leygardagur 6. september 1997síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
tíðindablaðið
Nr. 169
SFT: ISS
ar á Svínavíkina, og seinni
við blokaduni av Kuba
Int heimsbardagi byrjaði
nærum i "62, men samstarv-
ið var vorðið betur, so tosað
var til sættis um málini
Hetta sást eisini í Berlin
kreppuni
Seinni í 60'unum við
hippie< ættarliðnum.
gjørdist tað "in" at:fara í fel
agsskapir, sum í ringastu
McCarthytíðini vóru á
svartalista. Hetta vóru m.a
friðarfelagsskapir. Mótmælt
varð eisini sera nógv ímóti
Vietnam krígnum. Che Gu-
evara og Castro gjørdust
fyrimyndir hjá ungum. Við
hesum ættarliði fór McCart-
hyisman sanniliga í bak-
sýni. Men hon hvarv ikki
Andsegnin
Havi við hesum pertum
roynt, fyrst at lysa ymisk
brot á rættargangslógina og
hvussu frælsið hins einstaka
í hesum førum er gliðið aft-
ur við borðinum. Kundi
sjálvandi havt valt nyggjari
dømi, men helt at áður-
nevndu vóru nektandi
Dømini um italiumennirnar
og kommunistaflokkin visa
eisini greitt, hvussu ivasom
trygd hins einstaka var tá tú
ikki heldur teg innan fyri
ynsktu karmarnar hjá leið-
andi fólkum. Tað er eisini
júst tað grundlógin ikki á-
setur. Tað er eisini tann and-
søgnin roynt var at lysa í
frammanundan pørtunum
Øll tiltók og allar rættarsak-
ir/avhoyringar, ið kanska
ikki fylgdu grundlógini ná-
greiniliga, var meint sum
ein verja hjá henni. Tað var
fyri at verja fólkaræðið, a-
merikonsku prinsippini og
grundlógina at farið var so
harliga til verka, soleiðis, at
tú í grundini breyt høvuds-
tankarnar í grundlógini. Tað
er tann andsøgnin eg havi
roynt at lyst. Vit mugu eisini
minnast til, at politikararnir
nyttu kommunismuna til
egnan fyrimun, og at tað í
grundini var Truman, ið
byrjaði at seta eystur- og
vesturheimin so skart upp
ímóti hverjum ødrum. Eis-
ini er lyst, at kommunista-
ræðslan ikki kom frá degi
til dags, men tað hendi yvir
eitt langt tíðarskeið. Somu-
leiðis er tað við svertu borg-
ararættindarørslunum, ið
komu fram serstakliga síðst
í 50'unum
McCarthyisman í dag
Men vit mugu vera varin
við at siga at McCarthyism-
an er heilt horvin úr amer-
ikanska samfelagnum. Eg
visti å nakrar orsøkir, hvi
McCarthyisman hvarv so
skjótt, men horvin heilt er
hon ikki. Tað ganga ikki
demagogiskir senatorar runt
í USA og forfylgja fólki,
sum gjørt var síðst í 40'u-
num og fyrst í 50'unum,
men javnan síggja vit utt-
anrikispolitiskt, at USA før-
ur eina strangan politikk
viðvíkjandi sosialistiskum/
kommunistiskum samfel-
øgum. Vietnamkriggid ber
boð um tað. Pinochet fekk í
síni tíð hjalp frá CIA, til at
fella fólkaræðisliga vinstra-
sinnaða Allende. Frá eini
fólkaræðisligari = valdari
stjórn var farið yvir til ein-
aræðisharra, ið uppihelt
valdinum við herinum. Tá
Reagan kom til byrjaði kap-
dubbingin við Sovjettsam-
veldið aftur. Sambandið har
ímillum gjørdist aftur ísa-
kalt. Ein stórur partur av
bruttotj6darurtøku = USA
varð nytt til Reagansa
'stjornu-krigg)” (star-
wars). Medan Reagan sat,
var Ortega koppadur i Nic-
aragua. Ortega var fólka-
valdur, men hevði eyd-
syniligt ikki politiska litin
USA ynskti. Tessvegna
fíggjaði USA, við vápna-
sølu til Iran, métstødumenn
Ortega. Kvettið í Nicaragua
hevåi neyvan hent um USA
ikki hevdi fíggjað tað
Bjálkin Kuba í eyga USA,
er ikki tíkin enn, men sanni-
liga hevur verið roynt
Handilsavbyrging Kuba
byrjaði í '62. og stendur
framvegis við. Síðsta roynd
USA hevur gjørt, er at smíð-
a Helms-Burton lógina
Hon sigur, at amerikanarir
kunnu saksekja virki, ið
gera íløgur í Kuba, og forða
hesum at gera handilssátt-
málar í USA. Men nógv
lond hava fordømt hesa lóg
M.a. øll londini í Suðuram-
erika, í ES og Kanada. Eis-
ini Nytti Bob Dole í val
stríðnum, at hann skuldi
steðga einarædisharranum
Castro og innføra “fólka-
ræðið" í Kuba
Tí kunnu vit í grundini
ikki siga at kommunista-
ræðslan er horvin í USA
Men so ógvuslig sum hon
var aftaná seinna heims-
bardaga hevur hon slettis
ikki verið. Tað er einamest
frá stjórnini, at vit hoyra um
ræðuligu kommunismuna
Tað eru tó aðrir spurningar,
ið eru nógv meir átroðkandi
í løtuni. Tad er td. fólk-
avgksturin, reint vatn, heim-
urin er nógvastaðnis svølt-
andi og umhvervið. USA,
heimsinis ríkasta land, hev-
ur í løtuni nógvar sosialar
spurningar at dragast við
Td. eru tað = hópurin av
heimleysum í USA, ið liva
undir lágmarkinum. Á al-
manna- heilsu- og skúlagki-
num eru eisini trupulleikar,
tí tørvur fólksins er ikki
nøktadur + at fólk ikki hava
ráð at gjalda fyri eina søm-
iliga tænastuveiting. Slíkar
orsøkir gera eisini at komm-
unistaspurningurin er tódn-
aður. Tó vísti Reagan, at tað
er gjørligt at skapa nakað
av “hysteriska stemmning-
inum" aftur, um lagt verður
í. Tað er eisini lættari at
savna fólk um fyribrigdi utt-
anfyri teirra landagki.
Kommunisma er eitt av
evnunum, ið lætt savnar
fólk í USA. Hóast allysing-
in av henni í mongum før-
um kann tykjast burtur av
leið. Hetta bóru 40'ini og
50'ini boð um. "ein liberal-
ur, er ein, ið er á gáttini at
gerast kommunistur” Hetta
var lysingin av liberalum
fólki í tí tíðarskeiðnum. Fall
Sovjettsamveldsins ger tað
tó torførari at venda aftur
til veruligu kommunista-
ræðsluna.
|
|
|
|
|
|
Jan Dam: Eg kann ikki hugsa um kortini
Liðformaðurin torir ikki at síggja burturfrá møguleikanum fyri at Føroyar tapa stort
JOANNES HANSEN
Einki bræv er komið
afturat frá FIFA um,
hvussu tað verður við
rættinum hjá Jan Dam at
spæla, tá landsliðið um
ein mánað skal ul Span-
ia. Men tað er púra greitt,
at um liðformaðurin fær
gult kort seinnapartin í
dag, so verður hann
leikbannaður ta ferðina
og kanska fleiri aðrar
ferðir í einari nýggjar:
HM undankapping.
Eg så yvirlitið yvir
gul kort, sum tit høvdu í
blaðnum nú ein dagin,
og eg skal ikki dylja, at
tað hevur verið í mínum
huga, hvat eg kann gera
fyri at sleppa undan at
fáa kort ímóti Kekkia
Men eg eri komin til ta
niðurstøðu, at:tað ber
ikki til at spæla og alla
tíðina hugsa um hatta
har. Eg fari at spæla, sum
eg plagi. og so má eg
bara vóna, at tað ikki
verður neyðugt hjá dómar-
anum at fara eftir kortinum
Jan Dam var ikki við i
Kekkia. Hann var leikbann-
aður og sat heima og fylgdi
við í sjónvarpinum:
- Tað stóð nógv á fyrstu
løtuna, og tá kundu teir væl
fingið fleiri mál. Síðani
gekk betur, og eg royndi at
finna út av, um tað var tí
kekkarnir minkaðu um
trýstið, ella um tað var tí, at
okkara menn fingu skil á og
spældu betri, enn teir høvdu
gjørt, og eg haldi, at tað
seinna í hvussu so er fyri
ein part gjørdi seg galdandi.
Gevur úrslitið í Kekkia
orsek til at halda, at tað fer
at ganga væl í dag
- Tað er ómeguligt at sig-
a. Tað sæst ikki fyrrenn vit
eru byrjaðir at spæla. Besta
úrslitið higartil ímóti einari
av stóru tjóðunum var, tá
Slovakia vitjaði fyri einum
ári síðani. Vit taptu 2-1, men
fingu teir stórri urtøku burt-
urúr stóru meguleikunum,
sum teir høvdu beinanveg-
in, so kundu vit tapt stórt,
sigur Jan Dam, sum heldur.
at fyritreytirnar í dag eru
ikki so ólíkar teimum, sum
vóru tá Jugoslavia vitjaði á
Svangaskarði í fjør og vann
8-1
Frammanundan høvdu
vit fingið eitt gott úrslit í
Beograd, har John Petersen
skoraði eitt fínt mál, og vit
bara taptu 3- 1. Kanska hetta
gav orsøk til at halda, at vit
fóru at fáa eitt uppaftur betri
úrslit á heimavelli, og so
vórðu vit so rudduliga settir
uppá pláss. Vit taptu 2-0 í
Kekkia, og vit skulu ansa
eftir, at vit minnast okkara
leiklut í hesum spælinum.
Gera vit ikki tað og leypa
framav, so kann tað enda
galið
Todi er ímillum
teir bestu
Hvat skal til fyri at fáa eitt
uppaftur betri úrslit enn í
Kekkia?
At allir ÍBroyingarni
spæla upp til sítt allar best
a Mótsteðumenninir hjá
okkum kunnu vinna, sjálvt
um fleiri teirra íkki spæla
upp til sítt besta, meðan vit
verða sektaðir rudduliga,
um vit ikki allir eru uppi á
tærnum
— Men eg ivist onga létu
í, at vit hava møguleika at
fáa mál. Vit hava skorað
regluliga seinnu árini, og
tað kunnu vit eisini gera
hesa ferð. Tað verður stórur
saknur í Juliani Johnsson á
miðvellinum, men kanst tú
ikki sitera meg fyri at siga,
at í Toda Jónsson eiga vit
ein álopsspælara, sum eg
haldi telist ímillum teir best-
u, ikki bara í Danmark men
í ellum Europa. Hann er
mest vandamikil, tá okkara
lið er undir trýsti, og tað er
eitt ógvuliga stórt aktiv hjá
okkum, endar liðformaður-
in, sum seinnapartin í dag
spælir landsdyst nummar
35
Fransmenn hava ábyrgdina
Tað verður fransmaðurin
Bernard Saules, sum
verður 23. maðurin á
grasvøllinum á Svanga-
skarði seinnapartin í dag
Afturat sær at halda skil
á hevur hann Alain Gour-
det og Michel le Bouvellee,
sum eru linjudómarar og so
Claude Colombo, sum er
tað, teir kalla 4. dómari
Hesir eru allir úr Fraklandi
Tað er eina ferð áður
komið fyri, at dómari og
hjálparmenn úr Fraklandi
hava leitt landsdyst á
Svangaskarði. Tað var 4.
septembur í fjør, tá Spania
vann 6-2.
FIFA umboðsmaðurin eit-
ur Sandor Bersi, og hann er
ættaður úr Ungarn. jh
|
Í
|
|
|
|
Uppstillingin tykist rættiliga uppløgd
Allan Simonsen, sum saknar Julian Johnsson á miåvøllinum, fer at spæla við tveimum
álopsmonnum
JOANNES HANSEN
So er alt greitt til síðsta lands-
dystin á heimavelli í ár. Talan er
um 50. altjóða skrásettu uppgåv-
una, og tað verður roknað við fitt
av fólki á Svangaskarði. Strand-
ferðslan boðaði í fyrradagin frá,
at Ternan 1 siglir av Havnini kl.
12.30 og 14.00, og at Ritan fer
av Havnini kl. 13.30. Bátarnir
sigla suður aftur, tá stríðið er
lokið
Í gjár vandu føroyingarnir bara
fyrrapartin. Tað var ætlanin, at
teir eisini skuldu venja seint
seinnapartin, men tann venjingin
varð avlýst:
— Veðrið hevur verið eitt sindur
ótespiligt, men spælararnir hava
verið hugaligir. Vellurin slítist
nógv, tá tað er so vátt, og alt hetta
eru tilsaman orsøkirnar til, at eg
valdi at avlýsa seinnu venjingina
í gjár, sigur Allan Simonsen, sum
heldur hýrin vera stak góðan mill-
um spælararnar.
Stríðast fyri fødilandid
Allan Simonsen heldur, at tað er
møguleiki fyri einum góðum úrs-
liti, og eitt gott úrslit roknar hann
javnleikin, sum hann so leingi
hevur tosað um fer at koma:
— Eg sigi ikki, at tað verður
hesa ferð, men møguleikin er har.
Men skulu vit náa so langt, so er
neyðugt, at allir spælararnir sýna
rætta hugburðin og ofra seg. Eg
plagi at siga við teir, at tað er fyri
føroyingar og Føroyar, at teir
stríðast, og tá tå stríðist fyri tað,
sum tú ert góður við, so leggur tú
nógv fyri, sigur venjarin
Liðið
Allan Simonsen gleðist um, at
allir spælararnir, sum hann valdi
til hesa uppgávuna, møttu
— Hesar seinastu ferðirnar hava
vit verið nógv darvaðir av skaðum
og leikbannum. Hesa ferð sakna
vit Julian Johnsson, men tað er
gleðiligt at staðfesta, at nógvir eru
um boðið. Venjarin vil einki siga
um, hvussu liðið fer at síggja út,
men á flestu plássunum er púra
greitt, hvussu manningin verður
Einasta plássið, sum so at siga
ikki er mannað frammanundan, er
plássið har Julian plagar at spæla.
Møguleikarnir til tað miðvallar-
plássið eru John Petersen, Magni
Jarnskor, Sámal Joensen og Ingi
Rasmsussen, og tað er eisini ein
møguleiki at flyta Jan Dam fram
hagar. Men mest sannlíkt er tað,
at John Petersen verður settur mitt
á midvøllin, og at uppgávurnar hjá
hinum vera eitt sindur ødrvisi, enn
tær plaga at vera, tá Julian Johns-
son spælir við.
Vit rokna við, at teir ellivu, sum
fara at standa á vøllinum, tå
Klaksvíkar Hornorkestur fer at
blása tjóðsangirnar, verða hesir:
Jens Martin Knudsen - Henning
Jarnskor, Óli Johannesen, Jan
Dan, Pól Thorsteinsson, Ossur
Hansen - Allan Mørkøre, John
Petersen, Jens Kristian Hansen -
Jan Allan Miiller, Todi Jónsson.
Ongar broytingar
i spælistili
Tá landsliðið var í Kekkia, hevði
Allan Simonsen ikki sæð m6tstød-
uliðið spælt síðani í EM endaspæli-
num í Onglandi á sumri í 1996.
Landsliðsvenjarin heyði ætlað sær at
sæð grannauppgerðina ímillum Slov-
akia og Kekkia, men tann dysturin
varð útsettur, og so noyddist venjarin
at líta á tað, hann hevdi sæð framm-
anundan:
— Og teir høvdu hverki broytt nógv
uppá spælistíl ella spælarar. Teir flest-
u, sum eg hevði roknað við fóru at
vera á liðnum, vóru har, og spælið
var skipað, soleðis, sum tað var í EM
kappingini. Nú er so stutt fráliðið,
síðani vit spældu ímóti teimum, at
eg rokni við, teir fara at spæla á sama
hátt og við uinleið somu spælarum.
Mangla onkrar
av teim bestu
Kekkarnir komu ikki til Føroya fyrr-
enn eftir døgurda í gjár, og eftir ætlan
skuldu teir beinleiðis inn á Svanga-
skarð at venja.
Teir flestu spælararnir, sum vóru
vid 20. august, eru við í Føroyum,
men Karel Poborsky úr Manchester
United, sum spældi 63 minuttir í fyrra
dystinum, og Patrick Berger úr Liv-
erpool, sum ikki var við fyri trimum
vikum síðani, eru ikki við í ferða-
lagnum.
Umframt teir átjan spælararnar eru
átta hjálparfólk hjá venjaranum, Dus-
an Uhrin, við, og tað eru 19 onnur
offisials, sum teir kalla tað, við í
ferðalagnum, sum ivaleyt síggja hetta
sum eitt gott høvi at síggja eitt nýtt
og í teirra eygum kanska sjáldsamt
stað, sum tey neyvan hava møguleika
at koma aftur til.