Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. september 1997síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 169 — 6. SEPTEMBER 1997 tíðindablaðið + Ymsir eiga, segði gamli Tróndur Søgufrødi - Kelduviðgerð og håttaløg Herfyri kom út sera for vitnislig bók til undirvísing í søgu, Søgufrødi - Keldu viðgerð og håttaløg. Bókin er serliga ætlað sum amboð til keldugreining og upp gávuskriving hjá næming unum á miðnámsskúlunum, men eisini onnur kunnu fáa nýttu og gleði av henni Bókin er skrivað á løttum máli, er væl uppsett og fæst fyri ein sámuligan prís, so øll søguåhugad uttan mun til aldur og skúla skuldu havt møguleika fyri at keypt og lisið hana Orsøkin til, at henda bók in kemur júst nú er sambært rithevundunum = nýggju, øktu krøvini til søguundir vísingina á miðnámsskúl unum. Tað er meira enn fyrr brúk fyri undirvísingartil fari í metodu, og hendan bókin er ætlað sum grund bók sum heiti sigur bæði til kelduviðgerð og háttalag (metodur) Tað er gleðiligt, at tað eisini í Føroyum nú verður lagdur stórri dentur á at læra næmingarnar á miðnáms skúlunum amboð at lesa søgu við sjálvi, heldur enn gamla slagið av seguundir- vising, har høvudsdenturin ofta lá á årstølum og konga rekkjum, Tað er skjótt at gloyma eitt árstal og eitt navn, sum tú ikki hevur fyri neyðini at minnast aftaná endaligu provtøkuna. Hevur tú hinvegin fyrst lært at lesa søgu kritiskt, hevur tú lært ein hugsanarhátt, sum helst skuldi kunna brúkst til annað og meira enn bara til pråvtøkulestur og midaltøl Søgufrødi er bytt upp i fleiri kapitlar, har høvuds- denturin verdur lagdur å kelduviðgerð av skrivligum keldum, men eisini munn- ligar keldur, skaldskapur sum søgulig kelda, myndir og kykmyndir verða umtal aðar. Harumframt verður søga sum so vidgjørd - Hvat er sega? Endamál, slag av søguskriving, søgufatanir og tíðaráskoðanir. Fleiri góðar arbeiðsuppgávur eru í bókini, og til seinast eru hentir arbeiðsfrymlar og orðalisti Tá hetta er sagt, so eigur eisini at vera gjørt vart við, at tað eru fleiri trupulleikar við hesi bókini Eitt brot í bókini sær út til at verða sera ógreitt, ella beinleiðis villleiðandi, um eksistenisialismu á s. 15 Tad er eitt leitorð í inni haldsyvirlitium, og lesarin væntar tí eina frágreiðing so hann kann fáa hylling á hesum hugtaki. Hornastein- urin í eksistensialismu er tað tilvitaða valið hjá ein staklinginum. Men frá greiðingin ljóðar meira sum ein staðfesting av klassa- tilviti. Tað framgongur av døminum (ein fiskimadur, sum fer í verkfall í 1934), at tað er tann sosiala stødan hjå manninum, sum er av- gerandi fyri, hvat hann vel ur. Men tað, sum eyðkennir eksistensialismu er, at hon sær burtur frá sosiala sam anhanginum, tá valið verður framt. Um ein miðnáms skúlanæmingur lesur hetta dømid, hugsi eg ikki, tað er sannlíkt, at hann fatar, hvat eksistensialisma er Um vit skulu taka høv uðsboðskapin í bókini bók staviliga, so eiga vit altíð, tá vit lesa ein tekst at spyrja, hvønn uppruna, hann hevur, fyri at kunna meta um trú virðið av tekstinum og endamálið hjá høvundan- um. Taka vit nå ådurnevndu bók sum dømi, so mugu vit spyrja, um hetta er ein upp- runatekstur, ella um høv- undarnir hava savnað til farið aðrastaðni frá, og so umsett ella umskrivað tað Fyri mær at síggja er stórur partur av tilfarinum antin beinleiðis umsett ella lætvist umskrivað úr norsku bókini Fortida er ikke hva den en gang var - En innføring i historiefaget = av Knut Kjelstadli (Oslo, 1993). Øll modellini uttan tað fyrsta á síðu 23 eru umsett úr norsk um til føroyskt, uttan aðrar enn málsligar broytingar Av myndagreiningunum (8.76-87) er umleið helvtin av tilfarinum umsett. Meg inparturin av tekstinum um kelduviðgerðina er eisini umsettur, orð fyri orð. Hetta er sum so onki forgjørt í, tí tann norska bókin er sera hent amboð til undirvísing í kelduviðgerð. Hon verður t.d. fløtuni nytt sum grund- bók í keldukritikki á søgu- deildini við Århus Univer- sitet Nøkur brot eru eisini, sum líkjast sera nógv tilfari úr Verdens Historie Í (Kbh, 1994), ein grundbók, sum verður nógv nytt í søguund- irvísingini á miðnámsskúl- unum í Føroyum í dag. Har er m.a. hugtakið lítla sega og Stóra sega, ella lille" og "store" historie. Í Ver- dens Historie eru vald dómi um brævaskifti millum franska forsetan/týska keisaran og grandonkel/ grandtante (s.16.). Í Søgu- fróði eru dømini samskifti millum Hitler/Chamberlain og ommu/abba (s.15-16) Nidurstødan er tann sama Eisini parturin á s.112-114, Triggjar áskoðanir, er rættuliga líkur Historiens gang å s. 17. i Verdens historien I Tad at søgufólk nýta til far, sum onnur hava skriv ad, er heilt vanligt, ja tad er meira undantakið. at nakað heilt nýtt verður skrivað Ein stórur og týðandi partur av arbeiðinum hjá søgufålki er jú at arbeiða við skriv aðum tekstum og tulka teir av nýggjum. Hetta er onki legið í, tverturímóti. Tað hevði verið tápuligt ikki at nýtt tilfar frá hver øðrum, tí við at byggja á arbeiði hjá starvsfeløgum, verður tilfar ið enn einaferð endurhugs að og gjøgnumarbeitt, og samanlagt átti úrslitið at blivid enn betri. Á henda hátt kann fakligt samstarv geva eina dynamiska søgu skriving, sum alla tíðina endurnýggjar seg Um søgugranskarar ella onnur byggja sítt verk á arbeiði hjá øðrum, so er tað sera umrådandi, at víst verður á, hvaðani tilfarið stavar, sum verður vidgjørt umsett ella tulkað. Sum fyrr nevnt, so er eitt tað týðn ingarmesta í søguskriving sum rithøvundarnir å Søgu frødi eisini gera vart við, at staðfesta upprunan til keld una tekstin. Hetta krevur at kelduávísingar eru í tekst inum, sum gera tað møgu ligt fyri lesaran at kanna eftir, um tilfarið er rætt tulkað/týtt Tá teir sjálvir gera vart við hetta. undrar tað meg ikki sért, at rithøvundarnir gera ein hin grovasta feilin, tá tað kemur til reella søgu skriving, nevniliga gloyma kelduåvisingarnar. Ikki ein kelduåvising er i allari bók int, sum m.a. hevur til enda- máls at læra miðnámsskúla næmingar at skriva góðar søguritgerdir. Feilurin verð ur roknaður so ålvarsamur, at nógvir søgulærarar bein leiðis åvara næmingarnar um, at teir dumpa, um teir gloyma kelduávísingarnar ella ikki hava ordan í notu apparatinum Tað er í lagi at velja at geva eina bók út, uttan at hava notur við hvønn ka pittull, ella á hvørjari síðu, men so eiga ávísingarnar ístaðin at standa í inngang inum ella aftast í bókini Gamaní, í innganginum í Søgufrødi stendur skrivað, at teir byggja bókina part víst á metoduhugsanina hjá Kristian Erslev (1852 1930) og partvist a egnar undirvísingarroyndir s.9 Teirra undirvísingarroyndir seti eg ikki spurnartekin við á nakran hátt. Hvar ella hvussu teir brúka hugsanir nar hjá Kristian Erslev havi eg hinvegin ilt vid at siggja, ti fyn mær sær søgufatanin hjá høvundunum út til at vera hermeneutisk (innihald og formur hanga saman), og í beinleiðis andsøgn til ta positivismu, sum Erslev umbodar (innihald/søgu gransking og formur/søgu skriving skarpt sundur skild), men lat tað fara Størsti trupulleikin er, at har er okkurt grundleggjandi, sum manglar. Bókin, sum meginparturin av tilfarinum í Søgufrødi er úr, verður ikki nevnd við einum orði í inn ganginum, og heldur ongin kelduávísing er við teir ein staku kapitlarnar. Tað cin Plátuvibratorur 5 AR UNngran í Andreasen er Co. 5 * 188 Hournk Tf. 15600 Kvinnuhúsið Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvort håskøld frá kl. 19.00-21.00, inngongd hjá KFUN, Oman Pisuvarða 2, ella á tif. 17200. | Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frå kl. 10.00—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag frá kl. 10.00 fyrrapart til kl. 7.00 á morgni. me AA ps SR asta staðið, Fortida er ikke hva den en gang var er nevnd, er í bókmenta skránni, saman við 30 eðr um titlum, meira ella minni brúktum til bókina. Verdens Historie Í er als ikki nevnd í bókmentaskránni. Hetta vil eg í frægasta føri kalla óheppið sjusk og í grovasta fóri kalla markleysan frek leika. Tað er alt í lagi at nýta tilfar frá øðrum, men so skal tað gerast heilt greitt, at tal an er um tilfar, sum er um- set/umskrivad, við greiðari ávísing til, hvaðani tað stav- ar. Hetta kundi verið gjørt so einfalt, sum t.d. at nevnt Knut Kjeldstadli í inngang- inum saman við Kristian Erslev. At tað ikki verður vist ul Kjeldstadli fær meg at illtonkja rithøvundarnar fyri at vilja taka æruna av tilfari, teir onki eiga í. Hetta skuldi íkki verið neyðugt serliga tá ein lesur inngang in hjá Kjeldstadli. Hann sigur m.a. í innganginum til bók sína: "Synspunkterni gjør ikke krav pá orgina litet; de er lært av, lånt fra andre har og delt med mang historikere. Grunnen Bertol Brecht geit í Kalenderhistoriet Í dag finns det (opprinnei klaget herr K utallige som offentlig roser seg av å kunne lage svært bøker helt alene og dette blir overalt godtatt [..] Og uten hjelp, bare med de usle som en enkelt mann kan slepe fram bygger de sine hytter! Større bygninger kjenner de materialent ikke enn dem en enkelt mann er í stand til á byggt alene (s.6.) Eg haldi hóast alt, at Søgufrødi samanumtikið er ein góð bók, undantikið einkultum óhepnum brot um, sum kundu verið rættað í eini møguligari aðru út gávu. Hon er væl egnað til søguundirvising á mið námsskúlunum, if tilfarið er gott, líka mikið, hver hevur skrivað tað. Tað er bara spell, at eitt so óheppið brek sum manglandi kelduávís ingar skal skemma eina annars so henta bók Annika Joensen Stuðulsfólk Søkt verður eftir stuðulsfólki til 7 ára gamian drong í Norðoyggjum. Arbeiði hjá stuðlinum er í samstarvi við familjuna, Serráðgevingina hjá Almannastovuni og onnur fakfólk, at stimbra dreingin við spæli og venjing- um, og at taka lut í spæli ímillum javnaldrar, og annars vera við til at geva honum ein innihalds- ríkan gerandisdag. Arbeiði hjá stuðlinum verður 20 tímar um vikuna, aftaná skúlatíð hjá dreinginum. Setunartíðin er fyribils játtað til 30.06.98. Lønar- og setunarvidurskiftini eru sambært sátt- mála ímillum Føroya Landsstyri og Føroya Peda- gogfelag. Umsóknir mugu verða okkum í hendi í seinasta lagi 20.09.97 og skulu sendast til: Almannastovuna Norðoya deild 700 Klaksvík Nærri fæst at vita um starvið hjá Ragnhild Dahl, tlf. 14822. Garaguhurð til solu El-portur, aluminium, við tráðleysari stýring til solu. Tlf. 84700.