hósdagur 4. september 1997síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 167 — 4. SEPTEMBER 1997
tíðindablaðið
13
Andras Róin heimaftur av Noregsferð:
Telefonverkið
fyrireikar
seg til frá-
landavinnuna
Andras Róin, telefonverksstjóri á veg í tyrlu á oljupall
Millum fyritøkurnar í Før
oyum, sum eru við at fyri
reika seg til eina komandi
oljuvinnu er telefonverkið
Andras Róin, nýggjur stjóri
á Telefonverkinum tók av
innbjóðingini at vitja olju
útbúnað í hjá Norsk Hydro
i Noregi
Eftir vitjanina spurdu vit
Andras Róin, hvat hann
hevði fingið burtur úr ferð
mi!
Hann vísir á, at hann vitj-
aði báðar oljurådstevnurnar,
sum vórðu hildnar í Havn
herfyri og helt hetta hevið
verða eina nátturliga og
kærkomna uppfylging av
rådstevnunum í Norður
landahúsinum
Telefonverkið hevur sum
so saknast eftir at vita, hvat
tað eru fyri tænastur, kapa-
citetur og samskiftismidlar,
sum ein oljuvinna brúkar
-Eg haldi meg hava
fingið nógv burtur úr. Talan
er fyrst og fremst um radio-
samband millum boripall-
arnar og til lands. Spurning-
urin er um teinarnir í Før-
oyum eru ov stórir, og tå er
antin brúk fyri fylgisveina
skipanum ella kaðalum út
til fyritøkurnar. Men hetta
liggur so enn longri úti í
framtíðini
Andras Róin vísir á, at
nógv av hesum liggur longri
frammi í tíðini, so tað hann
fegin vil vita nú er, hvat
fyritskurnar, um tær ætla at
lata upp skrivstovur í Fer-
oyum, vænta sær av før-
oyska telefonverkinum!
Skulu tey hava ISN beinan-
vegin, videorådstevnur osfr
so skal Telefonverkið helst
vita tað skjótt.
Andras Róin heldur ikki,
at føroyingar eru ov tíðliga
á veg. Tverturímóti er neyð
ugt nú sjålvir at søkja sær
vitan og kunnleika. Hann
var tí sera glaður fyri at vera
við á ferðini
Pengar eru ikki nakar
trupulleiki hjá hesum fyri
tókum. Kunnu vit tí ikki lata
veruna, tá tær hava brúk fyri
henni, so er vandi fyri, at
onkur annar kemur og gera
arbeiðið
Verður talan um leiting á
føroyskum øki, og tað sær
tað út til, so roknar telefon-
verksstjórin eisini at fáa
nakrar heilt stórar kundar í
føroyskum høpi
Andras Róin dylur ti ikk:
fyri, at telefonverkið bryn;
ar seg ut ul eina komandi
oljuvinnu. -Vit hava sett
arbeiðsbólk og hava umrøtt
spurningin fleiri ferðir. Vit
eru klárir og skulu so skjótt
sum gjørligt vita, hvønn
tørv oljufeløgini hava
Vilja bråka okkum
Andras Róin sigur, at tær
fyritskurnar hann hevur
tosað við á vitjanini, eru
fyritskur, sum ikki hava hug
at fara aðrar vegir enn til
føroyskar fyritskur
-Kunnu teir fáa vørunar
teir hava brúk fyri í Før-
oyum, so vilja tey hava tær
Nú eru tað bara vit, sum
hava fjarskiftistænastu í
Føroyum og kunnu vit ikki
lata hesa tænastuni, so
stendur illa til
Telefonverkstjórin, sum
sigur seg hava fingið nógv
burtur úr túrinum, heldur, at
føroyingar eiga at vera
meira uppsekjandi parturin
og síga, hvat vit klára
Føryska ferðalagið á
veg umborð á tyrlu um lir tað
Pål Weihe, arbeidsmedisinari:
Millum føroyingarnar, sum
vitjadu Norsk Hydro herfyri
var eisini Pål Weihe, lækna
stjóri og arbeiðsmedisinari
Hann umbodar
sjúkrahús verkið í sambandi
við tilbúgving í frálanda
vinnuni og ynskti hann við
hesum túrinum at fáa nakað
at vita um hesi viðurskifti
Eg havi lært ein hóp á
hesum túrinum. Eg fór við
og hugsaði, at oljuvinnan
arbeiðsmedisinskt sæð er
ein sera herð vinna, og eg
komi aftur við einum rímu-
liga sterkum varhuga av, at
so er als ikki. Teir, sum í
hvussu er skipa fyri hesi
vinnu hjá Norsk Hydro,
hava sett sær sum mál, at
talið á vanligu vanlukk-
unum ikki bert skal minkast
men heilt burturbeinast
A ferðini í Noregi vitjaði
Pál Weihe tvey stór arbeiðs-
pláss í oljuvinnuni, ein olju-
pall og eina útgerðarsteð
Bæði hesi høvdu hagtøl,
sum vístu, at av 100 fólkum
í arbeiði í meira enn 800
dagar, hevði eingin verið úti
fyri eini vanlukku, sum
hevði við sær, at fólk
máttu gevast at arbeiða.
Hetta er stórliga imponer-
andi heldur Pál Weihe.
Hann sigur seg hava
fingið nógv burtur úr. -At
síggja idealið um, at van-
lukkur kunnu fyribyrgjast,
og at tað ber til eisini í eini
so ringari bransju sum í
frálandavinnuni, er ein stór-
ur íblástur, tí ber tað til har,
so ber tað eisini til í øðrum
vinnum
sum so
Læra av
Pál Weihe heldur, at sjålvt
um vit ikki finna olju við
Føroyar, so kann hetta ar-
beiðslagið, sum finst í hesi
vinnu, eftir hansara meta
heilt greitt gagna okkum
sum eitt framkomið vinnu
samfelag - bæði teoretiska
síðan um sannlíki fyri góð
um úrslitum og so praktiski
mátin at leggja arbeiði til
rættis
-Vit sóu m.a., hvussu tey
hjá Norsk Hydro áleggja
øllum sínum arbeiðsfólki at
gera skrivligar viðmerk
ingar um alt, sum tey vóru
út fyri og sum kundi gerast
ein vandamikil støda. Tað
er sera skilagott gjørt, tí
harvið fær tú øll tey, sum
eru í arbeiði til at hava eyg-
uni opin fyri broytingum,
sum kunnu gera arbeiðið
tryggari - og ikki bara pro-
fessionalisera tað á einum
spískum toppi
Gott alternativ
Hvat heldur Pál Weihe um
eina komandi føroyska frá-
landavinnu!
-Sum vanligur borgari má
eg siga, at tey element av
háteknilogi, telduteknologi,
av háteknologiskum mask-
inaríi til tess at fáa oljuna
væl í land og avskipað so
sum vit sóu á túrinum er
bæði hugtakandi og menn-
andi, serliga í einum landi
sum okkara, har vit nú í
mong ár hava tosað um, at
vit hava ein tørv á at fáa
eitt alternativ til fiski-
vinnuna, ti fiskivinnan er so
sårbar, tå Ld. toskastovnurin
svíkur og nú Ld. upsin. Tað
er sum at standa á einum
beini. Tað gongur væl, tá tú
stendur, men tað skal lítið
til, at tú kemur út av javn-
våg, so har vildi ein slik
vinna, har t helt fram vid
okkara traditiónum at ar-
beida å havinum, eftir mini
hugsan, verid sera kærkom-
in.
út á oljupall í Norðsjónum
Nogv at læra av
trygdini í oljuvinnu
Pál Weihe á veg út á oljupall at kunna seg við trygd
Í eini oljuvinnu vilja vit
framvegis arbeiða á hav
inum men uppá ein meira
avaseraðan máta, har vit
brúka framtíðar tøknifrødi
Uppá fyrispurning um vit
eru í so tíðliga úti at fyri-
reika okkum til eina olju-
vinnu, sum kanska liggur
langt frammi í tíðini sigur
Pál Weihe, aí teir hjá Norsk
Hydro eisini spurdu um vit
høvdu nøkur hugskot. Eg
svaraði teimum eftir bestu
sannføring, at tað, sum teir
høvdu greitt okkum frå,
vildi eg hildið, at allir føroy-
ingar høvdu havt gagn av
at hoyrt. Men tá tíverri ikki
øll kunnu síggja teirra ar-
beiðspláss, so kundi ein
tíkið tað næstbesta tvs. at
farið runt landið, bygd av
bygd og víst filmar og ann-
ars greitt frá og givið fólki
hevi at:tosa við oljufólk.
Tað hevði verið ein rímulig
fyrireiking til oljuvinnu í
Føroyum.
Oljavinnan må eisini
koma nidur av hæddunum
og bliva eitt fyribrigdi sum
eitthvert annað arbeiði. Tað
má eisini blíva gerand-
isdagur og ikki bara nakað
sum vit tosa um í tí fjarða
Pál Weihe heldur ikki før-
oyingar hava orsøk til at
vera óttafullir fyri eini olju-
vinnu. -Her er talan um eitt
vanligt arbeiði, og havi eg
hoyrt rætt og sæð rætt, so
er oljuvinnan eitt fyribrigdi,
sum norðmenn hava megn-
að at integrera væl og friða-
liga inn teirra samfelag, og
í tí ljósi er eingin grund at
vera óttafullur
Uppá fyrispurning um
hann vónar, at tað er olja
við Føroyar, sigur Pál
Weihe, at hetta hevur ikki
mest at siga fyri seg í løtuni.
Tað hevur meira at siga, at
at vit nú fyrireika okkum
væl. Hann heldur, at sjálv
leitingin er kanska eins um-
ráðandi sum tað at pumpa
gullið upp, tí hon er menn-
andi fyri samfelagið.
-Vit vera ikki eitt gott og
lukkuligt samfelag bara tí
at vit fáa pengar. Tad skal
annað til fyri at fáa eitt
samfelag í trivna, men tá tað
er sagt, so vóni eg, at vit
finna olju.