Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 1997síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ET —= Simo Nr. 170 — 9. SEPTEMBER 1997 Tórshavnar Býráð: Skert virksemi í Margarinfabrikkini tíðindablaðið Tórshavnar Kommuna hevur sókt Landsstýrið um at fáa Margarinfabrikkina undir grein 32 í barnaforsorgarlóg- ini, sum ger, at landskassin og foreldrini gjalda partar av rakstrinum, fyri soleiðis at lætta um raksturin hjá Komm- ununi EDVARD JOENSEN Margarinfabrikkin var fyri á býráðsfundinum seinasta hóskveld Tað er soleiðis, at norður- lendsku Barnabatafelags- skapirnir hava játtað at rinda fyri leiðaran í trý ár Hendan skipanin heldur upp at á sumri 1998, og skal tá nýggj skipan við leiðarar finnast Tórshavnar Kommuna hevur latið 50.000 krónur til raksturin, umframt at Kommunan hevur lagt hús til Í ár hevur Kommunan eisini latið ein eykastuðul á kr. 50.000, soleiðis, at saml- aði stuðulin frá Kommunu ni til raksturin er 100.000 krónur Men hetta er ikki nokk til tess at reka staðið. Leiðarin á Margarinfabrikkini hevur biðið um at fáa tveir peda- gogar settar í starv 30 tímar um vikuna, um húsið skal rekast og fáast skal optimalt burturúr. Tórshavnar Býráð hevur heitt á Landsstýrið um at fáa Margarinfabrikkina góð- kenda sambært $ 32 í barna- forsorgarlógini. Kemur Margarinfabrikk- in undir hesa skipan, verður kostnaðarbýtið av rasktri- num soleiðis, at Landsstýrið rindar 40%. Kommuna 30% og foreldrini 30% Verða tveir pedagogar settir aftur at leiðaranum á Margarinfabrikkini, verður hetta ein útreiðsluvekstur upp á eina 600.000 - 700.000 krónur. Og Komm- una kann ikki garantera, at fólk verða sett. Avleiðingin av støduni, sum hon er í dag, er, at hild- ið verður stytri opið í r ” Margarinfabrikkini Framtíðarviðurskiftini hjá Margarinfabrikkini verða vidgjørd í figgjarnevndini í samband við fíggjarlógina Í báðum málum var tað eitt einmælt býráð, sum tók stóðu Fríríðarskúlin A býráðsfundi hóskveldið í seinastu viku, varð samtykt at biðja Landsstýrið um góðkenning til 250 børn í frítíðarskúlanum hjá Tórs havnar Kommunu Ætlanin er, at eisini børn í ødrum flokki skulu fáa hevið at luttaka í skipanini vid skúlaársbyrjan 1997 "OR Frítíðarskúlin hevur fing- ið betri umstødu, sigur Leivur Hansen, býráðsfor maður Børnini í Sankta Frans Skúla eru flutt nidan í Bridgehúsið - gamla HB húsið í Gundadali. Komin- unuskúlabernini hava fingið loftið í gamla Realskúla- num umframt lærarahúsini - húsini hjá Frk. Cohr. Og Venjingarskúlin er fluttur oman í Hornabø, har eini sethús verða nýtt til enda- málið. Og Argja skúli er fluttur í AB húsið. Allir skúlarnir í Havn utt- an Hoyvíkar skúli hava nú umstødur til at hýsa øllum børnum i fyrsta og ødrum flokk: Men í Hoyvíkar skúla er ætlanin at nýta stovurnar hjá fyrsta og ødrum flokki, um- framt sangstovuna. Men eisini er møguleiki fyri at taka Hvítanes skúla upp í skipanina. Hann hevur tvær stovur, sum við smærri ábótum kunnu nýtast til eini 15 børn. Verður játtanin ikki økt, gerst neyðugt at skerja virksemið í Maragrinfabrikkini Heia Norge! < > Tað eru skip av hesum slagnum, sum royndarfiska eftir tunfiski undir Føroyum Tunfiskaroyndir undir Føroyum Tvey japansk skip gera royndir eftir tunfiski undir Føroyum. Eygleidarar frá Fiskirannsóknarstovuni eru um- borð á báðum skipunum EDVARD JOENSEN Tvey japansk tunfiskaskip vóru í gjáramorgunin á Havnarvág eftir hver sínum føroyskum eygleiðara, sum skuldu við til tess at fylgja við royndum, sum japan- ararnir fara at gera eftir tun- fiski í føroyskum sjógvi Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknar- stovuni, sigur, at umsókn er komin higar frá einum portugisiskum og einum føroyskum felag um at sleppa at gera royndir eftir tunfiski innan fyri føroyska sjómarkið Landsstýrið hevur játtað hesum umsóknum við teirri treyt, at føroyskir eygleið- arar verða við áðum skipun um, alla tíðina, royndirnar vara Enn er bara avtala gjørd um royndarveiðu í heyst, sigur Hjalti í Jákupsstovu Annars kenna føroyskir myndugleikar einki til ætl anina Hjalti í Jákupsstovu sigur, at hann, uttan at vita nakað vist, roknar við, at teir hava fylgt tunfiskinum norður at føroyska markinum og nú vilja sleppa at fiska inni á okkara eki Treytirnar, teimum eru settar, eru tær vanligu. Alt skal b6kførast og latast eyg leiðarunum. Fyri hverja setu skal gevast upp veiði nøgd, position o.s.fr Føroyingar hava fyrr ver ið við til slíkar royndir, men tad eydnadist ikki serliga væl. Eisini hava vit havt eini tvey skip å tunfiskaveidu sigur Hjalti í Jåkupsstovu, sum heldur ikki góvu nakað úrslit Men ynski hava verið um at taka royndirnar uppaftur, og tá nú hesar umsóknirnar komu, varð avgjørt at játta teimum Flúgv beinleiðis til og úr Noregi á jólum. Eftir áheitan frá okkara landsmonnum í Noregi gevur Atlantic Airways nú tykkara norsku skyldfólkum møguleika at koma heim at vitja á jólum. Somuleidis geva vit tær meguleika at standa á skium í norsku fjøllunum ella eta jóladegverðan saman við norskum vinum ella skyldfólkum. Ferðaætlan Strekkið Fráferð: Koma Kostnaður Aftur/fram: Einvegis Hósdagin 18. des Feroyar - Bergen 17.30 19.35 Vaksin: 3.300,- 2200.- Bergen - Føroyar 20.35 20.40 Maki 1.650,- 1.100.- Sunnudagin 04. jan. Føroyar - Bergen 07.00 09.05 Bern 2-19 ár 1.650,- 1.100,- rgen - r 10. 10.1 ” Bern undir 2 ár: 330,- 220- Gevið gætur at tidirnar eru lokalar Ungdóms/65-seðil 2.800,- 1.700,- Ferðaavgjald ikki íroknað Ur Feroyum: 120,- (12 ár og eldri) Úr Bergen: 129.- (2 ár og eløri) Nærri upplýsingar og bileggingar: A øllum ferðaskrivstovum landsins. 2 Atlantic Airways TIf. 33900 - Fax 33990