fríggjadagur 5. september 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 168 — 5. SEPTEMBER 1997
Nærum 100 førovingar á oljumessu í Aberdeen:
Føroyskt vinnuliv
hvessir knivarnar
Ein partur av føroyskum vinnulivi er við oljuråØstevnuni i
Aberdeen í næstu viku. Endamálið er at fáa samband og
samstarv við teir mongu undirleverandørarnar, sum eru í
altjóða oljuvinnuni. Longu nú er greitt, at fóroysku lut-
takararnir koma at hitta ein hóp av útlendskum fyritókum
á messuni
JAN MULLER
Tað fer helst at tåtta í eini
80 til 100 fólk úr Føroyum,
sum vera hjåstødd, tå al-
tjóða oljuframsýningin Off
shore Europe 97 verður í
Aberdeen sett týsdagin. Tað
verður sostatt størsta før
oyska luttøkan á eini slikar
framsýning. Vit vóru fyrstu
ferð á oljurådstevnu í 1995
Nekur ár frammanundan
var ein stór féroysk sendi-
nevnd á oljumessuni í Aber-
deen fyri at vita, hvat henda
fyri føroyingar nýggja vinn-
an hevði at bjóða uppá
Tilsamans 18 fyritøkur
eru við umframt fleiri al-
mennir stovnar, kommunur,
feløg ol
+ bet ar stílar Fyri
tiltakinum. Undangongu-
maðurin her er Kjartan
Kristiansen. Hann sigur við
Sosialin, at talan er um eina
spennandi avbjóðing fyri
føroyskt vinnuliv og Før
oyar sum heild
-Vit hava verid vid til
slíka messu áður. Tá royndi
tú at føla teg fram fyri at
vita, hvat henda nýggja
vinnan ber í sær. Hesaferð
er ødrvisi, tí nú vita tær
einstøku føroysku fyritøk-
urnar betri, hvat tær vilja,
hvønn tær vilja tosa vid osfr
Kjartan Kristiansen er
errin av føroysku luttøkuni
og dylur ikki fyri, at virkini
å henda hått kunnu koma
eitt týðandi stig víðari i
royndunum at fyrireika seg
til eina komandi føroyska
frálandavinnu
Hann vísir á, at longu á
seinastu messuni vóru tað
virki, sum komu í samband
við útlendskar fyritøkur og
knýttu sambond við tær
Hóast talan er um eina
oljumessu, so ber eisini til
at fáa hugskot og samar-
beiðspartnarar á ødrum øk;-
um eisini. M.a. er dómi um,
at virki í Føroyum er farið
at framleiða veru til fiski-
vinnuna eftir at hava fingið
hugskot og upplýsignar á
eini oljumessu
Kjartan Kristiansen sigur
at eitt av endamálunum við
luttøkuni er at knýta sam
bond millum føroysk virki
og so teir sokallaðu „sub
contractors“ - „undirlever-
andgrar“ hjá stóru oljufel-
øgunum.
Ber til at fáa so mikið gott
samband við hesar út-
lendsku fyritøkurnar, at tú
longu nú kanst vera við í
verkætlanum í útlandinum
sum eitt slag av undirlev-
erandøri, so er sloppið
Kjartan Kristiansen held
ur, at nettup hetta slag av
samarbeiði er nakað, sum
kann koma føroyskum ídn
aði væl við, tá farið verður
undir eina oljuvinnu um
ikki so mong ár. Tí tá hevur
tú útvegað tær royndirnar at
arbeiða í hesi nýggju brans)-
uni umframt at tú hevur
fingið tær neyðugu kontakt-
irnar og partnararnar
-Vit at gerast partur av
verkætlanum í útlandinum
longu nú taka fyritøkurnar
týðandi stig til fyrireiking-
ina á føroyskum øki sigur
stjórin á Menningarstovuni
Uppá fyrispurning um vit
ikki eru í so skjótir úti og
um luttøkan ikki er alt ov
ógvuslig sigur Kjartan
Kristiansen, at tað er beint
tverturímóti. Tað er nú vit
skulu upp í part fyri at læra
og finna kontaktir.
Eiga at
Hann heldur, at vit eiga at
fegnast um, at føroyskar
fyritøkur og virkisleidarar
eru so mikið at sær komnir,
at teir síggja teir framtíðar
fyrimunir, sum kunnu vera
við at vera við nú. Tað er at
menna og stimbra starvs-
fólkið til at meta framtíðar
avbjóðingum. Og tað gerst
m.a. við at vera við á slíkum
ráðstevnum.
Fyri at fáa sum mest burt-
ur úr og vera før fyri at taka
ímóti vitjandi er føroyski
båsurin hesaferð stórur
Talan er um 100 fermetrar í
tveimum hæddum
Ovara hæddin verður
burturav til virkini at hava
samrødur við vitjandi. Síð-
ani verður pláss til tænast-
ustovnar av ymsum slag
umframt til oljufyrisit-
ing og oljuráðleggingar-
nevnd at kunna tey vitjandi
um Føroyar sum møguligt
komandi oljugki
Virkini gjalda 10.000 kr
fyri at vera við á básinum
umframt sínar egnu bro
sjurur. Haraftrat kemur so
feðakostnaður og uppihald
so talan er um eina hampu
liga upphædd fyri hvønn
luttakara. Menningarstov-
an, sum stendur fyri til-
takinum og uppseting av
básinum, hevur eitt budget
uppá knappa millión. Pen-
ingurin kemur úr grunn-
inum til ídnaðarfremjandi
endamál
nógvar
útlendskar fyritskur
Tað er stórur áhugi millum
oljufeløg fyri føroysku lut
tøkuni. I hesum sambandi
hava fleiri feløg, Texaco,
Saga og Amerada og Las
mo boðið øllum føroysku
luttakarunum ut at hitta
teirra undirleverandørar
Tað sigur ikki so lítið, at
Saga Petroleum hevur
skrivað út til nærum 100
norskar fyritøkur um at
vera við á eini samkomu
saman við føroysku luttak-
arunum. Eina viku undan
ráðstevnuni høvdu meira
enn 40 fyritskur gjørt vart
við seg
Kjartan Kristiansen fegn-
ast um henda stóra áhuga
at hitta føroyskar fyritøkum
og umboð annars. -Tað skal
eisini vera mín vón, at vit
fáa vitjan av so nógvum
undirleverandørum í olju-
vinnuni sum gjørligt
Millum tað nógva tilfarið
um Føroyar, sum verður á
básinum, er eisini kunning-
artilfar frá landsstýrinum
Her verður greitt frá før-
oyska samfelagnum og
vinnumøguleikum her.
Endamálið er m.a. at fáa
útlendskar fyritøkur at vísa
Føroyum størri ans og helst
gera fløgur her. Hesar fyri-
tøkur kunnu sum so hoyra
til mest sum allar bransjur
Men tilfarid er sjålvandi
eisini stílað til tey mongu
feløgini, virkini ella per-
sónarnar, sum vilja vera við
í eini komandi føroyskari
oljuvinnu
Rætt at vera við
Millum luttakararnar á olju-
messuni er eisini Føroya
Oljuidnadur. Pauli Einars-
son, formadur sigur vid
Sosialin, at tað verður
spennandi at síggja, hvussu
nógv fer at koma burtur úr
Hann vónar, at stóra ar-
beiðið, sum virkini, stovnar
og ikki minst Menningar-
stovan hava lagt í fyrireik-
ingarnar fara at bera á-
vøkstur
Sjålvur ivist eg ikki i, at
tad er rætt at vera vid å
slikum messum. Vit siggja
longu, hvussu stóran tydn-
ing tað hevur havt fyri
okkum, at vit hava verið við
áður. Nú er at byggja víðari
á tað og fáa nakað itøkiligt
burtur úr.
Hann heldur ein slíkan
Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni er fegin um stóru føroysku luttøkuna
føroyskan bás á eini olju-
rådstevnu verða ein góður
máti at vísa umheiminum,
hvat Føroyar eru og hvat vit
hava at bjóða uppá. Síðani
er tað beinleiðis sambandið,
sum verður knýtt á slíkari
messu, ómetaliga týdning-
armikið
Martin Heinesen, leiðari
á Oljufyrisitingini, sum eis-
ini verður við á framsýn-
ingini, heldur tað vera
skilagóða avgerð hjá før-
oyingum at vera við á slík-
ari messu, tú hevur hittir tú
umboð fyri mest sum alla
oljuvinnuna. Hetta hevur
stóran týdning fyri vinnuna
men eisini fyri myndug-
leikarnar, tá talan er um at
marknadarføra Føroyar sum
eitt komandi leitingarøki.
Føroysku luttakararnir å
oljumessuni f Aberdeen eru:
Skipafelagid Føroyar, Eim-
ship, Oilwind, Telefonverk-
ið, Faroe Base Support Ser-
vices við Johan Dahl og.,
Tor Shipping, Vónin Ltd
Offshore Supply & Lifting,
EL-Service, Radioservice,
Vågar Floghavn, Atlantic
Airways, Tórshavnar
Skipasmiðja, Skipasmiðjan
á Skála, Poul Hansen, KJ-
Hydraulik, Com-Data,
Tryggingarsambandið,
Føroya Maskinskúli, ALS,
Føroya Oljuidnadur, Olju-
rådleggingarnevndin, Olju-
fyrisitingin, Arbeiðsgevara-
felagið, Menningarstovan,
Føroyska Umboðsstovan í
Frá oljumessuni í Aberdeen í 1995.
Aberdeen, Fróðskaparsetr-
ið, Landsverkfrødingurin,
Toll- og Skattastovan,
Vinnumálastýrið, Heilsu-
verkið, Farec, Atlanticon,
Sofus Jacobsen, Conculting
Engineering, Stephanssons
Hús, Faroe Travel, Tórs-
havnar Havn, Fuglafjarðar
Havn, Vestmanna Komm-
una, Tvøroyrar Kommuna,
Klaksvikar Kommuna og
Rasmussen & Weihe.
Oljumessan og rådstevn-
an verður í døgunum 9. til
12. september. Farið verður
við Atlantsflog sunnudagin
kl. 17.30. Ferðalagið er
heima aftur friggjakvøld.