Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 1997síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

[EET SO ILLS Nr. 166 — 3. SEPTEMBER 1997 tíðindablaðið Havhestaungarnir fara á sjógv: I nådens tid Hjá summum monnum er tað vorðið eitt rætiligt íkast til inntókuna, at fara eftir havhestaungum til at selja EDVARD JOENSEN Tað er vorðin vanlig sjón í Havn at síggja menn standa í Vágsbotni og selja hav- hestaungar hesa tíðina. Og tað tykist vera marknaður fyri hesum Tað er, sum vera man, for kunnugt hjá havnarfólki at fáa slíkan bita. Serliga hjá teimum, sum ikki hava møguleikan at fara á flot Og satt at siga eru tað fleiri, sum hava bát, sum ikki loysa kortini. Tað er so vælsignað ómakaleyst bara at fara oman í Vágsbotn at fáa hann grýtukláran Tí tað er rættiliga um- stendiligt at taka havhesta- ungar. Ikki heilt vandaleyst, og av tí sama ein rugva av fyribyrgjandi tiltøkum, hav- ast skulu í huga Væl umtóktur Væl er hann umtóktur, hes- in feiti, stinkandi fuglur, sum hevur tann óvana at senda snikuta spýggju á alt, sum kemur ov nær. Og tvey nevn hevur hann eisini Suðringar nevna hann náta, og norðingar havhest Eivind Weyhe á Føroya- málsdeildini á Fróðskapar- setrinum, sigur, at tað er helst eingin skilagóð frá- greiðing um, hví so er Hann heldur, at talan er helst bara um dialektmun, hóast hann ikki kann siga tað vist kortini Fuglurin er rættiliga nýggjur í Føroyum, so tað kann vera, at navnið »hav hestur« hevur eitthvert við påtrugv á sjónum at gera a Eivind Weyhe heldur tað ikki vera óhugsandi, at fuglurin hevur fingið hetta navnið, av ti, at menn ikki vildu nevna hann við rætta navninum á sjónum. Fugl urin varð hildin at hava ein ófrættadám yvir sær, og tað varð illa dámt at meta hon um á veg til útróðrar. So best var at vera fyrivarin og ikki siga nakað, sum kanska kundi fáa ilt í einahverja megi, sum so aftur kundi verða bátinum at skaða. Tað kenna vit í so mongum eðr um førum, har ung ikki máttu nevnast vid rætta navninum á floti Kanska hava teir hildið, sigur Eivind Weyhe, at fugl urin hevur mint um ein hest, tá hann á flogi hevur riðið á aldukambinum Trivalig kona Navnið náti kann stava frá fornmáli, har tað merkir tjúkk ella feit kona. Og ikki er óhugsandi,at fólk hava hildið henda feita fuglin líkst eini slíkari konu, sigur Eivind Weyhe Seinnu árini eru fólk norðafjørðs eisini farin at nevna ungarnar nåtar, hóast tann vaksni fuglurin verður neyndur havhestur Tad heldur Eivind Weyhe kann koma av, at gamli landslæknin, sum var suðr ingur, fyrr hevði kungerðir í Utvarpinum um hetta at taka havhestaungar. Og hann nevndi teir nåtar Sagt hevur verið fyrr í summar, at havhestaungar- nir kanska eru eitt sindur seinni á veg í ár, enn vanligt si iði ur Fleiri nýta høvid at keypa sær eitt kók í Vágsbnotni Hugleiðingar í útlegd yvir einum flaktum havhestaunga Lag: Du lille svale Havhestur, so sjálvdan verður kveðið tær til æru. So tín lagna varð. Mangur sær teg bert sum góða feði, tó vil eg nú heilsu bera tær. Tú so frælsur yvir havið flýgur. Ræður sjálvur fyri, hvar tú fer. Men tá sól á kveldi vestur sýgur, altíð heilsu tú í bergið ber. Lat oss fylgjast út á víðum veingjum. Bara fara hagar, hugur vil. Allan treða burt úr sinni treingja. Eina letu gloyma vit og skil. Sig mær frá, hvar best tær dámar ferðast, tá tú frælsur strýkur yvir hev. Eins og tú á flogi vil eg berast fram við bergi, yvir nes og nøv. Minn meg altíð á, tú fuglur fríi, at eg kenni, hvar eg hoyri til. Eg ei burtur verði allar tíðir, men at útlegd varir bert eitt bil. «mm hevur verid. Okkurt er kort ini, sum bendir å, at teir bera seg rættiliga vanliga at I øllum førum eru båtar komnir helt upp í einar hálvtsjeyndahundrað ein dag í seinastu viku Og frá monnum, sum hava tikið, frættist, at ungar nir eru bæði stórir og tungir Og væl av æti er í teimum eisini, so tað sær kanska ikki so illa út (Mynd: Álvur Haraldsen) rv Skrubba bókstavin og skriva U) orðið! Vinn ferðir (sí baksíðuna) Ein flot Skrubba Nýggja eydnuspælið hjá Sjónvarpi Føroya hevur fingið eina vánaliga byrjan, nú tað er komið fram, at prentvillur eru á seðlunum EDVARD JOENSEN Nýggja eydnuspælið, sum Rudolf og Anja bæði boð aðu frá fríggjakveldið, fekk eina vánaliga byrjan. Tí fólk, sum halda seg hava vunnið á seðlum, tey hava keypt mánadagin, hava helst kortini als ikki vunnið Fróndur Djurhuus, sjón varpsstjóri, sigur, at stutt eftir, at sølan var byrjað, gjørdust tey varug við, at prentvillur vóru á seðlun- um „Hetta er nakað, vit eru ógvuliga hørm um í Sjón varpinum, men ikki fáa gjørt nakað við yvirhøvur,« sigur hann Men kortini roynir Sjón varp Føroya sítt besta, so- leiðis at tey, sum halda seg hava vunnið, ikki skulu standa heilt við ongum. Og øll tey, sum ikki hava vunnið, fáa ein ókeypis vinning Tad er soleiðis, sigur Tróndur Djurhuus, at fólk, sum halda seg hava vunnið eitthvert á seðlum, tey hava keypt, skulu seta seg í sam- band við Sjónvarpið. So verður funnið fram til, hvussu víðari fer. Tróndur Djurhuus sigur, at tað kann væl henda, at onkur hevur vunnið einar 300 krónur og longu fingið tær útgoldnar. Tað verður so sum, tað er. Men tað verða í grundini tey, sum einki hava vunnið á skrubbuseðlinum, sum fáa tann besta vinningin >Tað er soleiðis,< sigur Tróndur Djurhuus, »at vit hava ábyrgd fyri okkara hyggjarum, sum eisini eru okkara eigarar. Og vit hava tí avgjørt, at tey, sum hava keypt ein slíkan seðil, fá eitt Gekkahefti í býti, um tey lata hann innaftur.< Tað vil siga, at fólk, sum hava ein skrubbuseðil ligg) andi, skulu fara á posthusini í Havn, Klaksvík, Tveroyri ella Saltangará í dag, miku dagin 3. september, og fáa eitt Gekkahefti við postkorti i byu, Men sjónvarpsstjórin sig ur, at tað skulu vera heilir seðlar, sum fólk koma við Tad ber ikki til at koma við skræddum seðlum ella bara pettum Hava fólk tveitt seðilin burtur, men goymt békstav- in í neðra, kann hesin kort- ini latast inn sum prógv Tróndur Djurhuus, sjón varpsstjóri, sigur, at advo katar arbeiða í letuni við hesum málinum. Talan er um eitt mistak, sum Sjón varp Føroya er heilt uttan skyld í. Tað er útlendska fyritskan, sum hevur gjørt seðlarnar, sum hevur ábyrgdina av hesi keðiligu støduni, sigur Tróndur Djur huus. Og hann kann ikki siga meira um málið, so leingi løgfrødingarnir arbeida vid ti