hósdagur 30. oktober 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 206 - 30. oktober 2003
Nr. 206 - 30. oktober 2003
3
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at kæri maður, pápi, abbi og verfaðir okkara
Jógvan Johannesen
ættaður úr Hvalvík
búsitandi í Tórshavn
andaðist 26. oktober í Keypmannahavn, 84 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
leygardagin 1. november kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Maria og børnini
Tøkk
fyri sýnda samkenslu, tá okkara góða mamma,
vermamma, omma og langomma
Elina B. Simonsen
Norðradalur
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til prestar, sangarar og kirkjutænarar.
Eisini ein tøkk til tey mongu, ið fylgdu og sendu
blómur og kransar.
Børnini
Fuglfirðingurin,
Bárður Laksáfoss,
verður nýggi leiðarin
á Platform og Eclipse
NÝGGJUR LEIÐARI
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Í blaðnum í gjár skrivaðu
vit, at tey trý skeinkistøð-
ini, Platform, Café Natúr
og Eclipse leggja saman.
Ein av eigarunum, Hav-
grímur Johannesen, greiddi
frá, at nýggja felagið ar-
beiddi við at seta ein dag-
ligan leiðara, ið skal taka
sær av samskipanini hjá
teimum trimum feløgun-
um.
Nýggi leiðarin er nú
settur. Tað er fuglfirðing-
urin, Bárður Laksáfoss,
sum hevur fingið starvið.
Uppgávan hjá honum er í
høvuðsheitum at standa
fyri tí dagliga virkseminum
á Platform og Eclipse. Café
Natúr hevur sum er ein
dagligan leiðara, og hann
heldur fram í tí starvinum.
Bárður Laksáfoss hevur
arbeitt á Platform í hálvt-
annað ár. Í summar fekk
hann starv sum ein av barr-
leiðarunum á Eclipse.
Eingin kollvelting
Nýggi leiðarin, Bárður
Laksáfoss, sigur, at kundar-
nir skulu ikki vænta sær tær
stóru broytingarnar alt fyri
eitt.
– Í fyrstani verður alt tað
sama. Vit fara at leggja
okkum eftir somu aldurs-
bólkum og sama tónleiki í
Eclipse og Platform. Eg
ætli at føla meg fram, og so
fáa vit at síggja hvørjar
broytingar verða gjørdar
við tíðini sigur Bárður
Laksáfoss.
Eclipse
hevur,
síðan
staðið lat upp, lagt seg eftir
einum eldri kundaskara,
enn Club 20 gjørdi í síni
tíð. Leygarkvøld er aldurs-
markið 21 ár, meðan tey 18
ára gomlu sleppa frammat
fríggjakvøld. Platform hev-
ur 20 árs aldursmark leyg-
arkvøld og 18 ár fríggja-
kvøld.
Tey átjan ára gomlu hava
sostatt ongan góðan á Plat-
form ella Eclipse leygar-
kvøld.
Kunngjørt verður fyri ætt , vinum og kenningum,
at okkara elskaða kona, mamma, dóttir, systir,
sonarkona og svigarinna
Anna Maria í Skorðastovu
Havn
andaðist mánadagin 27 oktober, 39 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
fríggjadagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Suni, Høgni og Guðrið
Bárður Laksáfoss nýggi leiðarin
Tinghúsvegur 47 | Tel 355 355 | Faks 355 350 | www.sansir.fo | info@sansir.fo
Kent Christensen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways
"Framkomna heimasíðan frá
Sansum er týdningarmikil
liður í okkara marknaðarføring"
Heimasíðan frá Sansum hevur sera stóran týdning fyri
Atlantic Airways. Har sært tú nýggjastu tilboðini, nær
flogfør koma og fara, og um tey eru seinkað. Eru tey
seinkað, sært tú, nær ið væntað verður, at tey lenda.
Á heimasíðuni kanst tú síggja galdandi og komandi ferða-
ætlanir. Tú kanst melda teg til Club Atlantic, ið tryggjar
tær, at tú fært sendandi sertilboð áðrenn øll onnur.
Onkuntíð hava vit selt ferðaseðlar á uppboði. Eisini eru
loftmyndir av Føroyum, ið eru tiknar úr tyrlu og flogfari.
Tað nýggjasta er, at tú kanst keypa ferðaseðilin á
heimasíðuni.
Okkara heimasíða er í veruleikanum tríggjar heimasíður í
einum: Har eru ein føroysk, ein donsk og ein ensk. Hesar
heimasíður venda sær til hvør sín kundaskara.
Heimasíðan er sera løtt at nýta. Ert tú toluliga vanur við
teldu, er skjótt at læra at brúka heimasíðuskipanina. Fyri
okkum er tað eisini ein fyrimunur, at vit kunnu venda
okkum til royndu teknararnar og tekstfólkini hjá Sansum,
tá ið arbeiðið at snikka eina síðu saman skal vera serliga
væl úr hondum greitt. Vanligar síður geri eg sjálvur ella
onkur annar av okkum hjá Atlantic Airways.
atlantic.fo
C
M
Y
K
3
2
www.smyril-line.fo
J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
Komið við á sera hugnaliga JÓLA FERÐ
við Norrönu og haldið
Jóla borðhald umborð.
Umframt stórt jólaborðhald, verð ur
ørt kvøld undirhald við føroysk um
lkum og einstak lingum.
20. – 24. Nov:
Undirhald: Robert McBirnie
Orkestur: Jóan Magnus Band
27. Nov.– 01.Des:
Undirhald: Hilmar Jan Hansen
Orkestur: Havkallar v/m.ø. Ronnie Nielsen
04. – 08. Des:
Undirhald: Robert Mc.Birnie
Orkestur: Vestmenn
11. – 15. Des:
Undirhald: Hilmar Jan Hansen
estur: Terje Rasmussen Band
20.–24. nov.
27. nov. –1. des.
4.–8. des.
11.–15. des.
Keypið jólagávurnar á ferðini
Meðan Norröna liggur í
Hanstholm verður skipað
fyri innkeypstúri til Thisted.
Úr havinum
Stórt sildaborð
Royktur og urtaviðgjørdur laksur
Rækjur og skeljadjór
Alskyns steikir so sum:
Stokt dunna við súreplum og sviskum
Fleskasteik við reyðkáli
Roastbeef við remuladu og stoktum leyki
Heilstokt lambstjógv
Heilstoktur oksaháryggur
Flógvir rættir so sum:
Tartelettir við góðari fyllu
Fiskaflak við remuladu
víndrúvum o.l.
Heimagjørt rís à la’ mande við kirsiberjasós
Fruktsalat við rákremi
og alskyns køkur
Prísur fyri hvønn
úr kr. 600,-
Matur & drekka ikki íroknað