skapti áhuga fyri at fáa
ein studentaskúla i Føroy-
um, men tað vísti seg, at
meira enn 10 ár skuldu
ganga, áðrenn komið var á
mál við hesum tiltaki
Royndir at
skipa skúlan
Rættulig gongd kom á mál-
ið í 1926, tá 13 føroyskir
akademikarar sendu løg-
tinginum eitt bræv. Teir
heittu á tingið um at seta 5-
10.000 krónur um árið í ein
grunn, ið skuldi lata studn-
ing ella lán til studentar
Tingið gekk ikki hest åheit-
an á meti, men í staðin varð
samtykt at biðja skúlastjórn-
ina hjá amtinum gera eitt
uppskot um at fáa student-
askúla settan á stovn í Havn
Uppskotið skuldi leggjast
fyri tingið á ólavsgku í
1927
Skúlastjórnin sendi ting-
inum frágreiðingina hjá
Jákupi Dahl, og aftur sam-
tykti tingid at biðja skúla-
stjórnina gera eitt uppskot
til ein studentaskúla í Før-
oyum
So gekk aftur eit ár. Skúl
astjórin heyði einki uppskot
klárt og bað um at fáa eitt
ár afturat til arbeiðið. Hetta
vóru ikki allir tingmenn
nøgdir við. Eftir uppskoti
frá javnadartingmanninum
Peturi Mohr Dam og sjálv
stýrismonnunum Jóannes
Patursson og Niclas Nicla-
sen samtykt tingið at biðja
ein skúlakgnan mann
granska studentaskúlaskip-
anir í gðrum londum og ger-
a eitt uppskot um, hvussu
ein føroysku studentaskúli
kundi skipast
Heitt vard å Richard
Long, lærara, um at taka sær
av hesum, og hann gjørdi
eina ferð til Islands og Dan-
markar. Til tingsetuna í
1929 sendi hann tinginum
eina frágreiðing og eitt upp-
skot. Hann mælti m. a. til,
at ein studentaskúli varð
samskipaður við lærara-
skúlan
Leggja saman
við læraraskúlanum
Urslitid av tingviðgerðini
hesaferð var, at tingið bað
skúlastjórnina gera eitt upp-
skot um ein studentaskúla,
ið skuldi samstarva við Før-
oya millum- og realskúla
Eisini varð skúlastjórin bið-
in um at kanna, hvat neyðug
bygging og raksturin av
skúlanum fóru at kosta
Skúlaneyndin helt, at skúlin
skuldi hava nýmálsliga og
matematiska deild. Næm
ingarnir skuldu hava bæði
munnligt og skrivligt før-
oyskt til próvígkuna, og
skúlagongdin skuldi vera 6-
keypis. Nevndin helt eisini,
at kostdeild skuldi byggjast
og mælti til, at staturin og
løgtingid í felag skuldu
gjalda útreiðslurnar til
bygging og rakstur
Í 1930 var studentaskúla-
málið aftur fyri á tingi.
Skúlastjórin hevði gjørt
ymsar kanningar í Danmark
og Íslandi og gjørt uppskot
um eina kostdeild til 50
næmingar. Men tekningar
vóru ikki fingnar til vega,
og svar var heldur ikki kom-
ið frá undirvísingarmálaráð-
num.
Feroyingar
alt ov fámentir
Skúalnevndin helt, at skúl-
in fór at vera ov stórur, um
hann skuldi vera kostskúli
fyri allar Føroyar, og mælti
til, at millum skúlar vórðu
stovnaðir í teimum størru
bygdunum. Nevndin helt, at
dsneyndin skuldi gera
a fyribils ætlan um
= LAGT TIL RÆTTIS:
EIRIKUR LINDENSKOV
bygging, so gongd kundi
koma á málið
Til tingseturna í 1931 var
ein ætlan gjørd um bygging,
og hon varð mett at kosta
130.000 krónur. Skúlastjór-
in hevði spurt undirvising-
armálaráðið um møguleikar
fyri at fáa ríkisstudning til
studentaskúlan, men svarið
var, at tað lat seg ikki gera
Undirvísingarmálaráðið
helt, at føroyingar vóru ov
fámentir til at hava ein stud-
enta skúla. Eisini varð sagt,
at føroyskir næmingar
kundu fåa ta neydugu undir-
visingina i Danmark.
Skúlaneyndin hjá ting-
inum helt, at hetta svarið frá
donsku myndugleikunum
var so greitt, at grundarlag
var ikki fyri at gera meira
við málið í hesum umfari
Men nevndin helt kortini, at
tað ongantíð verður so lag-
aligt hjá føroyingum at fáa
studentsútbúgving, sum
ynskjandi er, uttan ein stud-
entaskúli verður settur á
stovn í Føroyum
Nevndin var tí ikki sinnað
at sleppa málinum. Hon
helt, at roynt átti at verið at
sett eitt studentaskeið á
stovn í Føroyum, og hugs-
aði sær, at hetta kundi gerast
við studningi frå løgtingi
num. Byrjast kundi við eimi
málsligari deild. og víst
varð á, at skúlin kundi leiga
skúlastovur frá realskúla
num seinnapart á degi
Hejbjerg Christen-
sen at takka
Fingið samtykti at seta eina
nevnd at gera eitt meira
fullfíggjað uppskot um
hvussu skúlin skuldi skip
ast. Í hana komu Johan
Kallsoy. Johan Poulsen og
P M. Dam. Teir løgdu eitt
álit fyri ungið í 1932, men
tað var ikki nógv ødrvisi
enn álitið hjá skúlaneyndini
árið fyri. Tó hildu terr, at
skulin átti at hava tvær
deildir og eitt preliminer
skeið, so ikki bert tey, sum
høvdu gingið í realskúla,
skuldu hava møguleika fyri
at sleppa á studentaskeiðið
Mett varð, at skúlin tað
fyrsta árið fór at kosta
16.000 krónur, og henda
pening kundi lagtingið ikki
lata. Tí hendi heldur einki
hesaferð, og nú gingu fleir!
år, áðrenn studentaskúla
málið varð tíkið fram aftur
Amtmaðurin hevði sent
undirvísingarmálaráðnum
álitið hjá skúlaneyndini frå
1931, og tað varð lagt fyri
Højterg Christensen, sum
hevði leidsluna av donsku
studentaskúlunum. Hann
var ógvuliga áhugaður fyri
ætlanunum hjá føroyingum
um at fáa ein studentaskúla,
og tað var í stóruan mun
honum fyri at takka, at tað
nøkur ár seinni eydnaðist at
fáa sett studentaskúlan á
stovn
Foru undir skålan utt-
an samtykt tingsins
Í 1936 varð studentaskúla-
málið tikið fram aftur. Skúl
anevndin hjá tnginum
mælti til, at vinnunevndin
skuldi fåa heimild til at sam-
rådast vid Thomas Nygaard,
ið hevði tikið embætisprógv
í 1933 og var lærari við
realskúlan í Havn, um
møguelikarnar fyri at stoyn
a ein studentaskúla. Thomas
Nygaard fór saman við ødr-
um undir hetta arbeiðið, og
á ólavsgku í 1937 hevði
hann eitt uppskot klárt um
eitt 2-åra studentaskeið
Longu |. september sama
ár var ætlanin at byrja skúl-
an. Og hesaferð bar til
Farið var bert í gongd utt
an nakra tingsamtykt, og
utian at løgtingid hevði játt-
að pening. Edward Mitens,
sum var formaður í vinnu-
nevndini, fekk hetta í lag
við stuðli frá hinum báðum
limunum í nevndini. P. M
Dam og Kristian Djurhuus
Teir hava helst hugsað, at
nú var nóg mikið tosað um
hetta mál - nú mátti okkurt
gerast
Mitens tók á
seg ábyrgdina
order Mitens tók sjálvur
ábyrgdina av, at hetta varð
gjørt uttan um tingið, og
hann átók sær eisini persón