leygardagur 6. september 1997síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
eee
Nr. 169 — 6. SEPTEMBER 1997
Heri Kragesteen um Dianu prinsessu:
Hon hevði ein
ektaðan áhuga
fyri teim veiku
-og hevur tú ómetaliga stórt sym-
bolskt virði fyri mong.
JAN MÚLLER
Í dag verður Diana prin
sessa jarðað. Roknað verður
við, at nakrar milliónir bret
ar fara at standa í gøtunum
og fylgja prinsessuni til
gravar. Men tað eru ikki bert
bretar, sum syrgja. Allur
heimurin syrgir Dianu. Ein-
ar tvær milliardir fólk kring
allan heim fara at fylgja
jarðarferðini á sjónvarps-
skíggjanum. Útlit eru fyri,
at hetta verður kanska tann
jarðarferðin, id fer í heims
søguna sum tann „ið hevur
vakt mest ans nakrantíð
Tað er kanska bara jarðar-
ferðin hjá J. F. Kennedy,
forseta í USA, sum fer at
koma nær námind jarðar-
ferð Dianu.
Eisini í Føroyum fara fólk
at fylgja jarðarferðini á
sjónvarpsskíggjanum, har
hon verður send á teimum
flestu rásunum
At deyði Dianu hevur
vakt ans í Føroyum eisini
sæst m.a. av teimum mongu
blómunum, sum fólk hava
lagt við flaggstongina á
bretska konsolátinum i
Havn
Johan Mortensen, bretsk
ur konsul sigur við Sosialin,
at tað er hugaligt at síggja
fólk koma við blómum og
takkar hann fyri sýnda sam
kenslu
Otrúligt
Ein teirra, sum upplivdi
deyða Dianu á ein meira
serstakan hátt enn flestu
føroyingar gjørdu tíðliga
sunnumorgunin, er Heri
Kragesteen, psykologur
Hann var við einum skúla-
flokki í Skotlandi og skuldi
koma heimaftur leygar
dagin. Men flogfarið hevdi
teknisk brek so tey komu
ikki heimaftur fyrr enn
sunnukveldið. Vit lata Hera
sjálvan greiða frá, hvussu
hann upplivdi tíðindini um
deyða Dianu:
-Tað var ein heilt serstøk
kensla at vakna sunnu-
morgunin og tendra fyri
sjónvarpinum Sorgin
merktist alla staðni. Tæn-
ararnir vóru merktir av sorg
og alt arbeiðið líkasum varð
lagt lamið. Hetta var heilt
ótrúligt
Hverjar tankar hevur Heri
Kragesteen so gjørt sær um
reaktiónirnar millum fólk!
Symbolskt virði
-Reaktiónirnar visa okkum,
at Diana prinsessa hevur
havt eitt Gmetaliga sterkt
symbolskt virði. Hon hevur
so eisini verið ótrúliga
poppuler, tá hon hevur liv-
að. Lutvíst hevði hon alla
ta karisma, sum tað konga
liga hevur við sær. Hon var
konufólk, og hon sá gott út
Hon hevur torað at tikid
lívið í egnar hendur, og hon
hevur prioriterað børnini
høgt
Heri Kragesteen heldur,
at åhugin og samkenslan
við Dianu eisini hevur nak-
að við fåtækradømi at gera
-] Bretlandi og ikki minst
í Skotlandi er stórt fátækra-
dømi. Økini, sum hon hev-
ur tikiå til sín, eru so eisini
júst tey, sum eru harðast
rakt í so máta. Sum per-
sónur hevur Diana víst ein
ektaðan og ærligan áhuga
fyri teimum, sum eru
skúgvað til viks, eitt nú
Aidssjúklingum, teimum
fátæku, børnunum, teimum
eldru, og so hevur hon eisini
tíkið upp spurningin við
landminunum
Pressan eitt tvíeggjað
sverð
Heri Kragesteen heldur , at
hon hevur dugað ótrúliga
væl at brúka pressuna - og
seldi hon sína sál fyri tey
hjartamál hon hevði. Hetta
var so kanska at meta sum
eitt tvíeggjað sverð, og var
tað kanska heldur íkki so
løgid, at hon fekk ta lagnu
hon fekk
Men hon hevur vágað
nakað. Hon hevur víst heilt
ítókiliga, at hon meinti, tað
hon segði, tak sum demi
skilnaðin og ikki landmin-
urnar, har hon fór út í
vandamikil ski uttan trygd
arvørar ol
Reaktiónin millum fólk
er tí eisini tann, at tað er
skapt ein mynd, sum rakar
djúpt inn í nøkur grund-
leggjandi viðurskifti hjá
okkum øllum
Heri Kragesteen vísir víð
ari á, at heimurin er sera
samansettur og fløktur, og
vit hoyra nógv um neyð og
elendigheit
-Tað, sum Diana hevur
staðið fyri, var nakað kon-
struktivt, og eg trúgvi, at tað
er slíkt, sum rørir okkum
sigur Heri Krageseen, sum
heldur íkki dylur fyri, at
hann sjálvur fekk ein klump
í hálsin - hóast hann íkki
kennir seg serliga royalan
Ævintýrið, sum ikki
endaði væl
Hann leggur aftrat, at alt
hetta slær so eisini uppá
nakrar heilt serligar streing-
ir í sinninum hjá okkum
Tað er sum eitt ævintýr við
fólksins prinsessu ol. Men
hetta ævintýrið endaði ikki
gott, og á sálarligum stødi
tíðindablaðið +00
Johan Mortensen, bretskur konsul takkar fyri sýnda
samkenslu við jarðarferð Dianu prinsessu
er hetta kanska uppaftur
meira skelkandi
-Hon vildi, at ævintýrið
skuldi enda gott, men so
varð ikki, og endin ævin-
týrið, fekk tekur okkum
kanska uppaftur meira av
fótum.
Hóast hann heldur, at
reaktiónin hjá fólki er væl
skiljandi, so heldur Heri
Kragescen, at vit mugu ansa
okkum eitt sindur eisini.
soleiðis at hetta ikki verður
til veruliga dyrkan av einum
deyðum persóni, at hon ikki
verður gjørd til martyr
Kann henda sorg og
dyrkan fáa nakrar veruliga
negativar avleiðingar
spurdu vit sålarfrødingin
-Ein kann verða tann, at
øll onnur mál verða skúgv-
að til viks. Og ein onnur er
vandin fyri, at politikarar
fara brúka hetta sum eitt
høvi at pilka við frælsi hjá
pressuni. Síðani mugu vit
ansa efur ikki at skapa øsing
kring hetta málið
At eisini føroyingar visa
øllum hesum ans og leggja
blómur uttan fyri bretska
konsulátið heldur Heri
Kragesteen er tekin um, at
vit eru ein integreraður
partur av alheimssamfel-
agnum, soleiðis at tað sum
rørir seg í Bretlandi, eisini
rørir seg her hjá okkum
-Vit eiga eftir mínum
tykki fyrst og fremst at
minnast málini, sum Diana
stóð sum eksponentur fyri
eitt arbeiðinum saman við
Reyðakrossi og mongum
ødrum.
Flúgv beinleiðis til og úr Noregi á jólum.
Eftir áheitan frá okkara landsmonnum í Noregi gevur Atlantic Airways nú tykkara norsku
skyldfólkum møguleika at koma heim at vitja á jólum.
Somuleiðis geva vit tær møguleika at standa á skíum í norsku fjøllunum ella eta jóladagverðan
saman við norskum vinum ella skyldfólkum.
Ferðaætlan
Hósdagin 18. des
Strekkið ;
Bergen - Føroyar 20.35
; Sunnudagin 04. jan
Feroyar - Bergen
Fráferð
Føroyar - Bergen 1730
07.00 |
Bergen - Føroyar — 10.05
Gevið gætur at tidirnar eru lokalar
Nærri upplýsingar og bíleggingar:
Á øllum ferðaskrivstovum landsins.
Koma Kostnaður — Afturffram: Einvegis
19.35 Vaksin 3.300,- 2200,-
20.40 „Maki 1650,- 1.100.-
09.05 Børn 2-19 år 1650,- 1100
10.10 Børn undir 2 år 330,- 220-
Ungdóms/65-seðil 2800,-
1.700,-
Ferðaavgjald ikk: iroknad
Ur Feroyum: 120.- (12 ár og eldri)
Ur Bergen: 129
Atlantic Airways
TIf. 33900 - Fax 33990
(2 år og eldri)